Forsíða arrow Tíðindi arrow Besti dystur í longri tíð
Besti dystur í longri tíð PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Thursday, 21 January 2010 (630 hits)

Image(PL) Liverpool – Tottenham 2-0 (1-0)

Endiliga spældi Liverpool ein góðan dyst aftur. Vit vunnu uppiborið 2-0 og kundu væl havt vunnið meira. Kuyt legði Liverpool fram um eftir seks minuttir.

Hóast Tottenham til tíðir hevði bóltin nógv, so hóttu teir sjáldan málið hjá Reina. Hinvegin hevði Liverpool eina rúgvu av møguleikum at økja, og tað luktaði brent á Anfield móti endanum. Í yvirtíðin staðfesti Kuyt sigurin við einum brotssparki, sum mátti takast tvær ferðir, áðrenn vit endiliga kundu frøast um ein góðan arbeiðssigur.

Gerið viðmerkingar til dystin inni í greinini.

Langt síðan hevur verið so hugaligt at skriva um ein dyst hjá okkara kæra Liverpool. Vit skulu væl aftur til dystin móti Scum í heyst fyri at finna ein dyst har Liverpool hevur spælt og serliga stríðst eins væl og í kvøld.

Poleraður fótbóltur var tað ikki. Men allir mans stríddust manniliga, og Tottenham var meginpartin av dystinum fyri so at siga ongum í offensiva spælinum.

Havandi í huga, at vit manglaðu meginpartin av skapandi leikarunum á liðnum, var einasti møguleikin at stríðast, og tað gjørdu okkara menn sanniliga.

Avgerandi fyri sigurin var, at vit vunnu miðvøllin. Lucas og serliga Mascherano stríddust manniliga, og teir dugdu eisini betri enn leingi sæð at fáa eitt sindur av ferð á mótálopini í staðin fyri at digga ov leingi við bóltinum.

Tað var eisini avgerandi, at Aquilani langt um leingi spældi ein góðan dyst fyri Liverpool. Hann spældi hangandi áloypari beint aftanfyri Kuyt og var við í uppbyggjandi spælinum í fleiri vandamiklum álopum, og so sóu vit eisini, at hann saktans klárar seg í harða enska spælistílinum. Nakra ferðir sóu vit kortini, at hann ikki ordiliga hevur vant seg við leikferðina í Onglandi enn, og misti tíð nakrar óneyðugar bóltar.

Fyrsta málið kom eftir, at Aquilani prikaði bóltin víðari til Kuyt í einum mótálopi, og niðurlendingurin, sum hevur spælt alt annað enn væl seinastu mongu dystirnar, sendi eitt flatt langskot í málið.

Tottenham hevði bóltin nógv meginpartin av tí, ið eftir var av fyrra hálvleiki, men verjan og sentrali miðvøllurin stríddust manniliga, og Tottenham megnaði ikki at hótta málið.

Beint fyri hálvleik kom Liverpool eitt sindur fyri seg, og eftir eitt hornaspark mundi fyrst Kuyt og síðan Skrtel skorað.

Tað skal eisini sigast, at Modric hevði eina góða roynd á okkara mál beint fyri steðgin, men Reina bjargaði.

Tottenham byrjaði betri eftir steðgin, og Defoe hevði bóltin í málinum, eftir at Kyrgiakos spældi ein truplan bólt til Reina, sum varð trýstur so mikið av Defoe, at Tottenham-leikarin vann bóltin og trillaði hann í tóma málið. Tíbetur veitraði linjudómarin fyri rangstøðu, ella kanska var tað frísparki til Reina, og vit sluppu við hvøkkinum.

Liverpool kom eftir hetta skjótt fyri seg, og hevði nógv betri tamarhald á støðuni enn fyri steðgin. Riera skallaði einki minni enn eitt flott innlegg frá Carragher á yvirleggjaran.

So við og við fekk Liverpool eisini fleiri góðar møguleikar at avgera dystin, men allir vóru misbrúktir. Degen gjørdist púra leysur eftir í skjótt mótálop, men hann valdi skeivu loysnina at spæla tvørturum til Kuyt, tá ið hann skuldi havt skotið, og so hvarv tann møguleikin.

uyt, Kyrgiakos og innskifti N’Gog høvdu eisini góðar royndir, men inn vildi bólturin ikki, og so mundu øll viðhaldsfólk veruliga stúra fyri, at vit enn einaferð fóru at missa á stokkinum, sum vit hava gjørt so ofta í ár.Tíbetur hendi tað ikki, og í yvirtíðini varð N’Gog feldur inni í brotsteiginum, og hóast hann sparkaði bóltin rættiliga langt frá sær, og undirritaði í fyrsta umfari ikki helt tað verða brotsspark, so bríkslaði dómarin, og tað var nokk eisini rætt.

Kuyt skoraði trygt, men dómarin dømdi umspark, tí fleiri leikarar vóru inni í brotsteiginum, áðrenn skotið varð. Kuyt skoraði eisini trygt aðru ferð og so var frøin stór.
Hendan dystin riggaði meira enn leingi. Sjálvt Carragher spældi væl á høgra bakki bæði í verjupartinum og rættiliga sjáldsamt eisini í álopspartinum. Øll verjan stóð eisini væl, og Kyrgiakos, sum eg ikki havi hildið nógv um, spældi annan dystin á rað ein sera góðan dyst.

Veikasti parturin á liðnum mundi vera vinstra síða, har Insua og Riera høvdu tað trupult í verjupartinum. Riera gav tó sítt í álopsspælinum við sínum óortidoksa spælistíli.

Mitt á miðjuni skaraði Mascherano burturúr og Lucas spældi eisini ein góðan dyst.

Heilt frammi spældu Aquilani og Kuyt bara heilt væl, sum avloysarar fyri Torres og Gerrard. Gott at síggja Kuyt’in spæla væl aftur, tí hann dugir at skora mál, og tað eru tað ikki akkurát so nógvir sum gera, tá ið Gerrard, Benayoun, Torres og Johnson eru skaddir. Fótbóltur ræður jú um at skora mál!

Ein góður sigur, men nú mugu vit ikki fara upp at flúgva av trimum søtum stigum. Kappingarárið er hóast alt framvegis ein katastrofa, sum ikki veruliga kann bjargast.

Fjórða plássið er munandi lættari at røkka eftir kvøldsins sigur, men enn skulu vit fram um trý lið, og tað verður als ikki lætt. Týskvøldið 26. Januar skulu trý stíg heim við aftur úr Wolverhampton, um vit skulu byrja at tosa um veruliga framgongd hjá Liverpool.

 

 (PL) Liverpool – Tottenham 2-0 (1-0)
1-0  Kuyt 6
2-0  Kuyt 92

Dystartøl frá The Times:
Liverpool (4-4-1-1): J M Reina — J Carragher, M Skrtel, S Kyrgiakos, E Insúa — P Degen (sub: S Darby, 90min), J Mascherano, Lucas Leiva, A Riera (sub: M Rodríguez, 81) — A Aquilani (sub: D Ngog, 79) — D Kuyt.
Substitutes not used: D Cavalieri, J Spearing, R Babel, D Pacheco.
Booked: Mascherano, Lucas.


Tottenham Hotspur (4-4-2): H Gomes — V Corluka (sub: A Hutton, 62), M Dawson, L King (sub: S Bassong, 81), G Bale — L Modric, W Palacios, J Jenas, N Kranjcar (sub: R Keane, 65) — P Crouch, J Defoe.
Substitutes not used: B Alnwick, D Rose, Giovani dos Santos, R Pavlyuchenko.
Booked: Jenas, Bale, Palacios.
Referee: H Webb.

Hagtøl frá Sky Sports:
Liverpool    -    Tottenham Hotspur
2    Goals    0
1    1st Half Goals    0
5    Shots on Target    3
8    Shots off Target    2
1    Blocked Shots    5
2    Corners    3
11    Fouls    17
2    Offsides    5
2    Yellow Cards    3
0    Red Cards    0
61.8    Passing Success    73.2
28    Tackles    21
64.3    Tackles Success    76.2
45.1    Possession    54.9
54.4    Territorial Advantage    45.6

Leikaramet:

Reina 7 (Nakrar góðar bjargingar)
Carragher 8 (Nøkur super innlegg av høgra bakki, tað er ikki ofta)
Kyrgiakos 8 (Stríddist, sum ein annar sjóðrænari)
Skrtel 7 (Besti dystur hetta kappingarárið)
Insua 6 (Eitt sindur ósjónligur)
Lucas 7 (Fínur dystur)
Mascherano 8 ( Gekk á odda at vinna miðvøllin)
Degen 6 (Byrjar at vísa okkurt)
Aquilani 7 (Vónandi var hetta byrjanin til nakað gott)
Riera 6 (Góður í álopspartinum, men røkkur akkurát ikki 7- talinum)
Kuyt 8 (Bestur í leingi, skorar bæði málini og burdi havt skorað okkurt afturat)
N’Gog 8 (Kom sera væl frá teimum 15 minuttunum)
Rodriguez 6 (Lítla spælitíð)
Darby (Veit ikki um, hann nært við bóltin)


Viðmerkingar (20)add
Eg standi saman um Rafa/Kuyt : Liverpooláskoðarin
Eg standi saman um Rafa/Kuyt so leingi teir eru partur av Liverpool liðnum, og tað havi eg altíð gjørt, men har frá og ynskja at Kuyt skal vera fastur maður á liðnum er ikki mítt ynski og so langt frá, tí sigi eg eisini at so leingi Rafa er venjari so verur Kuyt helst eisini fastur maður á liðnum tíverri.
January 24, 2010
Sigurjón : Jón R - Mortensen
Rafa hevur dyrgt eftir Beckford fyrr uttan úrslit. Men hinvegin, alt kann keypast, bara prísurin er tann rætti ;)
January 24, 2010
... : fantastiskt
http://liverpool.no/cda/storypg.aspx?id=23102&zone=1
stuttligt at lesa hatta, og hatta leggur man eisini merki til allastaðnis man sær kuyt... hann er blivin scousari ! sama er við reina, sum ik kann fyristilla sær at spæla við "nøkrum" ørðum klubbi enn liverpool... hann er eisini tann sum fejrar eitt mál í fleiri minuttir, líkamikið hvør mótstandarin er ;)
January 24, 2010
... : Sigurjón Einarsson
Rafa, gloym Kenwyne Jones og far heldur eftir Jermaine Beckford! Haldi hann hevur prógvað sítt virði nú...
January 23, 2010
... : big red machine
hatta var reyt kort og straffi til hull.. ja men hatta er onki nytt
January 23, 2010
Kenwyne Jones : Ingolf
so, vit vilja keypa ein áleypara, men hví hann? hann er tað man kallar second rate (sum so nógvir aðrir leikarir Benitez hevur keypt), um ikki verrið, vit eiga at kunna gera betur enn hatta. Einasti spælarin vit hava keypt sum ikki er "second rate" sum vit hava keypt er Torres og kanska Mascherano, alt annað kundi verið gjørt betur. Ja, eg veit hvat tit hugsa, Benyoun, men hann var sku ikki góður beinavegin tá vit keyptu hann, so langt frá, men nú er hann strálandi.

Men líka miki við tí, Sunderland selja hann nokk ikki uttan at hann er dýrur, so heldur Van Nistlrooy, hóast hann er yvir 30.
January 23, 2010
atkvøð : jóhannes art
mær tonkjur at liverpool muga hava ein verjusligan midbanageneral
January 22, 2010
... : eg
jaja nej rafa go home
January 22, 2010
Fowler : Les Ferdinand
Tú ert heldur ikki ein av teimum respektleysu kritikarunum :)

HJ. Eg eri samdur í, at Lucas hevur tikið seg ometaliga nógv fram. Tá Mascherano er farin og vit keypa ein góðan kreativan leikara fyri teir pengar, so verða vit nokk øll glað fyri ein KNOKLARA sum Lucas á miðjuni. Hann brennir fyri Liverpool! Ikki ein Mascherano...
January 22, 2010
Liverpool fjeppari : Fowler
Eg eri Liverpool fjepperi og ikki Rafa fjeppari,og eg tonki uppá hvat er gott fyri Liverpool og ikki hvat er gott fyri Rafa..Men tað vil ikki siga at eg hati rafa,nei eg havið respekt fyri alt tað góða arbeið sum hann hevur gjørt fyri Liverpool,og eg havið stula honum líka til nú...
Mín meining er at Rafa skal hava 4 plássið í ár,alt annað kann Liverpool ikki brúka til nakað sum helst..Rafa sær tað eisini tað í eygðini,at hvis hann ikki fær 4 plássið,so er tíðin uppi hjá honum...
Eg skal nokk taka orðini í meg aftur hvis hann klárar tað,men beint nú er hetta mín meining...
January 22, 2010
Fult uppiborið : HJ
Stuttligt at síggja at Liverpool vann ein "topp-dyst" og var mundandi betur. Tí sigurin var fult uppiborin og skuldi verið væl størri.

Tað sum eg haldi vera tað stuttligasta er at tað var uttan: Gerrard, Torres, Johnson, Agger, Benayoun og Aurelio, sum annars havi verið millum teir fyrstu ellivu. So eitt lítið sindur av breidd er "tross alt".

Annars havi eg eina viðm. til nógva kritikkin av t.d. Lucas. Gott nokk hevur hann ikki spælt sum ein stjørna nú, men hann hevur ment seg ótrúliga nógv bara uppá hetta síðsta ári. Lucas sá út sum ein høsnarungi uttan høvd teir fyrstu dystirnar hann spældi og manglar eitt sindur í PL tempo enn, men hann hevur ment seg ótrúliga nógv og hevur ikki so langt eftir at blíva ein fínur spælari. Hann er sterkur og hevur rímuliga goðan teknik (nógv betur enn t.d. Sissoko) og hann hevur ikki verið skaddur enn(gull vert í Liverpool). Hann er kanska ikki nakar Alonso, men Alonso bleiv seldur fyri £30 og Lucas kostaði £6 og fær nógv minni løn og er 5-6 ár yngri. So hart pressaður sum Benitez er fíggjarliga, so skilji eg væl prioriteringina.

Hvør minnist ikki øll tey árini tá vit hataðu Carra og ynsktu hann har pipari grør. Og so hevur hann víst seg at verið klistri sum hevur hildi liðinum saman og áskoðararnir hava sundið "We want a team of Carraghers". Eg vanti at vit fans um eina tíð fara at elska Lucas og flenna at hvussu nógv vit hildu um hann í fyrstani.

YNWA
January 22, 2010
Liverpooláskoðarin : Les Ferdinand
Man kann geva kritik sjálvandi, men tað er ikki at standa saman, tá menn geva RAFA harðan kritikk og bara tosað um at fáa hann burtur.
RAFA er ein partur av Liverpool og ger eitt stórt arbeiði fyri Liverpool. Gevi honum respektina hann hevur fortjent!
iSi... passar sum tú sigur... hví eru so fáir kommentarar eftir at vit hava vunnið ein dyst??? Ússaligt! Ov nógv hava tær yvir-negativu brillurnar á. Eru sikkurt ónøgd sjálvt um Liverpool vann við RAFA á odda.
January 22, 2010
løgið : iSi
Tapa ella spæla vit javnleik, eru viðmerkingarnar nógvar í tali, serligani um Rafa. Nú hava vit so vunnið og ikki nógvar viðmerkingar eru, serligani um Rafa. In Rafa I Trust.
January 22, 2010
... : Ian
Vit vunnu í gjár og tað var ein góður innsatsur sum menn løgdu fyri degnum, men 4 plássið er ikki tryggja enn og alt kann verða mist á gólvið aftur um ikki vit vinna næsta dyst.
Dugi ikki at síggja hví mann skal stuðla venjarinum fyri einhvønn prís, tí so kundi Souness veri venjari enn..
Eg haldi framvegis at Rafa skal út

YNWA
January 21, 2010
soleiðis skal tað verða : niles
havi forsvara rafa mangat ferðir herinni og eg haldi enn uppá at hann er rætti maðurin fyri LFC, eisini sjálvt um hetta kappingarárið hevur veið elendugt. Vit vístu í gjár at bit kunna vinna, at vit kunna kempa, at vit taka nærdystirnar og ikki minst at vit kunna vinna á einum liði sum á pappírinum er eitt betri lið og alt hetta uttan 6 stamspælarar. Um vit halda fightin koyrandi og hartil fáa spælararnar aftur so kunnu vit saktans fáa 4. plássi.

TAÐ ER NEMT AT RÓPA HART TÁ TAÐ GONGUR VÆL MEN TAÐ ER BEINT NÚ VIT SKULLA STANDA SAMAN TÁ TAÐ GONGUR ÍMÓTI.

You´ll NEVER walk alone
January 21, 2010
YNWA : Liverpooláskoðarin
Eg eri Liverpool fjeppari um ein háls, so at siga at mann ikki stendur saman tá man gevur kritik, tað er ikki tað sama, nei her er alt ov lítið komi burturúr, dysturin Liverpool Tottenham, var heilt ok, men ikki væl spældur, Kuyt fekk endiligani mál. YNWA
January 21, 2010
Púra... : Jón R - Mortensen
... rætt, Ian. Alt hettar er til fánýtis um vit ikki fáa øll 3 stig mótir Wolves.
January 21, 2010
... : Ian
Veldugt 3 stig í skjáttuna..

So er bara at fáa armarnar niður til næsta dyst

YNWA
January 21, 2010
... : Les Ferdinand
haha ja tað er so heilt sikkurt Jón R - Mortensen :)

Deiligt at síggja leikarnir kempa so nógv sum teir gjørdu í kvøld. Hvør segði, at RAFA ikki kláraði at seta teir upp til ein dyst? Tað var tó ikki nógv samanhangandi spæl, men tað kann tað heldur ikki vera, tá tað vóru so fáir góðir bóltspælarir inni.
Riera eigur eisini klárt eitt 8-tal fyri dystin. Eftir mínari meining vóru Riera, Kyrgiakos og Carragher bestu menn hjá okkum. Helt at Lucas og Macherano átti báðir eitt 7-tal. Men líka mikið við tí - vit vunnu :)

Annars helt eg at tað ótruligani flott áðrenn dystin, har fólk vístu at tey enn hava álit á RAFA. Man sá stóran bannara, har tað stóð: "RAFA YNMA...FACT" og eitt stórt flagg við RAFA á. Soleiðis skal tað vera! Vit mugu standa saman sjálvt um tað gongur illa. Tá fólk eru negativ og seta misálit á venjaran, so ávirkar tað eisini leikarnar. Um vit øll høvdu staðið aftanfyri RAFA allatíð, so hevði ikki verið SO nógv skrivað í fjømiðlunum, leikarnir høvdu verið meira róligir og eg eri sikkur í, at LFC ikki hevði gjørt tað betri.

Nú er 1 stig upp til 4 plássið, sjálvt um City og Aston Villa hava spælt ein dyst minni.

COME ON!!! YNWA
January 21, 2010
Kyrgiakos : Jón R - Mortensen
Vil siga at filmurin um spartamenn á sinni burdi iti 299 og ikki 300. Tí nummar 300 var á Anfield Road í gjárkvøldið ;)
January 21, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo