Forsíða arrow Tíðindi arrow Duga ikki at vinna
Duga ikki at vinna PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Saturday, 16 January 2010 (668 hits)

Image(PL) Stoke –Liverpool 1-1 (0-0)

Í einum sera vánaligum og rótutum dysti, sá leingi út til, at málið, sum Kyrgiakos skoraði, fór at føra Liverpool til sigurs. Men sum so ofta hetta kappingarárið, so eydnaðist mótstøðuliðnum at skora í seinastu løtu, og tað var enn einaferð eftir ein deyðbólt. Kuyt rakti stongina langt inni í yvirtíðini, og so vóru tvey stig afturat mist.

Gerið viðmerkingar inni í greinini

Undirritaði sá ikki teir fyrstu 35 minuttirnar, so hetta verður ikki ein fullkomin dystarfrásøgn.

Tað, sum eg sá av dystinum var so rótut, at tað minti nógv um ein føroyskan dyst á grúsvølli afturi í 80-árunum, gypp úr enda í annan. Tað skal tó sigast, at ferðin sjálvandi var munandi skjótari.

Fyri at taka tað góða fyrst, so skulu leikararnir eiga, at teir veruliga stríddust móti Stoke. Har var einki givið, og menn fóru inn í nærdystirnar við fullum hugi. Tað sama gjørdu leikararnir hjá Stoke, og tí gjørdist hetta ein veruligur mannfólkadystur við sera fáum fótbóltsligum hæddarpunktum.

Fótbóltsspæl var so at siga einki frá okkara síðu. Vit fingu ongantíð nakað spæl at flóta, og tær fáu ferðirnar, vit kundu fara í mótálop, varð bólturin bara lossaður upp á vøllin.

Lucas skuldi nokk havt fingið eitt brotsspark um miðjan fyrra hálvleik, men ógvuliga sigandi fyri kappingarárið, so gav dómarin honum gult kort fyri at filma.

Tað lá í luftini, at eitt møguligt mál, mátti kom eftir ein deyðbólt, og tað gjørdi tað eisini. Haldi tað var Aurelio, sum í 57. Minutti sendi eitt fríspark innfyri úr høgru síðu, og har megnaði Kyrgiakos at skrambla bóltin í málið. Eitt ógvuliga sigandi mál fyri dystin.

Dysturin helt fram á sama hátt, men móti endanum eydnaðist Stoke at leggja trýst á Liverpool, og í seinasta minutti fingu teir enn eitt hornaspark, og so er altíð vandi á ferð.

Higginbottom var hægstur á handaru síðu og skallaði tvørturum aftur málið móti hinari stongini, og har sendi Huth bóltin í málið.

Í yvirtíðini royndi Stoke at vinna dystin, men Liverpool var nærmast við, tá ið Kuyt eftir eitt skjótt mótálop skallaði eitt innlegg á stongina. Í hesi støðuni kundi Lucas kanska eisini fingið brotsspark, tí hann var trýstur niður beint framman fyri Kuyt.

Aftur tvey mist stig, og trýsti á Benitez bara veksur. Í dag var kanska eitt sindur av vilja í, men kvaliteturin var ikki til staðar, og spurningurin er um, hópurin, Rafa hevur bygt upp í fimm ár, er nóg góður. Uttan Gerrard, Torres og Benayoun er í øllum førum sera torført at fáa eyga á nakað hugflog í spælinum. Og álitið hjá Benitez á Aquilani er so lítið, at hann móti Stoke var á beinkinum, hóast allir kreativu leikararnir vóru skaddur. Tíverri so teknar Aquilani alt meira til at gerast eitt av størstu floppum í Premier League.

Á tí ljósu síðuni, og spældi Tottenham bara javnt móti Hull, og Manchester City tapti fyri Everton, so vit komu eitt stig nærri 4. plássinum. So mugu vit bara vóna, at West Ham ger okkurt við Aston Villa í morgin.

(PL) Stoke –Liverpool 1-1 (0-0)
1-0    Kyrgiakos (57)
1-1 Huth (90)

Dystartøl og leikaramet frá The Times:
STOKE: Sorensen 4, Huth 5, Abdoulaye Faye 5 (Wilkinson 26min, 6), Shawcross 7, Higginbotham 6, Delap 5 (Lawrence 24min, 6), Whitehead 5, Diao 6, Etherington 6, Sidibe 5 (Fuller 66min), Tuncay 5

LIVERPOOL: Reina 7, Carragher 7, Kyrgiakos 7, Skrtel 6, Insua 6, Degen 3 (Maxi 78min), Lucas 7, Mascherano 5, Aurelio 6, Kuyt 5, Ngog 5 (Aquilani 87min)

Yellow cards: Stoke Diao Liverpool: Lucas, Reina.


Hagtøl frá Sky Sports:
Stoke City    -    Liverpool
1    Goals    1
0    1st Half Goals    0
2    Shots on Target    1
3    Shots off Target    5
4    Blocked Shots    2
10    Corners    0
13    Fouls    12
0    Offsides    1
1    Yellow Cards    2
0    Red Cards    0
61.4    Passing Success    60.7
11    Tackles    25
72.7    Tackles Success    68
44.3    Possession    55.7
50.4    Territorial Advantage    49.6

 

Eingi leikaramet hesaferð, tí eg sá ikki allan dystin. Sí leikarmetini í dystartølunum frá The Times longri upp í greinini.

 

Tit kunnu eisini sjálvi geva tykkara leikaramet í viðmerkingunum.

Viðmerkingar (55)add
Ferguson : Robert
Hann byrjaði at vinna PL tað 7 árið hann var venjari, also í 92-93. Og tey næstu 7 árini vann hann PL 5 ferðir.


January 20, 2010
Les Ferdinand : Robert
Theo walcott: http://soccernet.espn.go.com/players/profile?id=67507&cc=5739
Aaron Ramsey: http://soccernet.espn.go.com/players/profile?id=98681&league=ENG.1&season=2009&cc=5739
January 20, 2010
Les : Ian
Rafa velur altíð at spæla 4-2-3-1, kann skifta til 2 áleypara um vit eru aftanfyri, men hann byrjar næstan altíð við einum.

Hann skal selja Babel tí hann vili ikki brúka hann.

Viðvíkjandi einum áleypara, so hava vit Torres og Ngog, Torres er nógv skaddur og Ngog er ungur, men eg haldi at har er framtíð í honum, tí hevur Ngog brúk fyri einum rutineraðum áleypara sum kann hjálpa honum til at blíva betur. Tann áleyparin behøvist ikki at vera Villa el. líkn.

Men nú fara vit at síggja hvussu leikur fer á Anfield í kvøld.
January 20, 2010
Robert : Les Ferdinand
Ja, Wenger var raskur í byrjanini, tá hann kom til Arsenal. Hvussu nógv vann Ferguson tey fyrstu 6 árini við Man Utd? Og hvussu nógv hevur hann vunnið nú ?

Hvar sært tú hvat Walcott og Ramsey blivu keyptir fyri ?
January 20, 2010
Samdur við Áka : Jens Pauli Joensen
Kom nú Liverpool : Áki Johansen
Hey tit, tað er fyri meg ikki so áhugaðvert hvat Wenger ella Red nose gera. Eg haldi at vit skulu hava fokus á Liverpool, sum er okkara felag. Eg skal ikki siga, at tað er rætt, at koyra Rafa ella ikki koyra hann. Mítt lið er Liverpool, tað var tað eisini áðrenn Rafa, Gerrard og Torres og tað verður framvegis mítt lið, tá ið hasir ikki eru í felagnum longur. Fyri meg er eingin størri enn felagið tað er galdandi fyri bæði leikarar og venjarar.
Mín vón er at vit nú fara at vinna nakrar dystir aftur, og ikki minst at vit fara at spæla góðan fótbólt. Eg má siga, at tað hevur verðið rættuliga boring, at hygga eftir Liverpool hetta kappingarárið.

Og hetta er humlan í øllum, vit halda við Liverpool øll somul!!
Vit halda ikki við Gerrard, Torres ella Benitez og tað er tað.
January 19, 2010
Møguleikin : Per
Hetta er møguleikin hjá Rafa, Tottenham hevur ikki vunnið á útivølli móti teimum sokallaðu big 4, í teimum seinastu 65 royndunum!!!!
January 19, 2010
Les Ferdinand : Robert
Annars kostaðu Ramsey og Walcott ca 15 mio pund tils.
January 19, 2010
Arsene Wenger : Robert
Rafa hevur verið skjótt 6 ár í Liverpool og hevur vunni 2 stórar kappingar. FA Cup og CL.
Arsene Wenger hevði vunni PL 2 ferð og FA Cup 2 ferð aftaná 6 ár.
January 19, 2010
... : Les Ferdinand
Vit skulu eisini leggja merkið til dystin í mrogin, at Agger, Johnson, Gerrard, Benayoun, Riera og Torres eru skaddir. Hetta er øgilgani týdningarmiklir leikarir. Hesir vóru heldur ikki við móti stoke. Vit spældu við einum krykkiliðið og tá er 1-1 eingin krisa.
Hettar er bara ikki árið hjá Liverpool. Um vit ikki fáa styrk til næsta ár, ja, so mugu vit innsíggja tað, at vit ikki fara at vinna PL í nærmastu framtíð. Soleiðis er tað bara. Vit mugu kempa um CL pláss.
January 19, 2010
Ian : Les Ferdinand
RAFA roynir at fáa ein býtihandil fyri Babel, tað er tí hann ikki bara selur hann tað at hann sleppur ikki at brúka peningin, sum hann fær fyri Babel.
Og hvønn áleypara skuldi hann keypt fyri 10 m pund ? Man fær ongan góðan áleypara fyri 10 m pund.
Ian tú hoppar í somu grøv, sum RAFA hevur verið í tey seinastu árini. RAFA vil sjálvandi ikki vera í hesu grøv, men tú ert opinbart við upp á tað, sjálvt um tað er tað tú kritiserar hann fyri. Við hesum meini eg, at tú nú sigur, at vit skulu keypa onkra neyðloysn fyri 10 m pund. Tú tosar um visiónir... hvat er tað fyri ein visión, at selja Babel og so fara at leitað eftir einum áleypari, sum okkurt annað lið ikki brúkar? 10 m pund fáa vit ein miðal áleypara fyri.
January 19, 2010
Alonso : Liverpoolfan
var tað ik meira enn helvtin sum vildi hava alonso fara tá hann var skaddur og úti av formi fyrra ári? men so vísti hann knallgóðan form í fjør men tá hevði hann longu bestemma seg...haldi at tað er vánaligt at geva benitez skyldina fyri at alonso fór, eftirsum teir flestu inná her vildi eisini hava hann at fara, tað tíðuna tað var...Alonso hevði eisini kunna at bestemma seg at vera verandi...
January 19, 2010
Rafa : Ian
Trupuleikin við Rafa er, at eg síggi onga visión fyri hvussu Liverpool skal síggja út frammeftir. Um vit hugsa um Babel, so hevur hann ikki sligi til, men hinvegin fær hann ikki serliga stórt álit frá sínum venjara. Og um so er at Rafa ikki ætlar at brúka hann, hví so ikki selja hann? £10 mill hevur Birmingham bjóða, hví ikki brúka teir pengarnar til at keypa ein álopsleikara sum kann stuðla Ngog? Tað er ikki neyðugt at keypa ein David Villa ella líknandi, tað kundi verði ein sum ikki fær nógva spælitíð har sum hann er.

January 19, 2010
... : Les Ferdinand
Wenger er ein fantastiskur venjari ja, og hann hevur nemliga verið i Arsenal 8 ár longri í arsenal enn RAFA í Liverpool.
Eisini kann sigast at Arsenal einki hava vunnið síðan 2005 og tað var FA CUP. Og síðan Benitez kom til eru Liverpool endaðir 3 ár frammanfyri Arsenal.
Wenger hevur eisini havt ein fingur í ungdómsdeildini síðan hann byrjaði. Benitez er akkurát sloppin framat har nú.
Fleiri av ungu leikarunum hjá Arsenal eru eisini keyptir heldur dýrir, t.d. Walcott, og um eg minnist rætt, keyptu teir eisini Ramsey fyri dýran pening.
Tað var tó ikki tað eg vildi inn á. RAFA hevur ikki góðar umstøður at arbeiða undir og tað er fakta.
January 19, 2010
... : Fowler
Tit snakka um hví Rafa hevur selt hendan og handan,og stilla lið upp sum kundi veri og ikki verið....Hetta er so fakta hvønn Rafa hevur keypt og selt (http://www.liverweb.org.uk/benitez.asp)
Tað eru ikki nógvir sum Rafa hevur selt,sum man saknar,men onkur er sum man hevði vilja haft á liðinum enn,og teir eru....
Xabi Alonso(Skuldi aldrin roynt eftir Barry,so hevði hann verið her enn,men nemt at vera bak klógur)
Luis Garcia(Dámdi altíð væl Garcia,flott mál hann skoraði ímóti Juve.men fór sum umbýtið fyri Torres)
Mark Gonzalez(Eg haldi at hann ongatíð fekk ordiliga kjansin)
Sami Hyypia(Heldur Sami enn Kyrgiakos hann sigur mær lítið,men Sami vildi fara so respekt til hann)og líka legga avtrat at Sami er tað besta keypi sum Liverpool hevur gjørt í nýggjari tíð(Frá 1995 og til 2010)....Kanska eg havi gloymt onkran men eg haldi hattar var tað...

You never walk alone

January 19, 2010
Kom nú Liverpool : Áki Johansen
Hey tit, tað er fyri meg ikki so áhugaðvert hvat Wenger ella Red nose gera. Eg haldi at vit skulu hava fokus á Liverpool, sum er okkara felag. Eg skal ikki siga, at tað er rætt, at koyra Rafa ella ikki koyra hann. Mítt lið er Liverpool, tað var tað eisini áðrenn Rafa, Gerrard og Torres og tað verður framvegis mítt lið, tá ið hasir ikki eru í felagnum longur. Fyri meg er eingin størri enn felagið tað er galdandi fyri bæði leikarar og venjarar.
Mín vón er at vit nú fara at vinna nakrar dystir aftur, og ikki minst at vit fara at spæla góðan fótbólt. Eg má siga, at tað hevur verðið rættuliga boring, at hygga eftir Liverpool hetta kappingarárið.
January 19, 2010
Til Ian : Cpt Fantastic
Munurin á Wenger og Benitez er tann, at Wenger hevur verið í Arsenal í 8ár longri enn Benitez. Tað ber ikki til at siga, at bara tí at Wenger fær so nógv burturúr øllum talentunum, so skal Rafa eisini fáa. Eg eri sikkur í at Rafa nokk skal fáa okkum nøkur talentir upp, ið kunnu gerast stjørnur. at Wenger hevur eisini havt heilt øgiliga nógv "talentir", ið hann bara mátti skrottað til endans, tí tey vóru heilt einfalt ikki nóg góð. Men jú, hattin av fyri Wenger. Hann er veruliga ein genialur venjari, men sum sagt, so er hann eisini bara eitt menniskja, ið ger feil, men eingin gevur honum skyldina, men um Rafa ger nakað skeivt, so er knappliga alt uppi at koyra, og øll geva honum alla skyldina..
January 19, 2010
Ikki ósamdur : Per
Tað eri eg, sum so ikki ósamdur í. Men tað eru Rafasa feilkeyp. Haldi at tit gloyma at tað Rafa hevur vunnið við Liverpool, hevur hann vunnið við hópinum hjá Houllier, so kanska er Rafa ein góður taktikari, sum ikki hevur eins gott hegnið tá ið tað kemur til keyp og sølu
January 18, 2010
Og selt teir : Búðsitandi í Liverpool
Tað er ein orsøk til at hann hevur selt teir. Men harvið ikki sagt at vit ikki hvødu kunna brúkt onkrar av teimum. Undir umstøðinum hevur tað ikki verið møguligt at hildi fast uppá tær samstundis sum aðrir eru komnir til. Tað eru fáir á listanum hjá Markus, sum hava prógva at teir ikki skuldu verða seldir.
January 18, 2010
Býttur ella ikki : Per
Nú veit eg ikki, men minnist er rætt hevur Rafa sjálvur keypt Pennant, Carson, Crouch, Keane, Sissoko og so framvegis! sooooo.
January 18, 2010
Til Les : Ian
Ja Les góði, tú læs rætt, hatta var sarkastiskt meint. Eg eri tó ikki samdur við tær tá ið tú sigur "Tað einasta sum tú kemur við inni her, eru býttar sarkastiskar viðmerkingar", tí eg haldi at eg havið argumentera fyri hví Rafa skal út. Hann hevur havt 5 ár at skapa sær ein hóp og tað hevur hann ikki klára og hann fær heldur ongar ungar upp. Hygg eftir Arsenal, teir høvdu ein ungan frá byrjan í móti Bolton, hann gjørdi tað gott og so setti Wenger ein annan ungan inn, sum so skoraði. Wenger hevur klára seg við lítlum miðlum, hvat við Moyes, O'neil og fleiri.
Eg haldi at tað er flott av tykkum at stuðla Rafa so væl, men hann er í holt við at koyra okkum út av niður í avgrundina - eigur man ikki tá at siga "STEÐGA"?
January 18, 2010
Til Markus : Búðsitandi í Liverpool
Eg dugi væl at síggja hví tú ert so óður og vilt hava Liverpool til at vinna. Tað vil eg eisini, men tvíverri er fótbóltsheimurin ikki so einkul. Tú kastar runt við einum talið, sum er 2,4 milliardir og kemur fram til at netto er 800 milliónir brúktar. Tað er lætt at stilla seg upp í ringum tíðum og so kasta hatta talið út, men set tað heldur í ein samanhang. Hvat hava hini liðini brúkt? 800 milliónir einsamalt merkir einki.

So kundi eg hugsa mær at spurt teg, heldur tú at breiddin er ein trupuleiki í Liverpool? Tað halda flestu fótbóltsserfrøðingarnir her. Hópurin hevði verið enn smalri eftir tínum keyps politikki. So høvdu vit eri í eini støðu har vit ikki høvdu kunna skift út, tað kunnu vit illa nokk nú, tí ongir pengar eru.

Eg veit ikki hvussu gamal tú ert, ella hvussu nógv tú hygger eftir Liverpool og kanska mest hvussu nógv tú hevur hugt eftir Liverpool, men Pennant, Sissoko, Baros, Kirkland, Cisse, Carson, Finnan o.s.fr? Hevur tú eisini gloymt hvussu vánaligur Bellamy var í Liverpool? Og Keane? Keane hevur trupult við at fáa spælitíð í Tottenham nú og er einki super striker í løtuni.

Men felags fyri nógvar av hasum leikararinum er at teir eru seldir fyri at fíggja onnur keyp og tí time'ingin hevur verið skeiv. Warnock vildi spæla fast, men var ikki búgvin tá, Crouch vildi ikki sita á bonkinum og sáttmálin gett út(Hetta er meðan Torres er í toppinum), hvørki Cisse ella Baros gjørdu so nógv um seg.

Men tú kritiserar øguliga, men um tú ikki kundi økt um penganýsluna, hvat hevði tú so gjørt fyri at styrkt liðið?

Liverpool hevur ikki pengar at keypa stórt inn, tí so hevði Rafa langt síðani gjørt tað. Viðvíkjandi Kyrgiakos fekk Rafa 1-2mio pound at finna ein avloysara fyri Hyypia. Hann vildi millum annað hava Michael Turner(tá Hull, nú Sunderland), men haldi at hann kostaði um 5.mio pound. Tí endar Rafa við at keypa Kyrgiakos, sum heldur ikki hevur verið sooo vánaligur sum øll siga. Hann spældi millum annað væl móti City tá hann kom inn. Hann bleiv bara fangaður á skeiva beini eina ferð og tað kostaði. Um hann kostaði 10.mio pound, so hevði tað ikki verið gott nokk, men fyri 1,2mio pound er hann eitt miðal keyp. Trupuleikin kemur frá tá tú sigur at Rafa er býttur/ella okkurt líknandi, men gloymur at hyggja eftir umstøðinum.

Annars stuttligt at tú nevnir Crouch, hann brendi ein kempi direktør úr 5.metrum móti Hull... men hann er framvegis ein orsøk til at Liverpool einki nyttar... men brendi hann handan møguleikan fyri Liverpool, so vóru sikkurt bæði hann og Rafa býttir o.a.....
January 18, 2010
Les Ferdinand : Markus
Tað kann verða at tað er minni peningur en okkurt annað lið hevur, men tað er nokk til: 4 leikarar í 20m pund klassanum, 4 leikarar í 15m klassanum, 4 í 10m og 8 leikarar í 7,5m pund klassanum. Tað eru 20 leikarar umframt teir sum koma á free transfer og teir sum eru í felganum frammanundan eitt nú Gerrard og Carragher, kann tú nevna 20 leikarar í Liverpool í hasum prísklassanum.
Harumframt hevur Rafa eisini haft stór tapa uppá leikarar, sum hann bara er vilja sloppin av við. Ein super peningalig søla var sjálvandi í Alonso fyri 30m pund, men hann brúkti samstundis 36m pund uppá Aquilani og Johnson, var tað nú væl brúkt??

January 18, 2010
Ian : Les Ferdinand
Tú hevur ikki nakað gott argument, sum aðrir ikki fáa mótargumentera!
Tað einasta sum tú kemur við inni her, eru býttar sarkastiskar viðmerkingar.
January 18, 2010
Topp 4 : Ian
Verði bara heilt róligir...

Vit skulu nokk enda í topp 4, tí at tað sigur Rafa.

Tað kann gott verða at vit hava tey betru argumentini, men hann hevur rætt.

IRWDT
YNWA
January 18, 2010
Markus : Les Ferdinand
FATA tað at hann hevur selt fyri meir enn helvtina, sum hann hevur keypt fyri!! Hvussu skal man hava breidd í liðnum, tá man má selja fyri at keypa???
Um vit brúka tølini, sum tú sjálvur kom við. Selt fyri 1,6 og keypt fyri 2,4. Tvs at hann hevur brúkt 800 milliónir kr uppá 5 ár. Tað vil siga, at hann hevur brúkt 160 milliónir kr hvørt ár. Tað er svartasta einki. Og tá skalt tú hugsa um at hann t.d. seldi fleiri Garcia í býti fyri at fáa Torres.
Hygg eftir Man Utd og Chelsea. Teir keypa ung talentir fyri meir enn 160 m kr. Hattar er stóri munurin.
Tað ljóðar øgiliga nógv tá tú sigur at Benitez hevur keypt fyri 2,4 milliarir. Men tað er tað ikki í veruleikanum. Og Benitez hevur roynt at fáa ein breiðan hóp, tað er tí hann hevur keypt so nógvar hvørt ár. Tað hevur ikki altíð borið til bara at keypa ein leikara, tí breiddin á liðnum hevur altíð verið ynkelig!!! Tá man velur at keypa fleiri fyri lítlan pening, sum var neyðugt, so satsar man. Onkuntíð er tað eydnast og onkuntíð ikki. Soleiðis er tað bara. Lorta umstøður hjá RAFA.

January 18, 2010
til Les Ferdinand : Markus
Nú skal tú minnast til at hatta eru leikarar sum hann hevur selt!!! Um vit taka Gerrard og Carragher frá tínum liði hvat er so at seta inn? Spurningur er jú um Rafa hevur fingið nokk kvalitet fyri hasar 2,4 milliardinar!!!!.
January 18, 2010
... : Les Ferdinand
Also Markus heldur tú virkuligani, at hattar liðið, sum tú skrivar upp har, er betri enn liðið sum vit hava í løtuni????
Tú ert totalt forskrúvaður... Hattar liðið hevði als ikki komi langt í nakrari kapping!! Kirkland kemur ikki upp á knøðini á Reina. Hyypia alt ov gamal. Riise var ok, men hann og Aurelio er javnir. Pennant einki annað eitt problembarn og spældi ongantíð orduliga væl. Sissoko var ein katastrofa síðsta árið. Kewell dámdi mær væl, men var altíð skaddur, og Benayoun er betri. Crouch spældi fínt, men skoraði ov lítið. Keane STINKAÐI!

Liðið í dag, tá allir eru skaðafríðir:

Reina
Johnson-Carra-Agger-Aurelio

Benayoun-MAcherano-Aquilani-Riera

Gerrard
Torres

Eitt so NÒGV betri lið!!!
January 18, 2010
Kanska... : Jón R - Mortensen
... Rafa hevur lisid hettar kjak forum har tad bleyv umbidid strídsvilja. Og tí setti hann teir 11 á vøllin mótir Stoke. Tí strídsvilja hevdi lidid. Mótsat Reading dystin.

Og til B.Homsen.
Heldur tú sjálvur at Babel hevur víst at hann er tann rætti at seta inn á hettar lidid sum frammanundan hongur vid høvdinum? Neyvan.
Og sum onkur longu hevur skrivad, Crouch vildi vekk, Bellamy gekk amok mótir Riise. Og Owen? Tja, hvat hevur hann víst higartil sun N'Gog ikki kan????
January 18, 2010
So er.. : Robert
Hatta er sikkurt tann vánaligasta og defensiva uppstillingin í nýggjari tíð yvirhøvur, sum hann brúkti ímóti Stoke..
Òtrúligt at teir fingu eitt stig. Rós til spælarnar!
January 18, 2010
haha : Heja!
STOKE ER BEST!!!!
January 18, 2010
til Cpt Fantastic : Markus
Reina (super keyp)
Johnson (sá út til at verða gott) - Agger (góður men ov nógv skaddur)- Skrtel (ikki Liverpool klassa) - Aurelio (eisini ov nógv skaddur)
Luis Garcia (er jú seldur aftur!!) - Alonso (er jú seldur aftur!!) - Mascherano (góður leikari)- Benayoun (ikki heilt Liverpool klassi)
Crouch (er jú seldur aftur!!)- Torres (besta keyp nakrantíð)

Bonkurin: Carson (er jú seldur aftur!!) ; Arbeloa (er jú seldur aftur!!); Sissoko(er jú seldur aftur!!); Lucas (ikki Liverpool klassa); Babel (hvør veit hvat hann kann, sum nú er spill av pengum); Keane (er jú seldur afur!!); Kuyt (hvat skal mann siga, í ár tann reina skrapa)


January 18, 2010
Til Markus : Cpt Fantastic
Ja, og eitt dømi uppá Rafa'sa INNKEYP:

Reina
Johnson - Agger - Skrtel - Aurelio
Luis Garcia - Alonso - Mascherano - Benayoun
Crouch - Torres

Bonkurin: Carson ; Arbeloa ; Sissoko ; Lucas ; Babel ; Keane ; Kuyt
January 18, 2010
Hvat so : Markus
So var tíðin komin til, at lið uppstillingin hjá City, og úrslitini hjá Tottenham og Villa, skulu verða undanførðsla fyri tað sum Rafa ger í Liverpool!!. Tað kann væl verða, at vit misti sigurin í seinastu løtu leygardagin, men reality chek góðu vinir!! vit høvdu als ikki betur uppiborið, vit høvdu eitt fucking skot on target móti Stok. Vit yvirmatchaðu als ikki eitt sera ordinært Stoke lið, tað var ein rættulilga javnur og vánaliga leiktur dystur.
Okkara liðuppstilling var ikki bara verjukend, hon var ultra anti vinnara fótbóltslig. Á liðinum vóður 3 miðverjar, 3 bakkar, 2 defensivir miðvallarar, hartil Kuyt sum er eitt millum ting men kanska betur aftureftir vøllinum og so ein áleypara í N´gog, og hvussu fantastisk var hann 1 nerting so???. Vit mundu vunnið kann ikki brúkast, vit skulu vinna og vinna um vit skulu hava 4 plássið. Hvat um alt er, so royna at fáa Kyrgiakos, at ljóð sum eitt genialt keyp, tað er bara for langt úti.
Alt annað líka so hevur Rafa keypt fyri 2,4 milliardir. Hann hevur sjálvandi eisini selt fyri 1,6, men í alt hevur hann so haft møguleikan at ávirka hópin við 2,4 milliardum. Nógvir góðir leikarar eru farnir og nógvir ikki so góðir, her er eitt dømi uppá eitt lið, sum kundi verði.

Kirkland
Finnan, Arbeloa, Hyypia, Riise
Pennant, Alonso, Sissoko, Kewell
Crouch, Keane

Bonkurin: Carson, Warnock, Murphy, Bellamy, Cissé, Garcia og Baros.
January 18, 2010
????????????? : Henning Joensen
agger høgri bakkur við vinstra beinið. hvat er hetta fyri fólk í skr á hesi síðuni
January 17, 2010
carragher : Henning Joensen
hevur tú ikki skil fyri fótbólti dumbass. Carragher er gamal, og skal skiftast út sum alt annað her í verðini. Logikkur fyri burhøns!! ikki siga sovorit tvætl
January 17, 2010
Til Havaríkontrol!:Búsitandi í Liverpool. : Torres
Eg haldi at eg fari at taka 100% undur við tí sum tú skrivar,um vit kunnu halda stimin uppi og vinna mikudagin,so eru vit ikki so langt av leið,og tað kann bert ganga betri og betri framyvir. annars fari eg at Takk tar fyri eina sera góða grein. Hav tað gott í Mekka.
January 17, 2010
Damage control! : Búðsitandi í Liverpool
Ok, hvat er so hent? Vit hava spælt ein dyst úti móti Stoke. Undir sera torførum umstøðum missa vit sigurin í seinastu løtuni og Kuyt klárar at skalla bóltin á stongina úr 3 metrum. Vit yvirmatchaðu Stoke í øllum uttan 2-3 deyðbóltsstøðum, har tann eina so endaði við at hinir skoraðu. Allir Liverpool fjeppar vóru í øðini inn á verjukendu uppstillingina og Bentiez er sum vanligt ein klóvn og tað sum verri er.

Á Goodison spældi Man City við fýra álopskendum leikararum fyri tilsamans nógvar 100 tals milliónir. Og tá so ein bleiv skaddur, so skiftu teir dýrasta leikararn í PL, Robinho inn! Teir hava eisini skift venjaran, tí hin hevði tap tveir dystir í alt ár! Man City bleiv blást av vøllinum og skuldi havt tapt minst 5-0. Eitt lið, sum ikki hevði fyrireika seg til dystin og helt at teir bara kundu koma til Goodison og vinna uppá sín egna noschelant máta. Men ongin sigur nakað!

Tottenham spælir samstundis 0-0 á heimavølli móti Hull og Gud hjálpi meg um ikki Aston Villa eisini spældi 0-0 á heimavølli móti West Ham! Men tað er Benitez, sum er klóvin av øllum - sjálvandi!

Seti tykkum líka niður og hugsi um hvat tað er sum er hent? At spæla 1-1 á útivølli móti Stoke er ongin vanlukka, vit mundu vunnið dystin og til láturligi gjørdi Kyrgiakos spælir sum ein annar Hyypia, men hann hevur Benitez jú keypt, so einki rós til hann...
January 17, 2010
endurtaka : Nøvn
Eg kann endurtaka tølini fyri Owen og N'Gog í ár. Tá hevur Owen spælt fyri eitt lið, sum hevur koyrt munandiu betri.

Owen: 500 minuttir, 2 mál og 1 upplegg
N'Gog: 500 minuttir, 4 mál og 2 upplegg
January 17, 2010
Babel : B.Homsen
hvar blívur babel av í øllum hesum meldrinum? benitez burdi brúkt hann meira!!! so hevði tað gingið nógv betri!!! og annars so er owen, bellamy og crouch nógv betur fótbóltspælarar enn N`Gog! tit sum ikki halda tað hava ikki skil fyri fótbólti og burdu farið at funnið tykkum onkran annan ítrótt at hugt eftir! men til allar liverFool-fans, so sigi eg bara tað sama sum tit hava sagt tey seinastu 20 árini!!!!! "NÆSTA ÁR TÁ VERÐUR TAÐ HEILT SIKKURT" HAHAHAHAHAH LOL LOL LOL. EG ELSKI BENITEZ OG HOPIÐ AT HANN VERÐUR Í LIVERPOOL SO LEINGI SUM MØGULIGT, TÍ AT SO ER TAÐ HEILT SIKKURT AT LIVERFOOL IKKI FER AT VINNA PREMIER LEAGUE!!!! :)
January 17, 2010
1-1 : Liverpooláskoðarin
Teir fyrstu 25 minuttinar spældu Liverpool væl, men so byrjaði tað so líðandi at ganga hin vegin, og úrsliti var púra rættvíst.
January 17, 2010
Kuyt : Liverpooláskoðarin
Eg hopi at hann selur Kuyt skjótt, Kuyt er púraasta óbrúkiligur, hann nyttar snøgt sagt onki, hann ger onga nyttu í Liverpool, jú bert tá hann skorar, hann oyðileggur øll álopini, jú tað ger hann.
January 17, 2010
xxxx : liverpool
um Owen hevði verið við Liverpool nú. So hevði hann sikkurt verið fastur maður á vøllinum saman við Torres.
Hann hevði spælt nógv meira inni enn hvat ngog ger.
Eitt so stór lið sum Liverpool má kunna hava fleiri áloparar enn teir hava. Um Torres er skaddur, má ein sum Owen koma inn, ikki ein ungur ngog, hann hevur alt for fáar royndir & er for ungur.
- koyr eigararnir vekk nú. So fáa vit kanska ráð til okkurt, mon ikk' det? :i
January 17, 2010
Carragher : Jón R - Mortensen
Ja, eg má geva tær rætt, tú sum undirritar teg sum "skuffaður" Carra hevði ofta alt at siga bara at hann var til staðar. Hann hevur ikki tann stóra teknikkin, ikki so væl luftspæl sum f.eks. Hyypia og slet ikki ferð ella ígongdsetan. Men hann hevði ein ótrúligan never-say-die holdning. Og tað lyfti oftani aðrar upp sum vóru rundan um hann. Men nú sær tað tíverri út til at tað er býtt út við gáloysni og iva.
January 17, 2010
Til Torres!!!!!! : Cpt Fantastic
Ja, vilt tú vita hví Rafa seldi Bellamy og Crouch???????

Crouch vildi ikki vera her, tá Torres kom til, tí hann væntaði ikki at sleppa at spæla nógv tá, so hann gjørdi tað greitt fyri Rafa, at hann ikki vildi vera longur í felaginum.
Bellamy, fyri tað fyrsta, sokkaði heilt óvanliga nógv, tá hann spældi við okkum. Heilt ótrúligt sum fólk gloymir skjótt. Hann nyttaði slett einki. N'gog ehvur skorað næstan líka so nógv, sum Bellamy skorðaði fyri okkum, men munurin er, at Bellamy kostaði okkum 7£m, meðan N'gog kostaði okkum 1£m. Fyri tað næsta seldi Rafa Bellamy, SO HANN YVIRHØVUR KUNDI FÁA PENGAR AT KEYPA TORRES!
January 17, 2010
N'Gog : Nøvn
Tú segði sikkurt eisini, at Benitez heldur skuldi fingið sær Owen ístaðin fyri at brúkt N'Gog. Hetta hildu íøllum førum fleiri. Eg kann upplýsa, at báðir hava leikt 500 min. í Premier League í ár. Owen hevur skora 2 mál og lagt upp til 1. N'Gog hevur skora 4 mál og lagt upp til 2 mál.
January 17, 2010
Ályoparar : Torres
Nú virkar tað sum um at alt sum ein skrivar er negativt. Men eg fari at reisa tikkum ein spurning. Hala tit at DAVID NGOG er betri enn GRAIG BELLAMY ella PETER CROUCH??? Um ikki hví seldi so Benitez teir???
January 17, 2010
Pund : Torres
Ja og tað er sjálvandi ikki bert 940m men 940m PUND tað verur tosa um her, ikki smapengar.
January 17, 2010
Herme.hehe : Torres
Ert tú kanska beiggi Benitez, ja hvør veit. Men tað eru ikki góð útlit fyri framtíðini hjá felagnum. Klubburin er mettur til 400m Nytt Stadion 400m at styrkja leikarahópin 100m At skippa Benitez 40m .Also 940m um alt hetta skal hepnast. og hvør tímir at seta 100m sum bert er 25% av tí samlaða virðinum uppá 400m í nú verandi løtu, sum klubburin sigst at vera verdur. Arsenal hava Arabarir sum stuðlar, og tað sigst at teir hefta fyri 840m eftir at teir bygdu nytt Stadion, so hetta er alt annað enn gott tað heila.
January 17, 2010
herm : Hehe
Hey Torres

Ert tú beiggi Danny Murphy? Akkurat somu meiningar sum hann hevði fyri nøkrum tímum síðani :)
January 17, 2010
Teir 3. : Torres
Benitez hevur gjórt ein sera stóran klassiskan feil, hann hevur bygt liði uppum bert 3 eikarar. Gerrard Torres og Jamie Carragher, men hevur samstundis í hesi 6 árini brúkt 250m pund uppá leikarar, sum als slett ikki kunnu brúkast á liðnum, haldi at tað er sjón fyri søgn.Gerard Houllier fekk eisuni eitt 2 pláss við heili 80 poengum, og harafurat vann hann 3 pokalar, og tað er so meira enn Benitez hevur at vísa á higartil. Hví seldi Benitez Peter Crouch og Graig Bellamy, tá hann er so avhængige av Fernando Torrez??? Hvar blivu hasir Arabanir av, sum skuldu taka við eftir Amerikumonninum, og frelsa okkum frá skuldini??? Nú ljóar tað sum um, at Qatar atlar at spyta 1,2 BILLION inn í Manchester United, passar hetta, ja so sita vit aftur einaferð eftir sum SVARTIPER, og tað fer heldur ikki at undra meg, so illi tað verur arbeitt innanbora fyri tíðina í Liverpool leiðsuni.Men vit hava lov til at vóna, at tað koma bjartari tíðir fyri Liverpool, baði við tí peningarliga og so sannuligani eisuni við gongdini á vølinum, tað er alt anað enn nøktandi fyri tíðina tað heila.
January 17, 2010
U18 : hugt
Eg sá U18 fyrr i hesum kappingarárinum. Har er lítið gott í væntu. Liðið, hevur fingið so góð úrslit í youth cup hevur als ikki framleitt nakrar stjørnur. Pacheco er klárt tað størsta talenti, men hann er nokk ov veikur til PL enn. Ársins U18 lið er sera miðal og eingin veruligr proflur er har.
January 17, 2010
PREMIER ACADEMY U18 LEAGUE 2009/10 : Fowler
http://liverpool.no/cda/storypg.aspx?id=21199&zone=69&parentzone=0

Onkur snakkaði um at framgongd er komi í ungdómsarbeiðinum hjá Liverpool...
Tað kann so ikki vera hetta liði???
January 17, 2010
carragher : skuffaður
hvat er hent við honum?

hann hevur verið ein av teimum bestu vit hava haft tey seinastu árini, men í seinastuni vil eg siga hann er ein av teimum vánaligastu vit hava á bakklinjuni. Teoretist sæð hann hann brúkast allastaðni í verjuni, hesum eri eg ikki samdur í. Carragher er ein miðverjuspælari, hvørki meira ella minni. Hann hevur ongan bóltførleika, hann er seinur, ja, alt er bara gali tá hann ikki spælir í miðverjuni. Í miðverjuni skal hann bara rudda vekk og har, eins og hyypia er hann heilt góður. Vongverjar skulu hava bóltførleika. Agger er eitt betur val til høgrabakk enn carragher nakrantíð kemur at vera (um man vil hava eitt alternativ). Synd at siga so um "Mr. Liverpool" men hetta er sannheit.
January 17, 2010
Ha Ha : Torres
Minnist ikki tá Everton vann seinast, teir stinka
January 17, 2010
HAHA : Moyes
The two best teams in Liverpool are Everton and Everton reserves :P
January 17, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo