Forsíða arrow Tíðindi arrow Forlan sendi okkum út í myrkrið
Forlan sendi okkum út í myrkrið PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Thursday, 29 April 2010 (495 hits)

atletico(EL) Liverpool - Atletico Madrid 1-0 (0-0) (Eftir longda leiktíð2-1)

(Samanlagt 2-2) Atletico víðari, fleiri útivallarmál)

Tað eydnaðist ikki Liverpool at spæla seg í finaluna í Europa League. Aquilani legði okkum fram um beint fyri hálvleik, og javnaði harvið samanlagt. Fleiri mál komu ikki í vanligari leiktíð. Í longdu leiktíðini, skoraði Benayoun eftir fimm minuttir. Men Forlan sendi Atletico í finaluna beint fyri steðgin í umdystinum.

Gerið viðmerkingar inni í greinini

Europa League var kappingin, sum mong søgdu skuldi bjarga kappingarárinum hjá Liverpool. Eg havi ongantíð verið við í tí kórinum. Europa League er kappingin fyri tey næstbestu, og har eigur Liverpool ikki at vera.

Nú varð so einki kappingarár bjarga av Europa League. Vit vóru sligin út av einum liði, sum liggur mitt á stigatalvuni í Spania. Kortini kláraðu vit bara í løtum veruliga at leggja trýst á Atletico, og tað vísir bara, hvussu langt vit eru frá evropeiska toppinum við verandi liði undir leiðslu av Rafael Benitez.

Fyrri hálvleikur var í lagi. Uppstillingin var álopssinnað, og tað einasta, eg hevði at fýlast á, var, at Mascherano ikki spældi mitt á miðjuni saman við Aquilani. Í staðin var Mascherano settur á høgra bakk og Johnson fluttur yvir á vinstra bakk. Eftir míni fatan ein eitt sindur løgin avgerð, tí hóast Mascherano spældi fínt á høgra bakki, so er hann so nógvar ferðir betri mitt á miðjuni. So kundi Johnson spælt á høgra bakki, Agger á vinstra bakki, og Kyrgiakos komið inn i miðverjuna saman við Carragher. Men tað er sjálvandi altíð lætt at vera bakklókur.

Vit byrjaðu dystin sera bragdliga. Longu eftir 10 sekund gjørdist Benayoun leysur , og úr sera spískum noyddi hann unga málverjan hjá Atletico at bjarga.

Liverpool trýstið helt fram í nakrar minuttir, men stilnaði so av, og Atletico kom betri við í dystin.

Næstu vandamiklu atsóknina áttu spaniólarnir eisini, tá ið Raul Garcia í  19 minutti við einum fløtu langskoti noyddi Reina at stórbjarga.

Í 26 minutti vístu Gerrard og Aquilani sera gott samanspæl, áðrenn Gerrard spældi Mascherano, sum legði innfyri, har Kuyt sendi bóltin upp um. Hevði verið eitt sera vakurt mál.

Dysturin helt fram at bylgja eitt sindur aftur og fram, men okkara menn vóru kortini omaná. Beint fyri hálvleik kom forloysandi málið. Mascherano kastaði innkast til Benayoun, sum legði inn fyri, og hóast bólturin sýnist at vera eitt sindur aftanfyri Aquilani, so fekk italiumaðurin hegnisliga bent bóltin í málið frá umleið 10 metra fjarstøðu.

Eftir steðgin var talan um ein heilt annan dyst, og langt var millum veruligu málmøguleikarnar. Liverpool fór longri aftur á vøllin. Um tað var tað vanliga taktiska varsemið hjá Rafa, ella Atletico,sum trýstið okkum aftur, skal eg ikki siga. Kann bara staðfest, at stóran part av seinna hálvleiki, var tað Atletico, sum setti dagsskránna.

Málmøguleikarnir vóru, sum nevnt, sera fáir í seinna hálvleiki. Hjá okkum royndu Johnson og Kuyt seg við langskotum, og hjá Atletico var einaferð um reppið, at Forlan gjørdist púra leysur.

Tað kom heldur einki mál, og so var umdystur á skránni.

Tað byrjaði eisini væl, og fimm minuttir av longdu leiktíðina vóru spældir, tá ið Benayoun legði Liverpool fram um, og sendi okkum við kós móti finaluni í Hamburg. Fyrst varð Gerrard feldur, men dómarin gav fyrimun. Endin varð, at Lucas lyfti bóltin inn um verjuna. Har var Benayoun gjørdist púra leysur, og hóast vinkulin var sera spískur, so eydnaðist at senda bóltin í málið.

Gleðin vardi í 8 minuttir, tá ið Forlan, sum altíð skorar móti Liverpool, sendi okkum út í myrkrið. Reyes gjørdist leysur í teirra høgru síðu, og legði innfyri til púra leysa Forlan, sum skoraði trygt.

Liverpool kláraði ikki at svara aftur, og var ongantíð veruliga nær við at skora.

Vit mugu bara staðfesta, at liðið, sum Rafa hevur bygt upp í fimm ár, ikki er nóg gott. Tað sigur væl tað heila, at El Zhar verður settur inn, tá ið ástendur. Nú 23 ára gamli maðurin úr Marokko hevur ongantíð víst nakað í reyðu troyggjuni, og eg loyvi mær alvorliga at ivast í, um hann hevði sloppið á nakað annað lið í Premier League. Degen og Pacheco komu eisini inn

Til verju fyri Rafa, so skal sigast, at har var einki frægari at seta inn. Hópurin er snøgt sagt skríggjar eftir álopssinnaðum leikarum.

Kappingarárið 2009/2010 er fullkomiliga miseydnað, og tað skal bara eitt veruligt undir til, um vit skulu náa fjórða plássinum.

Sunnudagin vitjar Chelsea á Anfield, og mong Liverpool-viðhaldsfólk verða helst í onkrum slagi av tvístøðu, um tað loysir seg at vinna á Chelsea og harvið hjálpa Scum at yvirhála Liverpool við flest vunnum meistaraheitum.

Hinvegin, so havi eg sera torført við at trúgva, at vit hava nakran sum helst møguleika móti Chelsea, sum hetta kappingarárið hevur verið nógv betri enn vit. Serliga tá ið hugsað verður um, at okkara menn spældu 120 minuttir í gjár.

 

Dystartøl:

(EL) Liverpool - Atletico Madrid 1-0 (0-0) (Eftir longda leiktíð2-1)

(Samanlagt 2-2) Atletico víðari, fleiri útivallarmál)

 

1-0 Aquilani (44)

2-0 Benayoun (95)

2-1 Forlan (113)

 

Liverpool: José Reina - Javier Mascherano, Jamie Carragher, Daniel Agger, Glenn Johnson - Lucas -Alberto Aquilani (89 Nabil El Zhar ) - Dirk Kuyt, Steven Gerrard, Yossi Benayoun (114 Daniel Pacheco) - Ryan Babel

Substitutes: Diego Cavalieri, Sotirios Kyrgiakos, Daniel Ayala, Philipp Degen, David Ngog

Gult kort: Gerrard (42), Aquilani (51), Carragher (82), Kuyt 105

Atletico Madrid: David De Gea - Antonio Lopez,Alvaro Dominguez, Luis Perea, Simao, Paulo Assuncao (Jurado 99), Jose Antonio Reyes, Juan Valera, Raul Garcia, Diego Forlan (117 Ignacio Camacho), Sergio Aguero (120 Eduardo Salvio)

Substitutes: Andres Sergio Asenjo, Tomas Ujfalusi, Leandro Cabrera, Juanito

Gult kort: Assuncao (52), Valera (67), Forlan (102), Dominguez (105)

 

 


Viðmerkingar (38)add
Realiteturin : HJ
Eg havi einki lisið av tí sum er skriva her, men her er ein viðmerking:
Sjálvt um eg eri íðin fjeppari, so eri eg ikki keddur av at vit taptu EL semifinaluna. EL er ein kapping fyri miðalgóð lið. Sannleikin er tann at l'pool er í einari krisu og nakað alvorligt má henda. Eigarnir mugu út. Gjarna Rafa eisini. Høvdu vit vunni EL hevði tað møguliga útsett tað sum má henda. Tað er at vit innsíggja at okkara elskaða Liverpool er í krisu. Eitt er at nýggir investorar skulu gjalda órímiliga nógv fyri klubbin, men teir mugu brúka eina asins rúgvu av pengum aftaná. Fyrst og fremst til stadion, nýggjar leikarar, gjalda lán og sikkurt nógv annað. Alt í alt. Tað sær svart út. Uppruddingin má byrja nú.
May 04, 2010
Jens Pauli Joensen : Les Ferdinand
Tað er altíð ein risk, at selja eitt felag til fjepparnir... Men sum Dánjal Petur sigur, so hava Liverpool nógvar fjepparar, so tað kundi loyst seg. Lykilin er bara tann, at finna ein sum dugir at halda skil á peninginum. Ein sum kann halda felagnum á rættari kós.
May 04, 2010
Jón : Jens Pauli Joensen
Fín grein. Og vísir, hvar vit kunnu enda, um framhaldandi skeivar avgerðir verða tiknar av teimum, ið ráða.
Mær hevði dámt best, um Liverpool hevði blivið sum Barcelona, har viðhaldsfólk eiga klubbin. Um tað er praktiskt gjørligt, er ikki til at siga, who knows?
Veit ikki hvussu nógv viðhaldsfólk Liverpool hevur, men tey eru nógv um allan heim, SCUM hevur munin á okkum, men Liverpool er no. 2 av enskum liðum. So tað er ikki óhugsandi at viðhaldsfólk kundi átt Liverpool, slett ikki.

May 04, 2010
... : Jón R - Mortensen
http://tomkinstimes.com/2010/05/the-liverpool-investment-conundrum/
May 03, 2010
Jens Pauli : Cpt Fantastic
Tú sigur, at tú vónar bara eina betring, men hevur tankin rakt teg um, at vit kanska um eitt ár fara at yrða okkum um, at vit hildu, at Rafa var ein vánaligur venjari, tá vit síggja, hvussu nógv felagið er farið, síðan Rafa pakkaði og fór?
May 03, 2010
Jón : Jens Pauli Joensen
Eri ikki sikkur í nøkrum, kann man vera tað?

Tað sum eg havi skrivað, er eitt úttrykk fyri desperatari vón um at onkur kemur og bjargar okkum. Eg dugi ikki at síggja, hvussu vit kunnu halda fram við núverandi eigarum og venjara, haldi, at ein sesong aftrat við núverandi fer at smildra Liverpool totalt.


May 03, 2010
Jens Pauli : Cpt Fantastic
Samdur við Jón. Ja, rokni ikki við, at Hicks og Gillet bara vilja selja til teir, sum vilja Liverpool tað besta. Bara teir fáa nokk burturúr, so kann alt gera tað sama, hvussu verður við framtíðini hjá Liverpool!
May 03, 2010
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
Hví er tú so sikkur í at evt. nýggjir eigarar hava ovmikid ev pengum? Gillet og Hicks høvdu ikki, Glazer í Utd. hevur ikki. Tad kann sagtans vísa seg at enn eitt investeringsprojekt yvirtekur Liverpool bert fyri at selja tad aftur um nøkur á vid privatum vinningi fyri eyga. Og tad er vandin tá Liverpool skal seljast. Allarhelst hevdi tad verid best um tann lokali rímadurin - minnist ikki heilt hansara navn - fekk keypt felagid tá tad var. Men spurningurin er um hann er ríkur nokk til at standa Chelsea, City og Tottenham kurl. Ella kanska vit skuldi gjørt sum í Barcelona, allir fjepparir skuldi keypt eitt sindur av felagnum. 1000,- - 5000,- í part so skuldi tad skjótt verid eitt múgvandi felag :)

May 03, 2010
nyggjan eigara og venjara : LFCfan81
tað er nøkur krøv til teir sum fara at bjóða uppá Liverpool, eitt stadion skal vera í planninum, og sum hasin Chelsea maðurin segði so gav tað onga meining at keyp Liverpool um tann personurin ikki fór at gera nytt stadium, har eru fór stór inntøka til at droppa tað, eitt krav er at skuldin skal vekk men tað verur nok ikki so nemt at finna ein sum vil betala stadium og alla skuldina í einum, so má ein sum City hevur inn, og tað er bara ein spurningur um tíð so fer City at hava penga problemir, alt hevur ein enda sjálvt oljan, men eg haldi ikki sikkur men haldi at bankin hevur eitt krav til skuldina, veit bara ikki hvussu nógv tað er, men so til teir sum siga at ongir pengar vera at keypa fyri tá Liverpool er keypt, tað gevur also onga meining at investera so nógvar pengar, og so ikki brúka pengar har hjarta hjá Liverpool og øllum liðum er og tað er liði sjálvt, tað er liði sum bestemmar hvat inntøkan er, tað skal eitt gott lið fyri at vinna og at pengar skullu koma inn, at trenarin hvør so tað verur hann má hava pengar og nok til minst 4 klassa spælarir, tað má verða tað fyrsta teir skullu hugsa um. so nakað heilt annað eg hugdi at onkrum video frá Liverpool á youtube, har hevði ein frá Liverpool skriva, at hann dámdi ikki at útlendingar komi til dystir á anfield og bað okkum fara á fananum til vit syngja ikki akk sum teir, men so kom hetta gosfjalli í íslandi, veit ikki akk hvønn dyst men tá fekk eg hug at flenna, tí stadium var ikki nær við at vera fult og sum speakarin segði tað er sjolvdan at tú hoyrur ein einkultan person rópa og hoyra akk hvat hann sigur, so hesir útlendinganir munnu ikki vera so galnir fyri Liverpool og the kop.
May 02, 2010
Pengar : Jens Pauli Joensen
Teir sum keypa Liverpool mugu vera ríkir, tað er givið.
Tá so keypið er liðugt og nýggir eigarar setast við róðrið (Gillet og Hicks eru burtur), lata nýggju eigararnir nýggja venjaranum (vónandi Mourinho) pengar at keypa leikarar fyri. Sodan!
May 02, 2010
Jens Pauli : Cpt Fantastic
Okey. So tú heldur, at Mourinho fær pengar at keypa inn fyri tí Liverpool verður selt? Nei Jens Pauli. So væl spælir klaverið heldur ikki. Pengarnir fara beint niåur í reyvalumman á Hicks og Gillet!!
May 02, 2010
Jenis : Jens Pauli Joensen
Er tað tí at Mourinho vinnur titlar, at hann ikki skal til Liverpool?
May 02, 2010
liverpool : liverpool
sel allan bonkin vit hava, ikki nóg góð fólk.
hopi at chelsea vinnur, okkara kappingarár er longu fari.
& man utd skal ikki vinna!
May 02, 2010
chelsea : Torhallur
åååå man verður bláur i dag :D gooo chelsea goooo chelsea hopi virkliga at vit tapa eini 4-5 0
May 02, 2010
!!! : Jenis
tað sær ikki út sum liverpool blívur selt!!!!!!!!!!!!!
ikki mourinho til liverpool!!!!!!!!!'
nakar einigur ?
May 02, 2010
??? : xD
Subs: Cavalieri, Babel, Pacheco, Ngog, El Zhar, Degen, Ayala. hasir sita á bonkinum móti chelski... hvussi f**** skal skilið verða ?
har skal nógv skiftast út í summar...
May 02, 2010
Jenis : Jens Pauli Joensen
Men Mourinho fær pengar. Liverpool verður selt, og harvið koma meira pengar.
May 02, 2010
!!! : Jenis
tað verur tað sama um Mourinho kemur!
Hann fær ikki pengar at keypa fyri og tað er tað. Allir trenarir hava brúk fyri pengum..
May 02, 2010
Welcome Mr. Mourinho! : Jens Pauli Joensen
Á denn lætti at lesa. Endiliga fer Rafa, puha...
Well then, tað verður spennandi at síggja, hvørjar leikarar Mourinho fer at keypa. Og hvussu nógv hann fær í sína war chest.
May 02, 2010
... : Jens Pauli Joensen
- Betingelsene er forandret

Benítez uttaler at han arbeider under andre betingelser enn det han ble lovet da kontrakten ble signert i fjor. Sammenligner situasjonen med da han forlot Valencia. Reina usikker på om Benítez fortsetter i sjefsstolen.

Av Frank H. Larsen

Rafael Benítez mener at han ikke har fått arbeidet under de betingelsene han ble lovet da han signerte en ny femårskontrakt i fjor. Han sammenligner nå situasjonen i Liverpool med den som var i Valencia da han forlot La Liga-klubben i 2004.
- Jeg bestemte meg for å signere en forlengelse fordi troppen var god og pengene skulle være der, men betingelsene er endret, sier Benítez til Daily Mail.

- Vi har hatt en dårlig sesong. Forhåpentligvis vil det bli annerledes i fremtiden, men i øyeblikket kan jeg ikke snakke om fremtiden fordi jeg vet ikke hva som skjer.

- Jeg forlot Valencia fordi betingelsene ble endret. Det var ikke et spørsmål om min lønn da jeg ble i Liverpool. Jeg sa nei til andre store tilbud. Jeg bestemte meg for å bli under spesielle betingelser, og de er nå endret.

- Spillerne deler de samme frustrasjonene. Jeg vet hvordan de føler fordi jeg har snakket med dem hele sesongen. Sesongen har ikke vært god, det er klart. Vi vet hvorfor og hva som må forandres.

Juventus ønsker svært gjerne å få Benítez som trener.
- Rafa er ganske interessert i Juventus, men ikke 100 prosent, uttaler en kilde til avisen.

Liverpool har krav på kompensasjon om spanjolen skal løses fra kontrakten. Offisielt har de krav på £16M, men vil trolig akseptere en fjerdedel av det. Benítez er også åpen for å fortsette på Anfield. Han hentet nylig 18-årige Jonjo Shelvey fra Charlton for £1,7M, og er også ute etter å signere andre spillere for fremtiden.

Pepe Reina er den første spilleren som kommenterer spekulasjonene rundt Benítez' fremtid.
- Jeg kan ikke svare på om Benítez blir eller ikke. Han er en så stor manager, og det har vært mange rykter. Vi må vente. Jeg håper at han blir i Liverpool, men det må bli hans avgjørelse.

Daniel Agger vet at Liverpool kommer til å gi alt for å ta tre poeng mot Chelsea.
- Når du har på deg den røde trøyen og spiller for en klubb som dette, må du gi alt, forteller Agger.

- Dette har vært en dårlig sesong. Vi har behov for å gjøre mange forandringer neste sesong. Men mot Chelsea vil vi definitivt gjøre alt vi kan for å slå dem.
May 02, 2010
... : The big RED machine
Eg Hopi at liverpool Vinnur í morgin.
Sunderland teir klára at taka unidet
May 01, 2010
tað er liðugt! : Ingolf
Tottenham vann og Man. City vann. Vinna vit í morgin gera vit meira skaða enn gott. Bert ein fanatikari trýr uppá at vit kunnu náa 4. plássinum aftaná dagsins úrslit. Eg sigi ikki at man skal tapa við vilja, eg sigi eg hopi vit tapa í morgin tí sum sagt, at vinna ella spæla javnt ger meira skaða enn gott. Vit liggja enn har vit gera nú við at vinna í morgin. woops, nei, vit vinna okkum 1 pláss á stigartalvuni eftir sum Villa taptu, men tit síggja støðuna ha? 6. pláss og Man. Utd vera meistarir ella 7. pláss og Chelsea vera meistarir, vel eitt av hasum,

annars: ja, mangul uppá umleið eitt hálvt fótbóltslið (6-7 leikarir) vil eg siga vit hava, ikki spyrja hvar pengarnir koma frá, eg veit ikki.
May 01, 2010
Gud eigi tykkum. : Jón R - Mortensen
Seti tykkum inn í tingini ádrenn tit úttala/skriva her. Tad er rættiliga flóvisligt tykkar vegna og LFC fjeppara vegna at tit ikki eru bara eitt sindu inni í tingunum. Sjálvandi skullu øll verda vælkomin her á kjakid. Og eingin er betur ella verrid enn annar. Men tá spurnatekin verda sett vid útskiftingar har leikarar eru troyttir og harvid nógv meira útsettir fyri skada (ávíst læknaliga), seldir leikarir sum vildi vekk og hví hesin og hesin ikki er keyptir hóast tad er sera væl prógva at peningaliga stødan í LFC ikki er tann besta, tá verdur tad eitt sindur pínligt. Sjálvt Utd. fjepparir vita betri.
Fyri at undirstrika míni útsøgn vil eg hervid peika á, at Masch er ein framúr defensivur leikari. Men sum álopsbakkur er hann ikki tad stóra - best prógva vid at hann rann beina kós út av vøllinum ópressadur tórsdagin. Harafturímótir er Degen faktisk ofta róstur fyri sín álopshuga og tad var tad sum var brúk fyri tá Liverpool hevdi sera stutta tíd eftir og eitt mál skuldi náast. Tad er meir í einari offensivari útskifting enn bara at seta ein álopsleikara inn.
Harnæst seldir spælarir. Hyypia vildi vekk tí hann ikki vildi leika 4. violin men harafturímótir vildi hava so nógv út av sínari seinastu tíd sum leikari - einki at siga hann ringan fyri. Bellamy gjørdu líka so nógvan skada sum gagn og hansara søla var vid til at finansiera Torres.
Keyptir leikarar. Tad er faktum at Johnson enn ikki hevur kosta okkun fulla upphædd tí P'Mouth enn skyldar okkum fyri Crouch sum Redknapp keypti tá hann var har. Aquilani hevur Rafa fingid nógv av koyrilinum yvir. Men faktum er at Aquilani var kannadur av tí fremsta serdfrødinginum innan sítt økid vidvíkjandi Aquilani og hansara meting var at Aqua var klárur hálvan august. Seinni hava tríggjir ymiskir serdfrødingar kanna Aqua uttan at duga at siga hví hann skal sigast at vera skaddur. Nakad sum fekk Rafa til at útfodra Aqua til at bíta pínuna í seg. Men sum øll í fótboltsheiminum má Rafa eisini halda seg til serdfrødingar innan læknaøkid.
Men harvid er ikki sagt at mín meining er rættari enn tann ádur ella tann næsta. Men tá turr tøl tala fyri seg og søgan hevur sína greidu talu, tá burdi mann ikki skriva ímótir tí.
May 01, 2010
Botnurin : Spectator
Nú náddu okur botnin. Eg skrivaði áðrenn kappingina, at okur verða kanska ímillum 10 tey bestu. Nú síggja okur, at okur verða ímillum 8 tey bestu, og tað er ein skandala fyri eitt felag sum okra. Hvussu skal man klára seg við ongum áleypara, tá tann einsamalli EL NINO er skaddur. Chrouch seldur, Bellamy seldur, Kristian Nemeth útleigaður osfr. Hyppia ongan sáttmála - hygg, hvussu framúr hann leikar í Týsklandi - og Johnson, einasti glotti, hóast hann ikki røkkur Finnan til øklarnar sum verja í høgru síðu. Soleiðis hevur Rafa brotið niður eftir 2005 Triumfin. Nú er at fáa nýggjan venjara og selja ífylluna og keypa nakrar spælarar, ið hava møguleika ta klára seg í Onglandi.
May 01, 2010
LFCfan81 : Cpt Fantastic
At Rafa vann CL við einum liði, sum hann enntá ikki sjálvur hevði valt sær, haldi eg sigur sera nógv um Rafa. Vísir bara, at Rafa dugir altíð hetta við at seta rætta taktikkin upp - man plagar annars at siga, at venjararnir mugu fáa nøkur ár fyri at fáa "sínar" leikarar til felagið, so teir kunnu sín taktikk. Men ikki Rafa!
May 01, 2010
svar til okkurt á seinasta innleg : LFCfan81
eg sigi mína meining um Liverpool í dag ger meg ikki minni til ein fan enn onnur....hvat vit hava vunni fyrr hevur onki at siga.....vit berjast um Euro League....skal ongin siga vit hava gjørt framstig síðan rafa kom...hann vann CL við einum lið sum hann onki hevði gjørt nakað við....nei eg sigi bara sum er maðurin má vekk...tað blívur bara verri...eg tími ikki at sats at hann fer at venda tí...so vil eg heldur hava ein annan inn....Rafa ger altíð tað sama bytta....ongin hevur eitt fast pláss á liðnum tað skal alt roterast runt...men um Rafa verur her næsta ár so skal eg stuðla honum og liðnum men eg vil hava annan venjara....man má stuðla tað sum man hevur men eg haldi hann hevur gjørt nógv bytt fer eftur fer....tað var ein venjari hjá Liverpool sum segði ert tú ikki nr 1 er tú onki
April 30, 2010
Cpt. Fantastic : Jón R - Mortensen
Fabrecas oyðilegði sær restina av kappingini og kanska eisini VM tí hann vildi partout spæla.
April 30, 2010
Jens Pauli : Cpt Fantastic
Tað krevur ikki stóra fótbóltsvitan at vita, at EINGIN leikari er glaður at verða skiftur út. Teir vilja allir spæla altíð - eisini tá teir eru skaddir. Har er tað upp til venjaran at meta um, tí sjálvandi má næsti dysturin eisini havast í huga! Hygg bara at Man Utd ímóti Bayern. Rooney var skaddur, men vildi sjálvandi spæla. Har gjørdi Ferguson tað, at hann læt Rooney spæla, og úrslitið var, at Rooney spældi vánaligt - orkaði ikki at renna, Man Utd taptu og Rooney fór enn meira skaddur av vøllinum.

Men sjálvandi, hatar man Rafa, so sær man ikki slíkt.
April 30, 2010
Hatta er tað : Jónas Haraldsen
Góðu vinir, vit eru bara ikki betur enn úrslitini vísa, hettar kappingarárið. Okkara hópur hongur bara ikki saman, vit hava ov nógvar verjukendar leikarar í mun til álopskendar. Tó mugu vit til eina hálvfinalu flyta høgra bakk á vinstra og verjukendan miðvallara á høgra. Eg spyrji bara, hví ikki bara seta Mascherano á vinstrabakk??? Sera harmulig og tað var serliga tíðuligt, at tað ikki var til fyrimuns fyri Johnson, men hvat veit eg! Kanska vit kundu brúkt Riera nú!
April 30, 2010
huff : Torhallur
har sa man eitt ta størsta problemi sum liverpool hevur havt ta seinastu tiðina, og ta er bonkurin, skifta teir bestu mennirnar ut men har er totalt eingin erstatningur pura galið vit hava ringan bonk.
men næsta ár uuuhaa, skulu hava minst 5 klassa leikarar og helst ik selja for nogv men ta verður venjarin sikkurt noyddur til, men bonkurin ma bliva betri ta hopi at allir eru samdir við mær í,
April 30, 2010
ùtskiftingar : Jens Pauli Joensen
Tað er bara at hyggja at leikarunum, sóu soooo fegnir út fyri útskiftingarnar.
Men sjálvandi, elskar man Rafa, so sær man ikki slíkt.
Eftir stendur, at vit vóru slignir úr vegna hasar útskiftaingarnar, tí Liverpool fánaði burtur aftaná, og Atletico tók spælstýringina.

April 30, 2010
... : The big RED machine
el zhar nytar onki. sel hann..
annars aquilani er finur faktist genialur. rafa tók hann út tí hann sá hann halta vid beininum, sjált um aquilani ikki vildi takast út...


April 30, 2010
Skuffandi! : Cpt Fantastic
Sera, sera skuffandi úrslit í kvøld, og nú er bara at kempa um hatta 4. plássið, ið Liverpool, teoretiskt sæð, hava møguleika at røkka.

Jens Pauli leggur eftir Rafa, at hann tók teir bestu spælararnar út í dystinum uttan grund...
Tað var heilt týðiligt, at Mascherano hevði eitthvørt, ið gjørdi, at hann ikki fekk spælt og mátti tí skiftast út, og Benayoun, ja, hann var totalt slitin móti endanum og kláraði næstan ikki at røra seg. Og Aquilani fall meir og meir út av dystinum og var nærum ikki at síggja seinastu 20min.

Men nú er at síggja fram til brakið sunnudagin, har vit bara mugu vinna!
April 30, 2010
Spell : Liverpool's Number Nine
Vunnu slagid, men taptu kríggid. Hvat siga nú allir Rafa hatarir um uppstillingina til í kvøld, var hon nú ov offensiv?

Hetta hevur víst seg at vera tad veika vid LFC, at ikki klára midalgód lid, ella lid á okkara stødi í ár, vid taktikki einans, tad skal ofta okkurt serligt til og tad mangladi í kvøld.
Í fjør gekk gott móti betri lidum og mistu stig móti verri lidum.
Í ár hevur ikki gingi nakad serligt yvurhøvur, men vit byrjadu vid høgum vónum, bygt á góda kappingarárid í fjør.
The higher you walk the farther you fall.
Tad ber til enn at náa fjórda plássinum, hóast eg kenni onkrar reydar, sum eru nokkso bláir sunnudagin. Vit vóna tad besta og kanska tad verdur til CL fótbólt komandi ár, men um ikki so er tad heldur eingin skomm. Árid byrjadi vid tveimum tapum av trimum í PL og tad tók so fast at vit ongantíd komu yvir tad.

Vónandi er tad 19-18 til okkum eftir næsta kappingarár.

YNWA
April 29, 2010
liverpool : liverpool
liðiðtil í næsta ár;
finna ein góðan vinsta bakk.
tveir kantar.
tveir áloparar.
- nýtt stadium.
April 29, 2010
liverpool : kurli
ja, í hvussu er El Zhar og Degen. Eri ikki ordiliga samdur í tær um Pacheco. Eg veit at tað er ringt at koma inn í ein slíkan dyst:(
KEYP 2-3 KANTAR OG ÁLOPARAR. TAÐ ER TAÐ LIVERPOOL MANGLA, ÁÁÁÁÁÁÁÁÁLLLLLLLLLLLOOOOOOOOOPPPPPPPPAAAAAAAAA ARRRRRRRRRRRRRRAAAAAAAAAAARRRRRRRRRRRR !!!!!!!!!!!!!!!!!!!!! fatað tað.
April 29, 2010
Hópurin : Jónas H
Hópurin : Jónas H
Ja so var slut fyri í ár. Annars haldi eg, at bonkurin í kvøld vísur hvussu eitt framúr gott arbeiði Rafa hevur gjørt við, at bygt upp ein góðan hóp seinastu árini. Heilt einfalt 7 framúrskarandi leikarar á bonkinum, ikki nógv onnur lið kunnu kappast við okkum. Annars leiktu vit ein ok dyst, vit hava bara ikki klassan longur. Tá ið vit so taka bestu leikarinar út og Gerrard meira ella minni er burtur í umdystinum, so er ikki nógv at gerða. Ná tað er altíð 2011, at seta vónirnar á.
April 29, 2010

April 29, 2010
Benitez : kurli
Hopi Benitez verður verandi restina av lívinum! og Pacheco og El Zhar... og Degen!
April 29, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo