Skrivağ hevur Rói Joensen, Monday, 26 April 2010 (573 hits)
(PL) Burnley - Liverpool 0-4 (0-0)
Liverpool
vann heili 4-0 á Burnley. Í fyrra hálvleiki kundi Burnley saktans lagt
seg fram
um, men einki mál kom fyrstu 45 minuttirnar. Stutt eftir steðgin legði
Gerrard
okkum fram um, tá ið eitt langskot kom í ein verjuleikara og í málið.
Løtu
seinni sendi Gerrard eitt flott langskot í málið. Maxi gjørdi tað til
3-0, tá
ið Aquilani spældi hann leysan, og Babel staðfesti sigurin í yvirtíðini.
Gerið viðmerkingar inni í greinini
Hesaferð
verður ikki tað stóra skriva um dystin, tí eg sá hann ikki. Havi bara sæð
samandráttin á Match of the day, og tað sum eg sá har, vísti at vit vóru heppin
ikki at vera aftanfyri í steðginum. Vit kunnu takka Reina og vánaligum skotum
og skallarum hjá Burnley fyri, at tað enn stóð 0-0 í hálvleikinum.
Tá
ið Gerrard legði okkum fram um eftir steðgin, var dysturin í roynd og veru
avgjørdur. Fyrsta málið hjá Gerrard var eitt sindur heppið, tí langskotið
skifti kós, tá ið tað tók í ein verjuleikara hjá Burnley. Hinvegin var seinna
málið hjá Gerrard eitt ordiligt Gerrard-mál. Aquilani spældi liggjandi til
Gerrard, sum svingaði "Huyton-hammer" , og so sang bólturin í netmeskunum.
Triðja
málið skoraði Maxi úr rímiliga spískum vinkli, eftir eina hegnisliga sending
frá Aquilani. Fjórða málið skoraði Babel í yvirtíðini, tá ið innskifti Lucas lyfti
bóltin inn um bakketuna hjá Burnley, og Babel kundi púra einsamallur við
málverjanum gera tað til 4-0.
Enn
einaferð vunnu vit, tá ið Aquilani byrjaði á vøllinum. Italiumaðurin hevur nú
spælt átta dystir frá byrjan. vit hava vunnið sjey av hesum dystum og spælt ein
javnan.
Annars
gott, at síggja unga Ayala í verjuni. Vit hava brúk fyri ungum leikarum
Sigurin
ger, at vit framvegis hava ein matematiskan møguleikan at náa lovaða fjórða
plássinum.
Dystartøl og leikaramet frá The Times:
(PL) Burnley - Liverpool 0-4 (0-0)
1-0
Gerrard (52)
2-0
Gerrard (59)
3-0Rodriguez (74)
4-0 Babel(90)
Burnley (4-1-4-1): B Jensen 6 T
Mears 5 L Cort 5 M Duff 5 D Fox 5 G Alexander 5 M Paterson 6 W Elliott 5 J Cork
6 D Nugent 5 S Fletcher 6. Substitutes: R Blake 5 (for Alexander,
63min), C Eagles (for Paterson, 71), S Thompson (for Nugent, 78). Not used: N
Weaver, A Bikey, S Caldwell, J Rodriguez. Next: Birmingham City (a).
Liverpool (4-2-3-1): J M Reina 6 G
Johnson 5 D Ayala 5 J Carragher 6 D Agger 6 J Mascherano 6 S Gerrard 8 M
Rodríguez 7 A Aquilani 6 R Babel 4 D Kuyt 4. Substitutes: Y Benayoun 5
(for Kuyt, 48min), Lucas Leiva (for Agger, 78), D Pacheco (for Gerrard, 82). Not
used: D Cavalieri, S Kyrgiakos, P Degen, N El Zhar. Next: Chelsea
(h).
Referee: P Dowd. Attendance:
21,553.
Hagtøl
frá Sky Sports:
Burnley - Liverpool
0 Goals 4
0 1st Half Goals 0
4 Shots on Target 7
7 Shots off Target 5
3 Blocked Shots 3
4 Corners 5
14 Fouls 12
1 Offsides 1
2 Yellow Cards 1
0 Red Cards 0
70.3 Passing Success 74.8
24 Tackles 33
75 Tackles Success 78.8
45.4 Possession 54.6
58.3 Territorial Advantage 41.7
Viðmerkingar () |
|
|
|
|
|