Forsíða arrow Greinir arrow 21 ár síðani Hillsborough-sorgarleikin
21 ár síðani Hillsborough-sorgarleikin PDF Print E-mail
Skrivað hevur Gestaskrivari, Thursday, 15 April 2010 (316 hits)

ImageTað eru í dag 21 ár síðani, at 20.000 Liverpool fjeppara fóru til Sheffield, at fylgja teimum reyðu í FA Cup hálvfinaluni móti Nottingham Forest. 96 av hesum fjepparum komu ikki heim aftur. 

Sum vanligt er, minniast vit tey deyðu frá Hillsborough sorgarleikinum, við einari minningarltøu á Anfield á sjálvum ársdegnum fyri vanlukkuna. Minningarguðstænasta verður í dag kl 14.45. Tað er møguligt, at fylgja við á Liverpoolfc.tv.

Meira um Hillsborough-sorgarleikin finnur tú her.

Í dag minnst vit okkara 96 fjepparar, sum ikki komu heim.  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

John Alfred Anderson (62)
Colin Mark Ashcroft (19)
James Gary Aspinall (18)
Kester Roger Marcus Ball (16)
Gerard Bernard Patrick Baron (67)
Simon Bell (17)
Barry Sidney Bennett (26)
David John Benson (22)
David William Birtle (22)
Tony Bland (22)
Paul David Brady (21)
Andrew Mark Brookes (26)
Carl Brown (18)
David Steven Brown (25)
Henry Thomas Burke (47)
Peter Andrew Burkett (24)
Paul William Carlile (19)
Raymond Thomas Chapman (50)
Gary Christopher Church (19)
Joseph Clark (29)
Paul Clark (18)
Gary Collins (22)
Stephen Paul Copoc (20)
Tracey Elizabeth Cox (23)
James Philip Delaney (19)
Christopher Barry Devonside (18)
Christopher Edwards (29)
Vincent Michael Fitzsimmons (34)
Thomas Steven Fox (21)
Jon-Paul Gilhooley (10)
Barry Glover (27)
Ian Thomas Glover (20)
Derrick George Godwin (24)
Roy Harry Hamilton (34)
Philip Hammond (14)
Eric Hankin (33)
Gary Harrison (27)
Stephen Francis Harrison (31)
Peter Andrew Harrison (15)

David Hawley (39)

James Robert Hennessy (29)
Paul Anthony Hewitson (26)
Carl Darren Hewitt (17)
Nicholas Michael Hewitt (16)
Sarah Louise Hicks (19)
Victoria Jane Hicks (15)
Gordon Rodney Horn (20)
Arthur Horrocks (41)
Thomas Howard (39)
Thomas Anthony Howard (14)
Eric George Hughes (42)
Alan Johnston (29)
Christine Anne Jones (27)
Gary Philip Jones (18)
Richard Jones (25)
Nicholas Peter Joynes (27)
Anthony Peter Kelly (29)
Michael David Kelly (38)
Carl David Lewis (18)
David William Mather (19)
Brian Christopher Mathews (38)
Francis Joseph McAllister (27)
John McBrien (18)
Marion Hazel McCabe (21)
Joseph Daniel McCarthy (21)
Peter McDonnell (21)
Alan McGlone (28) 
Keith McGrath (17)
Paul Brian Murray (14)
Lee Nicol (14)
Stephen Francis O'Neill (17)
Jonathon Owens (18)
William Roy Pemberton (23)
Carl William Rimmer (21)
David George Rimmer (38)
Graham John Roberts (24)
Steven Joseph Robinson (17)
Henry Charles Rogers (17)
Colin Andrew Hugh William Sefton (23)
Inger Shah (38)
Paula Ann Smith (26)
Adam Edward Spearritt (14)
Philip John Steele (15)
David Leonard Thomas (23)
Patrik John Thompson (35)
Peter Reuben Thompson (30)
Stuart Paul William Thompson (17)
Peter Francis Tootle (21)
Christopher James Traynor (26)
Martin Kevin Traynor (16)

Kevin Tyrrell (15)

Colin Wafer (19)

Ian David Whelan (19)

Martin Kenneth Wild (29)

Kevin Daniel Williams (15)

Graham John Wright (17)

 

You'll Never Walk Alone



 


Viðmerkingar (14)add
Tja... : Jón R - Mortensen
Teir hava hóast ónøgd ein sáttmála sum teir ikki uttan víðari kunnu uppsiga.
April 18, 2010
xxxx : xxxx
Torres úti restina av kappingarárinum. So koma vit ikki langt. spæla hetta ári liðugt. og lat tað so fara í gloymibókina beinavegin.
.um vit ikki fáa nakrir klassaleikarir til liðið næsta kappingarár, so kann tað vera at nakrir leikarir, so sum Torres, Gerrard o.s.fr. skifta felag, tí teir vilja gjarna vinna okkurt. Og tað skilji eg for****** væl um teir gera tað
April 18, 2010
chairman : Ingolf
er tað ikki tann sum tosar vegna felagi og sovorði? Tað er líka sum, stjórin ella so, so eg haldi tað er sama rolla sum Christian Purslow hevði, um eg ikki fari heilt skeivur.

Annars, Torres úti restina av sesongini, synd men sannheit, hann verður opireraður í kvøld bleiv sagt.
April 18, 2010
Rói : Cpt Fantastic
Ja, takk fyri eina sera góða frásøgu um Heysel sorgarleikin, Rói. Sera væl greitt frá!

Stór tíðindi at frætta at Yanks eru nú av álvara á veg út av okkara felagi. Nú er at vóna, at friður kemur á liðið framyvir!!

Kann onkur annars siga mær, um hesin Martin Broughton er komin inn fyri Christian Purslow? Ella hvørjan leiklut hevur hann í felaginum?
April 16, 2010
áhugavert : Ingolf
handan frágreiðingin var góð Rói. Man kann síggja hvar "les ferdnand" vil við hesum, MEN at kalla tað beinleiðis morð er langt úti og typist scum tactics. Síðani eg bara var 3 og ikki visti hvat ein fótbóltur var fyri nakað, havi eg sum so einki at siga um tað, men sovorði er sku altíð syrgiligt. men sum sagt, á tí ljósu síðini, vit fáa nýggjar eigarir skjótt. Havi annars lisi á sky sports at ryktir skulu vera um, at um Benitez fer til juve tekur hann Kuyt við sær, hetta vóni eg tó ikki. Men eg las eisini at hann hevði takka nei til tilboði. vi får se
April 16, 2010
Heysel : Birgir
Hatta er frálika væl greitt frá, Rói! Hatta samsvarar so sera væl við tað sum eg so mangan áður havi hoyrt og lisið um - hvussu hatta ólukkuliga kvøldið fór fram! Sjálvur minnist eg best hatta kvøldið fyri, at í dystinum fingu Juventus eitt sera bíligt straffi, og okkara lið bleiv snýtt fyri eitt straffi. Men hatta kvøldið skuldi Liverpool bara ikki vinna - tað var avgjørt í somu løtu sum sorgarleikurin varð veruleiki!
Annars, tey bestu tíðindi í longri tíð - nú selja Hicks og Gilett loksins okkara felag - latum okkum bert vóna, at nýggju eigararnir ikki eru somu orðloysingar! Vónandi verður tað nú aftur stuttligt at vera Liverpool fjeppari - við ella uttan Benitez. YNWA!!!

April 16, 2010
Um Heysel : Rói Joensen
Eg má siga sum ‘Cpt Fantastic’, at nakað sigur mær, at tann ‘les ferdinand’, sum viðmerkir niðanfyri, ikki er tann sami ‘Les Ferdinand’, sum plagar at viðmerkja her á liverpool,fo. Hesin 'les ferdinand' sum viðmerkir niðanfyri skrivar seg eisini við lítlum, meðan tann vanligi 'Les Ferdinand' plagar at skriva seg við stórum.

Satt at siga, so vóni eg heldur ikki, at hatta er ‘Les Ferdinand’ við stórum. Tí tað, sum ‘les ferdinand’ við lítlum førir fram: “liverpool burdi minst til teir, sum teir drópu ímóti juventus”, er ein LYGN og nakað, sum kann fáa blóðið í kók hjá Liverpool-viðhaldsfólki og borgarum í Liverpool.

Eg minnist væl hetta kvøldið tann 29. mei 1985, hóast eg tá bara var 10 ár. Haldi ikki, at tað bar til at síggja dystin beinleiðis í sjónvarpi í Føroyum. Í øllum førum var eg biltúr við pápa mínum, sum tíverri heldur við United, og úr útvarpstólinum rungaði frásøgnin frá dystinum á ‘BBC Radio Live, medium wave 693 and 909’. Eg skilti ikki tað nógva, sum varð sagt, og tá eg spurdi pápa, hvussu gekst, svaraði hann, at dysturin ikki var byrjaður enn, tí at áskoðararnir vóru farnir at berjast. Seinni um kvøldið varð dysturin vístur forskotin, og eg minnist, at eg var skuffaður, tí Liverpool hevði tapt. Eg skilti sjálvandi ikki alvorligu og syrgiligu støðuna.

Seinni hava eg lisið nógv um, hvat fyrifórst hetta kvøldið og sæð fleiri dokumentarsendingar um sorgarleikin. Eg skal her í stuttum greiða frá, hvat fyrifórst hetta kvøldið, soleiðis sum eg kenni søguna, og tað sum eg havi funnið á liverpool.no.

Søgan er tann, at tá ið tíðini, í 70-árunum og langt upp í 80-árini, vóru ofta samanbrestir millum viðhaldsfólk hjá ymiskum feløgum, og her eiga viðhaldsfólk hjá Liverpool uttan iva eisini sín part.

Árið fyri ‘Heysel-sorgarleikin’, í 1984, vóru viðhaldsfólk hjá Liverpool í Europa Cup-finaluni fyri meistaralið í Roma álopin av Roma-viðhaldsfólki bæði fyri og eftir finaluna, sum okkara menn vunnu, m.a. takka verið Bruce Grobbelar, sum spældi klovnur inni á málstrikuni undir brotssparkskappingini, líka sum Dudek gjørdi 21 ár seinni.

Tá ið so Liverpool møtti einum øðrum italskum liðið, Juventus, í finaluni eitt ár seinni á Heysel-leikvøllinum í Brussel, vóru øðiligir spenningar millum viðhaldsfólkini undan dystinum.

Langt áðrenn sjálva finaluna, gjørdi Liverpool FC vart við, at felagið ikki helt trygdina vera í lagi á Heysel-leikvøllinum, sum var í sera ringum standi, og heitti á UEFA um, at flyta finaluna til annan leikvøll.

Finalan varð ikki flutt, og í neutrala áskoðaraøkinum, sum var millum viðhaldsfólkini hjá Liverpool og Juventus, var stórur partur av atgongumerkjunum endað á italskum hondum. Tí var bara eitt lítið høsnahegn millum ensku og italsku viðhaldsfólkini, og tá ið viðhaldsfólkini fóru at kasta lutir eftir, hvørjum øðrum, endaði heilt galið.

Nøkur viðhaldsfólk hjá Liverpool valdu at loypa á italsku viðhaldsfólkini. Hesi royndu at taka seg aftur við tí úrsliti, at trýstið á ein múr gjørdist so stórt, at múrurin datt niður. 39 fólk lótu lív, 32 italiufólk, fýra belgiarar, tveir fraklendingar og ein norðuríri.

Eftir Heysel-vanlukkuna fingu øll ensk lið forboð at vera við í evropeiskum kappingum í óásetta tíð, og Liverpool í eitt ár longri enn hini liðini.

Liverpoolviðhaldsfólkini áttu sín stóra part av skuldini fyri vanlukkuni, og hetta mei-kvøldið er helst skammiligasti bletturin í søgu Livepool. Men at fara so langt, sum at leggja Liverpool-viðhaldsfólkini undir morð, tað er langt út.

Hetta er ein lygisøga, sum serliga ein lítil bólkur av Scum-viðhaldsfólki roynir at halda lív í. Í 2005 beint eftir sigurin í Istanbul, var ein slík grein prentað í skandinaviska United-fjepparablaðnum, og hon skapti mikla øsing millum norsk Liverpool-viðhaldsfólk. United-fjepparafelagið viðgekk eisini, at søgan var ein lygn og kom við einari almennari umbering.

Nøkur ár eftir Heysel-vanlukkuna í 1989 vóru nøkur fólk funnin sek í at hava ábyrgd fyri vanlukkuni. 14 enskir viðhaldsmenn og tveir fyriskiparar úr Belgia vóru funnir sekir, meðan eingin frá UEFA fekk nakran dóm. Eftir at dómurin var kærdur, var revsingini herd, og aðalskrivarin í UEFA, Hans Bangerter fekk tríggjar mánaða karantenu.

Endin varð kortini at eingin kom inn at sita ein einasta dag, og tað er nakað, sum tey italsku avvarðandi er sera hørm og ørg um.

Tá ið Liverpool og Juventus møttust í fjórðingsfinaluni Champions League í 2005, varð skipað fyri minningarhaldi í sambandi við dystirnar bæði í Torino og í Liverpool. M.a. helt Ian Rush, sum eitt kappingarár spældi við Juventus, eina stutta minningartalu á Anfield.

Vinalagið millum feløgini bæði er eisini gott. Men sárini hjá teimum avvarðandi, verða ongantíð lekt, og sorgardagurin kemur altíð at verða ein døkkur partur av søguni hjá Liverpool FC.

You’ll never walk alone
April 16, 2010
Klubben er til salgs. : Liverpooláskoðarin
Broughton ny formann - klubben er til salgs.
Núverandi eigarnir siga seg nú eisini at vera áveg út úr klubbanum, so spennandi tíðir fyri framman.
April 16, 2010
Hatta er ikki Les Ferdinand : Jens Pauli Joensen
Sjálvandi er hatta ikki Les, hatta er okkurt SCUM ólukkudýr, ella eitt, íð lesur The Sun!
April 16, 2010
Hillsborough : Cpt Fantastic
Justice 96!!

YNWA til øll, ið mistu teirra kæru fyri 21 árum síðani!
April 15, 2010
Les? : Cpt Fantastic
Nakað sigur mær, at hasin "les ferdinand", ið hevur skrivað 3. viðmerking, ikki er tann Les Ferdinand, ið plagar at skriva inn á her :o
April 15, 2010
... : les ferdinand
liverpool burdi minst til teir sum teir drópu ímóti juventus
April 15, 2010
Hillsborough : Liverpooláskoðarin
21 ár síðani Hillsborough-sorgarleikin.

You'll Never Walk Alone
April 15, 2010
Justice 96 : Ian
You'll Never Walk Alone....
April 15, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo