Skrivaš hevur Rói Joensen, Sunday, 21 February 2010 (447 hits)
(PL) Manchester City - Liverpool 0-0 (0-0)
Útidysturin móti Manchester City í dag fer ikki í søgubøkurnar fyri gott fótbóltsspæl og undirhaldsvirði. Bæði liðini løgdu størri dent á verjupartin, og Liverpool hevði ein einasta líkinda málmøguleika allan dystin, meðan City var eitt sindur naskari í einum ella tveimum førum. Nulloysnin var so avgjørt rættvís Ger viðmerkingar inni í greinini
Ná, eg ræðist ikki huldufólk, so eg hætti mær undir at skriva enn eina dystarfrásøgn :-) Og eg fari ikki at royna at vera positivur bara fyri at vera tað. Tað lati eg Kaj Leo um. Eg skrivi um dystin og støðuna í Liverpool akkurát, sum eg síggi tað heila. Tað besta við dystinum móti City í dag tað mundi vera úrslitið, sjálvt um tað hevði verið so nógv betri við øllum trimum stigunum. Tað var eisini sera gott at síggja Torres fáa nakrar minuttir á vøllinum, tí honum hevur verið stórur saknur í. Hann gjørdi ikki tað stóra um seg, men bara tað, at hann gjøgnumførdi eitt korter, var super. Annars var ikki nógv positivt at skriva um frá hasum dystinum. Vánaligt fótbóltsspæl frá báðum liðum, og sjálvt norska legendan Egil "Drillo"Olsen hevði verið sera stoltur av ultraverjukendu spæliætlanunum hjá Rafa og Mancini. Tað var heilt týðiligt frá byrjan og til endan, at báðir venjararnir vóru nøgdir við ein javnleik. Rafa helst tí hetta var ein trupul útivallardystur og óttanum fyri at tapa, og Mancini helst tí at City hevði betri ráð at spæla ein javnleik. Spæliætlanin hjá báðum liðum sá út til at ganga út upp á at syrgja fyri, at hitt liðið ikki fekk spælið at hanga saman. Tað má eisini sigast, at tað eydnaðist til fulnar hjá báðum pørtum. Fyri at siga tað, sum tað er, so var hesin dysturin, tá ið kemur til fótbóltsspæl, ein tann mest óáhugaverdi í longri tíð. Ikki ein einasti ordiligur møguleiki var í øllum dystinum, sum kortini alla tíðina var sera spennandi. Skrtel kundi havt skorað beint fyri hálvleik, tá ið hann púra leysur slapp at skalla eftir eitt hornaspark, men bólturin fór við síðuna av. Hetta var so nógv tann størsti møguleikin hjá okkum. Hjá City hevði Adebayor eina góða roynd við einum langskoti nakað inn í seinna hálvleik, og seinni í dystinum var hann um at sleppa leysur av Skrtel, sum takklaði í seinastu løtu. Og Adebayor slapp eins og Skrtel eisini at skalla púra leysur framman fyri málið, men bólturin fór tíbetri beint upp um. Hetta var sostatt ein dystur, har tær verjukendu dygdirnar niðurbrutu tær álopskendu. Stundum var dysturin eisini eitt "studium" í skeivum sendingum, har leikarar sjálvt ikki kláraðu at raka hvønn annan úr fáa metra fjarstøðu. Men tað vóru ikki bara leikararnir, sum ikki funnu rútmuna á vøllinum. Dómarin Peter Walton, hevði so avgjørt ikki ein av sínum bestu døgum, og tað tyktist meira ella minni tilvildarligt, hvat hann dømdi. Gulu kortini fuku úr lummanum bara ein Liverpool leikari takklaði eitt ljósabláan, meðan City slapp at takkla sum teimum lysti. Móti endanum av dystinum gjørdi dómarin fleiri stórar feilir. Mascherano skuldi fingið sítt næsta gula fyri eina ljóta takkling (næstan beinleiðis reytt), og tá skal sigast at hansara fyrra gula var ógvuliga ivasamt. Einki skuldi verið dømt, tá ið Torres og Lescott fóru í ein nærdyst øksl móti øksl. Torres vann nærdystin, og kundi havt sett kós móti málinum. Men dómarin valdi at døma fríspark móti Torres og geva honum gult kort, fyri kropstakklingina. Láturligt! Og sum rosinan í pylsuendanum, skuldi Benayoun fingið brotsspark, tá ið ein City-leikari sparkaði hann í beini inni í brotsteiginum. Men Benayoun lat seg ikki detta, men helt áfram og legði bóltin innfyri. Flott av Benayoun, men vánaligt av dómaranum. Slíkt eggjar leikarum til at lata seg detta. Ná, men úrslitið var ikki nøkur katastrofa, og vit er enn við í stríðnum um fjórða plássið. Tottenham og Aston Villa vunnu bæði í dag, og stríðið um fjórða plássið sær nú soleiðis út: 4. Tottenham 27 46 5. Man City 26 46 6. Liverpool 27 45 7.Aston Villa 26 43 Næsti dystur í Premier League verður móti Blackburn heima á Anfield komandi sunnudag. Eftir eru tað Wigan úti og Portsmouth heima tvey mánakvøld á rað. Hesir tríggir dystir skulu helst geva í minsta lagið sjey stig og helst níggju. (PL) Manchester City - Liverpool 0-0 (0-0) Dystartøl og leikaramet frá The Times: Manchester City (4-2-3-1): S Given 6 P Zabaleta 5 V Kompany 5 J Lescott 5 W Bridge 5 N de Jong 6 G Barry 5 S Wright-Phillips 5 S Ireland 5 A Johnson 6 E Adebayor 5. Substitutes: C Bellamy 5 (for Wright-Phillips, 68min), A Ibrahim (for Ireland, 76). Not used: S Taylor, M Richards, R Santa Cruz, Sylvinho, K Touré. Next: Chelsea (a). Liverpool (4-2-3-1): J M Reina 6 J Carragher 6 M Skrtel 5 D Agger 5 E Insúa 5 Lucas Leiva 5 J Mascherano 5 R Babel 5 S Gerrard 6 M Rodríguez 4 D Kuyt 5. Substitutes: Y Benayoun 5 (for Rodríguez, 64min), F Torres (for Babel, 76), A Aquilani (for Kuyt, 87). Not used: D Cavalieri, A Riera, F Aurélio, M Kelly. Next: Blackburn Rovers (h). Referee: P Walton. Attendance: 47,203. Hagtøl frá Sky Sports: Manchester City Team Statistics Liverpool 0 Goals 0 0 1st Half Goals 0 1 Shots on Target 1 3 Shots off Target 2 1 Blocked Shots 4 8 Corners 6 9 Fouls 15 3 Offsides 2 1 Yellow Cards 6 0 Red Cards 0 78.2 Passing Success 80.7 19 Tackles 26 78.9 Tackles Success 84.6 43.6 Possession 56.4 46 Territorial Advantage 54 Leikaramet: Reina 6 (Tryggur í luftspælinum) Carragher 6 (Gjørdi sína skyldu) Skrtel 7 (Dagsins maður. Gjørdi alt rætt í verjupartinum. Kundi havt skorað) Agger 5 (Fleiri ferðir ótryggur við bóltinum) Insua 6 (Verjur væl) Leiva 5 (Eina rúgvu av skeivum sendingum) Mascherano 6 (Stríðist sum ein úlvur. Skuldi fingið reytt kort) Babel 5 (Hví slapp hann ikki at spæla áloypari aftur?) Gerrard 6 (Roynir at dríva liðið í álopsspælinum, men fær sera lítlan stuðul) Rodríguez 4 (Tað er ikki lætt at fella til í Onglandi) Kuyt 5 (Skal ikki spæla áloypari) Benayoun 5 (Átti eitt brotsspark) Torres (Gott at síggja hann aftur) Aquilani (Dýri prinsurin endaði sum bonkspælari)
Viðmerkingar () |
|
|
|
|
|