Skrivağ hevur Rói Joensen, Thursday, 03 June 2010 (383 hits)
So er tað greitt, at Rafael Benitez ikki er venjari í
Liverpool longur. Eftir seks ár í venjarasessinum, komu, hevði hann ikki longur
stuðul frá felagnum, og seinnapartin skrivaði almenna síðan hjá Liverpool, at
Liverpool og Rafa vóru komin ásamt um ein fráfaringaravtalu.
Tann størsti varðin eftir Rafa er Champions League sigurin í
Istanbul í 2005. Árið eftir kom FA-Cup í hús. Síðan hevur Liverpool ikki vunnið
nakað. Kappingarárið 2008/2009 var nær við, at Liverpool gjørdist enskur
meistari, men farna kappingarár 2009/2010 gjørdist tað vánaligasta í longri
tíð.
Meira seinni í kvøld.
Viðmerkingar () |
|
|
|
|
|