Forsíða arrow Greinir arrow Fantastiskt kvøld saman við legendunum
Fantastiskt kvøld saman við legendunum PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Thursday, 09 July 2009 (1472 hits)

ImageGomlu kempurnar reypaðu um gamlar dagar, og føroysku viðhaldsmenninir (og fimm viðhaldskonur) fóru so avgjørt ikki skuffaði til hús aftur. Legendudysturin og galladøgurðin á Hotel Føroyum saman við legendarisku leikarunum vóru av sonnum eitt stórt upplivilsi.

At  eg nakrantíð skuldi koma at sita til borðs saman við Phil Neal hevði eg forsvorið. Men so var á Hotel Føroyum leygarkvøldið. Maðurin, ið spældi 650 dystir fyri Liverpool harav 417 á rað, kom og setti seg við okkara borð, tá ið Liverpool-Legendurnar umsíður komu til borðs.

Við átta enskum meistaraheitum og fýra evropeiskum meistaraheitum, er hann eisini mest vinnandi leikarin í søguni hjá Liverpool, leygarkvøldið. Og tað gjørdist so sanniliga eitt áhugavert borðhald, har Phil Neal brilleraði við at siga søgur um gamlar dagur og erligar meinginar um alt sum fyriferst í Liverpool FC.

Meiri um borðhaldið seinni í greinini. (les meira)

Á myndini  Eirikur Rasmussen strálaði sum ein sól, nú hann slapp at vera so nær við hetjurnar, sum hann minnist so væl frá 70- og 80 árunum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Image

 

Ein minniligur dagur
Leygardagurin 4. juli 2009 fer altíð at standa í minninum, sum ein heilt serligur dagur. Liverpool Føroyar skipaði  saman við North Atlantic Football Agency og Jákup í Stórustovu fyri dysti millum Liverpool Legends og Føroyar Legends.
Tiltakið byrjaði í bowlinghøllini kl. 16.00. Føroyskir fjepparar møttu gomlu kempunum úr Liverpool, fingu autografar, og annars bara hugnaðu sær við onkrum góðum áðrenn sjálvan dystin.
Klokkan 19.00 byrjaði sjálvur dysturin millum legendurnar og føroyska liðið, sum í høvuðsheitum var mannað við Landskronahetjum forstyrkt við nøkrum svornum Liverpool fjepparum.

 

Image

Reinhard í essinum
Spentast av øllum undan dystinum, mundi verða Reinhard Dam, sum hevði vunnið møguleikan at sleppa at spæla við Liverpool legends. Í einari reyðari troyggju við “Babb” á rygginum gjørdi Reinhard seg kláran til dystin, og tað var ikki sørt, at Phil Thomson, útskiftingsleiðari hjá Liverpool, var spentur at síggja hendan spelkna fýrin. Men fyri fyrst mátti Reinhard á beinkin.
Undan dystinum vóru You’ll never walk alone og Tú altfagra land mítt sungnir, og so var farið í gongd. Ferðin var sjálvandi ikki tann stóra, men dysturin varð tikin í ramasta álvara, tí fyrrverandi fótbóltsleikarar vilja altíð vinna.
Hóast Liverpool Legends vóru nógv eldri enn føroysku leikararnir, so gjørdi framúr bóltførleikin hjá gomlu kempunum, at hesin aldursmunir var ringur at fáa eyga á. Ein maður sum Alan Kennedy spældi samfullar 70 minuttir, hóast hann í dag er 57 ára gamal.
Tað gekk ikki so leingi, so hevði tvøroymaðurin Hendrik Thomsen lagt føroyska liðið fram um. Men longu fyri steðgin høvdu John Durnin (haldi eg) og Ian Rush lagt Liverpool fram um.
Spenti føroyingurin Reinhard Dam kom eisini á vøllin og spældi einar 20 minuttir. Evnini vóru kanska ikki tey, sum Phil Thomson hevði droymt um. Men Reinhard hevði eina góða løtu og brilleraði millum annað við einari næsatemjing og einum hælsparki.
Reinhard mátti eftir hálvleikssteðgin staðfesta at hansara minuttir í Liverpool-troyggjuni vóru taldir, og Thompson gav honum ongan sáttmála á hesum sinni. Ein uggi var kortini, at Thompson hevði lovað at senda eitt sjónband til Benitez, so hvør veit?

Image


Í seinna hálvleiki varð einki mál skorað, og kanska kundu Liverpool legendurnar takka fyri, at fanatiski Liverpool-fjepparin Jóhan Carl Dam var dómari hendan dagin, tí einaferð tók hann sakina í egnar hendur og dømdi fyri rangstøðu, hóast hjálpardómarin Sólbjørn Mortensen, ikki lyfti flagginum.
Eisini kom, eg loyvið mær at siga, Føroya størsti Liverpool-viðhaldsmaður, Eirkur Rasmussen á vøllin í seinna hálvleiki, og hann tyktist at njóta løtuna.
Eftir dystin var lagið gott. Børnini vildu sum vera man hava autografar, og serliga var eftirspurningur eftir Ian Rush, og gamli stórskjúttin skuffaði ikki. Eisini Allan Kennedy gav sær eisini góða tíð at tosa við dreingirnar, sum hann hevði vant á fótbóltsskúlanum dagarnar undan.

 

Image

Nógv reyp
So var tíðin komin hjá okkum stóru smádreingjum at fara niðan á Hotel Føroyar at eta ein góðan bita og hitta gomlu kempurnar.
Sum áður nevnt, so gjørdist hetta ein minnilig løta. Okkara borðharri, Phil Neal, var bæði fyrikomandi og prátingarsamur. Serliga fortaldi hann nógvar góðar søgur um teir gomlu dagarnar. Hóast hann kom til Liverpool sama ár, sum Shankly gavst, so fyltu søgurnar um Shanks nógv hetta kvøldið.
Phil Neal segði heilt einfalt, at tað var Shanks fyri at takka, at Liverpool ikki bara er eitt vanligt felag í Onglandi. Neal segði eisini, hvussu stórt trýstið var á Bob Paisley fyrstu tíðina sum venjari, og at tað var ein øgiligur lætti hjá honum tá ið meistaraheitið og UEFA-cup vóru vunnin í 1976.
Phil Neal býr framvegis í Liverpool í somu gøtu sum Steven Gerrard.
- Míni hús eru ikki størri enn hansara garaga, men tað er so tað, segði Neal.
 Fyrrverandi leikararnir og núverandi leikararnir plaga ofta at spæla golf saman, so Phil Neal hevur eina góðan føling við, hvat fyriferst í Liverpool FC. Hann svaraði øllum spurningum, og um hann skuldi velja, so vildi hann heldur hava Alonso í felagnum enn Mascherano, og hann segði eisini, at tað vildi onkur av teimum promintentu leikarunum  eisini.
Fyri at runda Phil Neal av, so endaði hann við sínari favorit søgu um Shanks.
Málverjin, Tommy Lawrence, við kelinavninum, The flying Pig, hevði einaferð gjørt ein brølara, og nærum mist bóltin millum beinini. Komnir í umklæðingarúmið í hálvleikinum, skundanði Lawrence sær at siga, at hann skuldi ikki havt gleivað.
- Tað skuldi mamma tín heldur ikki havt gjørt fyri nøkrum árum síðan, var skjóta aftursvarið frá Shanks, og so var Lawrence bankaður upp á pláss.

 

Image

Kennedy og Thompson
Við onnur borð sótu aðrar kempur og reypaðu. Beint aftanfyri okkum, sótu gapandi menn og lurtaðu eftir Phil Thompson, sum ikki stóð aftanfyri Neal í reypið. M.a. segði hann, at tað vóru Gerrard, Owen (orsaka eg banni), Carragher og Murphy, sum fóru til leiðsluna og fingu Houllier og hann frá.  Men Thompson segði seg ikki hava agg til teir fyri tað.
Tvær røður vóru hildnar. Fyrst fór tann altíð fryntligi Alan Kennedy á pallin at reypa. Sambært Phil Neal, so var Kennedy smaðin fyrr, men tað kann bara staðfestast, at tað var farð av honum. Serliga var stuttligt at hoyra, tá ið hann greiddi frá málinum í finaluni móti Real Madrid í París í 1981. Hann gjørdist nærum ræðslusligin tá ið hann kom fram um miðjuna, tí har hevði hann sjáldan verið fyrr.  Men helt bara leiðina fram inn í brotsteigin, og endaði við at buldrað bóltin í málið úr spíðskum vinkli. (Síggj málið á Youtube).
Eisini fortaldi hann um seinasta brotssparkið í 1984 móti Roma í Roma.(Síggj brotssparkskappingina á Youtube)
So var túrurin komin til Phil Thompson, og hann brúkti stóran part av síni tíð, at tosa um stóru nøs sína, og kelinavnið Pinocchio.
M.a. greiddi hann frá, at fyrsta viðmerkingin hjá Shanks, tá ið hann kom til Liverpool var.
- Tú drongur mást hava logið nakað forbannað illa, sum smádrongur.

 

Image
   
Grobbelar er tann sami
Borðhaldið endaði við, at Bruce Grobbelar vegnað Liverpool Føroyar og North Atlantic Football Agency handaði Barnaheiminum ein kekk á 40.000 krónur.
Grobbelar var akkurát tann sama at síggja til, sum tá ið hann plagdið at skapa sær á vøllinum í gomlum døgum. Hann fekk eisini allar Legendurnar upp á pallin at syngja You’ll never walk alone saman við okkum. Tá var lagið gott og tað mundi hoyrast oman í Havnina, so hart sungu menn, og tær 5 kvinnurnar.

 

Image


Eftir borðhaldið gingu menn runt og prátaðu við legendurnar. Tað vóru jólaljós í eygunum á monnum, og Eirikur Rasmussen strálaði sum ein sól, nú hann slapp at vera so nær við hetjurnar, sum hann minnist so væl frá 70- og 80 árunum.

Image


Samanumtikið eitt fantastiskt kvøld, og Liverpool Føroyar og NAFA skulu hava stóra tøkk fyri tað. Og so er bara at vóna, at tikið verður av møguleikanum at fáa legendurnar og fótbóltsskúlan aftur til Føroya, um nøkur fá ár. Eg verið so í øllum førum aftur til galladøgurða, um so skuldi verið.

Image

You’ll never walk alone

Viðmerkingar (63)add
You´ll never walk alone : Liverpool fjeppari
Minnist ikki allan sangin, kunna tit ikki prenta hann á heimasíduna so kann mann fara í gongd at syngja sangin allan sum hann er!!
August 31, 2009
fan : liverpool
áh heimasíðuni; www.liverpoolfc.tv kann man hyggja eftir dystunum live á har ?
um ja, hvar skal man trýsta á og alt tað `?
pleease svara, takk fyri
August 15, 2009
keypa : LIVERPOOL 4-EVER
Nú atlar Benitez at keypa James Milner frá aston Villa og Tuncay Sanli frá Middlesbrough teir báðir eru heilt fantastiskir fótbóltsleikarar hopi at hann keypir teir:D
August 15, 2009
liverpool : liverpool
jamen vit hava altíð gott av at fáa ein nýggjan verjuleikara..!
men ja..
má líka spyrja;
handan liverpool kanalin, ?
..- kann man hava hana í føroyum.. hvussu fær man hana ?
hvat kostar tað um mánan ?
August 14, 2009
... : Fowler
Jú tað passar men eg haldi bara at £10m fyri Tuner er for nógv...Eg er eisini sera spentur at síggja Aquilani í action...Men hann verur ikki klárur fyrr enn í okt.(kanska)og at síggja lucas inni líka til tá!!ja,skal eg siga meir:)


August 14, 2009
... : Les Ferdinand
Jamen tað verður heilt sikkurt ein skaddur í miðverjuni. Tað hevur tað verið hvørt ár. Skretl og Agger skiftast um at vera skaddir.
Men í miðverjuni hava vit: Agger, Skrelt og Carra.
Miðjuni: Macherano, Gerrard, Lucas, Aquilani og so kunnu Kuyt, Voronin og Benayoun spæla offensivir. So haldi ikki at vit líða nakra neyð á miðbananum.
Vónandi slær Voronin til. Gleði meg annars SERA nógv at síggja Aquilani í action. Eisini spentur upp á Nemeth, vónandi blomstrar hann í ár :)
August 14, 2009
... : Fowler
jú men hvis Agger verur ikki skaddur alt ár so hava vit for nógvar menn í verjuni tí haldi eg at £10m er for nógv at keypa til at hava eyka...Eg haldi at vit hava mest brúk fyri á miðuni hvis man skal taka framum...Vit hava fingið Voronin aftur og hann var í super form í fjør so kanska man ikki hevur brúk fyri at keypa álop í ár..
August 14, 2009
... : Les Ferdinand
Eg haldi at vit skulu hava ein miðverja afturat. Um Agger aftur verður skaddur í ár, so kemur hesin miðverjin at vera gullverdur, tí Carra og Skretl kunnu ikki spæla allar dystirnar.
Har frammi er vit væl garderaðir. Kanska líka álopið har vit ikki hava teir mest rutineraðu fólkini at koyra inn - nemeth og Ngog - men Kuyt kann jú altíd fara framm í álopið.
August 14, 2009
... : Fowler
jú Tuner var góður í fjør men £10-12m og seta á bonkin! nei, keyp heldur ein áleypara elle ein á miðuni/vong fyri hasar pengarnar haldi eg
August 14, 2009
... : Les Ferdinand
Shawcross og Turner høvdu báðir eitt gott kappingarár í fjør. Men eg haldi at Liverpool skal keypa Turner. Hann er 25 ára gamal, 1.93 m og krút sterkur.
Um eg minnist rætt, so spælir Shawcross fyri tað mesta høgri bakkur. Kann tað ikki passa ?
Shawcross er eisini bert 21 ára gamal, so hevur ikki stórar royndir. Er bara 1.83 m og ikki so væl fyri kropsliga sum Turner.
Haldi at ein av teimum er ein fín loysn til backup fyri Agger, Carragher og Skretl
August 14, 2009
Ryan Shawcross Ella Michael Turner?? : Ingolf Klein Olsen
Stoke city verjuleikarin Ryan Shawcross er settur í samband við Liverpool sum avloysari fyri Hyypia, tað sama er verjuleikarin Michael Turner hjá Hull City.

Spurningurin er so, hvat er tað besta keypi av hesum báðum?
August 14, 2009
... : Fowler
Vit spæla kl 16 sunudagin og dysturin sæst á Canal Sport1/Sky
August 13, 2009
... : Les Ferdinand
Liverpool spæla kl.16 sunnudagin á onkrari Canal kanal.
Kuyt var besti maður á vøllinum í gjár í dystinum millum England og Holland. Hann hevur eisini verið ein tann besti hjá okkum í hvørjum pre-season dysti. Hann er vorðin ein lyklaspælari hjá okkum og hjá Hollandi. Gott at RAFA hevði álit á hann :)

August 13, 2009
somu tíð sum vanligt : Ingolf Klein Olsen
kl. 2 ella 4 um dagin er vanligt at spæla sunnudag, so eg giti kl. 4 :)

annars hendi hetta fyrr í dag, Ongland vrs Holland: "The Three Lions were forced to battle back from a 2-0 half-time deficit after astonishing blunders from Rio Ferdinand and Gareth Barry gifted the Dutch both their goals.

Liverpool striker Dirk Kuyt took full advantage of Ferdinand's generosity"
August 13, 2009
fan : liverpool
Sunnudagin tá Liverpool og Tottenham spæla..
hvat klokkan er hann føroyskatíð & á hvørjari kanal ??
August 12, 2009
... : Les Ferdinand
Tað er gott nokk ikki so forbannað vánaligt at tapa ímóti Atl. Madrid, tá man ikki kennir helvtina av liðnum sum er í start-uppstillingini.
Hattar var ikki nakað bíligt tilfeldigt mál liverpool fingu... forbannað flott mál faktiskt.
Og Torres var púra fríður tvær ferðirnar, rakti einaferð stongina. LFC átti tvey straffir eisini, Torres og Lucas hvør sítt.
Heilt galið er tað nú ikki :) RAFA roynir nógv ymisk ting í pre-season - tað er sjálvandi neyðugt.
So slái líka kalt vatn í blóðið. Gleði meg sum eitt smábarn til fyrsta dystin :) Tað verður fantastiskt. Bara keðiligt at nýggi italienarin ikki kann vera við.


August 12, 2009
keyp : torres
keyp mata
hjá valencia
August 10, 2009
liverpool : liverpool
nei, tað sær ikki gott út x/
- er tað púra vist at Alonso er seldur ?
.. SEL Lucas hann nyttar einki !!

August 10, 2009
... : Eg........
Nær kemur ein nýggj grein?

August 10, 2009
... : Eg........
Prøva at hygg at tí Spanska u-19, u-21, og U-A... oG so at tí Franska u, Tí Argentinska, og tí Enska u-19!!!

August 10, 2009
Boðar ikki frá góðum : Spectator
Aftur tap í undankappingardysti ímóti Atletico.........
Verjan er tannleys, Carra skaddur, Agger ivasamur, Sami Seldur - spældi annars 90 min í gjár við sama kenda autoriteti sum áður - og eingin ger mál - eitt tilfeldugt mál frá einum miðvallara, ið vanliga ikki er í byrjanaruppstillingini. Nei, eg eri í døpurhuga nú áðrenn kapingarbyrjan, og so hava okur aftur keypt ein skaddan leikara - fer hetta at verða so í alt ár: við av og á og so aftur burt í vikuvís, eina og Aurelio. Havi beint hugt at uppstillingini hjá enska U-21, og har er eingin Liverpoolleikari og bert ein á U-20, og tað borgar ikki fyri eini bjartari framtíð!!!!!!!!!
August 09, 2009
ja vónandi.. : Tummas
ja vónandi verður Lucas betur í ár enn í fjør...

lucas er obinbart ótrúliga góður til venjinganar hjá lfc, men hevur sikkurt ikki psyguna heilt í ordan og tí blívur rafa við at brúka "Reverse Psychology" uppá hann...

einasta eg dugi at fáa tað til...

men tað verður spennandi hvussu alt kemur at ganga í hettar kappingar ári, eg krossi hvussu er fingrar fyri okkara monnum... :) og vóni at teir vinna alt sum kann vinnast :)

YNWA!
August 08, 2009
samdur við Tummas : LIVERPOOL 4-EVER
lucas var tann vánaligasti leikarin í Liverpool hevði í fjør men hann hevur longu skorða eitt mál so hann verður kanska betur í ár:D
August 08, 2009
... : Fowler
Eg eri púra samdur við Tummas...Hann er ikki góður nokk hopi tað at rafa letur eyguni upp
August 08, 2009
Lucas.... : Tummas
Les her: http://liverpool.no/cda/storypg.aspx?id=20819&zone=1&parentzone=0

eg orki ikki fyri Lucas! dugi ikki at syggja hvat benitez sær í honum... hann er líka ringur sum Sissoko á sinni...

haldi liverpool antin tapti ella spældi javnt 90% av dystunum har lucas var inni á vøllinum síðsta kappingar ár....

SEL HANN!
August 08, 2009
... : hmm..
eg minnist at teir flestu inná her vildi hava alonso seldan í fjør men nú er tad akkurat tad mótsatta...eg trúi altíd uppá :P

men annars virkar aquilani eitt spennandi keyp...altíd gott at fáa frískt blód inn á lidi...um han heldur sær í formi, er hann klassi ;D
August 08, 2009
Pætur : Les Ferdinand
Orsaka eg meinti Darren Bent, ið spældi við Tottenham.
Men kanska býtt at brúka £10m uppá hann, tí Nemeth og Ngog eru nemliga á veg upp. Eisini er okkara deiligi úlvur Voronin aftur :)

Verður spennandi :)
August 06, 2009
Marcus Bent?? : Pætur E. Rasmussen
Marcus Bent er als ikki nóg góður til Liverpool. So heldur fara til okkurt lítið land og fáa onkran ókendan klassaspælara fyri lítið og onki. T.d. Mika Aaritalo, Marco Streller ella onkran heilt annan:D
August 06, 2009
... : Les Ferdinand
Ja nú fór Alonso. Keðiligt, men yvirkomiligt! Spennandi verður við Aguilani - eg eri í hvussu so er sera spentur at síggja hann. Havi faktiskt sæð hann spælt ein dyst við Roma og tá imponeraði hann meg... men hey, tað var bara ein dystur.
Annars hevði tað ikki verið so galið at keypt Marcus Bent fyri £10m, men hann fór til Sunderland. Hann hevði verið fínur at koyrt inn, tá Torres ikki fær hol á, ella tá vit eru aftanfyri og 15 min eru eftir.

Hvat sker við Silva og Villa ?? Teir tímað simpulthen ikki úr Valencia. Gott hjá Valencia, keðiligt fyri Liverpool. Valencia eru heldigir at hava so loyalar menn - teir eru eisini KONGAR har.
August 06, 2009
Alberto Aquilani. : Ingolf Klein Olsen

Alberto Aquilani verður nokk keyp nr. 2 hjá okkum í summar. Hesin maður skal fylla skógvarnar hjá Alonso, spennandi at vita hvussu tað kemur at lukkast.

prísurin sigst vera 20£ mill. t.v.s. at vit hava 10£ mill eftir... vit mugu hava okkurt meira, hvat tað so skal vera veit eg ikki, hvat far man fyri 10£ mill. nú á hesum prís infatións døgum??
August 06, 2009
eg minnist frá 2005 : Ingolf Klein Olsen
Eg minnist tá ein segði við meg í 2005 at hann fekk sær heldur Alonso á blusuna hjá sær enn Gerrard tí hann væntaði at hann fór at vera loyalari enn hann, so skuldi ikki vera. Men tá, í tí løtu, gingu hesar ryktirnar um at Gerrard skuldi til Chelsea, sikkurt tí at viðkomandi segði tað, men men. Annars er at siga at eg væntaði at annar av teimum fór at vera seldur (Alonso ella Mascherano). Mascherano vil sleppa til Barca, men vit kunnu ikki lata mannin fara, nú vit hava "mist" Alonso. Ein mann kann man útskifta soleiðis í hampuligum farti, men ikki 2, sum spæla á so at siga sama plássi, tað hevði blivi ov nógv trúgvi eg.
August 05, 2009
.... : Poul
Eg haldi at nú er tíð uppá at jay spearing enduliga fær møguleikan á liverpool-miðvøllinum! Hvat halda tit???
August 04, 2009
Alberto Aquilani : Liverpooláskoðarin
Hvussu er við Alberto Aquilani er hann góður, kenni onki serligt til hann, havi lisi at hann er ofta skaddur, hevur nakrar landsdystur, er uppvaksin í Roma osv.
August 04, 2009
... : LFC-FAN
Huff nú fór hann, men tað lá í luftini at hann fór. Men nú er spu8rningurin hvør kemur inn tad hevur verið skrivað um at Dufeor og aquilani koma inn í staðin. Um tað passar so haldi eg ikki at hattar er eitt skritt aftur men fram.

Tað at Alonso fór haldi eg ikki má verða frá síðsta árs transfer, men at hann leingist heim til Spania. Um tað var frá síðsta árs transfer so skilji eg onki. Tað transferi má hann bara taka professionelt, tí hann hevði havt 2 minni góð kappingarár.

men vónandi fáa vit ein direkta erstatning. Tað hevur eisini verið skrivað um at Kristian Poulsen skal verða avloysari. Uffff ufff lat so heldur Lucas Leiva fáa tjansin.
August 04, 2009
Alonso : Jógvan Juel Rasmussen
Ja so mistu vit Alonso. Hetta haldi eg verða eitt stórt afturstig, tí vit megna neyvan at fáa ein slíkan kapacitet aftur á miðvøllin áðrenn kappingarbyrjan.

Somuleiðis haldi eg tað vera sera frustrerandi at tað verður arbeitt so seint í Liverpool, tí sjálvt um vit keypa onkran leikara nú, so verður tað trupult at fáa teir intregreraðar á liðið áðrenn kappingarbyrjan.

YNWA
August 04, 2009
Espanyol - Liverpool 3-0 : Liverpooláskoðarin
Liverpool vinnur ikki nú teir spæla venjingardystir
1-0: Luis Garcia
2-0: Sahar (62)
3-0: Sahar (87)
Gerrard hevði eitt skot á tvørleggjarin og eitt á stongina, men saman um tikið var Espanyol betur.



August 02, 2009
. : .
Vit selja Alonso fyri 30mio. os keya Silva fyri 30mio:D
August 01, 2009
Benitez hevur sjálvur skyldina : Ingolf Klein Olsen
Benitez hevur sjálvur skyldina í at Alonso ikki vil vera í Liverpool meira. Hann royndi at selja Alonso seinasta á fyri at fáa fatur á hasum egoistinum Barry, og tað fekk Alonso at føla seg óynsktan og tí fer hann. Annars so las eg hettar akkra nú:

09.07 Reports in Saturday's tabloids suggest that Rafa Benitez is planning a move for Valencia striker David Villa with the funds generated by Xabi Alonso's expected move to Real Madrid.

ok, ein Miðvallari út, ein áleypari inn, hvar er logikkurin? Kanska at flyta Gerrard aftur á miðuna at spæla ístaðin fyri hangandi áleypari? nei eg veit ikki. Villa er nú ikki so galin, men so má Gerrard aftur at takað plássi hjá Alonso sum tann kreativi á miðuni, kanska tað riggar, eg veit ikki, vi får se.
August 01, 2009
... : xavi
Nú er Alonso altso endaliga á veg vekk frá okkum??? Hvat sker? Hava teir allir mist vónina til at vit nakrantíð vinna PL? Tað kann ikki verða rætt at ongin vil verða hjá Liverpool. Vit fara nokk at vinna PL einaferð
July 30, 2009
... : lfc-fan
kundi tonkt mær at liverpool eisini seldi mascherano, so at ráð var at keypa ein ordeligan miðvallara. Kanska Lucas slær ígjøgnum í ár, men í fjør var hann ikki nóg góður. so kundi man keypt David Villa sum áloypara.
YNWA.
July 30, 2009
liverpool : torres
liverpool er best
July 26, 2009
Koyri á Liverpool : Liverpooláskoðarin.
Liverpool 2008/2009 var eitt tað besta í nógv ár, eg sá nógvar dystur hjá teimum, og má siga at teir spældu best av øllum hinum liðunum, sá heilt nógvar dystur hjá flestu liðunum, men málini og stigini er tað ið telur tá kappingin er liðug, tað harmar meg enn almikið at tað ikki eydnaðist at vinna kappingina, sjálvt Kuyt sum eg ikki havi hildi nógv um var ein sera góður maður, men skorar heldur fá mál enn, men hann skoraði fleiri sera avgerandi mál í sístu kapping, arbeiddi hart sum altíð, men skjýtur ikki serligani ofta uppá mál, men í ár gleði eg meg at síggja hann aftur. Verjan sær út til at vera góð, málmaðurin er sera góður, verjan sera góð, men Agger er altíð skaddur, miðan góð, men hvat við Alonso og Macherano, eingin veit, Lucas hevur enn ikki víst seg sum ein góður Liverpool spælari, Framherjan Torres má fyri alt í verini ikki blíva skaddur, hevði so ynskt at mann fekk hendur á einum góðum málskjútta. Havi sæð Liverpool spæla live, var á anfield og má siga at tað er einir heilt fantastiskir spælarar, tað er heilt nakað annað at vera til dystinar enn bert at síggja teir á sjónvarpsskýggjanum sjálvt um tað eisini er gott, mann sær menninar renna, finta og alt annað uttan teir hava bóltin, jú jú eitt stórt, stórt upplivilsi. Koyri á Liverpool.
July 25, 2009
Til YNWA : United 4-ever
Kære YNWA

Jeg må skuffe dig. Mig har du ikke set. Er absolut ikke "skabsfan" af LFC og ville hellere gå i fængsel end sætte mine ben et sted hvor Liverpool spillere opholder sig. Så jeg var ikke til nogen "galla-middag" eller noget andet i den forbindelse. Ellers godt koncept de har, - rejse verden rundt og gøre det man er bedst til, - drikke sig fulde. Trænere/managere kan de jo ikke bruges som.

Jeg er svoren United fan og det har jeg været siden 1977 efter en FA-cup finale. Den stod mellem United og Liverpool. Nok ikke nødvendigt at sige resultatet. Du får det alligevel, - 2-1 til United.

Bliver ikke City fan, - og ALDRIG LFC fan.

United 4-ever
July 24, 2009
... : LFC-FAN
Javier Mascherano has vowed to outdo his Olympic heroics by helping Liverpool win a major honour during 2008-09.

In an exclusive interview with the club's official website ahead of his return to domestic action this weekend, the 24-year-old admitted he owed a debt of gratitude to Rafa Benitez for allowing his dream of winning a second gold medal to come true.

And despite travelling half way around the world from Beijing earlier in the week, Mascherano revealed he felt 100 per cent ready to start repaying that debt at Villa Park on Sunday.

"I am feeling really good. Obviously I still need to adapt to the training again because it's totally different to how you train with an international team," said the Argentine. "I feel ready for Aston Villa but it depends on what Rafa thinks.

"I won the gold not just for me but for all the Liverpool fans, my teammates who were here working hard, and for Rafa as well. Rafa and the club gave me the chance to win this gold medal – they could have told me I couldn't go.

"I have to say 'thank-you' to everyone here at the club and also the fans for understanding. I will now try to do my best to help bring some titles to Liverpool.

"I don't know how a Premier League or Champions League win would compare to an Olympic medal because I haven't won them, but I know the Olympics are maybe a step down from the Champions League - even though it was very important for me because of the history and for my country."

Mascherano is the first Argentinean footballer to win two Olympic gold medals – not that you'll find him bragging around Melwood.

He explained: "Some of the physios and the doctor asked me if they could see the gold medal but I don't like to do that. The Olympic Games has gone.

"But of course I am very happy. It's a great feeling for me and my country.

"It's amazing to think I am the first Argentinean to win two gold medals like this. As the years pass, I'll tell my daughter and children about it. The medals are in Liverpool but as soon as I get the chance to go back to Argentina I will take them with me."

The tournament saw Mascherano go head to head against clubmates Ryan Babel and Lucas in the quarter- and semi-finals respectively.

He added: "I could enjoy the situation for my country, but it's not easy when you beat some of your teammates who you spend the whole year with in the same city.

"Maybe Lucas and Ryan wanted to win the gold medals as well, so it's a difficult moment. Okay, I was happy to beat Brazil but Lucas was very sad, so I obviously tried to be respectful.

"But this is football. There are no hard feelings and now we'll work together to help Liverpool. We have forgotten about it."

Despite being a bona fide history-maker, there is no chance of Mascherano resting on his laurels for either club or country.

Asked if he'd like to go for a third Olympic gold when the London games come round in four years time, the midfielder replied: "It would be a great opportunity for me because I live in England. We will see but it would be fantastic to play in an Olympics in London."
July 24, 2009
? : The big red machine
Hvat fer at henda vid Gerrard?
July 23, 2009
teir fara ikki : The big red machine
liverpool ella rafa. selur ikki teir báir. hvussu teir fara so er tad tí at teir vilja fara. eg rokni vid at teir vera 1ár av trad. so kann alt henda...
July 23, 2009
... : Les Ferdinand
Nú stóð í Ekstra Bladet, at Alonso ikki kann garantera nakað. Tað vil siga,
at um Liverpool accepterar eitt boð frá Real Madrid, so er Alonso yvir og farin.
July 23, 2009
LFC-FAN : Les Ferdinand
Her er faktiskt ein góð grein, ið tekur undir við tí sum tú sigur:
http://news.bbc.co.uk/sport2/hi/football/teams/l/liverpool/8159611.stm

Alonso er VIL opinbart ikki avstað. Tað var heilt ótrúligani gott. BBC er heilt sikkurt ein tann mest álítandi fjølmiðlurin, so hetta burdi passa.
Tó er Alonso smigraður av at Real M eru áhugaðir í honum. Tað skilji eg væl, men eftir mínari meting, so er tað eisini ótrúligt at sleppa at spæla við Liverpool - helst tá man vinnur 1-0 og 4-0 á Real M :D

Trúgvi ikki at Alonso fer, tí hann sær stórar møguleikar at vinna ymiskt við LFC.

Hinuvegin við Mascherano, so er trupulleikin størri, tí konan fær ikki uppihaldsloyvi í Onglandi. Eisini tað at hon ikki trívist í Liverpool. Keðiligt men satt.
July 23, 2009
Alonso og Mascherano : LFC-FAN
HVAR HAVA TEIR SAGT AT TEIR VILLJA FARA? Haldi tad er vánaligt at tit halda at teir vilja fara, tí pressan hevur skrivað tað.
Teir eru í hvussu er ikki komnir við einari transfer-request enn ella hava sagt nakað beinleiðis um at teir vilja fara. Og hattar við, at Alonso ringdi til Benítez og rópti á flogvøllinum, at hann vil fara???? Trúgva tit eisini tí?
Haldi tad er for langt úti at øll nú knappliga halda, at hann vil fara bara tí, at pressan hevur skrivað tað.
July 23, 2009
... : Les Ferdinand
Tað er nemliga sera keðiligt at lesa um Alonso og Mascherano.. men slá líka kalt vatn í blóðið! Um vit selja teir báðar, so fáa vit MINIMUM 60 M PUND í kassan. Sjálvandi fara Lucas, Gerrard og Voronin ikki at spæla á miðjuni!
Vit kunnu kanska fáa 3 heilt góðar leikarar fyri 60 m pund. So upp við høvdinum :)
Men eg hooopi sjálvandi at Alonso og Mascherano vera verandi!!
Haldi tó at tað er týdningarmikið at vit halda upp á konseptið Torres-Gerrard. Tað vinna okkum nógv.

July 22, 2009
Huff... : Himself
Sera deprimerandi lesnaður hjá okkum fyri tíðina. Alonso møguliga til Real Madrid, og nú vil Mascherano fara, tí konan ikki trívist! Get a frecking div....

Miðjan í ár: Gerrard og Lucas. Og síðani Voronin sum hangandi áleypari. Hendan miðjan vinnur ikki nakað meistaraheiti.

Vónandi fær Rafa tosar teir báðar til rættis...
July 22, 2009
Mascherano vil fara? : Ingolf Klein Olsen
havi kort síðani lisi at Javier Mascherano vil sleppa úr felagnum tí konan hjá honum ikki hevur tað gott í Liverpool. Okkurt við at hon far ikki perminent visa og hon tímur ikki at søkja um uppihalds loyvi meira.

hvat halda tit so um tað? Ja, fer Mascherano so skal Alonso so ikki seljast.

Annars skal eg geva hasum har United 4ever eitt sindur rætt. Ryan Giggs er ein fantastiskur fótbóltspælari. Ein av teimum fáu eg nakrantíð havi dámt. Tá Cantona sældi var hann tann øll tosaðu um og eg segði tá at Giggs var nógv betur enn hann nakrantíð kundi blíva og tað er hann eisini, men so steðgar tað har frá mínari síðu. Owen er ein svíkjari, so hann koma vit aldrin at síggja í Liverpool Legends, men tá tað er sagt so hava Utd eisini ein sum eitur Paul Ince :P sum er akkra líka sum Owen, sæð frá teirra síðu. Eg haldi tað er merkverdugt at teir nú knappuliga skulu halda Owen vera góðan nú hann spælur í Utd troyggjuni, annars er at siga at Premier League liðini eru betur enn tey asiatisku landsliðini nakrantíð fara at vera so 2 mál í 2 dystum prógvar einki. Men hasin ruðuleikin mitt á miðuni hjá okkum má loysast, fyrst so sigst Alonso vil fara so vil Javier Mascherano fara... vælsigna verið selji annan so er dramaði yvirstaði, má siga eg fyritrekkji Alonso, hann skýtur mál eisini.
July 22, 2009
United-4-ever blívur við og við : FIELDS OF ANFIELD ROAD
veit ikki um united-4-ever KANSKA BARA MØGULIGA KANSKA hevur misskilt prátið her á síðuni men tað var tosa um hvør hevði vunnið flest meistaraheitir av LIVERPOOL-LEIKARUM og ikki av spælarum yvirhøvur.

men tað er nokk heldur ikki meira at vænta frá tær síðani tú bara ikki er í stand til at vísa nakran form fyri timing yvirhøvur.

annars gott at síggja united-4-ever til gallaveitsluna, hopi at LEGENDURNAR ikki skuffaðu teg so tú ikki hevur brúkt 1000 kr. til einki.

havi forrestin altíð vita at tú ert liverpool skáps-fjeppari, men sum so nógv onnur grátilig tilfeldir skifti yvir til united tá alt ikki bara gekk eftir ánni. spennandi at vita um tú heldur við city um 1 ár ella 2.

YNWA
July 21, 2009
11 engelske mesterskaber : United 4-ever
Allan Hansen og Phil Neal har vundet 8 engelske mesterskaber.

Årets spiller i år, Ryan Giggs, har vundet 11 engelske mesterskaber, - og mon ikke han snupper nr. 12 kommende år :-)))))

Ellers fin angriber vi har fået i ham Michael Owen. 2 kampe, 2 mål. Sjovt for ham, - og så bliver han jo også at blive engelsk mester næste år :-)))

United 4-ever
July 21, 2009
keyp ashley young : torres
keyp ashley young
July 19, 2009
til jan elmar sørensen : LIVERPOOL 4-EVER
hvør skrivar tað??
July 18, 2009
... : Jan Elmar Sørensen
Tað sigst at Snejder er á veg til Liverpool og ikki Robben.
July 18, 2009
Xabi Alonso : Les Ferdinand
Hvat dáma tykkum at Alonso vil úr Liverpool ?
Eg eri sjálvur djúpt skuffaður, men skilji hann væl upp á ein máta - hann er jú úr Spania og Real Madrid hevur eitt stórt projekt koyrandi, har teir hava stórar planir. Og eftir mínari meting hevði Alonso passa perfekt til Real Madrid.
Men eg haldi ikki hann hevur nakra grund at vera ónøgdur, um Liverpool ikki loyvar honum. Fyri tað fyrst so hevur hann 3 ár eftir av kontraktini. Og fyri tað næsta, so hava Real Madrid bert bjóða LFC 208 milliónir kr. Haldi at tað líkist svartasta ongum, tá Liverpool setur ein prís á minimum 300 milliónir - haldi ikki at tað er nógv fyri Alonso. Og hví í ólukkan kunnu Real Madrid ikki keypa Alonso fyri 300 milliónir ella meir, tá teir keyptu Ronaldo fyri 800 milliónir kr og Kaka fyri 60 m kr?? Akkurát sum teir eru í penga neyð, tá presidenturin hevur tikið eitt lán á 2 milliardir!
Tað einasta teir gera, er at gera Alonso ónøgdan! Langt úti at bjóða ein so ússaligan SUM á 208 m kr.

Annars vóni eg at Benitez fer at gera eitt gott keyp, sjálvt um ikki nógvir pengar eru til staðar. Um Alonso verður seldur, fáa vit kanska Robben til okkum. Tað hevði verið FEITT!!

Reina

Johnson Carra Agger Insua

Macherano

Robben Kuyt Gerrard Riera

Torres
UHA!
July 17, 2009
Johnson : 19
Johnson klárt besti maður
July 15, 2009
... : Jan Elmar Sørensen
Liverpool spæla í kvøld kl.19.00 venjingardyst móti St. Gallen. Dysturin verður at síggja á Liverpoolfc.tv fyri tey suma hava e-season.

Vónandi síggja vit Johnson á vøllinum fyri fyrstu fer. Og Degan :-)
July 15, 2009
Áki rætt hevur tú : Liverpooláskoðarin.
Hatta skal eg taka í meg aftur at Allan Hansen hevði vunni mest, ellars so meinti eg bert ensku meistaraheitini, havi hildi uttan at kanna tað at hann hevði vunni 9 ensk meistaraheitir. Phil Neal og Terry McDormott vóru ellars mínar heilt stóru hetjur tann tí tað var, sjálvandi eisini hinir, Daglish og arir.
Áki rætt hevur tú.
July 11, 2009
Allan Hansen ikki mest vinnandi Liverpool leikarin : Áki Johansen
Nei Allan Hansen er ikki tann mest vinnandi, hann vann eisini 8 meistaraheiti, men samanlíkna annars listan millum Hansen og Neal niðanfyri

PHIL NEAL
League Championship: 1976, 1977, 1979, 1980, 1982, 1983, 1984, 1986
UEFA Cup: 1976
Charity Shield: 1976, 1977, 1979, 1980, 1982
European Cup: 1977, 1978, 1981, 1984
European Super Cup: 1977
Football League Cup: 1981, 1982, 1983, 1984
FA Cup Runner-up: 1977
European Super Cup Runner-up: 1978, 1984
Football League Cup Runner-up: 1978
Intercontinental Cup: Runner-up: 1981, 1984
Charity Shield Runner-up: 1983, 1984
European Cup Runner-up: 1985

Allan Hansen
Scottish First Division: (1) 1975–76
Charity Shield: (6) 1977–78*, 1979–80, 1980–81, 1982–83, 1986–87*, 1989–90
European Cup: (3) 1977–78, 1980–81, 1983–84
League Championship: (8) 1978–79, 1979–80, 1981–82, 1982–83, 1983–84, 1985–86, 1987–88, 1989–90
League Cup: (3) 1980–81, 1982–83, 1983–84
FA Cup: (2) 1985–86, 1988–89
Screen Sport Super Cup: (1) 1985–86
July 10, 2009
Allan Hansen : Liverpooláskoðarin.
Allan Hansen er mest vinnandi, hann vann 9 ímeðan Phil Neal vann 8 meistaraheitir.
July 10, 2009
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo