Forsíða arrow Tíðindi arrow Við neyð og deyð
Við neyð og deyð PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Thursday, 18 February 2010 (517 hits)
Image(EL) Liverpool-Unirea Urzicen 1-0 (0-0)

Liverpool kláraði akkurát at vinna á “underdogs” Unirea úr Rumenia. Rafa valda at spæla við sterkasta liði, hóast tey flestu høvdu vænta eina blanding millum ungar og royndar leikarar. Liverpool hevði bóltin alla tíðina, men kom bert heilt fáar møguleikar. Dysturin skríggjaði dysturin eftir kreativiteti, sum sýnist  ikki eksisterandi hetta kappingarárið.

N’Gog bjargaði okkum undan ringastu skommini,  tá ið hann skoraði einasta málið tíggju minuttir fyri tíð.

Gerið viðmerkingar inni í greinini





Málið kom, tá ið innskifti Babel legði inn til somuleiðis innskifta Pacheco, sum sera ósjálvsøkið skallaði bóltin fyri føturnar á N'Gog, sum lættliga skoraði. Eitt sera gott álop, í einum annars  sera vánaligum dysti.

-------------

Tríggjar dagar undan einum av mest týðandi dystunum hetta kappingarárið móti Manchester City á útivølli sunnudagin, valdi Rafa at spæla við so at siga sterkasta liði í tí í mínari verð lítið virdu Europa League móti tí púra ókenda liðnum Unirea Urzicen. Eg vænti ikki at nakar annar venjari hjá einum liði, sum vil verða í toppinum  av Premier League, hevði funnið upp á tað sama. Teir høvdu garanterað spart krútið til tað nógv meira týðandi kappingina. Men soleiðis er Rafa bara ikki, og teir ungu fáa so at siga ongantíð ein veruligan møguleika, tíverri.

Einki um sjálvan dystin í kvøld. Bara ein lítil staðfesting av at Aquilani, sum eg og fleiri høvdu væntað okkum so nógv av,  er á veg at gerast eitt tað størsta floppið í Liverpool nakrantíð. Rafa kundi funnið tíggjutals kreativar miðvallarar, sum eru betri ein Aquilani, og vit kunnu  nú bara angra okkum yvir, at Rafa ikki fekk fatur á Barry, hóast eg  ikki ynskti hann til felagið í summar. Men hann er so nógv betri enn tað, sum  Aquilani hevur víst higartil. Vónandi klárar hann at reisa seg, men manglandi kreativitetur hevur langt síðan oyðilagt okkum kappingarárið.

 

(EL) Liverpool-Unirea Urzicen 1-0 (0-0)

1-0 N'Gog (81)

Liverpool: Reina - Carragher, Skrtel, Agger, Aurelio, Maschrano, Aquilani, (Pacheco 75), Kuyt, Gerrard, Riera (Babel 63), N'Gog (89 Lucas)

Unirea Urzicen:  Arlauskis,  Maftei, Galamaz, Bruno, Fernandes, Brandan, Paduretu, Apostol , Frunza Parashiv, Bilasco, Onofras (Marinescu 75)

 

Hagtøl frá Sky Sports:

Liverpool    Team Statistics    Unirea Urziceni
1    Goals    0
0    1st Half Goals    0
5    Shots on Target    0
9    Shots off Target    4
10    Blocked Shots    1
14    Corners    1
16    Fouls    8
1    Offsides    0
1    Yellow Cards    2
0    Red Cards    0
83.1    Passing Success    65.2
17    Tackles    26
76.5    Tackles Success    88.5
67.4    Possession    32.6
62.6    Territorial Advantage    37.4

Viðmerkingar (26)add
Les : Jens Pauli Joensen
Jú, at vera ósamdur og kritiskur er fyritreytin fyri kjaki.
Skilji barasta ikki, hví huldufólk ikki vilja seta sítt navn undir. Havi ikki enn sæð ella hoyrt nakra góða grundgeving fyri ikki at seta egið navn undir. At man velur ikki at seta navn undir, er ikki nøkur grundgeving í sær sjálvum.

Tað er ein skitin óvani, at man kritiserar meiningar hjá navngivnum fólkum, tá man fjalir seg handan huldunøvn. Tað fer tað altíð at vera.
February 23, 2010
Jens Pauli Joensen : Les Ferdinand
Kann man ikki vera kritiskur yvir fyri viðmerkingum hjá hvørjum øðrum? Havi eg ikki lov til at vera ósamdur og kritisera viðmerkingar tí eg ikki sigi mítt navn?
Um tit, sum skrivað tykkara kristnu nøvn inni á síðuni her, vóru teir einastu sum sloppu at kjakast, so vóru tit eini 4 persónar... hevði tað verið avbjóðandi?
February 23, 2010
Huldunøvn : Jens Pauli Joensen
Trupulleikin uppstendur, tá huldufólkini fara at kritisera meiningarnar hjá navngivnum innsløgum, tað er har ójavnin uppstendur. Tá mátti verið betur, at víst seg sum ein mann og staðið inn fyri tí ein sigur. Og tað gerst best við at seta sítt rætta navn undir. Tað er faktiskt so einfalt sum tað, merkiligt ha?
February 23, 2010
samdur við Les Ferdinand : UNNAMED..
hví skal man seta sítt egna navn undir vimerkingarnar tað er akk líka mikið hvat navni er bara man kjakast um lfc og fótbólt sum heild. ikki hetta tvætli um huldunøvn og huldufólk...
February 22, 2010
Les Ferdinand : Jens Pauli Joensen
Man eigur ikki at kjakast við huldufólk, vit eru sloppin av við óvanan í bløðunum, men tað rínur ikki við hjá fólkum sum tær. Tillukku við tí!

February 22, 2010
... : Les Ferdinand
Jens Pauli Joensen sigur mær akkurát líka lítið, sum Les Ferdinand sigur tær. Hví skal eg so seta mítt navn undir? Eg trívist undir navninum Les Ferdinand og havi havt tað í áravís. Eingin grund til at skiftað, tí m.a. tú hevur ilt í reyvuni av tí :)
February 22, 2010
Les Ferdinand : Jens Pauli Joensen
Set títt navn undir, so virðir man tínar viðmerkingar, so einkult er tað!
February 22, 2010
... : Les Ferdinand
sær ikki út sum um at allar mínar viðmerkingar falla til jarðar Jens Pauli. Grundin til tað... ja hygg at viðmerkinginum her inni :) Práti fellur meir á Les Ferdinand enn dystin sjálvan (líka við).
Nú tola fólk brádliga ikki at Rói verður kritiseraður??? Hendan dystarfrágreiðingin var langt frá góð nokk. Hvat heldur tú fólk, sum ikki hava sæð dystin, fáa burturúr hesari dystarfrágreiðingini???
Annars Petur Frank... Tú sigur í fyrstu viðmerking hjá tær á hesari dystarfrásøgn, at eg eri smá sárur. Hvat í allari víðu verð ert tú so? Ja, hygg bara at næstu viðmerking hjá tær :)
February 22, 2010
alonso : zzzzzzzz
alonso var genialur i real madrid í dag!
February 21, 2010
... : why?
kann onkur siga mær hví rafa aldrin spælir gerrard fastan mitt á miðjuni meir... spælið koyrur nógv betur, og tað er super undirhaldandi offensivt. liverpool hava ofta vunnið dystur í teimun síðstu 20 minuttunum, tí rafa hevur koyrt gerrard aftur á miðjuna, og tá sær man eis stóran mun á spælinum... long síðuskift, renningar í dybdina, og alt hongur bara saman.
mangla teir ein at taka plássi á tí offensiva, har hann er nú? so kann man bara prøva pacheco har, nú rafa sigur hann tekur seg so nógv fram
February 21, 2010
Jón góði : Jens Pauli Joensen
Skilji teg væl, men les líka, hvat Les hevur at siga í viðmerking síni til Róa.
Rói ger eitt gott arbeiðið at skriva her á síðuni, so man kann ikki skriva slíkt uttan at seta sítt veruliga navn undir. Faktiskt gjørdi Les sær sjálvum eina bjarnatænastu, tí øll argumentir hansara fyri dulnevnum falla til jarðar orðsaka av egnum orðum hansara. Talk about ironi...
February 20, 2010
For svatasta fanan. : Jón R - Mortensen
Stegdi nú vid hesum tvætlinum um kristin og huldunøvn. Lat kjakid vera um Liverpool og ikki alt annad tvass.
February 20, 2010
Les Ferdinand : Jens Pauli Joensen
Huldumaðurin Les Ferdinand, ein kappi, tsk tsk...
February 20, 2010
Les Ferdinand : Robert
Go home!
Mær dámar væl meiningarnar hjá Róa. Rós til hann!
February 20, 2010
... : Petur Frank Joensen
Ok, so fekk eg staðfest at Les Ferdinand er tollutur!!! Er eri liðugur at kjakast við ein sum ikki torir at standa fram og fer eftir manninum og ikki evninum. MEN LES FERDINAND ERI ER SO Í ØLLUM FØRUM LIÐUGUR VIÐ!
YNWA restin av seriøsu kjakarunum her inni!
February 19, 2010
leikara metingar ella garaterir : ghj
hvar eru garaterirnir til hendan dystin?
February 19, 2010
Roynd : Roynd
Hetta er ein roynd
February 19, 2010
... : Les Ferdinand
Kanska fólk halda at eg var í so grovur, men eg eri púra samdur í, at Rói gera eitt sera gott arbeiði fyri heimasíðuna. Tað skalt tú heilt sikkurt hava rós fyri Rói :)
Petur Frank Joensen. Eg tími ikki aftur í hasa diskussiónina um huldunøvn. Eg haldi, at grundin til at tú skrivar nakrar lunkaðar viðmerkingar so sjálvdan inni á her, er tí tú hevur títt kristna navn :)
February 19, 2010
Samdur við ferdiand : iSi
Fyrst vil eg siga, at Rói ger eitt kempi gott arbeiði við at skriva her á síðuni. Takka verðið Rói at lív er í her. Tá tað er sagt, so eri eg samdur við ferdinand, tá hann sigur at Rói er dekan ov negativur. Góði Rói, framheva tað positiva fram um tað negativa. Sjálvt um tað serlligani hettar kappingarárið er trupult. Tað hevði vilja verið við at gjørt tað stuttligari at verið Liverpoolari. Negativitetur økir negativitietin. Positivitetur økir positivitetin. ... annars var eg fyrst at siga "Gott arbeiði Rói" :o) YNWA
February 19, 2010
... : Petur Frank Joensen
Nú haldi eg at Les Ferdinand er í so smá sárur!!!
Rói skrivar sína meining og tú skrivar tína meining, og tú torir ikki at seta títt kristna navn undir! Men brúkar navnið hjá einum ex. Tottenham og Newcastle spælara, so eg haldi´, at um tú skal grenja um onnur, so mátti tú kunna skrivað títt egna navn undir...

Annars til dystin so var hann einki at reypa av. Vit spældu mótir einum liði sum ikki hevur spælt ein kappingar dyst síðan fyrst í desember, teir spældu móti einum 2. deildar liði í seiastu viku og vunnu 0-1, flott!
Nei, okkara avrik eru sera svingandi, kappingarárið hevur verið sera skuffandi, men vónandi kunnu vit koma "orduliga" í gongd sunnudagin. Og vónandi kemur Torres skjótt aftur á liðið.

YNWA

February 19, 2010
... : Les Ferdinand
Unirea Urziceni fingu eisini 1 stig meir enn Liverpool í bólka spælinum og skoraðu 3 mál meir. Sigur kanska meir um Liverpool enn Unirea, men alíkavæl.

Annars rós til Babel og Pacheco... super!
February 19, 2010
... : Les Ferdinand
Sást tú yvirhøvur dystin Rói? Heilt ótrúligani vánaligt skrivað sum "dystarfrágreiðing". Tú ger ikki annað enn at spilla alt út. BOTN vánaligt!

Leikarnir hjá Liverpool hava havt frí í næstan 2 vikur nú. Hvat so um RAFA stillar upp við sterkastu uppstilling? Teir eru væl úthvíldir og eftir henda dystin í gjár, so eru teir í hvussu so er ikki troyttir. Dysturin varð spældur á hálvuni hjá mótstøðuliðnum allan dystin uttan 4 teir síðstu minuttinir.
Rói hevur allarhelst ikki kannað bakgrundina hjá Unirea Urzicen. Teir vóru við í Champions League í ár og vóru nær við at koma víðari - bert 1 stig aftanfyri Stuttgart. Í bólkinum hølvaðu teir Rangers av 4-1 á útibana og vunnu 1-0 á Sevilla.
Um man so tekur dystin í gjár, so var hattar nokk tann lættasti 1-0 sigurin eg havi sæð. Liverpool kempaðu ikki eingongd og vunnið væl, væl forkent! "Við neyð og deyð!"... sikke nakað at skrivað Rói!
Liverpool spældi gott til tíðir, men ikki gott nokk. Men tað er heldur ikki lætt at spæla flottan fótbólt móti einum liðið, har 10 mans eru í 16-metrinum í 90 min.
Liverpool høvdu óteljandi nógv skot, sum vórðu avrættaði út til horna.
Hattar var ein góður sigur at fáa. Eg irreterist, tá eg síggi hvussu negativur Rói er. Heilt ótrúligt!

February 19, 2010
... : .... true true
tað hevði verið stuttligt at sæð gerrard afturi á miðjuni aftur, ístaðin fyri alt hetta ókreativa, har man má kempa bóltin í mál...
annars hevði verið stuttligt at sæð onkran statistik av dystinum...
February 19, 2010
Ikki gott nokk : Búðsitandi í Liverpool
Eg eri partvís samdur við Róa. Eg var á Anfield og eg haldi IKKI at avrikið í kvøld var gott nokk. Rafa kennir sjálvandi spælararnir betri enn vit, men skilti heldur ikki hví hann spældi við sterkasta liðnum. Hví ikki brúka Kyri, nú tá hann er leikbannaður í PL. Kanska fyri at "spæla" verjuna saman, tí hon kom sum so ikki undir trýst. Men Agger hevur verið illa plágaður av skaðum í ár, so eg hevði ikki tora at satsa hann. Eg hevði eisini valt at brúka Lucas saman við Aquilani og spart Mascherano. Men hinvegin havi eg enn stórt álit á Rafa og eg vóni at hann hevur eina plan við øllum "galskapinum"!

Babel vísti í dag hví Liverpool brúkti so nógvar pengar uppá hann. Hann gac øllum Anfield eitt lyft. Hann koppaði dystinum til fyrimuns fyri okkum. Ikki tí alt eydnast hjá honum, men tí hvør maður á Anfield veit at hann kann! Hevði eg sama fysikkin sum hann, var eg seldur til Real Madrid í staðin fyri Ronaldo og Føroyar vóru seedaðar í 1. bólki í HM endaspælinum! Hann hevur alt - alt uttan fótbólt inteligens(Og nú stavaði eg tað sikkurt skeivt!hehe).

Riera og Aurelio vóru óvanliga óstøðugur. Riera blakaði næstan alt vekk. Annars kundi eg gott hugsa mær, at tá Aquilani og Gerrard eru á vøllinum í senn, so kundu teir gott skift um pláss um spælið ikki gongur so væl. Teir hava hvør sínar kvalitetir. Tá Gerrard fellur aftur á miðvøllin, fær spælið eina heilt aðra dimentión.

Eitt lunkað avrik, men vit vunnu so. Tað er dysturin sunnudagin, ið telur! Tað er money vs history! Um hetta var ein hollywood filmur, so vann history... :)
February 18, 2010
1-0 er 1-0 : istanbul-man
Vælsignaður Rói, ein sigur er ein sigur. Hesin sigurin var nógv nærri 2-0 enn 0-0. Unirea spældi totalt defensivan fótbólt við 11 monnum aftanfyri bóltin alla tíð.

Haldi Liverpool byrjaði dystin fantastiskt, - við góðum tempo á bóltflytingini, í vón um at fáa eitt skjótt mál. Vóru sera nær við longu aftan á 30 sekund við fantastiskum gjøgnumspæli.

Síðan tók Liverpool tann meira tolna kappan uppá. Gott at síggja okkara menn spæla bóltin niðri á vøllinum við ávísum trýsti ímóti málinum. Alt ov nógvir dystir eru gúppaðir burtur seinasta heysti, so vit eru á rættari leið. Við tolna spælinum fingu vit at enda neyðuga avgreiðslusigurin í hús.

Frálíkt taktiskt upplegg frá Rafa, - byrja við sterkastu manning, og síðan lata ungar kreftir sum Dani Pacheco sleppa framat. Yngsti spælari legði upp til málið, sum næstyngsti skoraði. Fantastiskt fyri sjálvsálitið hjá ungu monnunum.
February 18, 2010
... : ghj
tað var gott at Ngog endiliga skoraði aftur... annars bleiv eg fyrst
February 18, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo