Forsíða arrow Greinir arrow Hillsborough: Stríðið fyri rættvísi heldur fram
Hillsborough: Stríðið fyri rættvísi heldur fram PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Wednesday, 15 April 2009 (548 hits)

ImageÍ dag minnast tey í Liverpool tey 96 viðhaldsfólkini hjá Liverpool, sum lótu lív í Hillsborough-vanlukkuni fyri júst 20 árum síðan. Hillsborough er eisini søgan um vánaligt løgregluarbeiði, lygnir og eitt ótrúligt samanhald í býnum Liverpool.

Við Shankly Gates á Anfield, leikvøllinum hjá Liverpool FC, stendur minnissteinurin yvir tey 96 Liverpool-viðhaldsfólkini, ið lótu lív í Hillsborough-vanlukkuni fyri 20 árum síðan tann 15. apríl 1989.

Hetta er størsta vanlukkan, sum hevur rakt enskan fótbólt, og framvegis 20 ár seinni eru minnini um tey 96 ein týðandi partur av søguni hjá Liverpool FC.

Sum føroyskur viðhaldsmaður hjá Liverpool, ið einans var 14 ár, tá ið syrgiliga vanlukkan hendi á Hillsborough kann ein slík vanlukka tykjast fjar frá okkara veruleika. Men sum svorin Liverpool fjeppari er torført at koma uttan um “Hillsborough”, og hendan vanlukkan er á ein ella annan hátt ein partur av lívinum hjá øllum Liverpool-viðhaldsfólkum um allan heim. Tí verður hendan greinin skrivað.

 

 

Óroyndur løgregluovasti

Tað, sum kanska ger “Hillsborough”, syndarligari enn bara sjálva vanlukkuna, er søgurnar um, hvussu vanlukkan helst kundi verið umgingin, og hvussu løgregla og myndugleikar síðan royndu at fjala útyvir, hvat í veruleikanum hendi hendan syrgiliga dagin fyri 20 árum síðan.

Liverpool skuldi hendan dagin spæla móti Nottingham Forrest í hálvfinaluni í ensku steypakappingini FA-cup, og tað er, sum øll fótbóltsáhugaði vita, heimsins kendasta steypakapping.

Tað var tí við stórum spenningi, at 25000 viðhaldsfólk hjá Liverpool fóru teir 100 kilometrarnar eystur til Sheffield, har dysturin skuldi spælast á Hillsborough kl. 15.00.

Tá ið tað nærkaðist dystarbyrjan gjørdist greitt, at øll viðhaldsfólkini ikki vóru komin inn á Hillsborough, m.a. tí at vegarbeiði í økinum uttanfyri Sheffield hevði seinkað nógvum áskoðarum.

 Ovasti løgreglumaðurin á staðnum var David Duckenfield, sum fyri fyrstu ferð leiddi løgregluna til ein so stóran dyst.

Duckenfield fekk boð um at útseta dystin og kundi havt valt at útseta dystin, sum longu var vanligt bæði undan og serliga eftir “Hillsborough”.

Men tað komu eingi boð um at útseta dystin, og við Leppings Lane, endan har viðhaldsfólkini hjá Liverpool høvdu pláss, fór at fyllast við áskoðarum. Øll vildu inn, sum skjótast at síggja hálvfinaluna.

 

Tað stóra mistakið 

Teljimaskinurnar kláraðu ikki at taka móti fólkunum, og trýstið gjørdist øgiligt. Og so hendi tann stóra mistakið. Kl. 14.52 gav David Duckenfield  boð um at opna “Exit Gate C”.

Seinni royndu løgreglan og David Duckenfield at geva viðhaldsfólkunum hjá Liverpool skuldina fyri at hava trokað útgongdina inn. Men filmsupptøkur vístu, at løgreglumenn opnaðu útgongdina, og tað kom eisini seinni fram, at teir gjørdu eftir boðum frá David Duckenfield.

Øll vildu inn sum skjótast og hildu tí á nærmastu trappurnar upp í tey mittastu áskoðaraøkini, sum vóru tillutað viðhaldsfólkunum hjá Liverpool. Vanliga áttu vaktir og løgreglufólk at deilt fólkini út á øll áskoðaraøkini, men so var ikki hendan dagin, og tí trokaðu fólk seg inn á tey frammanundan fullu økini.

Seinni hevur verið mett, at 3000 fólk vóru inni á standiplássunum, har pláss var fyri 2000 fólkum. Tað gjørdist eitt øgiligt trýst á viðhaldsfólkini, sum stóðu fremst við hegnið móti vøllinum.

Dysturin byrjaði  til ásetta tíð kl. 15.00, og tá ið Liverpool-áleyparin Peter Beardsley sendi eitt skot á stongina, hendi tann stóra vanlukkan. Øll trokaðu fram móti hegninum, og fólk vóru trokað til deyðis. Tað skal sigast, at mett verður, at vanlukkan kundi verið nógv verri, um skotið hjá Beardsley hevði endað í málinum.

 

Áskoðarar tóku yvir

Tað gjørdist nú øllum greitt, at okkurt álvarsligt var á vási. Liverpool-viðhaldsfólk komu inn á vøllin, og liðskiparin hjá Liverpool hendan dagin, Alan Hansen, sigur at hann bað fólkini fara av vøllinum, tí tey kundi skapa Liverpool trupulleikar.

- Tað eru fólk, sum doyggja uppi har, var svarið, Alan Hansen fekk, og so var honum greitt at hetta var álvarsligt.

 Dómarin steðgaði dystinum, tá ið seks minuttir vóru spældir, og spælararnir vóru sendir í umklæðingarrúmið.

Áskoðarar roynda av øllum alvi at sleppa inn á vøllin. Men framvegis tók løgreglan ikki støðuna í álvara, og royndi at forða fólki at koma inn á vøllin. Áskoðar vóru enntá kastaðir inn um gyrðingina aftur.

Á áskoðaraplássunum omanfyri stríddust Liverpool-viðhaldsfólk at lyfta fólk upp úr trokanum,og inni á vøllinum stríddust nøkur løgreglufólk og serliga viðhaldsfólk at bjarga lívum.

Tað løgna var, at bert ein sjúkrabilur kom inn á vøllin, meðan 44 stóðu uttanfyri, tí at løgreglan ikki vildi lata teir sleppa inni. Almenna frágreiðingin var, at tað longu var ov seint at bjarga fleiri, og løgreglan staðfesti at eingin kundi bjargast eftir kl. 15.15. Viðhaldsfólk hjá Liverpool máttu tí brúka lýsingarplátur til børur.

Løgreglan metta alla tíðina støðuna at vera ein bardagastøðu, og tí vóru teir 44 sjúkrabilarnir standandi uttanfyri, og tað komu heldur ongantíð boð eftir læknum, sjúkrasystrum og øðrum serkønum fólki at koma teimum løstaðu til hjálpar.

Kl. 15.30 var dysturin endaliga avlýstur. 94 fólk doyðu hendan dagin. Fýra dagar seinni kom talið upp á 95, og í 1993 andaðist Tony Blend eftir at hava ligið fýra ár við andingartólið.

 

Lygisøgur

Dagarnir eftir vanlukkuna gjørdu støðuna verri enn neyðugt. Ákærur vóru frammi um, at viðhaldsfólkini hjá Liverpool sjálv áttu stóran part av ábyrgdini fyri vanlukkuni. Heilt galið varð, tá ið avísin “The Sun” mikudagin eftir vanlukkuna hevði yvirskriftina “THE TRUTH” á forsíðuni, saman við ákærum um, at viðhaldsfólk hjá Liverpool stjólu frá ofrunum og pissaðu á løgreglufólk.

Allar eftirkanningar eru komnar til tað úrslit, at einki hald var í ákærunum móti viðhaldsfólki hjá Liverpool, og tað er ongantíð funnin nøkur upptøka ella mynd, sum prógvar hesar grovu ákærur.

Frá hesum degi av hava fólk í Liverpool boykotta “The Sun”. Sølan við Merseyside fór úr 200.000 um dagin niður í 12.000 og er ongantíð komin upp aftur. Í 2004 kom “The Sun” við einari roynd at umbera seg, men hon varð ikki serliga væl móttikin við Merseyside. Táverandi redaktørurin, Kelvin MacKenzie, tvíheldur eisini framvegis, at hann einki skeivt gjørdi.

 

Taylor-frágreiðingin

Beinanvegin var ein nevnd undir leiðslu av Lord Justice Taylor sett at eftirkanna, hvat í veruleikanum hendi, og nevndin kom til ta niðurstøðu, at løgreglan hevði høvuðsábyrgdina av vanlukkuni.

Tað stendur er eisini púra greitt, at løgregla og myndugleikar gjørdu alt fyri at fjala út yvir egin mistøk, men kortini er eingin nakrantíð drigin til svars fyri at hava ábyrgd fyri vanlukkuni.

Løgregluovastin, David Duckenfield, var seinni sjúkrameldaður og slapp frá við fullari løn. Eisini hava aðrir løgreglumenn fingið endurgjald, meðan tey avvarðandi hjá teimum deyðu bert hava fingið  heilt smáar upphæddir.

Seinna Taylor-frágreiðingin snúði seg um, hvat kundi gerast betri á fótbóltsleikvøllum í Onglandi. Tað er hendan frágreiðingin, sum er høvuðsorsøkin til, at allir teir stóru leikvøllirnar í Ongland í dag bara hava sitipláss og at hegnini móti vøllinum eru burtur.

 

Øll vóru rakt

Í Liverpool kendu tey flestu onkran, sum var raktur av vanlukkuni. Ein teirra, sum kendi sviðan av vanlukkuni, var núverandi liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, ið tá var níggju ára gamal. Gerrard greiðir í bók síni “My Autobiography” frá, hvussu hann inniliga vónandi at eingin, hann kendi, var deyður. Hann svav illa á náttini, og tá ið abbi hansara tíðliga morgunin eftir bankaði upp á, var øllum í húsinum greitt, at teirra familja ikki var sloppin undan vanlukkuni. Systkinabarnið og vinmaðurin Jon-Paul Gilhooley var deyður einans tíggju ára gamal. Hann var tann yngsti, ið lat lív í vanlukkuni.

Jon-Paul  var eins og Gerrard púra vekk í Liverpool, og Gerrard byrjar bók sína við at ogna John-Paul hana. Í bókini skrivar hann eisini, at minni um Jon-Paul altíð hevur eggjað honum at spæla fyri Liverpool, og hvørja ferð hann koyrir inn á Anfield fella eyguni á navn hansara á minnistalvuni.

Dagarnir eftir vanlukkuna gjørdust til eina stóra minnishátíð. Øll vóru rakt, og bæði Liverpool-fjepparar og Everton fjepparar stóðu saman í sorgini. Anfield var dekkað í reyðum minnislutum, og ein keta við annaðhvørt Liverpool-turriklæðum og annaðhvørt Everton-turriklæðum, var bundin saman millum leikvøllirnar Anfield og Goodison. Komandi árini sótu viðhaldsfólkini hjá teimum báðum feløgunum eisini saman til dystir, og tann haturin, sum áðrenn var millum feløgini er ongantíð komin í aftur.

 

Stríðið fyri rættvísi

Øll tey 20 árini síðan vanlukkuna hava felagsskapirnir “Hillsborough Family Support Group” og “ Hillsborough Justice Campaign” stríðst fyri at fáa onkran dømdan at hava ábyrgdina av “Hillborough.

Frágreiðingin hjá Lord Justice Taylor gav løgregluni, enska fótbóltssambandinum og Sheffield Wednesday felags ábyrgdin av “Hillsborough”, men higartil er eingin drigin til svars fyri at 96 fólk doyðu.

Anne Williams, sum misti 14 ára gamla sonin Kevin, hevur øll árini stríðst fyri rættvísi og er vorðin eitt slag av ímynd fyri stríðnum hjá teimum avvarandi.

Í hoyringini í rættinum var segði ein Dr. Slater, at Kevin var ein av teimum ringast skaddu, og at hann bar bláur og hovin. Tá rópti Anne Williams upp í rættarsalinum.

- Nei! Eg sá mín son sjálv! Tað var ikki eitt merki á honum. Hann lá har friðsælur og vakur. Hann var ikki bláur!

Anne Williams var nú greið yvir, at løgregla og myndugleikar snikkaðu  saman lygisøgur fyri at sleppa undan ábyrgd, og síðan hevur hon givið sítt lív at stríðast fyri rættvísi.

Hon hevur gjørt sítt egna kanningararbeiði og hevur funnið út av, at Kevin framvegis var á lívið kl. 15.37, meiri enn 20 minuttir eftir, at løgreglan segði øll vera deyð.

Tá ið tað ikki eydnaðist henni at fáa málið uppafturtikið í Onglandi kærdi hon málið fyri mannarættindadómstólin í Haag, men 30. mars í ár, vísti dómstólurin málinum frá sær, tí tað var ov gamalt.

Anne Williams er kortini ikki givin í sínum stríðið, og nú stríðist hon aftur fyri at fáa eina nýggja hoyring í Onglandi.

 

Nógv gjørt burturúr

Enskir miðlar hava gjørt nógv burtur úr seinastu dagarnar. BBC vísti leygardagin eina sending um vanlukkuna, og allar tær stóru avísirnar skriva nógv um “Hillborough”.

Fleiri leikarar frá 1989 hava sagt, hvussu teir upplivdu sorgarleikin. John Aldrigde, sigur við lcf.tv, at leikararnir vistu ikki ordiliga, hvat hendi og fyrireikaðu seg at fara aftur á vøllin. Men so við og við gekk upp fyri teimum, hvat var á vási.

Dagarnar eftir vóru spælararnir til jarðarferð eftir jarðarferð, og tað var ein hørð tíð at koma ígjøgnum, sigur John Aldrigde.

Hann sigur eisini, at hansara mest týðandi mál nakrantíð, er tað, sum hann skoraði, tá ið útsetta hálvfinalan móti Nottingham Forrest var spæld.

Liverpool vann á Everton í finaluni í FA-cup tað árið, men tað hevði einki at siga fyri John Aldrigde samanborið við hálvfinaluna.

 

Login brennir víðari

Meðan stríðið fyri rættvísi heldur fram, minnast tey í Liverpool í dag, tey 96, sum ikki komu heim aftur til síni kæru tann 15. apríl 1989.

Stórt minningarhald verður á Anfield í dag, og klokkan 15.06 verður tøgn í tveir minuttir at minnast tey 96.

Á minnismerkinum við Shankly Gates brennir login víðari, eins og hann hevur gjørt síðan minnismerkið var reist 1991. Login gjørdist tá eisini ein partur av búmerkinum hjá Liverpool.

Stríðið fyri rættvísi heldur fram, og vit lata táverandi venjaran, Kenny Dalglish, enda hesa grein.

- Familjurnar vilja bara hava onkran at siga, tað var okkara mistak, og vit skuldu havt gjørt tað betri.

 

You’ll never walk alone

 

Keldur:

www.contrast.org/hillsborough
www.hfsg.co.uk
www.bbc.co.uk
www.timesonline.co.uk
www.guardian.co.uk
www.dagbladet.no
www.liverpoolc.tv
www.liverpool.no
Steven Gerrard: “My Autobiography” 
 

Greinar um Hillsborough

Gjøgnumgongd av allari Hillsborough-vanlukkuni
http://www.contrast.org/hillsborough/history/buildup1.shtm
 
liverpool.no um Hillsborough
Á hesari síðuni eru eisini slóðir til nógv um Hillsborough
http://liverpool.no/cda/storypg.aspx?id=19389&zone=1
 
Dagbladet.no
http://www.dagbladet.no/2008/12/05/magasinet/liverpool/sportmagasinet/fotball/hillsborough/3915569/
 
BBC-sending frá leygardegnum um Hillsborough á youtube.com í 7 brotum
Football Focus - 20th anniversary of Hillsborough disaster pt 1
http://www.youtube.com/watch?v=GtRs-3jQmf8
 
Football Focus - 20th anniversary of Hillsborough disaster pt 2
http://www.youtube.com/watch?v=E4NvFIDcdEM
 
Football Focus - 20th anniversary of Hillsborough disaster pt3
http://www.youtube.com/watch?v=YXDeiDiA3R0
 
Football Focus - 20th anniversary of Hillsborough disaster pt4
http://www.youtube.com/watch?v=XEmWY5CyL5Q
 
Football Focus - 20th anniversary of Hillsborough disaster pt5
http://www.youtube.com/watch?v=dE6omI9ki3o
 
Football Focus - 20th anniversary of Hillsborough disaster pt6
http://www.youtube.com/watch?v=N_YylJznzhA
 
Football Focus - 20th anniversary of Hillsborough disaster pt7
http://www.youtube.com/watch?v=RVBl4Ww_m7E
Viðmerkingar (1)add
!!!! : !!!
eg var fyrst !!!

April 15, 2009
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo