Forsíða arrow Tíðindi arrow Sum hatta var skuffandi :-)
Sum hatta var skuffandi :-) PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Sunday, 02 May 2010 (499 hits)
gerrard_chelsea

(PL) Liverpool - Chelsea 0-2 (0-1)

Sjáldan munnu viðhaldfólkini hjá Liverpool hava verið so lítið kedd um ein ósigur, sum 2-0 ósigurin í gjár fyri Chelsea. Gerrard gav Drogba fyrsta málið í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki økti Frank Lampard.

Gerið viðmerkingar inni í greinini

Tað verður tíverri ikki tíð til ta longu greinina um hendan týdningarleysa dystin.

Undan dystinum var so at siga greitt, at vit skulu spæla í Evropa League komandi kappingarár, og tí mundu fleiri trúføst Liverpool-viðhaldsfólt ikki gerast alt og kedd, um okkara menn ikki tóku stig frá Chelsea og harvið hjálptu Scum at gerast mest vinnandi felagið í bestu ensku fótbóltsdeildini.

Á vøllinum var Liverpool kortini einki aftanfyri Chelsea, og tað var móti gongini í spælinum, at Chelsea kom fram um. Steven Gerrard royndi at spæla aftur til Reina, men serveraði í staðinbóltin fyri Drogba, og so var 0-1.

Tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá ið Anelka gjørdist leysur í høgru síðu, og legði inn í føturnar á Lampard, og var leyst og liðugt.

Vit hava so gjørt okkara, at Scum ikki gerst meistari. Og í dag skal eg erligt viðganga, og eg havi ofta verið keddari, tá ið Liverpool hevur tapt :-)

 

Dystartøl frá liverpool.no

(PL) Liverpool - Chelsea 0-2 (0-1)

0-1 Drogba (33)
0-2 Lampard (54)

Liverpool:

Reina
Mascherano
Carragher
(Ayala 57)
Kyrgiakos
Agger
Gerrard
Lucas
Rodriguez
(Babel 42)
Aquilani
(Ngog 77)
Benayoun
Kuyt

Á beinkinum:

Cavalieri
Pacheco
El Zhar
Degen

Gult kort:
Mascherano (87)

 

Chelsea:

Cech
Ivanovic
Terry
Alex
A.Cole
Lampard
Ballack
Malouda
Kalou
(Zhirkov 88)
Drogba
Anelka
(J.Cole 92)

Á beinkinum:

Hilario
Ferreira
Deco
Sturridge
Belletti

Gult kort:
Malouda (26)
Ballack (40)

Viðmerkingar (22)add
eg má siga : Ingolf
hatta er ein væl skrivað grein :)

Púra samdur.
May 11, 2010
Spectator : Jón R - Mortensen
Takkid fyri tey vøkru ord - hóast hattar ljódar eitt sindur sarkastiskt ;)
May 10, 2010
Liverpool fc í dag. : Fowler71
Kan man syggja Lfc vs Hull í dag......Hvør man vísa kampin ?
May 09, 2010
JRM veit so væl....... : Spectator
Jú, okur vóru frammanfyri 2-0 í London ímóti Arsenal, og tá serveraði Gerrard bóltin fyri Henri, sum takkaði fyri, og so vann Arsenal, tí LIV fór fullkomilæiga í upploysn eftir málið til 1-2...................Ak sum LIV í ár í nógvum dystum ímóti veikum liðum hevur verið fullkomiliga í upploysn. Man sá longu í undanfyrireikingunum til hesa kappingina, at LIV fór ikki at klára seg, og sama skilið verður komandi kapping, tá ið allir teir troyttu leikararnir møta eftir WM-kappingina.............
May 09, 2010
Sandoyggjin. : Erland E. Erlandson
http://www.bold.dk/nyt/Klubejer-Stor-PrL-klub-vil-gaa-konkurs Kann leiðslan ikki bara fara til Sandoyar og læra hvussu mann biddar?!
May 07, 2010
Uha : Jón R - Mortensen
http://www.bold.dk/nyt/Klubejer-Stor-PrL-klub-vil-gaa-konkurs

Mon hettar er meint vid okkara elskada LFC? Hicks hevur úttala - jvf. Daily Mirror - at tad kann taka teimum/honum upp til 2 ár at fáa selt felagid :(
May 06, 2010
Tja... : Jón R - Mortensen
Møguliga. Men haldi ikki at tad ljódar sum vegurin fram. Bádir hava verid uttan fyri venjara starvid ov leingi.
May 05, 2010
Dalglish and Rush : Jens Pauli Joensen
Tað hevði verið sakin at roynt teir, teir vita í øllum førum hvar málið stendur!
May 05, 2010
Jón R. Mortensen : Les Ferdinand
Bleiv knappliga øgiligani spentur, tá eg læs at teir møguligani taka yvir... Hevði kanska verið spennandi!

May 05, 2010
Holy crap :( : Jón R - Mortensen
http://onside.dk/nyheder/premier-league/avis-dalglish-og-rush-overtager-liverpool
May 05, 2010
liverpool : liverpool
hasar 9 menninir.
keypa 4-5 KLASSAleikarar & nakrir aðrir minni góðar (:
- kanska behalda babel og ngog. men tað skal ikki vera soleiðis at teir eru avloysararnir hjá TORRES.!

May 05, 2010
liverpool : Les Ferdinand
Tað var eitt realistiskt hugskot, at selja allar uttan hasar 9 og síðan keypa 4-5 klassaleikarar. So hava vit ein breiðan hóp á 13-14 mans... Tað hevði nú ikki verið so gott, ha???

May 05, 2010
SELJA : liverpool
vit skulu selja allir leikarar, tó uttan; Torres, Gerrard, Carragher, Mascherano, Agger, Kuyt, Johnson, Maxi, Reina.
So keypa eini 4-5 KLASSAleikarar. Einki annad hjálpir, uttan nýggjar spælarar.
hopi at RAFA velur rætta fólki :)
May 04, 2010
liverpool : liverpool
vit hava brúk fyri nógvum góðum spælarum.
skifta ALLAN bonkin út :)
May 04, 2010
Liverpool's Number Nine : Jón R - Mortensen
Ella tad ferdina á landslidnum til eitt endaumfard har hann legdi bóltin aftur til málmannin - var nokk planurin. Men Henry kom ímillim ok skoradi og England reyk út.
May 04, 2010
whatever : Liverpool's Number Nine
Sá ikki dystin, men lurtadi á BBC.
Ímyndadi mær at tad líktist hinuferd Gerrard skuldi leggja aftur til málmannin móti Arsenal, Henry tók bóltin og scoradi fyri 5-6 árum sídani.

Einki at reypa av, vildu vinna, men taptu, einkult.

Skulu vit fara á the Cavern at drekka 25 tequila komandi ár?

YNWA
May 04, 2010
Ian : Les Ferdinand
Nú haldi eg at tú yvirdrívur eitt sindur. 8-9 klassaleikarar er tað nú ikki brúk fyri og tað hevur Liverpool so slett ikki ráð til. Eg haldi, um vit fáa 2 fantastiskar leikarar og 2 góðar, stabilar leikarar, so verður restina av liðnum lift upp. Man má vera eitt sindur realistiskur.
Vit hava eitt fínt lið, men tað manglar avgerandi spælararir, sum kunnu nakað sjálvir.
Spurningurin er so um RAFA ella hvør so verður venjari, fær pengar at keypa fyri. Sum nú er sær einki út. Vónandi klárar RAFA at fáa nakrar hampuligar leikarar inn fyri einki, um peningur ikki verður sproytaður inn í okkara felag.

May 04, 2010
Skuffandi : Ian
Óluksáliga nógv fyri at lesa viðmerkingarnar hjá tykkum.

At vit skulu gleða okkum um, at vit løgdu okkum við reyvini uppeftir, bara fyri at United ikki skuldi vinna.

PUHA.

Og tað er ikki nokk at keypa 4-5 klassaspælara, vit skulu hava 8-9 klassaspælara.
Og vit fáa heldur ikki 4, tí at so skulu vit brúka £100 mill. og tað hendur ikki.
Nei tit ein góðan áleypara og ein góðan vinstra bakk.
May 03, 2010
Næsta ár. : Tórhallur
nei góði ta verður heldur ik næsta ár, ta er nogv at byggja upp enn fyrst og fremst nyggjar spælarar eini 4-5 KLASSA spælarar sum klara tempoði i PL og sooo ein nyggjan venjara sum visir viljan til at vinna og sum torir at seta menn a beinkin um teir ik visa nakað td gerrard carragher lucas kyut ik allar i senn men siga við teir at hatta er ik gott nokk og so blaka teir a beinkin
May 03, 2010
Næsta ár. : iSi
Kappingin í ár er liðug og aftur í ár mugu vit siga: "næsta ár verður tað"

Við (vónandi) nýggjum eigarum við eitt sindur av pengum á kistubotninum til RAFA at keypa nýggjar spælarir við.

Gerrard aftur á toppinum. Torres skaðafríur. Eini 4 nýggjar klassaspælarir ... jú næsta ár verður tað :o)
May 03, 2010
hehe : LFC for Life!
Gerrard kann tað sama fara til Chelsea næsta ár :p
Hann hevur verið ein katastrofa í ár :o

Men aja hasin ósigurin bilar kanska ikki so nógv :)
May 03, 2010
!!! : Jenis
tíbetur sá eg ikki dystin.
May 03, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo