Forsíða arrow Tíðindi arrow Fjórða plássið fánar burtur
Fjórða plássið fánar burtur PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Monday, 08 March 2010 (702 hits)
rodallega_goal_585_694573a(PL) Liverpool - Wigan 0-1 (0-1)

Liverpool tapti 1-0 fyri Wigan. Málið varð skorað 10 minuttir fyri steðgin, eftir at Kuyt gjørdi eitt rimmar mistak. Úrslitið má eisini sigast at vera í lagi, tí Liverpool spældi sera vánaligt, og tað gekst sera illa at fáa nakað samanhangandi spæl. Fjórða plássið tykist í løtuni tíverri sera langt burtur.

Gerið viðmerkingar inni í greinini

 

Ja, hvat skal eg skriva eftir eitt slíkt makkverk. Hugurin er bestur til einki at skriva, men nøkur orð verða tað kortini til.

 

Í stuttum kann sigast at einki riggaði hjá Liverpool í kvøld. Tað gekst sera illa at hjá okkara leikarum at spæla bóltin til ein viðleikara, og størstu syndararnir mundu vera Kuyt, Lucas og Gerrard.

 

Tað sá heilt einfalt út til, at okkara leikarar als ikki trúðu uppá seg sjálvar, tá ið teir komu á vøllin. Tað er heilt týðiligt, at tað er okkurt grúiliga galið á okkara liðið. Leikararnir hjá okkum eiga at kunna spæla nógv betri enn hatta, tað sóu vit jú seinasta kappingarár. Eg havi sagt tað fyrr, at tað sær út, sum um Rafa hevur mist takið, tí tað er alt ov ofta, at leikararnir als ikki geva seg alt teir eiga, og tá endar tað sum oftast við ósigri.

 

Í kvøld var tað nærum syndarligt at síggja okkara liðskipara, Steven Gerrard, sum faktiskt ikki tímdi at spæla. Nógv bendir á, at hansara tankar eru onkra heilt aðra staðni, og kanska er ikki einki um leysasøgurnar, sum seta hann í samband við Inter. Ella kanska umhugsar hann at gera tað sama sum undir Houllier og fara saman við øðrum lyklaleikarum at tosa við leiðsluna um at skifta venjara fyri at venda gongdini. Tað er eisini eftir mínari meting, tað besta, sum kann henda fyri Liverpool nú. Um tað so nyttar at tosa við hasar amerikanararnar, tað er so ein heilt onnur søga. Eg veit ikki, men Gerrard spældi í kvøld tað ringasta, sum eg minnist meg hava sæð hann spæla.

 

Aftur til sjálvan dystin, so kom Wigan fram um, eftir eina av teimum mongu skeivu sendingunum. Kuyt var syndarin, sum heilt afturi við egnan brotsteig heilt úti við síðulinjuna  spældi beint í beinini á einum Wigan leikara, og so var bólturin lagdur inn í høvdi á Rodallega, sum skallaði í málið.

 

Sjálvandi skifti Rafa ikki út í hálvleikinum. Tað hevur hann ikki gjørt síðan Istanbul (haldi eg). Men gongdin helt áfram, og tað stóð so illa til, at Rafa valdi at skifta sín yndisleikara, Lucas av vøllinum longu í 55. minutti.

 

Glen Johnson kom á vøllin fyri fyrstu ferð eftir skaðan, men hann gjørdi ikki tær stóru skreytirnar, og mitt á miðjuni var sama skili, tí Gerrard misti framvegis nærum hvønn einasta bólt.

 

Tað var ikki fyrr enn Aquilani koma á vøllin í 69. minutti, at tað koma so hampiligt skil á spælið. Fyri fyrstu ferð síðan sín fyrsta dyst fyri Liverpool í Carling Cup móti Arsenal einaferð í november sóu vit, hvat Aquilani dugir, og hesar 21 minuttirnar hann var á vøllinum, eydnaðist Liverpool at leggja eitt ávíst trýst á Wigan. Men veruligur vandi var ongantíð á ferð frammanfyri málið hjá Kirkland. Og so  hildu Kuyt og Gerrard fram at missa bóltarnar til Wigan-leikarar, so har var bara einki at gera.

 

Gjøgnum dystin hevði Liverpool nakrar møguleikar, sum allir fulla til Torres, men hetta var ein av sjáldsomu dystunum, har El Nino ikki rakti málið.

 

Wigan hevði eisini fleiri góðar royndir, men tað eydnaðist altíð onkursvegna at halda bóltin uttan fyri strikuna.,

 

Nei, í kvøld var ikki nógv positivt at skriva um. Sum onkur hevur longu hevur skrivað í viðmerkingunum, so spældi Liverpool sum eitt hol í jørðini, og tey sum siga nakað annað, hava ikki skil fyri fótbólti. Eg kann bara vera samdur.

 

Shots on Target - 0, sigur væl tað heila?

 

Einasta lítla ljóspunktið var Aquilani, men hann verður helst settur á beinkin aftur, tí Rafa heldur tað er meira týðandi at verja seg til 4. plássið við Lucas á odda. Tað hevur jú eydnast so sera væl higartil !!!??? L

 

Og líka ein viðmerking til tykkum huldumenn, sum halda at einki er galið við venjaranum, og at bara leikararnir hava ábyrgdina av elendiga kappingarárinum. So er als eingin grund at hava venjara, um hann ikki hevur medábyrgd. Rafa hevur bygt hetta liðið upp í fimm ár fyri nógvar pengar, og eigur allar leikararnar uttan Gerrard og Carragher. Sjálvandi hevur Rafa høvuðsábyrgdina fyri úrslitunum, eins og hann átti høvuðsábyrgdina av góða kappingarárinum 08/09, og tá ið vit vendu dystinum í Istanbul fyri skjótt nógvum árum síðan. Venjarin er alfa og omega í einum og hvørjum fótbóltsfelagi.

 

Tann lítla vónin, sum var um fjórða plássið tykist nú alvorliga langt burtur. Liverpool skal tað, ið eftir er av kappingarárinum, missa 7 stig færri enn City, 6 stig færri enn Villa og 4 stig færri enn Spurs. At allar hesar tríggjar treytirnar ganga út, er sera ringt at ímynda sær, tíverri.

 

Støðan er hendan í løtuni:

4. Tottenham     28           49p

5. Man City         27           49p

6. Liverpool        29           48p

7.Aston Villa       26           45p 

 

 

Dystartøl:

 

(PL) Liverpool - Wigan 0-1 (0-1)

 

0-1 Rodallega (35)

Wigan: Kirkland - Boyce, Caldwell, Bramble, Figueroa, Diame (83.Thomas), McCarthy, N'Zogbia, Scharner, Rodallega (87. Scotland), Moreno (67.Moses)

Gult kort: Bramble (40)

Liverpool: Reina - Mascherano, Carragher, Kyrgiakos, Insua - Rodriguez, Lucas (55.Johnson),Gerrard, Benayoun (69. Aquilani) - Kuyt (83.Babel) - Torres

Gult kort: Insua (22), Lucas (29), Kyrgiakos(33), Torres (79), Gerrard (82)

 

 

Hagtøl frá Sky Sports:

Wigan Athletic   -  Liverpool

1              Goals     0

1              1st Half Goals     0

4              Shots on Target                0

8              Shots off Target                8

1              Blocked Shots    5

4              Corners                7

15           Fouls     14

0              Offsides               1

1              Yellow Cards      5

0              Red Cards            0

73.1        Passing Success                78.7

35           Tackles 44

82.9        Tackles Success 88.6

37           Possession          63

57           Territorial Advantage     43

 

 

Leikaramet:

Reina 6: Fekk einki gjørt við málið

Mascherano 6: Stríddist sum vant

Carragher 6: Mundi kosta eitt mál

Kyrgiakos 6: Hevði tað trupult

Insua 4: Verjuparturin er ikki hansara sterka síða

Lucas 3: Spældi so illa, at Rafa valdi at taka sín yndisleikara út.

Gerrard 3: Ringasti dystur nakrantíð hjá Gerra. Misti hvønn einasta bólt. Man hann hugsa um Inter?

Maxi 3: Ivaðist ofta, um hann yvirhøvur var á vøllinum.

Kuyt 2: Ófatiligt, at hann ikki var tikin av vøllinum

Benayoun 5: Var ein lítil hóttan, men misti eisini ov nógvar bóltar

Torres 6: Kom til møguleikarnar, men málini manglaðu

Aquilani 7: Ein hálvur tími var nokk til at gerast besti maður hjá Liverpool.

Johnson 4: Týðiliga ikki í dystarvenjing

Babel 5: Setti eitt sindur av lívið í vinstru síðu seinastu minuttirnar

 

Viðmerkingar (68)add
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
Nei, studli fyrst og fremst Liverpool. Men studli samstundis øllum teimum sum hvønn dag royna at gera sítt besta fyri felagid, og tad roykni eg vid at bædi Rafa og leikarirnir royna, hóast allir Premier League venjarnir her í Føroyum halda seg duga, vita, kunna, betur. Eg eri eisini ein stórur mótstødumadur av at Souness var venjari, men tá hann sat vid ródrid studladi eg honum tí tad var trupult nokk sum tad var. Ikki at mín studul hevur nakad at siga í tí stóru myndini, men hattar er so mín hugsan og holdningur til at studla einum felagid. Man studlar øllum felagnum sum tad er. Men harvid er ikki sagt at tit ikki hava rætt til kritik. Hevdi bara ofta vilja ynskt at sakligir kommentarir fylgja vid :)
Men vit eru so einigir í einum, Jens Pauli. Eingin yvir og eingin vid sídurnar av Liverpool :)
March 13, 2010
Jón gauli : Jens Pauli Joensen
Vóni ikki tú setir = millum at stuðla Rafa og so at stuðla Liverpool. Tað er hvør sítt. Liverpool var, er og fer at vera, um so Rafa ella annar venjari er.
March 12, 2010
... : Les Ferdinand
Tú ert ein skilamaður Jón R. Mortensen :)
March 12, 2010
Hvat... : Jón R - Mortensen
... er tad fyri guddómmuligur rættur sum sigur at Liverpool skal vera vid í Champions League hvørt ár? Einki lid er tryggja atgongd bert av navnidnum. Vit eru har vit eru og mugu fáa tad besta burturúr tí. AT venda felagnum ryggin í trongum tídum sigur meir um fjepparir enn teir sum rída vid á sigurbylgjuni. Trúgvi ikki tú hevdi tad so trupult at studla LFC í 2005. Tá felagid hevur tína hjálp fyri neydini vendir tú tí bakid tí nú er tad brádliga ikki "fínt" nokk??? Har er eitt ord fyri tí og tad er "ússaligt"
March 11, 2010
... : eg
jón r mortensen? tú tosar um europa league sigur tað ikki alt?
March 11, 2010
Hov : Jón R - Mortensen
Har skuldi verid ein ;) smiley aftaná fyrsta setning. Spell, eingin rætting knøttur er tøkur...
March 11, 2010
Ak ak : Jón R - Mortensen
Hvør hevur brúk fyri fíggjindum vid vinum/fjepparum sum tykkum? 1-0 úti er eingin skandala. Um Torres og Babel - sum so nógv herinni hálova - høvdu gjørt sína skyldu var eingin trupuleiki. Minnist aftur fyri 3 vikum sídan. Vit vunnu "bert" 1-0 heima mótir Unirea og nei, vit høvdu ongan møguleika. Men returdysturin vísti ørvísi. Og tad kemur eisini at henda hesuferd. Frá dystinum í kvøld var meir bit og ágrýtni, og um vit høvdu eitt vet hepni, komu eisini mál.
Vidvíkjandi Lucas so má eg taka hattin av fyri honum. Hann er ein ok spælari, men ikki gódur nokk til at lyfta lidid sum tad koyrir nú. Men um ein fullstendiga uttanveltadur hugdi eftir Liverpool seinastu vikurnar vildi hann nokk sagt at Lucas - saman vid Masch - eru einastu sum er frá Liverpool FC og hevur tad sum barndómsfelag. Lucas berjist alt tad hann kann fyri hvønn bólt. Ikki altíd er tad vakurt og ikki altíd er tad brúkbart, men hann hevur tad hjarta sum Gerrard f.eks. sær út til at hava mist onkursvegna. Kanska Gerrard skuldi fingid eina pausu og Aquilani spælt hansara pláss. Men eg havi ikki mín dagliga gang á Melwood, so eg veit ikki hvat fyriferst undir venjing. Tíverri hevur hettar árid ikki verid eftir vild og longu tídliga sást at hettar var móturbrekka alt árid. Og qua at Rafa fekk ein uttanveltadan ekspert at kannad Aqua og kom fram til at hann vildi vera klárur í august 2009, medan veruleikin bleyv ein annar, hevdi Rafa ikki nógvar streingir at spæla uppá. Lucas fekk ein uriaspost sum hann aldrin hevur grenja um - rætt sum Mascherano. Løgid at ein argentinid og ein brasiliumadur skullu vera hjartablódid í Liverpool pt.
Vit hava fyrr spælt verri og vunnid, og allarhelst burdi vit hava fingid eitt stig heim vid í kvøld. Men tad loysir seg nokk heima. Tá eru vit komun uppaftur í gear vid einum sigri heima mótir P'Mouth. Keep the faith :)
YNWA
March 11, 2010
... : eg
in rafa we trust, not liverpool, rafa er alt og ikki liverpool, that fat spanish waiter
March 11, 2010
Hrmmpffff!!!! : Sigurjón Einarsson
Hetta gongur bara super hettar her!

Fantastisk reaktión sum Rafa fekk frá sínum leikarum í dystinum móti Lille í kvøld! Uha, noy, her er gassið farið úr ballónini so tað baskar! Aftur í kvøld skuffaðu okkara menn nakað so ræðuligt. Tveir teir seinastu dystirnir hava verið so vánaligir frá okkara síðu, at tað er ræðandi at síggja. Hetta minnir alt ov nógv aftur á seinastu tíðina, tá Houllier ráddi fyri borgum. Tá Houllier byrjaði at missa stuðulin frá the Kop, so visti ein hvat tað fór at enda við. Rokni tíverri við, at Rafa nú eisini so smátt er byrjaður at missa sín stuðul frá the Kop, og tá plagar ikki at ganga rúm tíð, áðrenn venjarin og "the board have agreed on parting on mutual consent", ið bæði Souness og Houllier hava upplivað...

Noy, hetta sær ikki gott út...
March 11, 2010
... : Bert ein annar Liverpoolari
Hvussu leingu skal hetta forseta
March 11, 2010
Dysturin í kvøld. : Ian
Eg hevði vónað at dysturin í kvøld fór at mótprógva mínum pástandi, men tað gjørdi hann ikki :-(

Eg haldi, at um vit meina nakað vit at náa 4 plássið so má okkurt henda - tað okkurt er í hesum førinum at Rafa fer....

Men um tað ikki hevur nakað at siga hvar í vit enda í tabellini, so skulu vit bara koyra sum nú og vóna at næsta kappingarárið verður betur.
March 11, 2010
til agger : UNNAMED..
hattar er ein ginial uppstilling bara bíta um uppá carragher og skertel
March 11, 2010
Útskifting : Jón R - Mortensen
Øll vit suma hava spælt fótbolt vita hvussu skadiligt tad er at skifta út ov skjótt. Ein orsøk er til at ein spælari byrjar inni og ein annar byrjar á bonkinum. Tad eru fádir venjarir sum skifta út ádrenn 50-60 minuttir eru runnir. Jú, Mourinho gjørdi tad einaferd í hálvleikinum og tapti FA cup dystin mótir Newcastle tá hann hevdi brúkt allar útskiftingarnar aftaná 45 minuttir og fekk ein mann skaddan.
March 11, 2010
Rafa og prinsippir.... : Jens Pauli Joensen
Mínir góðu menn, sum kundu tonkt sær hetta og hatta við alternativum uppstillingum.
Hava tit gloymt hvør er venjari hjá Liverpool? Hasin venjarin víkir ikki frá sínum fantastisku prinsippum, um so jørðin skuldi gingi undir. Hann veit best og úrslitini prógva tað jú eisini viku út og viku inn. Eg meini so við, er nøkur orsøk at broyta nakað, tá tað gongur so gott, sum tað ger. Sjálvandi ikki. Tað er at halda fram við zonal marking, einum áleypara, 4-2-3-1, ongantíð skifta út áðrenn 60 min o.s.v.....
Benitez veit best, og eg haldi vit skulu vera errin øll somul og frøðast so sjelaglað, at vit í Liverpool hava størsta fótbóltsbegávilsi heimurin enn hevur sæð. Takk Benitez, takk.
March 11, 2010
... : Torhallur
les ferdinand:
eg haldi at babel burdi fingi kjansin sum áleypari saman vi torres. ti hann spældi sum áleypari i ajax og ik sum vongur, haldi hann burdi prøva sum aleypari. men at spæla vi einum er ið so liti i englandi. chelsea prøvaði men megnaði ta ik og united hevur prøva,
March 11, 2010
... : Les Ferdinand
4-4-2 við diamant á miðjuni hevði kanska verið vert at roynt, men so skuldu vit havt ein gjøgnumbrots sterkan vinstra bakk. Her hevði Juan Vargas hjá Fiorentina verið eitt gott boð. Persónliga haldi eg hann vera ein ómetaligan góðan spælara. Høgri bakkur hevði verið gott nokk við Johnson, men trúgvi ikki at Babel hevði verið góður nokk í longdini sum áleypari...

March 11, 2010
Fakta : Fowler
Tað nyttar onki at forsvara Rafa og taka synd í honum og hvussu liði kundi verið hvis hann hevði pengar..
Fakta er at vit spæla so illa at tað er næstan skomm,hvis tað ikki er tað.Og hvør hevur skyldina? Eigarnir nei,tað er tann marðurin sum setur liði,tann sum ikki klárar at seta mennirnar upp til ein dyst,so sum Wigan sum bara hevur skora 12 mál á heimavølli í ár,og tað er minst skorandi liði heima í Premier League í ár(higartil)...Og eisini tapa ímótur Portsmouth sum liggur aftast...
Nei her skal okkurt heilt avorligt gerast árenn vit koma aftir á rætta kós aftur...
Rafa út...Eigarnir vekk...Og eisini nakrir spælarnir út...
March 11, 2010
... : agger
havi eis hugsa um hvussu ta hevði veri at droppa at spælt vong fótbolt sum vit gera, havi eitt boð

Reina
Johnson agger carra insua

Aquilani Gerrard Mascherano

Benayoun

Torres Babel
March 11, 2010
Bla Bla : Les Ferdinand
Hattar er nakað fjas tú kemur við. Man kann ikki samanbera GÍ vann FM við at Liverpool vann CL. Houllier hevði aldrin vunnið CL við hasum miðal góða liðnum, sum spældi tá. Tað var tað geniala taktiska forstáilsi hjá RAFA, sum vann CL.
Um Benitez hevur brotið liðið niður síðan 2004, hvussu ber tað so til at Liverpool ONGANTÌÐ hevur fingið líka nógv stig í PL sum í fjør?

Ian, kunnu vit ikki blíva samdir í, at um Benitez slapp at keypa sum hann vildi, sum Ferguson, Anchelotti og Mancini, ella hevði havt líka nógvar pengar sum Redknapp, Wenger og O'Neill, so hevði liðið hjá Liverpool verið nógv betri, og harvið havt eitt betri ár?

agger, nei, Rafa og allir Liverpool-leikarnir VILJA tapa dystir! Tú hevur púra rætt... :s
March 11, 2010
http://www.thisisanfield.com/2010/03/11/is-rafa-digging-his-own-grave/ : Fowler
Hettar er nokso gott skriva...
March 11, 2010
... : agger
hvørgin av spælaranum ella venjarin visa vilja til at vinna ein dyst, og ta størsta grenji er maðurin sum øll siggja upp til Stevie G.
Rafa visir ein gongd ik gleði ta menn spæla goðan fotbolt, eg veit at ta hevur nogv at siga at venjarin visir eitt sindur, hyggi eftir Inter, aston villa, man utd arsenal chelsea har eru venjarir sum gleðast yvir goðan fotbolt og ta avirkar eis spælarnir positivt.
sjalvur haldi eg at benitez ma leggja fra sær hann kann bara ik forseta uppa sama mata. nu hevur hann skjott ongar umskylningar eftir so guð viti hvat fer at henda so.
hugsaði eis um eitt, hann er ak lika sum jogvan martin, tapir hann ein dyst jamen so voru teir knasandi goðir i 20 min i seinna halvleiki døøøøøøøh
March 11, 2010
Til Rafa fjeppararnar. : Ian
Hey tit

Eftir øllum at døma so er tað ikki feilurin hjá Rafa at tað gongur so illa sum tað ger.
So er tað antin:
1) Eigararnir Hicks og Gilette
2) Spælarnir
Hvør av hasum halda tit fer fyrst?

Tað er venjarin sum keypur og setur liði. Og tá ið liði ikki vísur nakað, so er tað venjarin sum hevur ábyrgdina av tí.
Tað er neyðigt at Rafa fer nú, tí spælarnir hava ikki álitð á honum meiri.

Hetta er so mín meining - teir kunnu passandi mótprógva hetta í kvøld.
March 11, 2010
Hetta er sum at síggja : bla bla
Tá gí varð meistari í 90unum undir leiðslu av Jóhan Nielsen. Í 3 ár bugdi Jóhan eitt gott lið upp og varð meistari øll árini. Tað 4 tók Páll G yvir og niðurbreyt tað sum Jóhan hevði bygt upp, men bleiv meistari tað fyrsta árið, orsaka av at liði var for gott.
Hetta er tað sama. Benitez kláraði ikki at bróta niður so skjótt, at við restum frá Houlier kláraði hann at vinna CL, og síðani niðurbrotið alt. Spurningurin er so um hann er komin á botn ? Rokni við at hetta bara blívur verri.
Gev manninum ikki meir tí at niðurbróta, farligt fyri eitt so gott lið sum Liverpool.

YNWA
March 11, 2010
... : Sinama
Rafa skal ongan veg. Hann er fantastiskur, tað gongur bara ikki okkara veg í ár.
Hopi at Aquilani fær møguleikan í kvøld eins og Babel.
Við einum lítið sindur av hepni, hevði okkara kappingarár sæd heilt øðrvísi út.

Tit sum grenja inni á síðuni eru akkurát líka sum áskoðarnir hjá Real Madrid.

Tó vil eg finnast at einum: Kuyt er nógv verri enn man heldur!!

In Rafa I Trust
March 11, 2010
Á Lessurin Lessurin : Jens Pauli Joensen
Gott at tú finnur okkurt positivt fram um okkara elskada venjara, fyrr var fanans. Men vekk skal hann, ádrenn hann søkkir LFC heilt og aldeilis.
March 11, 2010
... : torhallur
lf
úrsltiti kemur fram nu, ta er nu vit fara at detta niður eftir
March 11, 2010
Tórhallur : Les Ferdinand
Ja Arsenal hava eitt gott lið. Tað er eingin annar sum Wenger, sum kann fiska talentir fram! Hann er ótrúligur. Men hvør annar kann tað, sum hann kann?
Og hvat roynir tú at fáa burturúr at samanlíkna RAFA og Wenger? At Rafa er endaður frammanfyri Wenger í PL 3 ferðir í teimum 4 síðstu árinum???? Og at Rafa hevur klára seg munandi betur í CL??? ha??
March 11, 2010
Jens Pauli Joensen : Les Ferdinand
Trúði ikki at við anti-fótbólti fekk man mest stigartal og skoraði mest mál í einum kappingarárið nakrantíð í felagsins søgu....
March 11, 2010
... : torhallur
til les ferdinand:
sjalvandi skilji eg tað væl men hygg eftir hvørjar spælarar hann keypir fyri pengarnar. N'gog ( kann ik brukast nakrastaðni) Lucas ( havi ik sæð sovrit fyrr) kuyt ( dugur einki annað uttan at renna, sum at siggja ein kálv renna a bønum) maxi ( syndarligur) degen (ta er einki at siga um hann ) Babel (eitt super keyp, men tryr ik uppa hann, hevði hann veri undir alex ella wenger hevði hann longu veri ein world class ) hatta eru bara nakrir fair) wenger hevur brukt minni pengar enn benitez hygg eftir ta sum hann hevur. sagna, song, diaby, fabregas bendtner, vermaleen, van persie, nasri, ramsey (um 2 ár, ein stjørna) vela ... har er gott nokk storur munur á.

March 11, 2010
Rafa vekk!! : Jens Pauli Joensen
Hava tit ikki fingid tad vid enn? Rafa hevur mist takid á lidnum, tad er heilt týduligt. Og sjálvandi hevur hann tad, hvussu leingi orka fótbóltsleikarar at spæla antifótbólt. Hvussu leingi tíma teir at verda vidfarnir sum robottar, at vera statistar hjá einum sjálvyvirvurderandi fótbólts klikkheysi.
Rafa er antifótbóltur, Liverpool VAR flótandi álopsfótbóltur. Tad er tad vit skulu aftur til. Tí má og skal Rafa vekk!
March 11, 2010
... : Les Ferdinand
Heilt ótrúligt at fólk tosað enn um at Benitez ikki van CL, men at tað var Houllier sum vann tað. Hattar er undir alt lágmark!
Ligið sum vit hava í dag er betri enn tað sum vit høvdu í 2005 - eingin ivi í tí. Tó hava vit ikki nóg gott lið at liggja í top 3. Vit hava slett ikki líka góð lið sum Man Utd, Chelsea og Arsenal. Hattar er fakta. Man City hava eisini yvirhálað Liverpool í spælaramateriali.
Til Tórhallur... skilur tú ikki hví Rafa hevur selt næstan líka nógv sum hann hevur keypt? Fyri at keypa nýggjar leikarar, so er hann noyddur at selja fyri at hava ráð. Um RAFA ikki var noyddur at selja ein leikara fyri at fáa ein annan, ja, so høvdu vit havt eitt breitt enn betri lið - kanska við Crouch og Bellamy.
Sum eg havi sagt fyrr á hesari síðu, so hevur RAFA brúkt beint yvir £10 milliónir í miðal hvørt ár hann hevur verið í Liverpool. Hettar er við keyp OG sølu. Nógv??? Svartasta einki!!!
March 11, 2010
Einsamallur... : Jón R - Mortensen
... álopsleikari riggadi alt sídsta ár.
March 11, 2010
Til Unnamed! : LFC for life!
Tosar um syndarligar uppstillingar. Tú hevur nokk ikki sæð nokk av dystum til at síggja, at tað nyttar
EINKI at spæla við Gerrard sum áleypara, tá ið Lucas og Machreano NULL teknik hava, og altso ongantíð avlevera
ordiligt.
Gerrard´sa pláss er mitt á miðjuni. Tað er har, hann spælur klárt best.
Haldi eisini tað má verða slut við at spæla bert við einum áleypara, tí tað fungerar heldur ikki

Reina,Johnson, Agger, Caragher, Aurelio, Benayoun,Mascherano, Gerrard, Kuyt, Babel, Torres (4-4-2)
March 10, 2010
Les F. : Jón R - Mortensen
Hvat um tú og Dave Whelan fara skeivir og hettar sigur alt?????

http://tomkinstimes.com/2010/03/some-further-thoughts-on-this-week/
March 10, 2010
til Bert ein annar Liverpoolari : UNNAMED..
hattar er ein syndarlig uppstilling gott at tu ikki ert venjari hjá Lfc.
hetta burdi verið uppstillingin um vit spældu 4-4-2..

Reina
Johnson Skertel Agger Insua
Benayoun Marcherano Lucas Riera
Gerrard Torres

Sub: Cavalieri, Babel, Carragher, Aquliani, Kuyt. eitt hampiligt lið í hvussu er betur enn tað hjá Bert ein annar Liverpoolari
March 10, 2010
Tapa nærdystirnar - ov veikir!!!!!!!!!!!! : Spectator
Havi fyrr nevnt tað, okra menn eru ov veikir, tí teir tapa nærdystirnar, og munnu teir ikki hava tapt handa dystin, áðrenn teir fóru á vøllin, tí hatta var bert Wigan - tað sást týðuliga á innsatsinum, eingin stríðsvilji. Ímóti einum liði sum Wigan leikar man 4-3-3, og so kemr hatta liðið ongantíð fram um miðjuna, men ístaðin forerdu vit teimum dystin, og teir pressaðu okkum, og at enda sluppu okur bíligt við 0-1. Nú mugu aðrir bollar í suppuna. Síðani LFC helt uppat at ogna sær enskar, skotskar og írskar og deilvís skandinavisar leikarar, so hevur ikki verið nógv at vísa á. Okur kunnu troysta okum við 2001 og 2005, men er tað ikki ov lítið fyri eitt lið sum LFC????????????? Lat okum fáa nakrar leikarar, ið klára seg í premierleage og ikki liggja og bólta um kapp á vøllinum. Rafa hevur útspælt sína rollu, nú má vend koma í!!!!!!!!!!!!
March 10, 2010
ut vi benitez : Torhallur
TIL
::::: : liverpooleg eri troyttur av at hoyra at yanks skulu ut, pina doy ta eru ik teir sum seta liði ella spæla dystirnar. benitz hevur eitt super lið til at liggja i topp 3 uttan problem, hevði hann bara duga at keypt spælarar sum hini liðini, pinadoy hann hevur keypt skaffa okkum yvir 70 spælarar og selt eini 50 aftur wtf..... eg veit forbannað væl at hann ik hevur pengar at keypa fyri men heilt erligt spælarar dugur hann ik at skaffa ta ma eg siga. houllier gav okkum eitt lið og ta var tað liði sum vann CL hann brukti helvtini so liti av pengum sum benitez og hatr komu spælarar sum Hyypia riise henchoz warnock smicer hamann baros berger dudek jaa tit vita væl sjalvir og hasir kosta minni enn hvat bara torres kostaði ...
maðurin ma vekk men vekk vi einum klappi :)
March 10, 2010
... : Bert ein annar Liverpoolari
reina
johnson-carra-agger-insua
maxi-gerrard-agulani-riera-
torres- babel

4-4-2 skula vit spæla.
March 10, 2010
rafa suckar : Bert ein annar Liverpoolari
blivi ikki vid at tosa um istanbul. tad einast rafa hevur vunni er vid einum lidi fra einum ørum venjara..............................................................
March 10, 2010
.. : BS
Havi akkurát lisi hetta ein fjeppari skrivar á Liverpoolfc.tv:

"Since the opening SEVEN games where we had 87 shots on target, we have only managed 127 shots on target in the remainder of the season so far!!"

Havi ikki kanna um hasi tølini passa, men um tað passar, so er tað forbanna vánaligt!
Tað vil siga fyrstu 7 dystirnar høvdu vit í meðal 12,4 skot á málið og hinar 22 bert 5,7 skot á mál..

Hatta er ikki gott nokk fyri eitt lið, sum eigur at kempa um PL...
March 10, 2010
::::: : liverpool
tað er einki galið við verjuni.
tað er mest tað har frammi. vit fáa eingi mál.
gleði meg til torres og gerrard fáa teirra góða sammanspæl aftur. skulu keypa ein góðan álopara avtræt..
eigararnir ÚT. tað er ikki benitez.
March 10, 2010
Rafa fær sparkið í summar!! : Jens Pauli Joensen
Rafa verður fjernaður í summar, sjálvandi verður hann tað, onki at óttast fyri.
Høvdu Yanks eisini selt, so man fekk eina totalt nýggja byrjan. Á harraguð hetta er strævið at uppliva sum Liverpool fan, liðið og klubburin verður spønaður niður á øllum frontum av klikkheysum, sum ikki hava ánilsi fyri fótbólti (les: vinnandi, undirhaldandi álopsfótbólti)

RAFA OG YANKS OUT OF ANFIELD!!
March 10, 2010
Verjan góð hóast alt : Hallur Holm
Vit eru so ikki farnir totalt niður við flagginum. Í seinastu 11 PL-dystunum eru bara 4 mál farin inn. Trý av teimum kostaðu tíverri 8 stig. So tað er frameftir at vit hava ein stóran trupulleika. Vit spæla so illa og missa bóltin so skjótt, at vit skapa alt alt ov fáar møguleikar. Minnist til, at tað vanliga skulu 2-3 stórir møguleikar fyri at skora eitt mál.

So leingi verjan klárar at halda handan fína statistikkin, er vón fyri framman, og tá kann alt venda í einum andadrátti. Vit mugu royna at vera positiv.
March 10, 2010
NO TRUST : :(
IN RAFA WE TRUST ?? hvat heita helviti trugva vit uppa ?? liggja og kappast vi spurs city og villa wtf ?? vit koma ongan veg vi hasum venjarinum synd at siga men hatta er true :( tit mugu siggja tað.
March 10, 2010
Hvat hendir : Liverpooláskoðarin
Allan Hansen segði fyri langari tíð síðani at Rafa Benitez oyðileggur Liverpool, haldi ikki eg eri samdur í tíð, men okkurt er við at henda.
March 10, 2010
http://www.teamtalk.com/football/story/0,16368,2483_6012413,00.html : Les Ferdinand
Hetta sigur stórt sæð alt...
March 10, 2010
skifting : rætting
Rætting: Benitez hevur sjálvsagt skift leikarar út áðrenn 60. min fyrr eins og í Istanbul.Men tað hevur verið vegna skaðar. Og skiftingin í Istanbul 2005, tá Hamann kom inn fyri Finnan VAR EISINI VEGNA SKAÐA. So vita tit tað. Eg havi lisið um tað! Benitez hevur nokk aldrin skift út áðrenn 50. min uttan at skaðar hava verið orðsøkin.
March 09, 2010
Mascherano : Hallur Holm
Rói skrivar, at tað vendi eitt sindur, tá Aquilani kom inn. Eg meini, at tað vendi, tá Mascha kom niðan á miðjuna at stýra spælinum. Hóast hann hevur nøkur ófantalig og óneyðug bólttap, vísir hann, hvussu væl hann dugir at taka ábyrgd og hvussu fegin hann vil sleppa at stýra spælinum og bjóðar seg til. Sera gott at síggja!
Haldi heldur ikki, at nakar skal kallast huldumaður her, so leingi tað er ok at vera dulnevndur.
March 09, 2010
skomm : Man United
Liverpool gjørdi enskan fótbólt til skammar,Man United má vísa vegin,so tit Liverpool fjepparir skifti til Man Unitedddddddddddddddddddddd.
March 09, 2010
Til at gráta yvir. : Robert
Hatta var ikki vert at hyggja eftir. Fúl hamrandi skomm, hava teir gloymt hvussu fótbóltur skal spælast? Og hvat hevur Rafa sagt við teir í hálvleikinum.. annahvørt er Rafa pillbýttur tá tað kemur til at spæla hini liðini av vøllinum ella lurta spælarnir ikki eftir honum. Allarhelst tað seinna..
Høvdu bara eigarnir og venjarnin verði skiftir út til næsta ár!
Fín dystarfráfreiðing annars.
March 09, 2010
... : Les Ferdinand
Eg ætlaði ikki, at fara inn á kommentera kommentarin hjá Rói um Huldunøvn, men eg eri púra samdur við Cpt. Fantastic! Barnsligt!
Annars haldi eg, at hattar er býtt av Gerrard at gera, men skilji hann væl í støðuni... gjørdi tað sjálvur móti dómarinum heima úr stovuni!
March 09, 2010
Gerrard : Ian
Hann biðjur um 2 pylsur
March 09, 2010
V sign : hann úr havn
Lesið at allir fjølmiðlar skriva um V tekni hjá Gerrard.. hvat siga menn um hetta? Haldi sjálvur at tað er langt úti at hann ger slíkt, og er greitt eitt tekin um at hann er totalt frustreraður, og spælir ikki við høvdinum longur.

Haldi at Gerrard er NÓGV afturfarin seinasta hálvt annað árið.. Hann er ikki longur tann sami sum hann hevur verið, og eg haldi eisini at Rafa skundar sær mangan alt ov nógv við at seta leikarar inn aftur eftur skaða
March 09, 2010
liverpool : liverpool
Gerrard hevði ikki ein góðan dyst í gjárkvøldið, hasum eri eg samd í.
Hvussu kann hann klára at spæla ein dyst, hann og Torres eru tær einastu hóttaninar. Torres er ikki komin í gongd aftur ordiliga´frá sínum skada. men !"#¤%
Tað er ikki so lætt.
- koyr eigararnir vekk, ongantíð for skjótt!
hopi hasin/ir úr India keypa..
March 09, 2010
Gerrard : Gerrard
vit eru ikki sum tit at hava dómaran við okkum hvønn tann einasta dyst sum tit hava
March 09, 2010
... : eg
4-4-2 ella 4-3-3
March 09, 2010
....HA : HAHA....
TIT STINKA OG KOMA ALDRIN AT VINNA PL!!!!
March 09, 2010
Rói? - og tit Rafa-hatarar : Cpt Fantastic
>Og líka ein viðmerking til tykkum huldumenn, sum halda at einki er galið við venjaranum....<

Nú hevur nógv verið tosað inni á her um huldumenn og menn, ið er so mætir, at teir tora at standa fram við navni sínum í einum kjakið!

Men heilt erligt, fyri tað fyrsta haldi eg, at henda dystarfrásøgnin er sera lítið verd. Men so eisini at sleingja slíkt út móti endanum, sum at nevna hatta um huldunøvn og ikki-huldunøvn, er bæði tápuligt og barnsligt. Eg haldi altso, at okkara kæra felag er í størri trupulleikum enn so. Og trupulleikin fevnir væl longri, enn at Lucas nyttar einki og er vánaligur og kann ikki brúkast. Ella sum nakrir gera; fyrst at kalla Aquilani størsta flopp í Onglandi, fyri síðan at leggja eftir Rafa, AT HANN IKKI BRÚKAR HANN. Forvæntar tú/tit at Rafa skal síggja inn í framtíðina??? Nei, tað ger, mær vitandi, eingin fótbóltsvenjari - heldur ikki O'neill ella Hiddink!!!


Besides, áðrenn "Rói Joensen"(kann líka so væl eisini vera eitt uppdigta navn=HULDUNAVN) byrjaði at skriva "dystarfrásagnir" aftur, skrivaði onkur av og til, ið kallaði seg GESTASKRIVARI. Mær vitandi er hetta ikki eitt navn, men má heldur kallast eitt HULDUnavn....!?!
March 09, 2010
Elendigt : Jens Chr Simonsen
Hatta var heilt elendigt av Liverpool í gjárkvøldið, Gerrard var ein av teimum vánaligastu á vøllinum í gjárkvøldið. Hatta er ikki fyrstu ferð at Kuyt dummar seg, vit sóu hvat hendi tá íð teir spældu ímóti Fullham.
At Liverpool ikki klárar at vinna ein dyst ímóti einum liðið í liggur beint oman fyri niðurflitingar strikuna, sigur meir um Liverpool enn um hitt liðið.
Stutt sagt so nyttaði Liverpool akkurat einki í gjárkvøldið.
Tað var nógv nærri bæði 2 og 3-0 enn eini útjavning.
Nei hatta avspeglar hugburðin sum hevur verið á Liverpool liðnum í alt ár, teir vilja ikki geva seg.
March 09, 2010
Rafa. : Petur P. Poulsen
Rafa skal eftir mínum tykki fáa eitt kappingarár aftrat, at prógva at hettar kappingarárið bert var ein "svipsari" orsaka av nógvum skaðum. Gongur komandi kappingarár ikki betri, kann leiðslan, eftir mínari meining, finna nýggjan venjara.

Rafa hevur hóast alt, prógva at dugir er í honum (minus hettar kappingarárið) CL finalu 2 ferðir (vunnið eina) og FA Cup sigur. 2. pláss í PL síðsta ár.

So eitt ár aftrat til Rafa ... men that´s it. In Rafa I Trust.

YNWA.
March 09, 2010
Istanbil - man : Les Ferdinand
Eg haldi at tú hevur skrivað hattar meðan tú hevur verið í so heitur um høvdið. Skuldi tað verið einasta loysnin at selja Gerrard?? Hann hevði nøkur bólttap í dag, men ikki líka nógv sum Rói leggur upp til. Hann hevði ikki ein góðan dyst í dag, men hann var langt frá tann vánaligasti. Lucas, Kuyt, Carragher og Benayoun spældi sum nøkur hol í jørðini. Skilji ikki hví Rói gevur Insua eitt 3 tal. Eg helt at hann kempaði ótrúligani væl og spældi upp til eitt 6 tal.
Tað einasta góða við hesum dysti var Aquilani. Vónandi kemur hann fyri seg og vísur hví hann var kallaður "prinsurin" í Roma.
Stuttligt at Rói longu kritiserar RAFA fyri at seta Aquilani á beinkin til næsta dyst í hesari dystarfrágreiðing. Um tað var upp til tín Rói fyri nøkrum vikum síðani, so var Aquilani seldur. Tú brúkti eina heila dystarfrásagn til at spilla hann út.
Verið nú fair yvir fyri øllum leikarum hjá Liverpool. Teir hava tað verri enn vit fjepparir, tað skal eg lova tykkum fyri.
March 09, 2010
Rafa menn : Jens Pauli Joensen
Skal Rafa vekk nú? Um ikki, hví?
March 09, 2010
If only... : Jens Pauli Joensen
"Why is he still manager? I think it's more annoying than last nights defeat that he's still there. If he goes and Dalglish helps out til the end of the season, then at least there'd be a glimer of hope! Please help King Kenny! You're there now, can you please help? Don't want to pressure you, but we're in big trouble now. This would be the best thing possible - you are a born winner and the last guy to win the league as a manager for us! The team would improve immediately if you were the boss."
March 09, 2010
WTF: Jón : Ian
Nei Jón, vit sum hava skríggja "Rafa raus" í fleiri mánaðar, vit bíða bara eftir at tit sum vardu Rafa tá, nú byrja at siga tað sama.

Og so fáa tit tað at ljóða sum um tað er nakað heilt nýtt....
March 09, 2010
loysnin = sel Gerrard : Istanbul - Man
Tíðin farin frá Gerrard. Hann er um hann vil tað ella ei liðskipari, og skal ganga undan. Hann kann sjálvsagt sum onnur hava ein ringan dag, - men maka til vantandi stríðshug og arbeiðsinnsats, er sera sjálvdan sæð í enskum fótbólti.
Hvat er hent er ilt at skilja !!! Gerrard sæst bert stríðast í evarska stuttum tíðarbilum í dystinum, - restina av tíðini líktist hann einum motiónisti ella einum ónøgdum fínligum fotomodelli á einum catwalk. Tað er áður hent, at stórir stjørnuspælarar fata seg sjálvar størri enn lið sítt, og faktum er helst at Gerrard er raktur av hesi (sjálvs)fatan. Tað sær eisini út sum, at eingin annar á Liverpool liðnum torir at gera nakað, tá Gerrard er nærhendis. Fellur hansara støði - ja tá fellur støði á øllum hinum á liðnum eisini.
Keyparin er klárur - Inter við Mourinho er helst klárir við 40 - 50 mió pund. Tá er laga manni, at keypa 2 kvalitetsspælarar, sum so saman við restini av liðnum tora at spæla saman.
Havið havt stóra tiltrúgv til Rafa, - men haldi at um hann ikki selur Gerrard, so eru hansara dagar helst longu taldir.
Hvat halda tit??
March 09, 2010
WTF : Jón R - Mortensen
4 tímar síðan dystarenda men eingi "Rafa skal út", "Rafa raus", "Vekk við Rafa"? Er sambandið til Føroyar rokið?
March 09, 2010
... : ein liverpool fjeppari
halga !"&#$@ tað var LJÒTT fótbóltspæl at síggja ella ONKI fótboltspæl...aquilani gevur seg 110 % men benitez hevur valgt ein annan yndlingsleikara og tað er Lucas sum nemliga aquilani skal avloysa !! sigi tykkara meining beint fram!!
March 08, 2010
... : Sigurjón Einarsson
Dick "Jesper Olsen" Kuyt!!!!
March 08, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo