Forsíða arrow Tíðindi arrow Rafa var nøgdur
Rafa var nøgdur PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Thursday, 11 March 2010 (502 hits)

torres-lille(EL) Lille - Liverpool 0-1 (0-0)

Liverpool megnaði ikki at reisa seg eftir píniliga ósigurin fyri Wigan mánadagin. Í einum hampiliga jøvnum dysti, endaði alt við, at Lille fekk eitt klodda frísparksmál, sum Reina og verjan mugu taka á sín kappa. Leikliga var lítil framgongd at hóma, tó at tað var eitt vet frægari enn móti Wigan, fyrr var illa. Og Rafa var væl nøgdur?!?!

1-0 ber tó saktans til at venda á Anfield, men so mugu aðrir bollar í súpanina.

Gerið viðmerkingar inni í greinini

So siti eg aftur her við knappaborðið eftir enn ein skuffandi dyst hjá Liverpool. Tó skuffilsið er kanska ikki so stórt, sum tað var fyrr á kappingarárinum, tí tað tíverri vorðið soleiðis, at tað ikki akkurát er óvæntað, at okkara kæra lið skuffar okkum.

Hetta skuldi vera dysturin, tá ið Liverpool skuldi reisa seg aftur eftir ósigurin fyri Wigan, tá ið Rafa eftir dystin sambært sær sjálvum var so illur sum sjáldan áður.

Tíverri fekk hann einki aftursvar frá leikarunum, og niðurstøðan hjá mær og flestu miðlum er eisini, at Liverpool enn einaferð skuffaði stórt.

Onkur nevndi á kjakinum á liverpool.fo í dag, at skjótt fór Rafa ikki at hava fleiri umberingar eftir, og okkurt bendir á viðkomandi er um at fáa rætt. Tí Rafa hevði ongar umberingar eftir dystin. Í staðin rósti hann á tíðindafundinum, so ótrúligt tað ljóðar, sínum leikarum fyri góðan vilja. Serliga var Rafa nøgdur við seinna hálvleik. So vítt eg minnist, hevði Liverpool ongan veruligan møguleika í seinna hálvleiki????? Jú, Babel hevði vist eitt gott skot.

Lesið alla samrøðuna á liverpool.no

Um dystin er at siga, at hetta var enn ein av hesum keðiligu fótbóltsdystunum, sum Liverpool spælir alt ov nógvar av. Nærum einki samanhangandi spæl, og framvegis null kreativitetur á miðvøllinum (onkur kallar hetta antifótbóltur, og tað er ikki einki um tað). Tað fær heldur ikki verið øðrvísi við Lucas og Mascherano mitt á miðjuni, og tá ið so Gerrard og Kuyt nærum ikki duga at spæla bólt fyri tíðina, so er vónleyst.

Álopsfótbólturin, sum Rafa fekk at rigga so væl seinasta kappingarár, er fullkomiliga druknaður í óáhugaverdum verjufótbólti

Liverpool hevði tveir veruligar møguleikar í dystinum, báðar fyri steðgin. Fyrst spældu Torres og Babel væl saman, og endin varð, at Babel gjørdist leysur og átti at havt skorað, men málverjin bjargaði.

Hin møguleikan fekk Torres beint fyri steðgin. Fyrst var eitt fríspark frá Gerrard bjargað. Bólturin støkk út til Johnson í høgru síðu, og hann legði innfyri, og har skallaði Torres móti málinum, men aftur bjargaði málverjin.

Í seinna hálvleiki fór Liverpool bara longri og longri aftur á vøllin, og sum so ofta fyrr tá ið farið verður eftir at verja seg til ein javnleik, so endaði tað við ósigri.

Seks minuttir fyri tíð sendi Hazard eitt fríspark innfyri , og tað skrúvaði inn við handaru stong. Reina og verjan sóu ikki ov gott út í støðuni.

Í yvirtíðina rakti Lille stongina við einum dundur skoti, men vit sluppu við hvøkkinum.

Millum frægastu leikarar í kvøld var Babel, men hann var sjálvandi tikin út. Tað er jú vandamikið at byggja sjálvsálitið upp hjá álopsleikarunum. 

Aquilani, sum móti Wigan í 20 minuttir spældi tað besta, hann hevur víst fyri Liverpool, slapp sjálvandi heldur ikki at byggja víðari upp á sjálvsálitið, og sat á beinkinum allar 90 minuttirnar.

Hóast vit taptu, so skuldi borið til at vent 1-0-ósigrinum á Anfield. So úrslitið er kanska til at liva við. Men halt kjaft vit spæla illa fyri tíðina, og tað er reyvkeðiligt at hyggja eftir.

Nú kann ikki mangla nógv til Rafa finnur hurðina á Anfield. Hetta kann ikki halda fram, og tað ber ikki til í allar ævir, at vera friðaður, bara tí amerikonsku eigararnir er fullkomiliga óbrúkiligir.

 

Dystartøl:

(EL) Lille - Liverpool 0-1 (0-0)

1-0 Hazard (84)

Lille (4-1-2-2-1): M Landreau - F Beria, A Chedjou, A Rami, Emerson - R Mavuba - F Balmont, Y Cabaye (sub: S Dumont, 73min) - E Hazard, L Obraniak (sub: L Touré, 83) - P-A Frau (sub: P-E Aubameyang, 77). Substitutes not used: L Butelle, J Vandam, P Souare, A Souquet. Booked: Aubameyang, Touré.

Liverpool (4-2-3-1): J M Reina - G Johnson, J Carragher, D Agger, E Insúa - Lucas Leiva, J Mascherano - D Kuyt (sub: N El Zhar, 88), S Gerrard, R Babel (sub: A Riera, 73) - F Torres. Substitutes not used: D Cavalieri, S Kyrgiakos, M Kelly, A Aquilani, D Ngog. Booked: Insúa, Torres.

Referee: C B Larsen (Denmark).

Viðmerkingar (23)add
Fantastiskt Jon og Les : Jens P Joensen
Dalglish er ikki ein "fyrrverandi stjorna" og so onki meir. Hann er av allarmest tydningarmiklu folkum sum hevur tant Liverpool gjognum sogu felagsins. Hevdi hann bara verid manager i dag, if only
March 16, 2010
Jens Pauli Joensen : Les Ferdinand
Tú mást ikki gloyma, at allar fyrrverandi Liverpool "stjørnur" vilja vera í staðnum hjá RAFA.
March 16, 2010
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
http://www.metro.co.uk/sport/football/757033-dalglish-benitez-has-backing-of-liverpool-chiefs
March 16, 2010
Cpt Fantastic : Robert
Nå, tað var akkurát tað, sum eg helt at Rafa fer frá tí at Dunn sigur tað. Hatta er bara ein fín samrøða har teir koma við sínari hugsan.
March 15, 2010
Thomkins : Jens Pauli Joensen
Havi lisid mangar av greinum hansara. Hann yvir akademiserar alt upp í vónleysar ellibitar, og er so vónbjartur, at tad er ólóligt. Hvør er Thomkins í mun til fyrrverandi Liverpool stjørnur, sum vilja hava Rafa har pipari grør? Og hví stíga Dalglish, Rush og adrar Anfield Legends ikki veruliga ordiliga fram og geva Rafa sín óforbeholdna 100 % studul. Tad sum eg havi lisid meg til frá teimum, er lunkad onkitos. Eingi skal fortelja mær heldur, at Dalglish og Rush fegnast um antifótbóltin, Liverpool næstan altíd leggur fyri dagin undir Benitez.
March 15, 2010
... : Fowler
Nú sá eg ikki allan dystin,men tað sum eg sá var alt gott.
Deiligt at síggja at tempo er í spælinum og tað haldi eg var at takka Aquilani fyri,og sjálvandi fluttu mennirnir seg eisini rætt á vøllinum...Kanska at tað var tí at Lucas og Kuyt ikki vóru við at vit spældu so væl(hehe)....

Super!nú er bara at vinna dystin sum er nú sunnudagin:)

You never walk alone
March 15, 2010
Robert: : Cpt Fantastic
Nei, kanska Dunn ikki er eina um at halda at Rafa fer vekk í summar. Men eitt er so heilt víst, og tað er, at um ein "ekspertur" (ja, t.d. frá The ***)knappliga hevur fingið at vita frá "álítandi" keldum, at Rafa fer í summar, ja, so hava brádliga ALLIR fótbólts"ekspertar" somu áskoðan = at Rafa fer í summar. Hatta er FAKTA!!!
Bara tí, at Dunn (og hvør í verðini er tað by the way?) heldur at Rafa fer í summar, so er tað als ikki sikkurt!

Fantastiskur fyrsti hálvleikur! Hopi, at næsti verður minst líka! Og deiligt at síggja fyrsta málið (av nógvum) hjá prinsinum;)
March 15, 2010
Jón R. Mortensen : Les Ferdinand
Hattar er fantastiska gott skrivað av Paul Tomkins og eg vil biða allar RAFA-hatarar lesa greinina. So ofta hava RAFA-hatarar slongt alt møguligt tvætl inn á Liverpool.fo líka sum Mark Lawrenson. Tomkins hevur øll svarini til tykkum... Les og blívi eitt sindur klók upp á tað heila! Ikki verið nakrar Real Madrid-fans...!!!!
March 15, 2010
Jón R - Mortensen : Robert
Tað er ikki bara Andy Dunn, sum roknar við at Rafa fer vekk í summar, sum úrslit av gongdini higartil. So hatta er onki at siga til. Torres hevur sagt at hann dámar væl í Liverpool og at hann hevur 3 ár eftir av kontraktnini.. Hann virkar loyalur.
Veit ikki nær hatta nógv rósta ungdómsarbeiði hjá Rafa fer at bera frukt. Sær út sum at ávísir spælarar skulu pensiónerast áðrenn. Eg bíði spentur til at síggja eitt ungt stjørnuskot koma inn á liði. Og har er stórur munur á hvat Arsenal og Liverpool presentera á vøllinum.

March 15, 2010
Tomkins : Jón R - Mortensen
Her er ein grein av Paul Tomkins. Ein sum - sjokk sjokk - verjir Rafa.
http://tomkinstimes.com/2010/03/media-muppet-of-the-week-2-–-lawro/
March 15, 2010
Robert : Jón R - Mortensen
Ja, havi lurtad. Og tad teir tosa um er teirra persónliga meining um Liverpool. Og tær meiningar fara eg at pástanda eru farvadar av hvør betalur teirra løn.
Andy Dunn f.eks. sigur at Rafa er vekk í summa. Hvar veit hann tad frá? Og hann sigur at Torres, sum rætt er, er endurgivin í einum sponskum bladid at siga at tad mangla einir 4-5 klassaleikarar. Út av tí fær sami Dunn tad til at ljóda at Torres rýmur um tad ikki hendir. Hvar hevur Torres sagt tad?
Sami Dunn sigur eisini at man veit at f.eks. Wenger er vid at býggja eitt ungt lid up medan man einki veit um Rafa. Sera løgid nú Rafa endiliga hevur fingid sett seg í stólin á ungdómsútviklingini og sett professionellir scouts runt í verdini og ikki bara teir lokalu amatørarnar.
Ian McGarry frá The *** endurgevir bert somu gitingar sum allir ekspertarnir sum dagliga fylgja Liverpool hundradavís av kilometrum fra Melwood.
Teir siga einka annad enn hvat er sagt av hundradavís av kommentatorum sum bara hava tad einu síduna av søguni. Harvid er ikki sagt at eg kenni til fleiri sídur av somu søgu og tad fari eg heldur ikki at pástanda at eg geri.
Men til annad er prógvad er tann eini pástandurin líka so gódur/ringur sum tann næsti.
March 15, 2010
Jón R - Mortensen : Robert
Okay? Hevur tú lurta eftir tí?
Teir snakka bara um støðuna í Liverpool og tað er ikki langt frá veruleikanum sum teir koma fram við. Ella hvat heldur tú?
March 14, 2010
Robert : Jón R - Mortensen
At koma vid einum klippid til eitt panel har tveir av trimum sokalladum "ekspertum" eru frá Newsoftheworld og The Sun????? En ommer ;)
March 14, 2010
Sigurjón : Jón R - Mortensen
Tad var hugburdurin sum hann var nøgdur vid. Og tad veist tú sjálvur at um menn hanga vid høvdinum er líka mikid hvussu gódur/ringir mótstødumennirnir eru. Og tad var tad sum var heilt galid mótir Wigan. Eingin takkling var vunnin, næstu- og tridubóltarnir vóru stort sæd allir taptir. Eingin málmøguleiki. Alt tad var brpytt mótir Lille. Og tad er tad sum ger tad gjørligt at byggja vídari uppá.
Paco gjørdist brádliga ov gódur vinur vid Mourinho og tad dámdi hvørgan Rafa ella áskodarunum. Men ja, haldi at hann kanska hevdi verid betur enn Sammy Lee. Tad segdist at hann hevdi betur kontakt til spælararnir dagliga enn Rafa hevur.
March 14, 2010
Jón góði : Sigurjón Einarsson
Sá eisini dystin móti Lille, men skilji tað enn ikki...

Hvussu hevði verið at fingið Paco aftur sum høgra hond hjá Rafa? Hann var so skilagóður :-)
March 14, 2010
... : Robert
http://www.skysports.com/video/inline/0,26691,16461_6026314,00.html
March 14, 2010
Sigurjón : Jón R - Mortensen
Um tú sá dystin mótir Wigan og so mótir Lille skilir tú hví. Um ikki, ja so fái eg ikki hjálpt tær.
March 14, 2010
Kuyt og Benitez : Liverpooláskoðarin
Kuyt, hví er hann í Liverpool? Jú tí Benitez er venjari.
March 12, 2010
Jens Pauli Joensen : Les Ferdinand
Deiligt at síggja teg glaðan eftir ein taptan dyst ;)
Annars deiligt nickname tú hevur givið mær :)
March 12, 2010
... : Sigurjón Einarsson
Næsta viðmerking, ið Rafa nokk kemur við eftir ein dyst, verður nokk at rósa tann góða, grøna vøllin.

Hvussu kann hann vera nøgdan við innsatsin móti Lille?!?
March 12, 2010
Lessurin Lessurin : Jens Pauli Joensen
Tú ert fínur :)
March 12, 2010
... : Les Ferdinand
Eg sá ikki dystin í gjár - tíbetur - men sá eitt brot av samrøðuni við Benitez. Segði hann ikki bara tað, at menn stríddist og vístu karakter? Passar tað ikki?
Vónandi kemur Babel orduligani fyri seg. Sum Benitez segði í vetrarstegðinum: "Babel kann gerast eitt "nýinnkeyp" fyri Liverpool." Tað hevur hann nokk rætt í.
March 12, 2010
.... : Robert
Haldi at Rafa roynir bara at vera positivur nú alt er komi so langt út at skíta.. Hann kann snakka so galið hann vil og billa sær sjálvum inn at spælarnrnir spæla á tí støði, sum ein forvantar av teimum, sum hann tekur til í samrøðuni. Men úrslitini tala fyri seg. Men man má bara sláa seg til tols við tí fyri fyrst. Og hvussu leingi tað fer at halda áfram við hesari gongdini, veit eg ikki. Eg eri bangin fyri at Liverpool fara at missa fleiri stig í Premier league í ár.

March 11, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo