Skrivað hevur Rói Joensen, Tuesday, 19 January 2010 (445 hits)
(PL) Liverpool – Tottenham 20. januar 2010, kl. 20.00
(Sky Sports 1/1HD og Canal+Sport1)
Ein lagnudystur móti Tottenham, sum er ein av kappingarneytunum um fjórða plássið í Premier League, sum Rafa hevur lovað okkum.
Dysturin skal helst vinnast, meðan ein ósigur vil senda okkum sjey stig afturum Tottenham.
Skaðarnir eru nógvir: Gerrard, Torres, Benayoun, og Johnson verða ikki við. Viðvíkandi Agger, so kann hann møguliga gerast klárur, og ungi Martin Kelly er eisini um at verða klárur aftur.
Gerið viðmerkingar undan dystinum inni í greinini.
Eftir tvey sera skuffandi úrslit móti Reading og Stoke, skulu vit í eldin móti Tottenham heima á Anfield.
Tottenham er í løtuni nummar fýra í Premier League, og er saman við Aston Villa og Manchester City liðið vit skulu fram um fyri at náa fjórða plássið.
Skal fjórða plássið røkkast er kravið nærmast ein sigur móti Tottenham, og ein slíkur sigur hevði eisini fløvað í hesum truplu tíðum.
Skaðarnir taka heldur ongan enda, men sambært liverpool.no er ein møguleiki fyri, at Agger kann spæla, og eisini ein lítil møguleiki fyri, at Kelly er klárur aftur.
Størsti spenningurin um byrjanarliðið er í míni verið, um Aquilani far møguleikan aftur í miðjuni saman við antin Lucas ella Mascherano, ella kanska Aquilani kann spæla beint framman fyri teir báðar. Vit mangla í øllum førum kreativar leikarar á liðnum við Gerrard, Torres, Benayoun og Johnson úti.
Ikki tað at Aquilani hevur víst nakað, men tað er nærum eingin, sum hevur gjørt tað hetta kappingarárið uttan Reina, Mascherano og Torres.
Um Aquilani ikki spælir í morgin og annars er skaðaleysur, so má bara staðfestast, at Rafa ikki hevur álit á sínum stjørnukeypi í summar, og um so er, so er tað ein katastrofa og einki minni.
Rafa kann sikkurt eisini aftur finna upp á at spæla við einari ultra verjukendum liði. Við Mascherano og Lucas mitt fyri og miðverjum og vongbakkum á nærum restina av plássunum, eins og móti Stoke.
Les meira undan dystinum á BBC Sport Preview.
Sambært lfchistory.net hava úrslitini móti Tottenham lagað seg soleiðis seinnu árini: (Liverpool er altíð fyrst í úrstliinum):
| 31.10.1992 |
0 - 2 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 08.05.1993 |
6 - 2 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 25.08.1993 |
1 - 2 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 18.12.1993 |
3 - 3 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 26.11.1994 |
1 - 1 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 11.03.1995 |
1 - 2 |
Home
|
Anfield |
FA Cup 6th round |
| 22.03.1995 |
0 - 0 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 26.08.1995 |
3 - 1 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 03.02.1996 |
0 - 0 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 02.12.1996 |
2 - 0 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 03.05.1997 |
2 - 1 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 08.11.1997 |
4 - 0 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 14.03.1998 |
3 - 3 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 10.11.1998 |
1 - 3 |
Home
|
Anfield |
League Cup 4th round |
| 05.12.1998 |
1 - 2 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 01.05.1999 |
3 - 2 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 03.01.2000 |
0 - 1 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 09.04.2000 |
2 - 0 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 19.11.2000 |
1 - 2 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 22.04.2001 |
3 - 1 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 22.09.2001 |
1 - 0 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 27.04.2002 |
0 - 1 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 26.10.2002 |
2 - 1 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 16.03.2003 |
3 - 2 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 27.08.2003 |
0 - 0 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 17.01.2004 |
1 - 2 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 14.08.2004 |
1 - 1 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 01.12.2004 |
1 - 1 |
Away
|
White Hart Lane |
League Cup 5th round |
| 16.04.2005 |
2 - 2 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 10.09.2005 |
0 - 0 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 14.01.2006 |
1 - 0 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 23.09.2006 |
3 - 0 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 30.12.2006 |
1 - 0 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 07.10.2007 |
2 - 2 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 11.05.2008 |
2 - 0 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 01.11.2008 |
1 - 2 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
| 12.11.2008 |
2 - 4 |
Away
|
White Hart Lane |
League Cup 4th round |
| 24.05.2009 |
3 - 1 |
Home
|
Anfield |
Premier League |
| 16.08.2009 |
1 - 2 |
Away
|
White Hart Lane |
Premier League |
Viðmerkingar () |
|
|
|
|
|