Skrivað hevur Rói Joensen, Tuesday, 26 January 2010 (559 hits)
(PL) Wolverhampton – Liverpool 0-0 (0-0)
Hvørki Liverpool ella heimaliðið, Wolverhampton, megnaðu at skora í einum av vánaligastu dystunum hjá Liverpool í fleiri harrans ár. Liverpool megnaði ikki eina einastu ferð veruliga at hótta málið hjá Wolves. Ringast av øllum, so sá tað út, sum fleiri av okkara leikarum ikki tímdu at spæla.
Gerið viðmerkingar inni í greinini.
Eftir dystin móti Stoke, segði legendan, Alan Hansen, í BBC Match of the Day, at Liverpool hevði ikki spælt so illa síðan dystin móti Reading . Í kvøld tori at halda upp á, at eg ongantíð hava sæð Liverpool spælt so illa, sum móti Wolwerhampton í kvøld, og tá man eg hava sæð teir allar flestu sjónvarpaðu dystirnar síðan 1989/90. Kanska er tað bara eg, sum eri ringum lag, nú eg havi sett meg við telduna beint eftir dystarenda, men um hatta ikki var botnurin, so veit eg einki !! :-)
Í kvøld eri eg komin til tað endaligu niðurstøðuna, at tíðin hjá Rafa er farin í Liverpool. Best var, um hann sjálvur fann hurðin, og um ikki, so má leiðslan í felagnum senda hann til hús. Eg veit, at tað kostar nógvan pening, onkur hevur nevnt 20 mió. pund. Men okkara kæra lið spælir so syndarliga vánaligt hetta kappingarárið, at OKKURT MÁ GERAST. At tað kostar so nógv at koyra venjaran er eisini vorðið sum argument, og tað man eisini verða einasta argumentið, sum er eftir, fyri halda fram undir leiðslu Rafa.
Og hví í allari víðu verð kom Aquilani ikki á vøllin? Maðurin spældi sín fyrsta veruliga góða dyst fyri Liverpool móti Tottenham, men Rafa velur sjálvandi, at halda hann uttanfyri allan dystin, í einum dystin sum skríggjar eftir hugflogi. Løgin máta at pilka leikarar niður upp á eftir ein góðan dyst. Keane var offur fyri tí sama, hvørja ferð, hann hevði skorað undanfarna dyst.
Degen og Babel kundu kanska eisini verið eina roynd verdir at sett á vøllin í kvøld, tí verri kundi tað so ikki blíva, ella hvat? Ella var Rafa kanska nøgdur við javnleikin?
Dystarfrásøgnin verður stutt hesaferð, skal spara tykkum eitt sindur. Fimm hampiligir minuttir at byrja við, síðan dalaði støði, og ikki eina einastu ferð, ja, ikki eina einastu ferð, megnaði Liverpool at hótta málið hjá Hahnemann. Spælið kann stutt lýsast sum kikksaðar sendingar og gypp fram eftir vøllinum. Wolves var nærri við at skora enn vit.
Eftir stríðssigurin móti Tottenham, høvdu vit øll, Rafa-viðhaldsfólk, Rafa-skeptikarar og øll onkustaðni mitt í millum, vóna, at okkara lið kláraði at byggja víðari á sigurin og til tíðir eisini góða spælið.
Men vit vóru so væl og virðiliga svikin av okkara leikarum í kvøld, og tað er ringt at finna leikarar, sum í kvøld gjørdu seg uppibornar til at spæla í reyða búnanum. Reina, Kyrgiakos, partvíst Riera og kanska Kuyt, sum í øllum førum pressaði, vóru undantøkini.
Annars vóru allir sum ein syndarliga vánaligir, og serliga skuffandi var tað, at síggja okkara liðskipara, Steven Gerrard, sum heilt týðiliga ikki tímdi at spæla.
Ja, okkurt er heilt galið. Tað er týðiligt, og tann sum hevur endaligu ábyrgdina av tí, er sjálvandi Rafael Benitez. Sjálvandi eiga leikararnir eisini sín stóra part. Men tað er altíð venjarin, sum í seinasta enda, hevur ábyrgdina at fáa leikararnir at geva sítt á vøllinum, og tað hevur Rafa megna alt ov sjáldan hetta kappingarárið. Í kvøld bar so av.
Okkara leikarar, sum vóru á vøllinum í kvøld, eru betri enn hattar, tað vita vit. So vánaligur er hópurin, sum Rafa hevur bygt upp, heldur ikki, og vit sóu tað eisini seinasta kappingarár, at so at siga somu menn til tíðir spældu sum einglar. Men tað hjálpir einki at tosa um farna kappingarár, tí alt sum Rafa hevur bygt upp í fimm ár, sær út til at vera farið fyri skeytið.
Tað er sera torført at ímynda sær, at Liverpool kann náa fjórða plássi við tí spælinum og innsatsinum, sum okkara leikarar vístu í kvøld. Eftir stigatalvuni er tað framvegis væl møguligt. Men heilt erligt, so trúgvi eg ikki upp á tað longur. Og missa vit fjórða plássi, so er tað nógv dýrari enn at skifta venjara.
Okkurt má henda, tí nú er botnurin náddur.
Nú má eg nokk gera meg kláran at taka móti nøkrum skortfleingjum, og eg giti, at onkur fer at biðja meg skifta felag. Men sjálvandi skifta hvørki eg ella nakar annar felag. Vit halda jú øll við Liverpool, sama, hvussu gongur. Tað er eisini, tí, at eg og nógv onnur eru so sera skuffaði av okkara liðið hetta kappingarárið og halda at broytingar mugu til at venda gongdini.
(PL) Wolverhampton – Liverpool 0-0 (0-0)
Fakta frá The Times:
Wolverhampton Wanderers (4-1-4-1): M Hahnemann — R Zubar, J Craddock, C Berra, S Ward — M Mancienne — K Foley, K Henry, N Milijas (sub: D Jones, 73min), M Jarvis (sub: A Guedioura, 88) — K Doyle. Substitutes not used: W Hennessey, R Stearman, S Vokes, C Iwelumo, G Bia Mujangi.
Liverpool (4-2-3-1): J M Reina — J Carragher, M Skrtel, S Kyrgiakos, E Insúa — Lucas Leiva, J Mascherano — M Rodríguez, S Gerrard, A Riera (sub: D Ngog, 66) — D Kuyt. Substitutes not used: D Cavalieri, A Aquilani, R Babel, P Degen, S Darby, D Pacheco. Booked: Skrtel.
Hagtøl frá Sky Sports:
Wolverhampton Wanderers - Liverpool
0 Goals 0
0 1st Half Goals 0
1 Shots on Target 1
2 Shots off Target 5
3 Blocked Shots 2
0 Corners 7
9 Fouls 9
2 Offsides 2
0 Yellow Cards 1
0 Red Cards 0
58.9 Passing Success 65.2
17 Tackles 18
70.6 Tackles Success 61.1
46.7 Possession 53.3
46.3 Territorial Advantage 53.7
Leikaramet:
Reina 6 (Kann ikki lastast fyri nakað)
Carragher 4 (Góði dysturin á høgra bakki móti Spurs var nokk eitt undantak)
Skrtel 4 (Ótryggur)
Kyrgiakos 6 (Stríddist fyri allar hinar)
Insua 4 (Ósjónligur)
Mascherano 4 (Eitt ótal av kikksaðum sendingum)
Lucas 4 (Hvørki frá ella til)
Maxi 4 (Ikki lætt at koma inn á eitt so vánaligt lið)
Gerrard 4 (Liðskiparin sær út til at hava givið upp)
Riera 5 (Góður til tíðir, og so varð hann sjálvandi tikin út)
Kuyt 5 (Stríddist, men hvat hjálpir tað eina og aleina)
N’Gog 5 (Vísti okkurt)
Viðmerkingar () |
|
|
|
|
|