Skrivað hevur Rói Joensen, Thursday, 25 February 2010 (384 hits)
(EL) Unirea Urzicen - Liverpool 1-3 (1-2) Samanlagt 1-4 Liverpool vann 3-1 á Unirea, og tað var meira enn nokk at koma víðari í Europa League. Unirea kom fram um, men eitt sjáldsamt mál frá Mascherano, eitt frá Babel og eitt frá Gerrard bjargaðu kvøldinum. Skrtel breyt helst tánna, eftir eina harða takkling.
Liverpool vann rímiliga lættliga 3-1 á Unirea í kvøld. Vit fingu tó ein lítlan hvøkk, tá ið Fernandes í 19 minutti skallaði Unirea fram um. Zonuverjan kikksaði enn einaferð fullkomiliga eftir hornaspark. Tað gingu tó bara ellivu minuttir, so skoraði Liverpool tað sera týðandi útivallarmáli, og tað var eingin minni enn Mascherano, sum sendi eitt dundur langskot í málið, eftir at Unirea ikki fekk sparkað bóltin av vandaleið. Stutt fyri hálvleik varð dysturin punkteraður, tá ið Babel skoraði úr stuttari frástøðu, eftir ein bóltur varð sendur innfyri úr høgru síðu. Tá ið 12 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, staðfesti Steven Gerrard víðari luttøku í Europa League, tá ið hann sendi bóltin millum beinini á einum verjuleikara og málverjanum eftir sera gott forarbeiði av Benayoun. Alt í alt ein góður sigur uttan, at okkara máttu kýta seg ov nógv. Tað var tó ringt at fáa eyga á nakrar serligar leikligar glottar, og tað bilaði aftur í kvøld stórliga við teimum skapandi evnunum. Í hinum endanum hevði miðverjan ikki ein av sínum bestu døgum, og móti einum betri liði, hevði tað helst kostað. Tað ringasta í kvøld var, at Skrtel helst breyt ein tá, eftir eina harða takkling í seinna hálvleiki. Skaðin er kortini ikki endaliga staðfestur. Ná, men vit eru víðari, og vit sluppu eisini frá 2 ferðir 15 minuttumongdari leiktíð, sum hevði verið tað versta, sum kundi hent. Nú ræður um at seta Blackburn upp á pláss heima á Anfield sunnudagin kl. 15.00. Dystartøl frá liverpool.no (EL) Unirea Urzicen - Liverpool 1-3 (1-2) (Samanlagt 1-4) 1-0 Fernandes (19) 1-1 Mascherano (30) 1-2 Babel (41) 1-3 Gerrard (57) Unirea Urzicen: Arlauskis Maftei Galamaz (Mehmedovic 27) Fernandes Bordeanu Paduretu Apostol Frunza Parashiv (Vilana 56) Bilasco Onofras (Semedo 61) Gult kort: Onofras (28) Fernandes (32) Arlauskis (54) Liverpool: Reina Carragher (Kelly 61) Skrtel (Kyrgiakos 63) Agger Insua Mascherano Lucas Benayoun (Aurelio 77) Gerrard Babel N'Gog Gult kort: Babel (20) Mascherano (62)
Viðmerkingar () |
|
|
|
|
|