Forsíđa arrow Nýtt frá felagnum arrow Stór kapping fyri allar Liverpool fjepparar
Stór kapping fyri allar Liverpool fjepparar PDF Print E-mail
Skrivađ hevur Áki Johansen, Thursday, 18 December 2008 (2318 hits)

ImageLiverpool Føroyar fer nú undir fleiri nýggj tiltøk. Tað fyrsta er ein søgu- ella greinakapping har, tit hava møguleikan, at senda inn tykkara grein ella søgu. Tað kann vera frásøgn frá einum túri í Liverpool ella ein grein um hví Liverpool er júst títt lið. Tað eru sum so ongar treytir fyri hvat skrivast kann um, tó so, at tað skal hava okkurt við Liverpool FC ella Liverpool Føroyar at gera. Vinningarnir eru sera góðir, og besta søgan ella greinin vinnur ein túr til Liverpool, har íroknað er ferðaseðil og atgongumerkið til dyst. Tað verða eisini góðir vinningar til nr. 2 og 3. Søga ella grein skal sendast til kapping2009@liverpool.fo tað er einki mark fyri hvussu lang ein søga ella grein kann verða.

Í sama tíðaskeiði koyrir eisini ein kapping á heimasíðuni, har vit ynskja, at finna tann besta viðmerkjaran hjá felagnum. Ársins besti viðmerkjari vinnur somuleiðis ein túr til ein dyst hjá Liverpool. Fyri at luttaka í kappingini um Ársins viðmerkjara er neyðugt, at skriva sítt fulla navn í samband við sjálva viðmerkingina, dulnevndar viðmerkingar verða ikki við í kappingini. Tað verða sjálvandi eisini her talan um góðar vinningar til nr 2 og 3.

Vinnararnir verða kunngjørdir í samband við aðalfund felagsins í 2009. Tá fer nevndin eisini at kunngerða ársins Liverpool Fjeppara. Ársins fjeppari er ein, sum á einhvønn hátt hevur gjørt okkurt til gagns fyri Liverpool Føroyar og tess limir.

Vit fara at ynskja øllum eina góða kapping, við vón um góða undirtøku.

Vinarliga

Nevndin

NB! Til seinast kunnu vit nevna, at tað verðu lutakast millum allar limir, um eina ferð til ein heimadyst hjá Liverpool á Anfield, tá ið limur nr 1000 hevur tekna seg sum lim í felagnum!!!

 

Viðmerkingar (4)add
hmmm limur nr. 1000 : Ingolf Klein Olsen
hvussu nógvir eru tað so nú Mars er 2/3 runnin?
March 19, 2009
Ta á vera ein god ferd : Hans petur ábergæ
Tann i vinnur hopi eg far ein god
December 19, 2008
Kappingini : Nevndin
Hey tit, tað er rætt! Søga ella grein skal sendast til kapping2009@liverpool.fo tað er einki mark fyri hvussu lang ein søga ella grein kann verða.
December 19, 2008
Gott við kapping.. MEN : Pætur E. Rasmussen
Hetta við kappingum ljóðar spennandi og avbjóðandi, men har stendur ongastaðni hvar tað skal sendast til, nær seinasta freist er ella hvussu langt tað skal vera(bara so onkur ikki fer at skriva 3-4 a4 síður).

YNWA

December 18, 2008
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo