Forsíða arrow Greinir arrow Standard Chartered nýggjur sponsor!
Standard Chartered nýggjur sponsor! PDF Print E-mail
Skrivað hevur Gestaskrivari, Monday, 14 September 2009 (697 hits)
ImageTað hevur seinastu dagarnar verði tosað nógv um at Liverpool skuldi hava nýggja sponsor. Í dag hevur Liverpool so kunngjørt nýggja sponsorin á troyggjum felagsins. Samráðingar hava annars verið millum Liverpool og Carlsberg, sum hevur verið sponsor síðan 1992, men hesar rukku ikki á mál, og í morgun boðaði Liverpool so frá, at tað framyvir verður Standard Chartered Bank, ið kemur at hava sítt búmerki á troyggjunum.  Talan er um størstu sponsoravtalu í søgu felagsins og eina avtalu sum er at samanlíkan við tað avtalu sum eitt nú Man Utd hevur. Standard Chartered verður at síggja á Liverpool troyggjunum frá byrjanini av næsta kappingarári og fram til 2014. Carlsberg, ið á mangan hátt hevur verið ímyndin av Liverpool troyggjunum, er nú skjótt burtur. Tað eru helst fleiri sum eru fegin um tað, tí Liverpool hevur ongantíð vunnið enska meistaraheitið síðani Carlsberg kom á troyggjunar.
 
Viðmerkingar (6)add
Nú byrjar at líkjast aftur : Birgir Carlsson
Gott við einum 'walk over' dysti móti Hull City, áðrenn ein truplan útidyst í Ch. Leauge móti Fiorentina í næstu viku! Frálíkt, dreingir, Torres er vaknaður, Gerrard er við at koma seg aftur, so nú sær ljósari út. Babel er ein løgin leikari - hann skorar altíð tá ið hann verður innskiftur seint í dystum. Hví ólukkan kann hann ikki vísa nakað, tá ið hann byrjar inni?
Samanumtikið: GOTT AVRIK, DREINGIR! YNWA!!!
September 27, 2009
liverpool : johnson
dómarin er vánaligur
September 19, 2009
ja ja : sponsoravtala
Havi annars hoyrt at kleenex skal verða nyggjur sponsor hjá LFC. Buh Huh. vinna ongantið nakað.
September 19, 2009
... : Fowler
Les hetta http://soccernet.espn.go.com/columns/story?id=677138&sec=england&root=england&cc=5739
September 18, 2009
Fínasta slag : Pætur E. Rasmussen
Eg haldi at tað er fínasta slag, men sakni bara meir dystarfrásagnir á síðuni..
September 15, 2009
Góð avtala : Liverpooláskoðarin.
Eg eri sera glaður um tað nýggju avtaluna, Liverpool hevur nemmiligani ongantíð vunni PL síðani Carlsberg hevur staði á troyggjunum, og so eru eisini penganir væl fleiri nú, so ein góð avtala.
September 14, 2009
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo