Forsíða arrow Tíðindi arrow Kuyt’urin tryggjaði ein stríðssigur
Kuyt’urin tryggjaði ein stríðssigur PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Sunday, 07 February 2010 (569 hits)

  Dirk Kuyt of Liverpool celebrates with his team mates after scoring against Everton

Liverpool - Everton 1-0 (0-0)

Liverpool vann ein góðan stríðssigur í grannabrakinum móti Everton. Tað var sanniliga eitt ordans brak. Kyrgiakos fekk beinleiðis reytt, tá ið hann og Fellaini báðir lupu eirindaleysir inn í eina takkling. Men hóast ein mann færri, so megnaði Liverpool leingi at spæla fult upp móti Everton. Dirk Kuyt skoraði einasta málið tíðliga í seinna hálvleiki.

Gerið viðmerkingar inni í greinini

 

 

Dómarin, Martin Atkinson, skal vera sera glaður fyri, at Liverpool vann lokalbrakið móti Everton. Eftir mínari bestu sannføring, og eftir at hava hugt at hendingi umaftur nakrar ferðir á netinum, má eg siga, at Atkinson dømdi skeivt, tá ið hann sendi Kyrgiakos av vøllinum.

Kyrgiakos leyp í einari Scholes-takkling inn í Fellaini, sum traðkaði dobbarnar niður í skinnabeinið hjá Kyrgiakos. Enski frásøgumaðurin á Canal Plus bíðaði bara eftir, um Fellaini fór at fáa gult ella reytt. Men hvat gjørdi Atkinson?! Hann gav bara Kyrgiakos reytt. Meðan takklingin hjá Fellaini, sum saktans kundi verið beinbrótandi,  als ikki varð revsað. Og tá hevði Atkinson enntá givið sær góða tíð og helst eisini tosað við 4. dómaran. Kanska kann reyða kortið hjá Kyrgiakos forsvarast, men Fellaini skuldi í øllum førum verið sendur sama veg. Fellaini kom kortini ikki aftur á vøllin eftir rokið, hann gjørdist skaddur.

Undan hesum hevði Atkinson heldur ikki sæð eina takkling hjá Pienaar móti Mascherano, sum saktans eisini kundi fingið álvarsamar fylgir.

Og meðan eg eri við dømingina, so veittraði linjudómarin fullkomiliga skeivt offside, tá ið Gerrard í seinna hálvleiki sendi Babel avstað. Babel var heilt klárt onside og púra leysur móti málinum.

Ná, til sjálvan dystin. At byrja við áðrenn alt rokið hendi ikki tað heilt stóra. Liverpool royndi at flyta bóltin runt, men tað var sum so ofta fyrr, eingi skapandi evni at hóma við Lucas og Mascherano mitt á miðjuni, og tað hevði ikki verið ein einasti veruligur møguleiki í dystinum áðrenn reyða kortið.

Løgi nokk, so gjørdist Liverpool heldur vandamiklari eftir reyða kortið, møguliga tí Gerrard fór aftur á miðvøllin, meðan Mascherano tók yvir høgra bakkin fyri Carra, sum fór í miðverjuna.

Fyrsta veruliga royndin móti málinum var, tá ið Gerrard beint fyri steðgin sendi eitt fríspark á yvirliggjaran.

Fyrsti løtuna í seinna hálvleiki kláraði Everton eina lítla løtu at hála verjuna hjá Liverpool sundur við at spæla bóltin frá síðu til síðu. Men okkara stríðsmenn komu skjótt fyri seg aftur, og tað man vera sjáldan at eitt lið við einum manni meira spælir so vánaligt sum Everton gjørdi. Okkara menn eiga sjálvandi stóran heiður fyri at halda Everton frá fatinum. Men, men, heilt erligt so var Everton ússaligt.

Málið hjá Liverpool kom tíggju minuttir eftir steðgin. Eftir gott trýst móti Everton-málinum, sendi Gerrard eitt hornaspark tætt undir málið, og har var okkara málskjútti nummar eitt fyri tíðina, Dirk Kuyt, á blettinum og stútaði bóltin í málið. Málverjin, Howard, sá ikki alt ov gott út í støðuni, men tað leggja vit minni í.

Møguleikarnir hjá Everton kundu teljast á tveimum fingrum. Cahill skallaði upp um beint fyri steðgin, og innskifti Yakubu noyddi Reina at bjarga, tá ið hann snaraði sær og sendi eitt gott skot móti málinum.

Ein uppiborin sigur, og vit eru nú á eftirspurda fjórða plássinum. Manchester City tapti 2-1 fyri Hull, og Tottenham og Aston Villa leiktu málleysan javnleik.

Í løtuni sær soleiðis út:

4. Liverpool - 25 dystir - 44 stig

5. Tottenham - 25 dystir - 43 stig

6. City - 23 dystir - 41 stig

7. Aston Villa - 24 dystir 41 stig

So spenningurin er stórur.

Mikukvøldið bíðar sera trupul útidystur móti Arsenal, og so spæla vit ikki aftur í Premier League fyrr enn 21. februar úti móti City.

 

Liverpool - Everton 1-0 (0-0)

1-0 Kuyt (55)

Dystartøl  og leikaramet frá The Times:

Liverpool: Reina 6, Carragher 5, Kyrgiakos 5, Agger 7, Insua 7, Mascherano 6, Lucas 5, Kuyt 8 (Skrtel 90+6min), Gerrard 6, Maxi 5 (Aurelio 90+2min), N'Gog 6 (Babel 63min)

Everton: Howard 5, Neville 5, Distin 4, Heitinga 6, Baines 6, Fellaini 5 (Arteta 40min, 6), Donovan 5, Osman 5 (Yakubu 72min), Cahill 6, Pienaar 6, Saha 4 (Anichebe 72min)

Yellow cards: Liverpool: Carragher, Gerrard, Kuyt; Everton: Heitinga, Pienaar, Anichebe

Red cards: Liverpool: Kyrgiakos Everton: Pienaar

 

Hagtøl frá Sky Sports:

Liverpool             -              Everton

1              Goals     0

0              1st Half Goals     0

3              Shots on Target                3

4              Shots off Target                3

4              Blocked Shots    0

8              Corners                8

11           Fouls     24

1              Offsides               4

3              Yellow Cards      2

1              Red Cards            1

65.1        Passing Success                79.1

21           Tackles 15

61.9        Tackles Success 73.3

39.8        Possession          60.2

47.7        Territorial Advantage     52.3

 

Leikaramet - liverpool.fo

Reina 7 (tryggur aftasti skansi)

Carragher 7 (Er ein klettur í miðverjuni)

Kyrgiakos 6 (Helst skeivt vístur av vølli. Fellaini skuldi í hvussu er farið sama veg)

Agger 8 (Gott at hava hann aftur)

Insua 7 (Góður fram eftir vøllinum í undirtalsstøðuni)

Lucas 7 (Ikki so sjónligur, men klárar júst 7-talið)

Mascherano 8 (Stríddist og bardist fyri lívinum)

Kuyt 8 (Góðan dyst og málini telja)

Gerrard 7 (Nærkast fullari styrki, næstan eitt 8-tal)

Maxi 6 (Datt niður millum, men stríddist eins og hinir)

N'Gog 6 (Torført einsamallur heilt har frammi)

Babel 7 (Kláraði at skapa órógv heilt har frammi)

Aurelio (Bert nakrar minuttir)

Skrtel (Bert nøkur sekund)

Viðmerkingar (21)add
Gunners4ever : Jón R - Mortensen
Óvart var tad neyvan. Men haldi nú heldur ikki at tad skal vera umdrejningspunktid um hendan dystin. Heldur at vit koma framm til ov fáir møguleikar. Men Emirates er trupult at vitja. Nú er bara at líta framm mótir City. Kanska Stoke gevur okkum eina hond leygardagin, júst sum Hull :)
February 10, 2010
skuffaðir ???? : gunners4ever
Hatta var við óvart. Skuldi hann kanska fari yvir til howard Webb aftaná og sagt hvat hann hevði gjørt ?? Hvat við Ngog tá hann fekk filma seg til straffi móti Arsenal ?????? Tak í egnan barm takk.
February 10, 2010
Sera skuffaður av Fabregas : Fowler
Eg hevði ikki vanta hattar frá einum liðskpara,ein sum skal vera ein stór fyrimynd hjá øllum...Eg sjálvur helt nógv av Fabregas men eg má erliga siga at eg havið mist nógv fyri honum,hvis ikki at siga alt...Annars so haldi at vit spældu ikki so væl í kvøld..

Ùtgangstøði hjá okkum var at halda 0 tað sá man væl og kanska at man var heldigur at fáa eitt mál,men tað gekk ikki....
Annars gleði eg meg tá Torres er klárur aftur,tí Ngog,ja lat meg siga tað soleiðis.Hvis hann hevdi spælt við HB so hevði ikki sett Andrew av liðnum,so lítið haldi eg um hann...
Ps.Og tá eri eg ikki HBari
February 10, 2010
skuffandi og fult uppiborið : Ingolf
dysturin stinkaði, tað sum eg sá av honum, men Arsenal var tað betra liði og vann uppiborið, men sigast skal at hatta har Fabregas hond halløji eigur at geva reytt kort, men har bleiv einki sum helst, skuffandi, men ja ja, eg gevi ikki dómarnum skyldina fyri nakað, vit uppibóru bara ikki at vinna. Og hesin dysturin sum greinin er um... ja, ikki væl spældur, men vit vunnu, tað var tað sum taldi.
February 10, 2010
. : .
Skuffaður av Fabregas at hann gjørdi hond í sístini. eg helt hann varð ein góður fótbólt spælari
February 10, 2010
Skuffandi : Liverpooláskoðarin
Arsenal - Liverpool 1 - 0 skuffandi.
February 10, 2010
Hahahaha MANUTD : Cpt Fantastic
Hahahaha, ja, nú helt hann sær langt vekk hasin SCUM, ha? Best at bara tiga..
Ja, at hugsa sær, at nr. 2 topskorari er sjálvmál.. Tosa um hepni, ha????:D
February 10, 2010
Gott sagt Jón : Biscan.
Ja hvat mugu hasir scummarnir billa sær inn. Koma inn á okkara síðu at brúka seg. Vit spæla góðan fótbólt, meðan scum socca. Teir eru heldigir og vinna altíð uppá sjálvmál. Vit mugu altíð stríast fyri tí. Kom bara við a-nal.
February 10, 2010
nýggjan eigara?? : Guus Hiddink
tann sjend ríkasti maðurin í verðini ætlar at keypa 51% av aktinum í liverpool men núverandi eigarir Hicks og Gillet jr. vilja bert selja 50% av aktinum....:)
February 09, 2010
Man Utd : Les Ferdinand
Gott sagt Jón. Eg hugdi at Man Utd vs. Portsmouth og ikki var tað nakar undirhaldandi dystur, sjálvt um United vann 5-0. Man Utd spældi vánaligt, har teir skoraðu burturúr ongum. 3 sjálvmál sigur eisini nógv um hepni hjá Man Utd. Og sum Jón sigur, so er ein Liverpoolari toppskorari hjá tykkum, nr.2 sjálvsmál og nr. 3 Berbatov... hahaha
February 09, 2010
MANUTD : Jón R - Mortensen
Um tit ikki høvdu Rooney, ein drong frá býnum Liverpool, at vinna fyri tykkum, vóru tad bara 11 spælarar sum runnu runt og vónadi tad besta, so sum at mótstødulidini gera sjálvmál. Faktisk eru sjálvmálini nummar tvey toppskjútti hjá tykkum. Rooney nummar og og Berbatov nummar trý. So tosa ikki um at Liverpool ikki kemur uppá nakad fótablad.
February 08, 2010
... : Guus Hiddink
hví koma man utd fjepparar inn á okkara heimasíðu? eg haldi tað er tí teir ætla at halda við okkara liði tá vit vera nummar 1 í pl og tá vit fara at vinna cl hvat halda tit?..:S
February 08, 2010
Fótbóltur ????????????? : MANUTD
Nú koyrur tað bara, o.s.v. o.s.v, hoyri at tit skriva. Hatta sum Liverpool hava diska upp við í seinastuni, hevur einki við fótbólt at gerða, fyri tann skuld eisini tað sum Everton diskaði upp við. Hatta er tann reini "Beinknúsarafótbóltur" so er tað sagt. At tú far 3 stig fyri at vinna ein dyst er satt, men tit eru ikki komnir upp á fótablaðið hjá Manutd hvat undirhaldandi fótbólti viðvíkur.....Liverpool skapa so at siga einki offensivt, og hetta er ein stórur trupuleiki hjá teimum.
February 08, 2010
... : YNWA!!
sodan! nú koyrur tað bara, eg havi bíða etir at rafa skuldi koma yvir seg aftur, og hvat nú? sigur aftaná sigur,hetta er tað vit kalla fótbóltur! eg var illa nokk nøgdur við dómaran! men jaja hvat so? vit vinna atlíkavæl um besti maður hesar seinastu dystirnar fær eitt reytt kort! hopi at agger fer at gera tað saman sum kyrgiakos hevur gjørt hesar seinastu dystirnar, simpulten ofra seg, helt at tað var eitt bítt keyp at fáa sær kyrgiakos men hvat nú? besti maður hesar seinastu dystirnar(; hettar dámar mær hopi at maxi kemur yvir seg so at vit hava hann sum ein ordiligan lyklaspælara!! GO RAFA! IN RAFA WE TROST!
February 07, 2010
... : eg
hevur hattar nakað við rafa at gera, um tað hevur nakað við fara at gera, so má eg siga hví spæla lfc um 4 og ikki um 1 plássið. no rafa go home.
February 07, 2010
Agger : Jón R - Mortensen
Ein kann siga at Agger kom aftur í tøkum tíma, nú Kyrgiakos er leikbannadur, allarhelst beinanvegin. Men annars er verjan um møguligt meira týdningarmikil enn álopid. Minnist einaferd tá Houllier var venjari hvussu nøgdur hann var vid at vit hildu 0-0 mótir Arsenal. Hann segdi aftaná at nú kundi hann byrja at byggja eitt lid.
Seinasta ár bleyv Liverpool nr. 2 vid flest málum, medan Utd bleyv nummar 1. vid fægst málum ímótir.
Og eg hevdi ongantíd roknad vid flottum fótbolti ígjár, sjálvdan grannauppgerd á Merseyside eru tad :)
February 07, 2010
Tað batnar.. : HJ
iSi eg eri samdur í "Flott arbeiði", men ikki í "gott spæl". Í hvussu so er ikki offensivt. Støðan hjá okkum batnar, men hon batnar í verjupartinum. Øll hesi síðstu stigini vit kunnu gleðast um eru komin tí vit klára at halda tætt har afturi. Tað er tað sum hevur kiksa totalt í alt heyst. Heldur man nulli, er eitt kloddamál nokk.

Tað enn nógv at heinta til vit síggja L'pool spæla gott flótandi álopsspæl og tað sakni eg. Vit klára ikki at skapa nokk av opnum kjansum.
February 07, 2010
Hey vinurin, Búsitandi í Liverpool : Rói Joensen
Eg veit ikki heilt, hvat hendir, tá ið viðmerkingarnar enda hjá einum "editor". Eg havi sjálvur verið út fyri tí sama, og mist eina langa viðmerking. Eg fann hana ongastaðni aftur, hósast eg eri okkurt slag av "editor".

Annars fínur sigur í gjár. Men framvegis langur vegur eftir at bjarga hesum sera skuffandi kappingarárinum so nøkulunda. Fjórða plássið hava vit fingið lovað frá Rafa, og tað er eisini allar minsta kravið.

YNWA
February 07, 2010
YNWA. : Liverpooláskoðarin
Eg hugdi eftur einum góðum dysti Liverpool - Everton 1-0 hattar er tað mann ikki hevur sæð í alt kappingarári, nei haldi ikki at tað er so undarligt at mann oftani hevur veri skuffaður, flott mál av Kuyt.YNWA.
February 07, 2010
!!! : Jenis
Vit kunnu sagtans klára 3 pláss. Eg vænti at Arsenal tapur ímótir Chelsea í dag.
tað er bara 5 stig á muni men so mugu vit vinna á Arsenal !!!!
February 07, 2010
Fyrst : iSi
Ja, enn ein sigur. Flott arbeiði, gott spæl. 4. plássi tykist meira og meira sannlíkt. Spennandi at lesa hvat allir Rafa hatarirnir nú hava at siga. In Rafa I Trust .... åja, eg var fyrst :o)
February 07, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo