Skrivað hevur Rói Joensen, Sunday, 28 February 2010 (593 hits)
(PL) Liverpool - Blackburn 2-1 (2-1)
Liverpool gjørdi við 2-1 sigrinum á Blackburn sítt til at hanga í stríðnum um fjórða plássið. Sigurin var kortini alt annað enn sannførandi, og Blackburn hevði fleiri naskar royndir at javna. Gerrard legði okkum fram um í 20 minutti. Andrews javnaði við brotssparki, áðrenn Torres skoraði sigursmálið beint fyri hálvleik. Gerið viðmerkingar inni í greinini.
Hetta verður ikki ein fullkomin dystarfrásøgn. Eg sá nevniliga bara seinasta hálva tíman í dag, men havi seinni í kvøld sæð stóran part av fyrra hálvleiki og hæddarpunktini á "Match of the Day" á BBC2. Tað skuldi verði nokk til at gera sær eina rímiliga mynd av dystinum. Sigurin var sjálvandi tað mest týðandi í dag, og so eisini at hava Torres aftur. Tað var eisini sera gott at síggja Gerrard spæla mitt á miðjuni, sum hevur verið steindeyð fyri kreativitet alt kappingarárið. Tað var eisini eitt sindur meira ferð í álopsspælinum í dag, hóast tað als ikki var nóg gott. Blackburn byrjaði annars dystin betri, og kundi saktans verið komið fram um. Men vit hildu tørn, og tá ið 20 minuttir vóru spældir, setti Gerrard ferð á miðjuni, spældi út í vinstru til Benayoun, sum rak inn í vøllin og spældi aftur til Gerrard, sum við saft og kraft og eitt sindur av hepni rak seg gjøgnum verjuna hjá Blackburn, og skoraði úr spískum vinkli. Tað er sanniliga langt síðan, vit hava sæð nakað líknandi frá okkara miðvølli. Eftir málið kom Liverpool betri við í spælið, men stutt fyri hálvleik var Carragher óheppin at fáa hondina á bóltin í brotsteiginum, og so javnaði Andrews fyri Blackburn. Tíbetri svaraði Liverpool skjótt aftur. Møguleikin sá út til at vera farin hjá Torres, men bólturin endaði hjá Maxi, sum spældi beint í føturnar á Torres, og so var sjálvandi mál. Sera vánaligt verjuspæl frá Blackburn, og sera gott at hava Torres aftur. Seinni hálvleikur var ikki nógv at skriva heim um frá okkara síðu. Blackburn var minst líka væl við sum Liverpool, og eg sat við kensluni av, at hetta fór at verða galin endi. At tað ikki varð so, kunnu vit takka Reina fyri. Tríggjar minuttir inn í yvirtíðina mátta hann brúka eina bjarging í heimsflokki fyri at forða skallaranum hjá Samba at sníkja seg inni við stongini. Alt í alt var sigurin nokk í lagi, og vit eru enn við í stríðnum um fjórða plássið. Støðan er í løtuni hendan: 4. Tottenham 28 49 5. Man City 27 49 6. Liverpool 28 48 7.Aston Villa 26 43 Dystartøl og leikaramet frá The Times: (PL) Liverpool - Blackburn 2-1 (2-1) 1-0 Gerrard (20) 1-1 Andrews (40) 2-1 Torres (44) Liverpool (4-4-1-1): J M Reina 7 J Mascherano6 J Carragher6 D Agger6 F Aurélio5 M Rodríguez6 Lucas Leiva 6 S Gerrard7 Y Benayoun6 D Kuyt7 F Torres6 Substitute: E Insúa 6 (for Aurélio, 39), R Babel (for Benayoun, 81), D Ngog (for Torres, 90). Not used: D Cavalieri, A Aquilani, M Kelly, D Ayala. Next: Wigan Athletic (a). Blackburn Rovers (4-2-3-1): P Robinson 5 M Salgado 5 C Samba6 G Givet6 M Olsson 5 S N'Zonzi 5 K Andrews6 E-H Diouf 6 M G Pedersen6 D Hoilett6 N Kalinic 6 Substitutes: P Chimbonda 5 (for Olsson 51), V Grella 6 (for N'Zonzi, 60), J Roberts 6 (for Hoilett, 64) Not used: J Brown, B Emerton, D Dunn, F Di Santo. Next: Tottenham Hotspur (a). Referee: A Wiley. Attendance: 42,795. Hagtøl frá Sky Sports: Liverpool Team Statistics Blackburn Rovers 2 Goals 1 2 1st Half Goals 1 3 Shots on Target 8 7 Shots off Target 6 3 Blocked Shots 0 4 Corners 5 11 Fouls 25 2 Offsides 1 1 Yellow Cards 5 0 Red Cards 0 66.9 Passing Success 62.4 21 Tackles 16 71.4 Tackles Success 68.8 54.7 Possession 45.3 53.4 Territorial Advantage 46.6 Eingi leikaramet hesaferð, tí eg sá ikki allan dystin. Leikarametini hjá The Times eru at síggja í dystartøluni frá dystinum.
Viðmerkingar () |
|
|
|
|
|