Forsíða arrow Tíðindi arrow Eitt fet rætta vegin
Eitt fet rætta vegin PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Saturday, 30 January 2010 (796 hits)

kuyt-bolton(PL) Liverpool – Bolton 2-0 (1-0)
Liverpool vann 2-0 á Bolton heima á Anfield leygardagin. Fyrri hálvleikur var javnur, og hóast Bolton hevði teir bestu møguleikarnar, so var tað Kuyt, sum skoraði einasta málið fyri steðgin.
Í seinna hálvleiki hevði Liverpool fult tamarhald á støðuni og kundi økt fleiri ferðir. Tá ið 70 minuttir vóru spældir var eitt skot frá Insua rætta av og endaði í málinum til endaliga úrslitið 2-0.

Gerið viðmerkingar inni í greinini

 

 

Sigurin á 2-0 var fult uppiborin og kundi saktans verið størri. Kortini var tað ikki so sannførandi í fyrra hálvleiki, og eingin kundi havt klagað, um Bolton hevði komið fram um. M.a. kom Lee hjá Bolton eftir eitt skjótt mótálop fram við Reina, og sendi bóltin úr spískum móti málinum, men tíbetri bjargaði Kyrgiakos á strikuni.

Hóast fyrri hálvleikur ikki var so sannførandi, so vóru nøkur tekin í álopsspælinum, sum bendu rætta vegin. Tað gekk sum heild nógv skjótari at flyta bóltin fram eftir vøllinum, men tað var kortini ikki nóg nógv bit í.

Kuyt var tann, sum bjóðaði mest av, og eisini Riera og Insua skaptu rímiliga nógv í vinstru síðu. Aquilani, sum byrjaði á vøllinum, hevði stórt spill í sínum sendingum. Tað var sum um hann royndi ov nógv eftir tí genialu sendingini, og tí kikksaði ov nógv. Kortini tyktist tað sum um samansetingin Mascherano og Aquilani onkursvegna  setti meira lív í offensivin enn tann traditionella Mascherano – Lucas. Tað telur eisini avgjørt, at prinsurin úr Italia legði upp til fyrsta málið eftir eitt framúrskarandi álop. Hetta var einans næsta “assist” frá sentralu miðjuni hetta kappingarárið í Premier League.

Dagsins fyrsta mál var gott. Riera sendi bóltin úr høgru yvir í vinstru síðu til Insua, sum rak móti baklinjuni, legði innfyri móti handaru stong, har Aquilani vísti yvirlit og skallaði aftur til Kuyt, sum beindi bóltin í málið.
Kuyt’urin er um at finna formin aftur, og so kann tað ikki forsmáast, at hann dugir at skora mál.

Í seinna hálvleiki gjørdi Bolton eitt sprell at byrja við, men so tók Liverpool yvir alt spælið og hevði fult tamarhald restina av dystinum. Fleiri møguleikar vóru eisini at avgera dystin. M.a. misbrúkti N’Gog upp á tað skammiligasta, tá ið Jaskelainen fyrst bjargaði einum skoti frá Gerrard, og N’Gog bara skuldi senda returin í tóma málið, men tann rakti á tríkantin, og so var tann vandin av.

Dysturin varð avgjørdur, tá ið eitt skot frá Insua rakti Kevin Davies, og snýtti Jaskelainen fullkomiliga og endaði í málinum.
 
Sigurin ger at vit framvegis eru við í stríðnum um 4. plássið, hóast eg eftir seinasta dyst, segði meg ikki trúgva upp á tað longur. Tað hjálpti eisini væl, at Tottenham misti tvey stig.

Okkara menn mugu kortini spæla nógv meira sannførandi enn í dag, um 4. plássið skal røkkast. Fyri framman eru tríggir truplir dystir, Everton heima, og Arsenal og City úti.

Dystartøl:

(PL) Liverpool – Bolton (1-0)
1-0 Kuyt (37)
2-0: Davies, sjálvmál (70)

Liverpool: Reina – Carragher, Kyrgiakos, Skrtel,Insua – Mascherano, Gerrard -  Kuyt, Aquilani (66. Lucas) , Riera (74. Rodriguez) - N'Gog (84. Babel)

Á beinkinum:  Cavalieri , Darby, Agger, Babel, Pacheco
Gult kort: Mascherano


Bolton:  Jaaskelainen – Steinsson, Cahill, Knight, Rickets, Muamba, M. Davies, Lee, Cohen, Taylor, K. Davies
Á beinkinum: Al Habsi, Robinson, O'Brien, Gardner, Weiss, Wilshire, Elmander
Gult kort: M. Davies, Lee og Knight

Hagtøl frá Sky Sports:
Liverpool    -    Bolton Wanderers
2    Goals    0
1    1st Half Goals    0
4    Shots on Target    1
6    Shots off Target    6
9    Blocked Shots    2
12    Corners    3
12    Fouls    13
2    Offsides    0
1    Yellow Cards    3
0    Red Cards    0
75.3    Passing Success    62.4
12    Tackles    18
83.3    Tackles Success    88.9
65.9    Possession    34.1
58.4    Territorial Advantage    41.6

Leikaramet:
Reina 7 (Tryggur í øllum, sum hann ger)
Carragher 6 (Eitt miðal avriki á høgra bakki)
Kyrgiakos 7 (Grikkin sær út til at hava funnið seg til rættis í Onglandi)
Skrtel 6 (Byrjar eisini at finna á rætta lagið)

Insua 7 (Trupulleikar í verjupartinum, men sera góður í álopspartinum)

Mascherano 7 (Stríddist og hevði eisini onkrar góðar sendingar)
Gerrard 6 (Til at kenna aftur móti endanum)
Kuyt 7 (Besti maður í dag)
Aquilani 6 (Nær akkurát upp á 6-talið. Missir nógvar bóltar, er kortini við at fáa meira flog yvir spælið)
Riera 6 (Gevur álopspartinum nógv við sínum óortidoksa spæli)
N'Gog 6 (Søkir væl tómu umráðini , men er ikki nóg effektívur)

Lucas 6 (Gjørdi sítt arbeiði)

Rodriguez 6 (Fall væl inn)

Babel 6 (Nakrar minuttir)

Viðmerkingar (38)add
Um... : Jón R - Mortensen
... vit bert fáa eitt sitg úti mótur Arsenal, eri eg væl nøgdur. Hóast teir fyrst skullu hava dystin mótir Chelsea frá hondini.
Aquilani var væl spardur, og ikki er óskjiljandi vid knoppun, takklingum og stemplingum í knæhædd.
February 07, 2010
. : .
Hvar er Karaterinir til hendand dyst
February 06, 2010
Yeees!!! : Cpt Fantastic
Fantastiskur sigur í dag! Ja, dómarin mundi oyðilagt okkum dystin, men tíbetur vildu okkara menn tað annarleiðis við Kuyt, Carra og Gerrard á odda! Og Man City taptu móti Hull, og Tottenham og A. Villa hava júst spælt javnleik:D Kundi ikki verið betur!!! Í verandi løtu liggja vit nr 4, so eg haldi, at vit kunnu so smátt fara at siga, at her er kanska komið vend í kappingarárið hjá okkum. Nú mugu vit bara vinna á Arsenal og Man City. Megna vit tað, ja, so sær alvorliga gott út!
February 06, 2010
3 stig heima : Ian
Gott við 3 stigum afturat. Vónandi klára vit at vinna á útivølli.
Hvar er lítli Prinsur?
Kann hann ikki spæla?

YNWA
February 06, 2010
... : Les Ferdinand
ótrúliga flott av Liverpool í dag. Dómarin mundi enn einaferd oydilagt alt fyri okkum. Hvussu kann hann geva Kyrgiakos reyda kort og Fellaini sleppur vid ongum. Kyrgiakos skuldi fingid gult og Fellaini reytt. Eisini skuldi Pienaar fingid reyda eftir takkling á Mascherano! Tíbetur eydnadist tad hjá okkum!! Ótrúligani gott kempa! Gerrard byrjar at líkjast sær sjálvum.. Deiligt!!
Annars er tad ótrúligt at fólk her inni blíva vid at grenja um at ungu talentini hjá Liverpool ikki sleppa at spæla.. Also hvussu nógvar 17 ára gamlar síggja tit spæla á ørdum lidum í Englandi ??? Liverpool hevur longu eitt ungt lid, og tad er heldur býtt at seta enn yngri fólk inn til týdningarmiklar dystir.. og helst tá tad ikki hevur gingid gott! Eisini hevur Lucas verid tad størsta talenti á lidnum og hann er vordin sápladur nidur, tí RAFA hevur givid honum kjansin!

In Rafa I Trust! YNWA
February 06, 2010
Flott av Liverpool og Kuyt. : Liverpooláskoðarin
Flott av Liverpool og Kuyt at vinna 1 - 0 á Everton.
February 06, 2010
OMG :) : Jón R - Mortensen
Til at blíva trúgvandi av :D
February 06, 2010
On my way to Anfield : Búðsitandi í Liverpool
Eg vildi heldur kalla tað innihaldsríkt, men ja eitt sindur langt er eisini ein máti at lýsa viðmerkingina! :)

Ja eg siti í míni svørtu Aquilani troyggju og eri klárur at fara á Anfield... vónandi fái eg okkurt aftur frá Aquilani í dag!

YNWA
February 06, 2010
Eg veit ikki : Pætur E. Rasmussen
Eg sakni nakrar uppdateringar, men nú hevði verið gott at havt ein mann sum Victor Pálsson á miðjuni:D
February 05, 2010
Og Jón R. : Sigurjón Einarsson
Minnist aftur á Neil Mellor við einum stórum smíli :-) Fyri tað fyrsta málið í yvirtíðini móti Arsenal, ið varð skotið úr 30-35 metrum. Og so málið til 2-1 móti Olympiakos, ið veruliga gav okkara monnum trúnna uppá ein tvey-máls sigur, sum var neyðugur fyri at koma víðari í ChL. í tí harrans árið, 2005 ;-)

Náh, men derby-day fyri framman. Ynski bara vilja, heart and spirit, ið hann sjálvur Brian plagar at siga ;-p
February 05, 2010
Hmmm... : Sigurjón Einarsson
Er hon í longra lagið, Búðsitandi í Liverpool?

Verður tú á Anfield í morgin árini annars? ;-)
February 05, 2010
Greinin ikki komin fram : Búðsitandi í Liverpool
Hey Rói. Eg skrivaði eina viðmerking í teiginum eftir Wolves-LFC dystin, men tað stóð at ein editor ella okkurt líknandi skuldi góðataka viðmerkingina. Gangi út frá at hon ikki er strikað, tí har stóð einki, sum ikki tolie dagsins ljós. What's up?
February 04, 2010
Er... : Jón R - Mortensen
... man gódur nokk, sleppur man at spæla. At man kemur frá reserva lidnum er ikki einsljódandi vid at man hevur ein mannarætt at koma á 1. lidid. Ein annar sum partout skuldi á fyrsta lidid frá reserva lidnum, jvf. nógvum "ekspertum" var Neil Mellor. End of story.
February 04, 2010
Spæla góðan fótbólt. : Liverpooláskoðarin
Liverpool hevur ikki spælt serligani gott hettar kappingarárið men nú hopi eg vend kemur í og at Liverpool vinnur komandi dyst í móti Everton og at Liverpool helst vinnur restina av dystunum, so nú hopi eg at kuna nýta at hyggja eftur Liverpool hvar teir spæla góðan fótbólt.
February 04, 2010
. : .
Liverpool brúkar ikki næka Talent í liðinum.......... Nú hava teir akkurat selt ein til fulham ein av teimun besti liverpool høvdu..... eg giti at fulham færa brúka hann nógv so hann verur suverenur.... so mugu liverpool keypa hann aftur 500 mio. nógv for vánaligt... tað verur ikki leingi at Pacesho (Veit ikki hvussu man stævar hatta) ferð úr Liverpool tí hann verur 28 arin hann sleppur inn í liði... og hann er nú 18 19 ella 20 ár...
February 04, 2010
... : aaaaarh
aftur eitt stórtalent farin úr klubbinum... buchtmann var topp 3 av teimun bestu til EM fyri u17 í fjørð, har týskland eisini vunnu kappingina !
The teenager, who can operate anywhere on the left-hand side of the field, was named as one of Uefa's top 10 stars of the future in May 2009.
skuldi veri góður at hava fyri framtíðina... men sum nú er, koma teir ikki longur enn uppá reservaliðið
February 04, 2010
Eitt stórt dansk talent : Fowler
http://www.indkast.dk/index.php?nyhed=62560

Her er eitt klip av honum...

http://www.indkast.dk/index.php?nyhed=62518
February 04, 2010
Ein áleypara fyri einki : Ingolf
kann ikki vera betur, óansæð hvussu góður/vánaligur hann er so skuldi tað gjørt mun á okkara liði tí vit mangla djúpd. Eg kenni einki til hann, eg hopi hann er góður, men um ein hugsar um hvussu lítið av pengum vit hava at arbeiða við eri eg nøgdur at vit fáa ein sovorðnan fyri einki. Nú skulu eigarnir bara selja og onkur keypa sum eigur nokk av pengum til nýtt stadion og 1-2 dýrar (góðar) spælarir uttan at vit noyðast at selja, so møguliga selja okkurt og keypa onkran afturat.

Men also.. Jovanovic kemur bara um Benitez verður verandi, tað setti hann sum treyt. So nógv sum eg gott kundi tonkt mær Hiddink ístaðin so veit eg ikki, men við nógvum pengum hevði eg nokk einki lagt í um hann ikki kom, so keyptu vit bara onkran annan, men lad os nu se.
February 03, 2010
uppdatera : eg
hvi verður siðan so forbannað sjálvdan uppdatera ???
February 03, 2010
sel klubban : Yanks out
YANKS OUT ONGANTIÐ FORSKJOTT
February 03, 2010
!!! : Jenis
Liverpool hevur ikki kepyt spælarin.
teir fáa hann gratis í summar.
hann kemur frá standard liege og eitur Milan jovanovic.
February 03, 2010
. : .
Eg haldi Liverpool hava keypt nýggjan spælara
February 02, 2010
Líkamikid.... : Jón R - Mortensen
... um hvat man heldur um Hicks og Gillet, so kann tad aldrin vera gott at felagid er tomt fyri pengar.
February 02, 2010
. : .
http://liverpool.no/cda/storypg.aspx?id=23250&zone=1

Og gælið hatta er gott
February 02, 2010
Liverpool er til salgs : Liverpooláskoðarin
- Liverpool er til salgs
- Hicks og Gillett har ikke mer penger å investere, sier daglig leder Christian Purslow. I et møte med gruppen Spirit of Shankly sparer han ikke på konfekten i omtalen av eierne.(2)

Liverpool er til salgs. Eierne må selge, da de ikke har mer penger. Banken ønsker at klubben blir solgt, fansen ønsker at klubben blir solgt og det er folk som ønsker å kjøpe.
Spennandi at fylgja við hvat nú hendur.
February 02, 2010
... : Fowler
Dystirnir í februar eru hesir Everton(heima),Arsenal(útið),Man city(útið) og Blackburn(heima).Hattar eru sera ringir dystir..Derby dysturin er altíð ein góður dystur,men eg eri sikkur at vit fáa 3 stig.... Eg mest bangin fyri Arsenal og City dystin,vit taptu ímótur Arsenal(heima)og spældu javnt ímótur City(heima)....Formurin hjá hjá okkum útið er ikki so góður,vit hava spælt 12 dystir-V-4 J-3 T-5....Hvat halda tit?
Men man má ikki missa mótið,man má trúgva uppá tað:)

You never walk alone

February 02, 2010
Liverpool Fjepparin : Hanni Niklasen
Hey hey eg elski liverpool... altíð gjørt.. teir rula
February 02, 2010
Veldigar greyðir : Hans Ketjup
Hattar var eitt deiligt úrslit... nú fara vænti eg at vit vinna 3-1 á arsenal um 2 vikur.. :) Koyri á :)
February 01, 2010
Eg sá ikki dystin : Ian
Men so leingi sum vit vinna eri eg nøgdur.

Trupuleikin við 4-2-3-1 systeminum er, at tann spælstýrandi á miðjuni skal kunna leggja neyvar avleveringar framm til áleyparin, kann hann ikki tað so riggar systemi ikki.

Eg haldi at Aqulani skuldi spælt sum 10, líkasum í Italien, tá hevði hann komið meiri til sín rætt.
February 01, 2010
keðiligt : niles
keðiligt at hoyra at tiltakið bleiv avlýst... kanska var tað eitt hugskot at halda tiltakið á "fastlandinum" og at lýsa tað í betri tíð og kanska hava okkurt nýtt á skránni, tað kundi verið signeraðar blusur til vinnaranar av kappingini... bara ein naivur tanki!!! hopi at tiltakið verður lýst av nýggjum og tað verður hvørt ár
January 31, 2010
. : .
Samdur við (Poul) Kyrgiakos er góður.



Til SKANDALA LEIKARAMET : Eggert. Veit ikki hvar tú hevur funnið hatta. Nógv av hasun passar ikki

January 31, 2010
Kyrgiakos : Poul
Kyrgiakos hevur veruliga funnið seg til rættis á Liverpool-liðnum. Hann er fantastiskur í verjustøðu og slettis ikki so galin við bóltinum. Eitt fantastiskt keyp Rafa hevur gjørt við tí sindri av peningi hann hevur til leikarakeyp......
January 31, 2010
yesyes : Guus Hiddink
Benitez fer til Juventus tá seasongin er liðug. So fáa vit kanska ein Guus Hiddink ístaðin...:D
January 31, 2010
SKANDALA LEIKARAMET : Eggert
Eg má siga sum er, eg eri sera ónøgdur við viðkomandi í gevur leikaramet her á heimasíðuni, veit ikki um tað maður frá skysport ella liverpool.fo í gevur metini.
Sigast má, at ongin samanhangur er í nøkrum av metinum og eg veit heldur ikki hvørjum viðkomandi hyggur eftir tá met verður givi. Sjálvur sá eg dystin og her skulu liverpool fjepparar úr Føroyum ikki snýtast fyri nakað.
Her kemur veruleikin (met frá 1-10) : Liverpool-Bolton.

Reina: 6,5 (hevði tað ikki tórført í málinum)
Carragher: 6,0 (nógvar feil avleveringar og hevur mist nógv sjálvsálít)
Kyrgiakos: 6,5 (Er ikki nóg væl skipaður í verjupartinum)
Skrtel: 7,0 (Vinnur nógvar luftbóltar, so smátt at vísa stórform aftur)
Insua: 7,5 (Sera góður frameftir vøllinum, og nógv góð innlegg)
Mascherano: 7,0 (Vísur vilja og arbeiðir hart á miðvøllinum)
Gerrard: 6,0 (Gerrard má fáa meira svøvn, hann spældi ikki gott)
Kuyt: 8,5 (Málskýtti og spælir betri nú enn ongantíð, áliti á liðnum)
Aquilani: 5,0 (1 Assist= 5,0. Var heilt av lagi vánaligur, stinkaði)
Riera: 6,0 (Er ikki í form. Tó arbeiðir hann ok til tíðir)
Ngog: 4,0 (Neyð og elendigheit. Havi ongantíð sæð ein verri áleypara)

Babel: 5,0 (Gjørdi onki um seg, og hevði stutta tíð at prógva nakað)
Rodriguez: 5,5 (Var ongantíð farligur og vísti millum líti og slett onki)

Ger so væl Liverpool fjepparar!!


January 31, 2010
Aquilani verri enn Lucas?? : LFC for Life!
Soleiðis síggi eg tað beint nú. Man kann tó troysta seg við, at Aquilani ikki hevur spælt nógv,
og tí møguliga fer at ganga betri hjá honum, men eg loyvi mær at ivast.
January 31, 2010
Aquilani : BS
Eg læs onkustaðni at, allir dystirnir, sum Aquilani hevur byrja í PL, hava vit vunni.. So hann skal bara byrja hvønn dyst, so hava vit ein kjans at vinna PL :D

Annars so er Kyrgiakos valdur dagsins maður í bæði liverpool.no og í liverpoolfc.tv :)

Kyrgiakos joke:
Some people are stupid enough to laugh at Kyrgiakos's ponytail. What they don't realize is he cannot help it. He shaves his head every night and when he wakes up the hair has grown back
January 30, 2010
Aquilani : BS
Eg læs onkustaðni at, allir dystirnir, sum Aquilani hevur byrja í PL, hava vit vunni.. So hann skal bara byrja hvønn dyst, so hava vit ein kjans at vinna PL :D

Annars so er Kyrgiakos valdur dagsins maður í bæði liverpool.no og í liverpoolfc.tv :)

Kyrgiakos joke:
Some people are stupid enough to laugh at Kyrgiakos's ponytail. What they don't realize is he cannot help it. He shaves his head every night and when he wakes up the hair has grown back
January 30, 2010
3 stig : Liverpooláskoðarin.
Gott at fáa 3 stig aftur, men nei nógv manglar enn, hevði Bolton fingið mál í fyrra hálvleiki hevði seirni hálvleikur helst veri ein annar, men Liverpool fingu 3 stig og tað er tað sum telur.
January 30, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo