Forsíða arrow Tíðindi arrow Eftirmæli Rafa, og hvat nú
Eftirmæli Rafa, og hvat nú PDF Print E-mail
Skrivað hevur Rói Joensen, Friday, 04 June 2010 (2296 hits)

rafa10Sum øllum kunnugt, varð Rafael Benitez í gjár koyrdur frá sum venjari hjá okkara kæra felagi Liverpool. Eg fari her, at gera eitt lítið eftirmæli, um hansara tíð í Liverpool, og eisini at koma við einum boðið, hvat skal henda nú?

Gerið viðmerkingar til støðuna í Liverpool inni í greinini.

Tað var ikki akkurát væntað, at Rafa fór at verða koyrdur beint nú. Alt bendi á, at hann fekk eitt ár afturat í Liverpool. Men fyrrakvøldið komu fyrst The Times og so Sky Sports News við tíðindum um, at Liverpool royndi at fáa eina semju við Rafa, um at enda samstarvið. Í gjár tann 3. juni gjørdist so greitt, at Rafael Benitez ikki er venjari hjá Liverpool longur.

Tað má metast at vera eitt sindur løgið, at Liverpool bíðar til nú, at senda Rafa til hús. Tað hevði givið felagnum nógv betri tíð at finna nýggjan venjara, um hann varð koyrdur beint eftir kappingarárið endaði, tá ið hann nú kortini skuldi koyrast.

Hvat koma vit so at minnast Rafa fyri? Jú, fyrst og fremst, at hann fyrsta árið sum venjari førdi Liverpool til sigurs í minniligu Champions League finaluni í Istanbul. Taktikkarin Rafael Benitez hevði longu fyrsta árið víst seg sum ein sannan taktiskan vinnara í Evropa, og Liverpool hevur undir hansara leiðslu verið tiltikið fyri at staðið seg væl í Evropa.

Í 2006 eydnaðist eisini at vinna finaluna í FA-cup á West Ham. So Rafa byrjaði við tveimum steypum upp á tvey ár, og hann vann hjørtuni á flestu Liverpool-fjepparum.

Hinvegin so hevur ikki eydnast honum at fáa Liverpool heilt upp í oddin í Premier League. Kappingarárið 2008/2009 var nær við , men hetta seinasta kappingarárið gjørdist tað vánaligasta í Premier League síðan fyrsta árið hjá Houllier í 1998/1999.

Kritikarar hava eisini havt at Rafa fyri at prioritera Champions League fram um Premier League. Hansara rotatiónspolitikkur sýntist at vera soleiðis hættaður, at sterkasta liðið spældi í Evropa, meðan eykamenninir í størri mun spældu heima í Onglandi.

Eitt annað, sum Rafa hevur verið kritiseraður fyri, er hansara verjukendi spælistílur. Hesum kritikki eri eg fyri stóran part samdur í, tí mangan var tað altso ikki serliga stuttligt at síggja Liverpool liggja langt afturi á vøllinum og verja móti botnliðum í Premier League. So leingi sum tað gekst hampiligt, bar illa til at finnast at verjukenda spælinum. Men tá ið tað gekst sum seinasta kappingarár við vánaligum úrslitum og verjukendum spæli, so misti eg og nógv onnur tolið.

Liverpool man vera einasta topplið í Evropa seinnu árini, sum hevur spælt við tveimum verjukendum leikarum, Mascherano og Lucas, mitt á miðjuni (vita tit nakað?), og skapandi evnini á liðnum vóru hareftir. Tá ið so bara ein áloypari, Torres var í hópinum, og hann ofta var skaddur, so var liðið næstan tannleyst. Seinastu mánaðirnar av kappingarárinum gjørdist mær greitt, at Liverpool mátti skifta venjara fyri at koma víðari.

Seinasta kappingarárið hjá Rafa var eitt sindur av einari gátu. Tí kappingarárið undan, spældi Liverpool tann besta fótbóltin í longri tíðir, kanska heilt síðan seinasta meistaraheitið í 1990. Serliga á várið 2009 spældu Rafa'sa menn sum einglar. Álopsspælið koyrdi bara við one-touch sendingum, og hóast tað kostaði í hinum endanum viðhvørt, so skoraði Liverpool so mikið nógv mál, at Liverpool vann 10 og spældi ein javnan dyst seinastu 11 dystirnar í Premier League.

Alt sá tí gott út til kappingarárið 2009/2010. Hetta broyttist nakað, tá ið eftir mínum tykki besti leikari í 2008/2009, Xabi Alonso, var seldur.

Glenn Johnson kom til felagið fyri £17,500,000. Alt gott um tað, men hinvegin, so var tað ein katastrofa, at spanski landsliðsleikarin, Arbeloa, varð seldur fyri Bara £3,500,000 (Dossena fór fyri £4,700,000). Arbeloa og Johnson kunnu væl metast at vera nøkulunda eins góðir. Johnson heldur betri frameftir vøllinum og Arbeloa heldur betri í verjupartinum. Men at brúka £14,000,000 til hesa broyting, tað var spill av sera dýrabarum peningi.

Eg hevði kortini ikki væntað, at saknurin í Alonso fór at verða so stórur, sum hann gjørdist. Avloysarin, sum Rafa keypti seinasta summar, Aquilani, var skaddur heilt fram til jóla, og tá ið Aquilani gjørdist klárur, valdi Rafa kortini framhaldandi at hava álit á Mascherano og Lucas mitt á miðjuni. Úrslitið kenna vit. Útslignir í bólkaspælinum í Champions League og vánalig úrslit í øllum kappingunum heima í Onglandi. Í Evropa League gekst væl, men hvør leggur í tað? Og tað gjørdist heldur ikki nokk til at bjarga Rafa í Liverpool.

Rafa hevur ikki havt bestu umstøðurnar at arbeiða undir undir amerikonsku eigarunum, og fleiri halda, at eingin annar enn Rafa hevði megnað at fingið so frægt burtur úr støðuni. Onnur siga, at Rafa hevur brúkt líka nógvar pengar sum venjararnir hjá hinum toppliðunum í Onglandi, og meta tí, at hann hevur duga sera illa at keypt inn. Eg skal ikki siga hvør hevur rætt, men kann bara endurgeva "facts", at Rafa hevur selt 69 leikarar fyri £155,700,000 og keypt 57 leikarar fyri £230,676,000, hetta er sambært síðuni www.fchistory.net.

Ná, nú er Rafa farin. Summi halda hetta var tað rætta at gera, meðan onnur eru ill og skuffaði, tí tey hildu, at Rafa var rætti maðurin. M.a. mótmælti felagsskapurin Spirit of Shankly uttanfyri Anfield í gjárkvøldið. Allar okkara legendur verða sjálvandi eisini spurdir um teirra meining og eru líka ymiskir á málið sum øllum onnur. Eitt tykist tó greitt. Tað er, at tey flestu halda, at Rafa kann vera errin av síni tíð í Liverpool, og serliga verður sigurin í Istanbul nevndur.

Eg haldi, at tíðan hjá Rafa nú var farin. Men hann kemur kortini altíð at standa eftir í søguni hjá Liverpool fyri sigurin Champions League 2005. Hann førdi eisini Liverpool nær at meistaraheitinum, men so kolapsaði alt, og tað var sera torført at síggja, hvussu Rafa skuldi lyfta liðið upp aftur. Hetta helt leiðslan í felagnum eisini, og sendi Rafa til hús.

Og hvat skal so henda? Ja, tað er ein góður spurningur. Ein nýggjur venjari skal sjálvandi finnast sum skjótast, og bookmakararnir eru langt síðan farnir at geva síni boð upp á okkara nýggja venjara. Martin O'Neil, Roy Hogdson og sjálvasti Kenny Dalglish vera mettir sum bestu boðini.

Fyri seks árum síðan, vónaði eg, at Martin O'Neil fór at gerast okkara venjari, og tað geri eg eisini hesaferð. Vit treingja til ein lívligan motiverandi venjara, og tað fáa vit í hvussu er við Martin O'Neil, sum hevur staðið seg væl allastaðni, hann hevur verið.

Eg eri eitt sindur meira ivasamur við Roy Hodgson, men hvør veit, tí í Fulham hevur hann í hvussu er gjørt undirverk.

Eg havi eisini fult álit at King Kenny, um tað óvæntaða skuldi hent, at hann aftur settist í venjarasessin. Hann er ein vinnari í odd og egg, og hóast fótbólturin er nakað broyttur, síðan hann gavst sum venjari í 2000, so ivist eg ikki í, at hann kennir spælið og felagið Liverpool so væl, at hann megnar uppgávuna. Hann hevur í hvussu er álit millum allar veruligar Liverpool-fjepparar. Eitt annað boð er, at King Kenny tekur ábyrgdina, meðan leitað verður eftir einum varandi avloysara fyri Rafa.

Aðrir venjarar, sum eru nevndir, eru m.a. Gus Hiddink, Mark Huges, Jurgen Klinsmann, Laurent Blanc, Louis van Gaal og eisini Sammy Lee.

Tað er so vist, at tað er spennandi, hvør skal venja okkara menn. Og avgerðin kann eisini gerast sera týðandi fyri framtíðina hjá felagnum Liverpool.

Og høvdu vit, so bara fingið nýggjar eigarar, so fór kanska á lýsna ordiliga.

At enda vil eg bara takka Rafael Benitez fyri tíðina í Liverpool, og sum hann sjálvur segði í gjár, so skulu vit altíð minnast til, "Yol'll never walk alone".

Viðmerkingar (188)add
heldigir : the..
okkara høvdu alt spæli, men hasir lúsa heldigu Arsenal´arinir skoraðu eitt tað heldigasta máli eg nækrantíð havi sæð, tá kann ikki standa væl til. Keðilig byrjan hjá bæði Joe Cole og Pepe Reina men vit mugu koma stert aftur ímóti Man City tað má og skal vinnast..:D go on Liverpool..

Y.N.W.A P.S hopi og vóni at vit fáa nýggjar eigarar ella eigara tað treingir alvorliga til..;)
August 15, 2010
Rafa. : iSi
Teknaði til at gerast ein góð byrjan uppá kappingarárið. Men so gjørdi okkara góði málverji sjálvmál. 1-1 og eitt stig á kontuna ímóti einum, eg velji at kalla, Arsenal eykaliðið. Hattar burdi gingið betri. Og hevði nokk gjørt tað undir leiðslu av Rafa.
August 15, 2010
Hvør skal taka yvir Liverpool : JJ
Trupulleikin er at vit vita einki um hesar sum bjóða, vit lesa ymiskt um teir og gera okkum so eina mynd av tí. Sum man lesur so sær Kenny Huang út til at verða tann sum flest liverpool fólk ynskja sær, "HVÍ!!!" Tí at vit ikki vilja hava Kirdi? sum sigst verða besti vinur Gillet og Hick's.

Veruleikin er at vit vita lítið og einki um hendan Huang. Vit mugu ikki selja okkum í óðum verkum, tí so kunnu vit enda í somu støðu sum vit eru í nú, við Gillet og Hick's.

Vit hoyra bara um Huang og Kirdi, men tað eru fleiri aðrir áhugaðir keyparar, sum hava samráðingar við Liverpool, uttan at gera tað alment.

Eg las eina sera áhugaverda grein um alt hettar inni á liverpoolbanter.
Eg leggi linkið við, so kan tann sum hevur hug lesa tað, gera sær sína niðurstøðu.

http://www.liverpoolbanter.co.uk/2010/08/the-liverpool-take-over-saga-c.html?utm_source=feedburner&utm_medium=feed&utm_campaign=Feed: LiverpoolBanter (Liverpool Banter)
August 14, 2010
Captain fantastic : Pezzini
Stevie G ímóti Ungarn :)

http://premtube.com/

og ein lítil heilsa til xx ;)

http://www.youtube.com/watch?v=2Fx1rmJpeXw

August 12, 2010
62N Travel : BS
62N Travel skipar fyri einum túrið í okt.
Dysturin ímóti Bolton tann 31. okt

http://www.62n.fo/Default.aspx?pageid=14784

Um tað var heimadystur, so hevði eg melda meg til, men at fara at hyggja eftir Liverpool ein útdyst, tað tími eg ikki. Eg vil sleppa á Anfield! :) (havi einafer verði har og vil aftur)
August 11, 2010
... : the..
Indkast.dk skrivar at Christan Poulsen kann fáa sína debut ímóti Arsenal sunnudagin.. ljóðar ikk gott..
August 09, 2010
SWP : Poul
Inni á www.indkast.dk stendur: Manchester City har fortalt Shaun Wright-Phillips, at han kan forlade klubben. Liverpool og Arsenal meldes opsatte på at tilknytte den stærke forsvarsspiller. (Sunday Mirror)

Tað hevði verið kanón við honum í LFC. Annars so er hann vongspælari.. ;)
August 08, 2010
- : iSi
Jamen her hendir ikki nógv á síðuni. Hava okkara skrivarir her á síðuni gloymt teirra admin password ... ?
August 08, 2010
Nýggir eigarir : BS
Hvønn vilja tit hava at taka yvir Liverpool???
Yahya Kirdi ella Kenny Huang

Eg hopi at tað verður Kenny Huang, sum tekur yvir Liverpool ístaðin fyri Yahya Kirdi.

Kenny Huang hevur eitt gott rykti, sum business maður, og dámar gott ítrótt. Og tað at Liverpool kemur so inn í marknaðin í Kina. Tað gevur pengar :)

Bara eg síggi navnið Yahya Kirdi, so hugsi eg um ein ellar annan mafia mann.. Eg veit at, Yahya Kirdi ikki er tað, men eg haldi at okkurt virkar bara so skummult við hasum persóninum og tað er faktist einasta grundin eg vil ikki hava hann, sum nýggjur eigari..
Eg veit at tað er býtt, men eg hopi bara, at hann ikki tekur yvir
August 04, 2010
Endiliga : Jens Pauli Joensen
Endiliga hendir okkurt við søluni av liðnum. Vónandi tað rætta.
Og Torres er ein spælari við hjartanum á rætta stað, hattin av fyri honum.

August 04, 2010
Sigurjón Einarsson : BS
Ja eg veit ikki um eg skal tora at trúgva tí.. Man hevur hoyrt ofta fyrr, at onkur fer at taka yvir, men so onki hent..
Tó hesa fer virkar tað eitt sindur meira seriøst :)
ja um teir taka yvir so sær framtíðin góð út hjá okkum eftir hesar greinini :)

http://soccernet.espn.go.com/news/story?id=811609&sec=england&cc=5739
August 03, 2010
Nihaoo! : Sigurjón Einarsson
Nú, hvat siga tit? Skulu vit tora og trúgva uppá, at okkara vánaligu gubbar handan hav fara at takka fyri seg?

Tori ikki ordiliga at blíva spentur enn, men tað sær gott út...hesuferð...
August 03, 2010
xx : xx
Lucas skal ikki verða millum teir fyrstu ellivu!!

August 01, 2010
til Poul : the..
hopi ikk at Hodgson hevur gjørt handan beinkin við Spearing á. Vánaligasti leikarin eg nækrantíð havi sæð á einum Premier League liði nækrantíð. Hopi hattar er tín egna meining..
August 01, 2010
Sær gott út... : Poul
Tað byrjar at síggja rættiliga gott út viðvíkjnadi teimum fyrstu ellivu. Aurelio hevur akkurát skriva undir og hann er ein super bakkur, nógv betur enn insua (trupulleikin er bara at hann er nógv skaddur). Nú ein vinstribakkur er funnin haldi eg, at tað bara er neyðugt við einum góðum kantspælara og einum defensivum miðvallaraleikara afturat. Møgulig evni til vongplássið kundu verið eitt nú Asley Young ella James Milner (báðir Aston Villa). Tað sær út til at hodgson er áhugaður í Christian Poulsen, eftirsum Mascherano hevur biði um at blíva seldur.

Sum nú er sær liðið soleiðis út:
Reina
Johnson - Carra - Agger - Aurelio
Aquilani - Lucas
Kuyt - Gerrard - Cole
Torres

Bonkur:
Cavaileri
Skertl
D. Wilson
Spearing
Jovanovic
Ngog

Hopi Babel, Maxi og møguliga Kyrkiakos verða seldir.
August 01, 2010
Aurelio : BS
Wuhuu so fer Aurelio ikki avstað alíkavæl :) hann hevur skriva nýggja kontrakt uppá 2 ár :)
July 31, 2010
gott inntil víðari... ordilga gott : niles
Tíð uppá at fáa eina nýggja grein á breddan nú kappingarárið skjótt fer í gongd !

Man kann siga hvat man vil um hesa síðstu tíðina hjá LFC við penganeyð o.s.f. men tað man verða langt síðani at eitt tílíkt hál er gjørt við spælara kep/-og sølu. Benyoun út fyri uml. £6m og inn eru komnir fýra spælarar fyri £3,7m um Jonjo Shelvey verður taldur við, og alt leikarar sum betra hópin, og við at selja Mascherano verða nógvir pengar tøkir til teir síðstu sum mangla enn. ein vinstri bakkur og ein defensivur miðvallari og kanska ein áleypara afturat, sjálvt um eg haldi at vit longu hava ein áleypara í Pacheco sum eigur at fáa kjansin nú.

Haldi at vit skulu gleða okkum til kappingarárið og sjálvt um kappingin um topp 4 verður hørð, so havi eg ein trúgv uppá at tað letur seg gera um vit fáa 2 góðar spælarar inn í hópin afturat, fyri ikki at tala um ein nýggjan venjara sum vil prógva nakað bæði í´tróttarliga og persónliga.

gott kappingarár og upp við høvdinum, tað er tá á stendur at man skal reisa seg fyri og við sínum liði

LFC forever

YNWA
July 28, 2010
Fundurin í dag : BS
Huff.. Tað verður bara víst framm teir spælarir, sum eru longu keyptir í summar í dag.
So tað verður ikki nakar nýggjur spælari í dag..

Hevði hopa at tað var onkur nýggjur leikari..
July 27, 2010
Ella... : Jón R - Mortensen
... Stephen Ireland? Gitingarnar eru nógvar. Tad skal vera gott tá klokkan blívur 13.00 :)
July 26, 2010
... : johnson
kanka van der vaart
July 26, 2010
Royston Drenthe : BS
Tað hevur verið heilt ok, um vit fingu hann.
Men tað sum Royston Drenthe hevur skriva á sín Facebook profil var skriva tann 15 juli, so tað er 11 dagar síðani.. so eg trúgvi tí ikki heilt..
July 26, 2010
BS : Jón R - Mortensen
Royston Drenthe?
July 26, 2010
"press conference" í morgin??? : BS
Havi lisið á Liverpoolfc.tv forum og á øðrum forum at Liverpool fer at hava "press conference" í morgin 27 juli kl 13.

Sagt verður at nýggjur leikari verður vístur framm tá..

Spennandi at vita hvør tann nýggi leikarin er, um tað passar :)
July 26, 2010
............................................ : ..........................................
Joe Cole til Liverpool

July 26, 2010
Big red machine : Ingolf
hasin listin sær sku heilt fínur út má sigast, á hasum listanum kann ein møguligur Rafael Van der Vaart koyrast afturat, hann skal samráðast við Liverpool og Chelsea, tað lið sum bjóðar honum mest spælitíð far hann. So møguleikin skuldi verið størri hjá Liverpool vildi eg hildi.


July 26, 2010
.:. : Jón R - Mortensen
Hendan heimasíðan er rikin av frívilligum sum royna at fáa eina góða síðu til okkum fjepparir. Satt er, at ikki er hent nógv hettar summarið. Men sum oftast er tað bert Rói sum skrivar greinar her. Onkur hendingar gestaskrivari. So um tú hevur okkurt gott hugskot so set teg í samband við webmaster. Og annars er bøtandi hond altíð betur enn spillandi tunga. Alternativið er at eingin LFC síða er fyri føroysku fjepparirnir. Og so hava Utd. fjepparir eisini tað at skjóta okkum í skógvarnar við teirra MUFF heimasíðu.
YNWA
July 26, 2010
. : .
Hendan heimasíðan nyttar ikki ein skid :D
July 26, 2010
dystur : johnson
veit nakar hvar man kann síggja dystin í dag
July 24, 2010
... : liverpool.fo í summarfrí?
Sker ikki tað stóra inni her. Nýggjur venjari komin til, og so hava vit eisini fingið fatur á Joe Cole, ið vónandi verður ein fongur fyri okkum!

Gott summar tit! :-)
July 23, 2010
... : Big red machine
THE INSIDER: Wayne Bridge joins Liverpool wish-list

Liverpool Manager Roy Hodgson wants Sami Hyypia back at Anfield. as a player-coach.

Klaas-Jan Huntelaar could sign for Liverpool, with Ryan Babel joining Milan

Liverpool offer French youth pair Nabil El Zhar and Damien Plessis to reach club's £14.3m Loic Remy valuation

Hernanes: Liverpool & Man United Chase Dazzling £8.4M Brazilian Playmaker
July 22, 2010
Pacheco : Jón R - Mortensen
Annars kundi ein sum Daniel Pacheco verið hentur at havt í dag. Hann skeyt 2 mál fyri spanska U19 liðiðí kvøld :)
July 21, 2010
Dysturin í dag : BS
Ikki ein góður dystur... Men manglaðu ov nógvar leikarir.

Eg hopi at Roy fer at brúka Ayala, Eccleston og Amoo onkrar dystir. Teir spældu heilt ok í dag. Vóru ikki bangnir fyri at bjóða av.

July 21, 2010
Fyrri hálvleikur ímóti Grasshoppers : BS
Ayala hevur verði besti leikari í fyrra hálvleiki.
Eccleston og Amoo hava eisini spælt gott.

Í meðan Degen hevur onki nytta.


July 21, 2010
Dysturin : Polrw
Man kann streama dystin ókeypis á Bet365.com, um man hevur brúkara har. Annars eru nøkur link her: http://www.myp2p.eu/broadcast.php?matchid=80672&part=sports
July 21, 2010
Grashoppers : Big red machine
Liverpool skal spæla Friendli móti grashoppers í dag



hvar kann man síggja kampin?
July 21, 2010
.. : BS
YNWA.. ja eg rokni eisini við, at tað verður 4-4-2.
Í uppstillingini hevur tú Aurelio, men Aurelio er ikki við Liverpool meira.. Kontraktin hjá honum gekk út í summar.

Nú Roy er komin til liðið, sær út til at henda okkurt hvønn dag :)

Danny Wilson kemur nú.. Degen hevur fingið at vita at hann kann gott fara..
July 21, 2010
!!! : Jenis
vit kundu keypt vinstra bakkin hjá portugal fabio coenctrao haldi hann stavast so ;)
hann var fínur í vm.
July 21, 2010
Uppstillingin 2010/11 : YNWA
Giti og hopi at tað verður 4-4-2 í ár :)
Reina
Johnson-Carragher-Agger-Aurelio
Joe.Cole-Gerrard-Mascherano-Jovanovic
Torres-Kuyt
---
Gjarna fingið 2-3 avtrat, ið kunnu byrjað..
---
*Og so 7 av hesum við á beinkin*
Cavalieri
Degen-Skrtel-Kyrgiakos-Insua
Maxi-Lucas-Aquilani-Riera
N'gog-Babel
July 21, 2010
DW : Jón R - Mortensen
Danny Wilson frá Rangers ;)
July 20, 2010
vinstrabakk : BS
Eg helt, at Michel Bastos var sera góður í HM.. Hann spælur við Brazil.

Í Lyon spælur hann vongur, men á landsliðinum spælur hann bakkur.
Men rokni við, at hann verður ov dýrur. Lyon keypti hann síðsta ár fyri 18. mió. pund.

Ella Jorge Fucile frá Uruguay. Hann spælur við Porto.

Havi ikki sæð nógv til báðar, men helt, at teir kláraðu seg gott í HM.
Eg veit, at man skal ikki altíð meta eftir HM ella EM, tí har kann man spæla gott bara nakrar dystir, so onki nytta aftaná. (Dømi: Milan Baros, super í EM, men kundi ikki brúkast í Liverpool)

Neyðloysn: Kanska Grosso frá Juventus, er gott nokk 32 ár, men kann brúkast í 1 ár.

July 20, 2010
John Arne Risse : Jack
John Arne Risse aftur.
July 20, 2010
Vinstrabakk.... : Poul
Stephen Warnock, 28, úr Aston Villa hevði verið eitt fínt keyp. Hann er uppvaksin í LFC og hevur enntá spælt fyri enska landsliðið.
July 20, 2010
Vinstrabakkur : Cpt Fantastic
Eg veit ikki um so nógvar topvinstrabakkar í løtuni, men las onkustaðni, at Salcido hjá Meksiko varð valdur til besta vinstrabakk í HM. Hann er 30 ár og spælir við PSV í Hollandi. Vegna aldurin burdi hann ikki verið so dýrur at keypt. Um Insua fer, so kundu vit keypt henda Salcido og ein afturat.
July 20, 2010
annars... : Ingolf
nakað uppskot til ein góðan vinstra bakk?? eg síggji at flest allar møguligar uppstillingar tit hava nevnt mangla ein.
July 20, 2010
hvat er hetta fyri svans?? : Ingolf
tiki av sky sports:

"Meanwhile, Real have swooped to land Di Maria's countryman Juan Lescano after the youngster failed to secure a work permit at Liverpool.
The 17-year-old striker has penned a four-year contract in the Spanish capital and admits he cannot wait to join up with his new employers.

"At Liverpool people like (Javier) Mascherano and (Emiliano) Insua helped me a lot, but after the legal problems this is a big opportunity for me," said Lescano.

Real's scouting network has suggested that Lescano could be the 'new Didier Drogba' and they have high hopes for the talented teenager."

so vit mistu eitt ungt super talent p.g.a. at arbeiðsloyvi ikki kundi gevast í Onglandi, men tað var eingin trupuleiki í spania?? hatta er ræðuligt! Um hann endar sum tann nýggji Drogba, so fái eg hug at skjóta onkran fyri at sløsa møguleikan at fáa hann til felagið.
July 20, 2010
Cpt Fantastic : BS
Ja hatta liðið kann gott brúkast :)

Men liðið hjá mær við leikarinum sum nú er:

Reina
Johnson - Carra - Agger - ??
Gerrard - Masch
J.Cole - Aquilani - Jovanovic
Torres

J. Cole kann eisini brúkast á høgrusíðu.

Men um Roy brúkar 4-4-2, so hetta:

Reina
Johnson - Carra - Agger - ??
Maxi/Kuyt - Gerrard - Masch - J.Cole
Torres - Jovanovic
July 19, 2010
Rafa menn : Jens Pauli Joensen
Hann fekk sparkið, sjálvandi. Tað væntaði og vónaði eg allaðtíðina, men tað gjørdu Rafa menn ikki. Keðiligt.
July 19, 2010
Jens Pauli?? : Cpt Fantastic
Ha???? Ert tú móti Rafa? Helt annars at tú vart størsti fjeppari hansara..

Bleiv annars sera glaður, tá eg las um, at J.Cole er komin. Nú mangla vit bara ein vinstrabakk og kanska ein áloypara. Og so ein góðan miðvallara, um Mascherano fer.

Liðið næsta ár sum nú er:

Reina
Johnson - Carra - Agger - ??
Gerrard - Masch
Kuyt/Maxi - Jovanovic - J.Cole
Torres

Hatta sær rættiliga gott út.. Vónandi kann tað síggja soleiðis út nakrar forsterkningar afturat.
July 19, 2010
Ingolf : Jón R - Mortensen
Ja, hann var ikki tann ringasti man kundi fáa sáttmála vid. Frægari enn Scharner ;)
July 19, 2010
Joe Cole :) : Ingolf
http://www.liverpoolfc.tv/news/latest-news/exclusive-reds-sign-joe-cole

:D

fyri einki enn einaferð... eg má siga vit gera nøkur góð trekk nú... høvdu vit so bara fingi pengar at brúkt so vit fingu nakrar ordiligar afturat :)
July 19, 2010
Rafa : Jens Pauli Joensen
Vóni veruliga at øll inni her duga at síggja, at eg ikki orkaði fyri Rafa. Havi grundgivið upp í leypar fyri tí.

July 18, 2010
Jens Pauli : Cpt Fantastic
Vóni veruliga, at tú sjálvur dugir at síggja tína býttu gerð í at kopiera hasa greinina inn á her!
Er tað veruliga meiningin, at VENJARIN HJÁ MEST VINNANDI LIÐI Í ENGLANDI skal ganga runt og troysta og ugga spælararnar allan dagin, tí annars tíma teir ikki at spæla longur? LEIKARARNIR FÁA ÚT ÍMÓTI EINARI MILLIÓN UM VIKUNA, so skulu teir eisini fáa "special treat" frá venjaranum, um hann vrakar teir til dystirnar? Sjálvandi skal Benitez kunna seta ein leikara sum Benayoun ella Riera út, uttan at teir skulu krevja umsorgan og troyst restina av vikuni!!!

Hetta sum Benayoun kemur við, er ÍMYNDIN upp á modernaðan fótbólt = dukkufótbólt, har leikararnir skulu tjena himmalhøgt, og so oven i købet FÁA EIN FORKLÁRING (OG UGGAN OG TROYST O.S.FR.), um teir ikki skulu spæla næsta dystin.
Hví kunnu teir ikki tola tað sama, ið leikararnir afturi í 60 og 70'unum toldu, tá Bill Shankly og aðrir stýrdu við harðari hond - og tá meini eg við nógv harðari enn Benitez nakrantíð gjørdi!
July 17, 2010
avlýst : the..
vinardysturin hjá Liverpool í dag ímóti Al-Hilal, bleiv avlýstur vegna ov nógv vatn, áðrenn dystarbyrjan.. og Insua er ávegis til Fiorentina, fyri umleið 4,8 milliónur euro, skrivar Liverpool.no :D so fáa vit nokk ein vinstra bakk ístaðin..
July 17, 2010
Chris Rowland... : Jón R - Mortensen
... hevur eina góda ókeypis grein á tomkinstimes.com um nærmastu framtíd okkara.

http://tomkinstimes.com/2010/07/emerging-from-a-red-shadow/
July 14, 2010
Jón R - Mortensen : Jón R - Mortensen
Ein og hvør leikari vil til tad besta felagid. Soleidis er tíverri gongdin nú tá pengarnir hava so gott sum alt at siga. Í fylgi Corriere Dello Sport er orsøkin tann at tad er sterkasta lid í heiminum, har leika fleiri av hansara landsmonnum og at hann hevur eitt sera gott forhold til Rafa. Sami Rafa sum ikki skal duga vid folki.
Men eri samdur um at um Masch vil vekk skal hann seljast og hann skal kosta flesk ;)
July 14, 2010
Mascherano, Glory hunter : Ingolf
í fylgi skysports so vil hann fara til inter tí teir vunnu CL, seinasta ár var tað Barcelona tí teir vunnu CL tá.... aja... lat hann fara, hann vil ikki spæla her meira so tað er nokk best, men minimum 35£ mill. fyri hann má vera eitt krav. So kunnu vit fáa onkran sum tímur at spæla. Læs akkra at Cissé vil sleppa aftur til Liverpool, hmmm... tað stendur hann kláraði seg væl í Grikkalandi, men tað er verrið enn so Premier League so eg veit ikki.
July 14, 2010
Uppdatering : Poul
Síðan treingir alvorliga til at blíva uppdatera...
July 13, 2010
Kuyt : Liverpooláskoðarin
Kuyt spældi høgru vongur og áleypari undir Rafa, men ikki á Hollenska landsliðinum, og hvar fer Roy Hodgson at brúka Kuyt.
July 12, 2010
Annars... : Jón R - Mortensen
... vóru seks leikarir til stadar undir finaluni sum Rafa hevdi keypt.
July 12, 2010
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
Tja, Mascherano, Garcia, Dossena etc. siga seg einki kenna aftur í slíkum frásøgnum. Og Riera vildi eg ikki trúd um hann segdi tad var eldur í og eg stód í ljósum loga. Jødin hinvegin roynir nokk bara at geva eina orsøk til hví hann skal rýma úr Liverpool fyri at fáa fast pláss á bonkinum hjá CFC so at tad ikki skal virka sum tad eru pengarnir hann fer eftir.
July 12, 2010
Jón : Jens Pauli Joensen
Nei meini hatta er Rafa in a nutshell, dugir ikki við fólki.

July 12, 2010
Torres við heimsmeistarasteypi og Liverpool-turriklæði : Rói Joensen
http://www.empireofthekop.com/anfield/?p=17769

Hetta sær gott út :-)
July 12, 2010
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
Tú meinar væl endiliga ein sum hevur somu meining sum tú.
July 11, 2010
Frástøðu : LFC
Jens Pauli Joensen: Eg taki frástøðu frá hasari fyrstu linjuni hjá tær. Eingin Liverpool venjari hevur uppiborið slíkt og serliga ikki ein sum undanfarni venjarin, sum gav okkum tvær Champions League finalur, FA Cup finalu, rekordstig í premier league osv. Benayoun hevur trupulleikar um hann ikki klárar at spæla uttan at blíva róstur allatíðina.

Flestu leikarar hava bara rós til Rafa og fleiri hava áhuga at fara við honum til Inter. T.d Mascherano.
July 11, 2010
Benitez in a nutshell!! : Jens Pauli Joensen
Endiliga ein leikari sum sigur sannleikan um handa bleikfeita fanan!!!

Benayoun blasts former Reds boss

Benayoun: Unimpressed with Benitez

Yossi Benayoun has accused former Liverpool manager Rafael Benitez of trying to break him and treating him with a lack of respect.

Benayoun, who joined Chelsea for an undisclosed fee on July 2, blames Benitez - who has also left the club for Inter Milan - for his decision to leave Anfield.

He told the News of The World: "I made up my mind to leave a long time ago because of Benitez.

"He never treated me with the respect I deserved. If I played well, I never felt he gave me credit.

"When I scored, I still expected to be out of the team the next game.

"And when the fans wanted me to play, Benitez told me he couldn't understand why."

The 30-year-old continued: "There are many examples of him treating me badly.

"Last season, against Fulham and Lyon, the fans booed when I was subbed. They thought I was playing well but Benitez told me he was surprised they booed because I was not good enough.

"It was as if the fans' reaction worked against me. The situation got worse afterwards.

"He told me I was a better player as a substitute instead of starting in the team.

"Then, when we played Birmingham after I hadn't started a game for a month, he didn't tell me I was starting until two hours before the game.

"He tried to destroy my confidence. You can't treat a player like this and expect him to be happy.

"I felt so unhappy but, out of respect to the club, I never spoke out. The players and the people at the top of the club knew how I felt."

"I don't want to speak on behalf of other players at Liverpool, but people know what happened to Albert Riera and Xabi Alonso. It was the same for me. Benitez tried to break me like he broke Riera.

"I was sure he wanted me to attack him in the press during the season so he could turn the fans against me, so I kept quiet.

"I felt he was waiting for me to make a mistake so he could use it against me."

The Israel international was told his time at Anfield was over by Benitez the day before the final game of last season, at Hull.

He explained: "Benitez pulled me to one side after training and said: 'You will not be in the squad for this game. Thank you for your three years of service, now you can call your agent to do a deal with another club.'

"That's when Chelsea made an offer and the deal was done before he left.

"I knew I had to get away from Benitez. I could not risk waiting to see if he kept his job and I could not turn down such a massive club as Chelsea.

"It is good for Liverpool he has gone, but it was too late for me."

On his switch to Chelsea, Benayoun added: "I'm not stupid. I know they have many great players and it will be hard to play in the team every week.

"But what's important for me is I know I will be treated with respect. Carlo Ancelotti is a fantastic manager and he knows how to treat players."

July 11, 2010
!!! : Jenis
Jovanovic var brúktur sum vinstri vongur a landsliðinum í Serbia.
og hann er rættiliga skjótur !!
July 10, 2010
Høgrabakk?? : BS
ja gott at vit hava fingið ein áleypara :)

Men Ingolf, eg haldi ik, at vit mangla ein høgrabakk. Vit hava Glen Johnson, Degen( verður kanska seldur), Martin Kelly og Darby, sum spæla har. Men vit mangla ein vinstrabakk. Vit hava bara Insua har og ongan annan. Agger kann spæla har, men eg vil heldur hava hann í miðverjuni.

Tað sum vit mangla nú við liðinum, sum vit hava beint nú er, 1 vinstrabakk, 1 vinstravong og ein annan áleypara.

Vinstrabakk: Hava bara ein.. sum eg skrivaði áðrenn.
Vinstravong: Vit hava Riera og Babel, men teir eru ov svingandi. Kunnu spæla 1 góðan dyst, men so spæla 4 ringar dystir. Ikki gott nokk.
Álop: Her hava vit Torres, Jovanovic, N'Gog( verður kanska útlántur), Dani Pacheco. Har eru bara 2 royndir leikarir, so har mangla vit ein annan. Um Kuyt verður nú brúktur sum áleypari, ja so mangla vit ein høgravong, tí so hava vit bara Maxi har.

July 08, 2010
Jovanovic skriva undir : Ingolf
http://www.liverpoolfc.tv/news/latest-news/jovanovic-pens-three-year-deal

soleiðis... har var 1 áleypari... mangla bara 1 afturat nakrir spælari longri afturi á vøllinum, ein defensivan miðvallara aftaná at hava selt hasini "want-aways" (mascherano Lucas) restin veit eg so ikki um... Burdu keypt Sergio Ramos, Mouriniho fer at misbrúka hansara frálíki frammeftirrættandi evni við at koyra hann í miðverjuna, totalt spill og vit mangla ein høgrabakk soe... nakað annað hugskot?
July 08, 2010
spentur : ...
Trupulleikin er tað, at man veit ikki um Liverpool hevur heimadyst 19 aug.

July 07, 2010
WBA : Jón R - Mortensen
Takid WBA dystin. So skuldi tad verid møguleiki at sæd Liverpool vunnid ;)
July 07, 2010
ja...... : spentur
City dysturin liggur beint við Liverpool,(45 min. at koyra) men kanska trupult at fáa bilettir til tann útidystin. Men sikkurt betri at fara tann dystin, sum liggur beint við europa league dystin. So far man ein europa league dyst og ein premier league dyst á Anfield. T.d Liverpool-Arsenal 15. august og e.l dyst 19. august.
July 07, 2010
Dystir í august : ...
Ja tað hevði verið super, at fari og hugt eftir dystum í august :)

Liverpool skal spæla 3 Premier League dystir í august:

Liverpool - Arsenal 15. aug. (Sunnudag)
Man City - Liverpool 23 aug. (Mánadag)
Liverpool - West Brom 28 aug. (Leygardag)

Og so spæla teir 2 Europa Leauge eisini í august.(um teir koma víðari frá 3 qualifying round)

Fyrra dystin 19. aug.
Seinna dystin 26. aug.

Rokni við dysturin ímóti West Brom verður fluttur til sunnudagin, um Liverpool kemur víðari í Euro Leauge. Tað hendi so í fjør, at nógvir dystir blivu fluttir.
July 06, 2010
Túrur í August? : Spentur
Er eingin møguleiki fyri at onkur kann taka stig til at skipa fyri túri til Anfield í august? Atlantic flýgur allan august mánaða til London, so tað eigur at bera til. Eg veit um nógv áhugaði. 4-5 dagar og 2 dystir.
July 06, 2010
the.. : Cpt Fantastic
Ja, Gerrard kempaði væl, meðan enn stóð væl til. Men tá so Týskland í 2. hálvleiki tók yvir, og England vórðu spældir út, stóð Gerrard ikki petti meiri fram enn hinir á enska landsliðinum!
July 04, 2010
hodgson : niles
hodgson nevndi sjálvur at hann hevði ikki umrøtt traznsfer-funds tá hann skrivaði undir (undarligt nokk) men so er tað gott at vita attú veitst betri enn hann. hann segði at tað var ikki avgjørt hvørjar pengar hann fekk at arbeiða við, men um leikarar verða seldir fær hann pengarnar at brúka. FACT

YNWA
July 04, 2010
jújú : the..
Jú jú og Carragher eisini men Mascherano kundi kempa meir, spælir ikki sum hann spældi tá hann treivst í LFC.. Annars fær Hodgson 40 mil pund at keypa leikarar fyri..:D
July 04, 2010
The. : Jón R - Mortensen
Og tú heldur ikki at leikarir sum Mascherano og Carragher kempa????
July 04, 2010
til Cpt Fantastic : the..
Tú kanst bestemt ikki hava sæð dystin ímillum England og Týskland. Ì tí dystinum kempaði Gerrard sum ein úlvur. Og hví skal hann tíma, at kempa einsamallur saman við Agger og Kuyt, har mugu koma orduligar vinnara typur inn á liði, hvørki meir ella minni..
July 03, 2010
Gerrard : Cpt Fantastic
Ja, haldi ikki, at Gerrard hevur motivatiónina longur at berjast í mótgongd. Tað sást sera væl bæði við okkara nógvu mótgongd gjøgnum árið, har hann slett ikki sá út til at tíma kempa fyri tí. Somuleiðis sá hann als ikki út til at tíma at kempa fyri England, tá tað sá svart út.. Kanska hevur hann mist motivatiónina at spæla fótbólt. Eri samdur í, at kanska er tað best at selja hann nú, um vit fáa fitt av peningi fyri hann. Eitt er so heilt sikkurt: Gerrard tímir ikki longur at spæla fyri Liverpool!
July 03, 2010
er tað sannheit ella bara orð... : niles
havi akkurát verið nni á teamtalk og hugt at tíðindafundinum við Roy Hodgson, og eg eri ikki yvirbevístur at tað sum har va sagt er øll sannheitin. Gamaní er tað spennandi at stýra einum stórum liðið, men í mínari verð er FC tíverri í løtuni tann klubburin sum er ringur at fáa stýr uppá og tað er nemt at "bróta hálsin" í venjarastarvinum her. Nógvir hava roynt men tað hevur ikki borið til í 20 ár nú. Tað sum eg ikki ordiliga skilji er tí fyri tað fyrsta at Hodgson, sum burtursæð frá Inter, risikerar sítt rykti uppá hetta starvið sum 62 ára gamal, og serliga tá hann ikki hevur fingið at vita hvørjar pengar hann fær at arbeiða við tá hann tekur við. Tað sum hevur verið nevnt eru £ 15m, men hetta er bara ein lítil partue av pengunu sum skulla til fyri at gera LFC kappingarført. Eg haldi at okkara bestu 11 eru eitt gott lið, men vit mangla stadigvekk allan bonkin, og tað muga verða spælara sum eru líka góðir sum teir sum byrja inni, so nemt er tað. bonkurin er í løtuni alt for veikur og eg haldi at vit mangla spælarar fyri £ 80 m fyri at verða við í stríðnum reelt um PL og CL.

hopi at gerrard veður á anfield, me um hann sjálvur vil vekk so skal hann sleppa tað, hann hevur fjørt síit fyri liðiåð og klubban, men um ROnaldo var verdur 700 mill so er gerrard minst verdur 400, og tað er útilukkandi tí hann er tað eldri. gerrard er ein hetja og kanska besti spælarin nakrantíð í reyðu blusuni, og eg vóni ikki hann skal hoyra ófantaligheitir fyri tað um hann fer. Lívið gongur víðari, eisini uttan gerrard.

eri faktiskt positivur um komandi kappingarár, sjálvt um eg kanska ikki ljóðið so. Tað er tá tað gongur illa at teir røttu viðhaldsmennirnir reisa seg og standa saman.

YNWA
July 03, 2010
Gerrard : mr. T
Harra Gerrard hevur verið ein trúfastur tænari, tað er vist. Men eg haldi tað hevði verið best fyri bæði hann og Liverpool um hann fór víðari (til eitt ikki enskt lið). Har hevði hann kunnað vunnið meistaraheiti, sum eg haldi hansara karriera hevur uppiborið, og Liverpool fingið eina hundarúgvu av pengum afturfyri (meistaraheiti verður so ikki í Gerrardsa tíð).
Face it- Gerrard er í endanum av síni stórtíð, og kann væntast at tað gongur niðureftir framyvir.
Maðurin hevur seinastu tvey árini ikki havt tann týdning fyri Liverpool sum áður, og vænti eg at hann kann erstattast fyri ein rímuligan penga.
July 03, 2010
Til mr.T : the..
ert tu blivin ørður í høvdinum selja Gerrard sum er okkara trúfasti liðskipari.. tað er í ordan at selja Mascherano tí hann tímur ikki at kempa 100 % fyri okkara top lið..:D
July 02, 2010
macherano : mr. T
(meinti sjálvandi Inter)
July 02, 2010
benayoun : mr. T
Um Liverpool hava fingið 5,5 mill£ fyri Yossi haldi eg tað verða gott. Gamaní hevur tað glógva í manninum av og á, men hann er hóast alt 30 ár, og kann erstattast av yngri og betri leikara fyri umleið somu upphædd.
Annars haldi eg Gerrard skuldi verið seldur til Real um tað passar at teir vilja hava hann, og Mascherano eisini (barca), um peningurin fyri sølu allur sum hann er kann brúkast til nýggj keyp also.
So kann Hodgy byggja eina nýggja stammu upp við bíligum eldri og evnaríkum yngri leikarum, pluss keypa styrk á sentralu økini.
July 02, 2010
5£ mill. :O : Ingolf
Benayoun seldur fyri 5 milliónir pund, er tað ikki bara 1/3 av tí hann bleiv mettur til at vera verdur? uff.. uff...
July 02, 2010
Spælara keyp : Ingolf
eg eri samdur í at 2. av hasum eru bara heilt góð. Og Um Murphy verður eins góður sum McAllister var tá á sinni so skal hann eisini vera vælkomin aftur, men eg ivist. Eg var eisini ein av teimum sum helt tað vera býtt at selja hann tá tað bleiv gjørt. Men um tað ikki er líka býtt ella býttari at keypa hann aftur er spurningurin. Vit kundu gott brúkt ein áleypara afturat sum eitt sindur av kramm er í og so spælt 4-4-2 ella okkurt líknandi, Kanska Jovanovic kann brúkast har frammi saman við Torres, men also, ein annan afturat táið Torres nú einaferð skal hvílast. Tí teir sum eru eyka nú, nytta ikki ein pinn. Kuyt er besta boði sum eyka áleypari og tað sigur eitt sindur um okkara "strike force", ikki sannheit? Men um vit skulu spæla sama system sum áðrenn, hava vit nokk av áleyparum, men til 4-4-2 mangla vit enn ein (aftaná Jovanovic hevur skriva undir).
July 02, 2010
Roy vælkomin : BS
Roy vælkomin til Liverpool!
Ikki mítt fyrsta val sum venjara, men eg skal stuðla tær, nú tú ert venjari.

Rafael Van Der Vaart og Gilberto Silva hevði verði gott at fingið.
Havi verði ein stórur fjeppari av Van der Vaart síðani tá hann spældi við Ajax.
Gilberto Silva er gott nokk 33 ár, men fínur at hava, sum backup á miðjuni.

Viðv. Hangelund og Murphy ivist eg eitt sindur, um vit hava brúk fyri teimum.
Í verjuni hava vit Carra, Agger, Skrtel og the Big Greek. Hangelund er ikki betur enn Carra, Agger ella Skrtel, so heldur brúka pengarnar uppá onkran annað. Tildømis ein vinstra bakk..

Mær dámdi Murphy tá hann spældi við Liverpool og vera sera skuffaður, tá hann bleiv seldur. Men haldi bara, at hann er ikki góður nokk nú, tí ivist eg. MEN um hann kemur, so hopi eg, at hann gera ein Gary Mcallister :)

Gary Mcallister var bara for cool! kom sum 35 ára gamal og hevði 2 super ár við okkum :)
July 01, 2010
Hodgson : the..
hopi og vóni at Roy Hodgson verður ein góður venjari fyri Lfc annars skr. indkast.dk at Hodgson ætlar at keypa 4 leikarar fyri 135 mil kr. Danny Murphy, Brede Hangeland, Rafael Van Der Vaart og Gilberto Silva. ljóðar bara heilt fínt. Jovanovic fáa vit fyri einki og hevur skr. 3 ára kontrakt.
July 01, 2010
til niels : the..
eri samdur við tær um mascherano.. tað hevði eisini veri gott við cambiasso og eini mongd av peningi fyri Mascherano so ikki tímir at vera í LFC longur.. men hevur tu annars sæð hvussu nógv mál teir hava skora og hvussu nógv eru komin inn aftur ímóti 39 inn og 46 ímóti sær sigur bara hvussu lítið offensift hann spælir men statistikkurin sigur eisini hvussu vánalig verjan hjá Fulham var. Liverpool 61 inn og 35 ímóti sær. verjan var ógvuliga góð í ár
July 01, 2010
mascherano : niles
dugi ikki at síggja hvat vit skulla verða bangnir fyri um mascherano fer ??? Um hann ikki vil verða her so lat hann endiliga fara um vit fá 250 mill fyri hann heldur enn at hann gongur við gron og gevur seg 70%. Aðrir leikarar eru til taks á marknaðinum. Cambiasso er líka góður defensivt, betri bóltspælari og dugur at skjóta nøkur mál fleiri um árið enn Mascherano, lat hann fara til inter, bara ikki til ein enskan klub. Ikki gera mascherano til meira enn hann er, maður kemur í mans stað.

Hodgson fer ikki at spæla líka defensivt sum Benitez annars, langt frá.

vælkomin til LFC Roy Hodgson.

ynwa
July 01, 2010
Roy Hodgson væl komin YNWA : Liverpooláskoðarin
Roy Hodgson væl komin YNWA
July 01, 2010
well... : Ingolf
Um Daglish virkuliga vildi hava starvi so fekk hann tað, hann var jú ein av teimum sum bleiv settur til at finna ein nýggjan og um hann virkuliga vildi hava tað, vildi hann peika á seg sjálvan meira enn nakran annan. Kanska hann var bara sera óegoistiskur í sínari meting. Hvør veit, men um tað passar sum tú sigur so gjørdi hann eitt karrieru sjálvmorð við at peika á Roy til venjarastarvi og tað hevur hann gjørt tí tað stóð onkrastaðni at teir vóru allir samdir í sínari avgerð, meira ella minni, men líka mikið, gjørt er gjørt.

Annars so haldi eg at tað er uppá tíðina til eina nýggja grein nú vit hava fingi nýggjan venjara virkandi frá í dag av :)

aja, lat hann bara fáa Lucas, tað ger einki. Hann hevur haft 1 gott ár síðani hann kom her, kanska hann er hækkaður í virði nú, time to cash in, áðrenn hann dalar í form aftur. Men, so má Javier Mascherano vera eftir, vit kunnu ikki selja báðar teir defensivu miðvallarnir. Johnson og Agger skulu vera verandi, tað er heilt sikkurt.
July 01, 2010
... : the..
Roy Hodgson spælir so ræðuliga definsivan fótbólt so tað verður sikkurt ikki líka stuttligt at hyggja eftir liverpool í næstu seasong. skal eisini sigast at hansara fremsta transfer mál er Brede Hangeland sum er verjuleikari hví ein verjuleikara avtræt? hvør skal so út ella seljast?..


June 30, 2010
Roy Hodgson : Liverpooláskoðarin
Roy Hodgson, super gott at nýggur venjari er komin, gott at Rafa fór, Hodgson skal nokk gera tað betur enn Rafa. YNWA.
June 30, 2010
Roy Hodgson nýggjur venjari : Birgir
So skuldi tað verið heilt vist - Roy Hodgson verður nýggjur venjari hjá Liverpool FC! Spennandi verður at síggja hvat nýtt hann kann geva okkara liðið, tað kann so neyvan ganga verri enn hetta vanlukkuliga seinasta árið hjá Rafa gekk. YNWA!
June 30, 2010
Tjaa... : Jón R - Mortensen
Eg eri bangin fyri at um Lucas fer, so verur tad Rafa sum lær síst. Hann hevur útviklad seg kollosalt seinasta hálva árid. Og heldur hann áframm vid tí verur hann eitt gott keyp hjá Inter. Ein blívur ikki ársins leikari í Suduramerika uttan at duga at spæla fótbolt. Tad var jú alla tídina meiningin, jvf. Rafa, at hann skuldi spakuliga venja seg vid tempo og spæl í Englandi. Seinasta kappingarár var tad tó meir av neyd enn nakad at hann leikti so mikid nógv.
June 27, 2010
Tað sum eg havi bíða longi eftir!! : BS
Hetta er tað sum eg havi bíða longi eftir! :)

Eg veit at tað er bara leysar søgur, og ongi sitat eru í har, men eg hopi at tað passar.. (men rokni ik við tí)

Rafa vil hava Lucas :D Hann kann gott fáa Lucas, men ikki Johnson og Agger.

http://www.caughtoffside.com/2010/06/26/liverpool-set-for-audacious-29-8m-triple-swoop-inter-milan-boss-rafa-benitez-wants-agger-lucas-and-johnson/
June 27, 2010
Deschamps : Jón R - Mortensen
Nú er Didier Deschamps linkadur til Liverpool. Hettar týkist at taka eina meira og tragikomiskaru glæmu :(
June 26, 2010
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
Vónandi setur tú ikki kaffi í hálsin ;)
http://www.liverpooldailypost.co.uk/liverpool-fc/liverpool-fc-news/2010/06/25/everything-changed-last-season-but-i-ll-be-back-to-liverpool-says-rafael-benitez-92534-26722423/?
June 25, 2010
Ingolf : Cpt Fantastic
Eg veit ikki, hvar tú fært tíðindini frá, men álítandi keldur vilja verða við, at Dalglish umhugsar støðuna í felaginum, um hann ikki fær venjarastarvið. So tað er púra sikkurt, at hann vil hava venjarastarvið meir enn nakar annar!
June 25, 2010
hmmm.... : Ingolf
læs á Sportal.fo at Frank Rijkaard er eitt annað boð. Eg trúgvi ikki uppá tann mannin also. Hann, eins og Benitez og Houllier, er ein nationalist, sum dámar best at keypa sínar egnu landsmenn. Vit hava ikki brúk fyri ein sovornum manni afturat, so heldur Hodgson. Annars virkar tað sum um Daglish vil ikki hava venjara starvi. Eg meini, hann er jú ein av teimum sum settur er til at finna ein nýggjan, hann verður bert settur um vit ongan finna sum er "góður nokk til Liverpool".
June 24, 2010
Hodgson who??? : Jens Pauli Joensen
Tað kann stýrið ikki meina. Skal handa nissan vera betri boð enn okkara King Kenny. Maðurin hevur vant FCK!!! Tað átti at sagt nokk.
Skilji væl Dalglish er í øðini. Tað er ein fullkomin joke, um Hodgson gerst manager hjá mest vinnandi liði í Onglandi.
June 24, 2010
Hodgson : Ingolf
Kelda: http://www.liverpoolfc.tv/news/media-watch/liverpool-to-tie-up-hodgson-deal

Greinin:

Roy Hodgson flies back from the World Cup today, hoping to tie up a deal to become Liverpool's new boss.

The Fulham manager was favourite to succeed Fabio Capello if England had lost yesterday and the Italian was forced to quit.

Hodgson is Liverpool's No.1 target to replace Rafa Benitez and the Anfield board rubber-stamped an official move for him last Friday.

Talks have been held up by Hodgson's role as a BBC TV pundit in South Africa.

But with the experienced boss due back in London this evening, club officials expect to make an official announcement in the next 48 hours.

Liverpool have interviewed several candidates for the job, including Martin O'Neill, Manuel Pellegrini and Alex McLeish, with Reds legend Kenny Dalglish and MD Christian Purslow holding secret meetings over the past three weeks.

But they swiftly settled on Hodgson as the best candidate and have been waiting for him to return to thrash out contract details.

Yossi Benayoun's intended departure to Chelsea should be completed by the end of the week, with the £5million fee added to an initial transfer kitty of £15m.

And with £35m-rated Javier Mascherano agitating for a move, with both Barcelona and Inter Milan interested, Hodgson could have nearly £50m to spend.
June 24, 2010
Jens Pauli : Cpt Fantastic
Ja, eg hevði eisini vilja ynskt, at tað, eg skrivaði, bert var humbukk og vrøvl, men tíverri er hatta nógv meira líkt veruleikanum... Eg haldi ikki, at eitt "krassj" av okkara felagið er so langt burtur, sum man kanska helt í byrjanini.

P.s. Nei, kanska vit allar hasar leikararnar, uttan 1-2, men bara um onkur av áður nevndu vera eftir, sita vit eftir við spælarum, ið ikki vilja spæla fyri felagið, og tískil ikki spæla við hjartanum.
June 23, 2010
Slappa av Cpt Fantastic : Jens Pauli Joensen
Hatta verður ikki úrslitið, Dalglish verður venjari og teir flestu verða verandi, um vit missa skræpurnar (nógvar eru tær í tali) vildi verið fantastiskt. Og liðið verður selt um ikki so langa tíð, sjálvandi.
June 23, 2010
Hvat nú? : Cpt Fantastic
Og sum tit síggja á hasum liðinum, so kann hvørki ein Hodgson, Mourinho, Hiddink, Dalglish ella nakar vinna nakað sum helst við tí. Kanska Carling Cup, um vit satsa alt uppá hana. Men tað verður eisini ógvuliga trupult.
June 23, 2010
Hvat nú? : Cpt Fantastic
Ja, nú er so Rafa farin, og allir Rafa hatarar eru so hjartans fegnir..

Men hvat skal so henda nú? Eri eg tann einasti her, ið ikki dugir at síggja annað enn eitt fullkomiligt krasj fyri okkara felag?

Rafa er farin til Inter, har hann sigst vilja hava Johnson, Mascherano og Jovanovic við sær.
Somuleiðis ljóðar tað, at nýggi forsetin í Barca vil hava Torres og Mascherano. Hann ynskir sær Torres undir liðuni av Villa í álopinum, nú Henry kanska fer til USA at spæla.
R. Madrid hava gjørt tað klárt, at teir vilja hava S.Gerrard, og Gerrard er absolutt ikki avvísandi fyri tí - tvørturímóti haldi eg, at Gerrard veruliga vil til Spania og Real Madrid.
Benayoun flirtar opinlýst við Chelsea o.ø, so hann fer allarhelst í summar, og ógvuliga sannlýkt fer antin Babel ella Kuyt.

Hasir eru allir stjørnuleikarar hjá okkum, og um allir teir fara, er ein katastrofa á veg fyri okkara felag.

So er tað venjarin.
Nú tykist tað øgiliga tætt upp á, at Hodgson verður venjari. Um tað verður so, hevur Dalglish, ið er einasti maður, sum enn kann vera førur fyri at halda alt á The Liverpool Way, sagt, at hann fer at umhugsa sína støðu í felaginum = hann fer úr felaginum.
Hvat hava vit so eftir, tá allir stjørnuleikararnir eru seldir, Rafa farin og Dalglish hevur sagt upp? Ein M.Broughton, ið er Chelsea fan, og sum bert hugsar um at fáa felagið selt fyri fyritøkuna hjá sær og annars ongan áhuga hevur í felaginum. Ein C.Purslow, ið eg havi inntrykk av, bert hugsar um at slikka reyv hjá eigarunum. Og so hava til síðst okkara kæru eigarar, ið IKKI fara at selja felagið! Eg haldi, at ein og hvør Liverpool fjeppari kann gott innsíggja tað, at Liverpool FC verður ikki slet í nærmastu framtíð. Allarhelst ikki innan komandi árið. Ein søla av felaginum tykist so fjar, so eg havi hvussu er mist vónirnar um eina sølu av felaginum - hvussu er fyri nú.

Og av tí, at felagið ikki verður selt, verður lítil og eingin peningur tøkur at keypa inn fyri í ár, so tí er ógvuliga ivasamt, um liðið nokk ikki kemur at síggja soleiðis út komandi kappingarár:

Reina
Kelly - Carra - Agger - Insua
Maxi - Lucas - Aquilani - Riera
N'gog - Kuyt

Sub: Cavalieri, Skrtel, Degen, Spearing, El-Zhar, Pacheco, Eccleston

Og um vit eru hepnir, so vera tað kanska 2 nýggir í uppstillingini, men hægst 1 av teimum verður ein stjørnuleikari.
June 23, 2010
Ingolf : BS
Hinir 3 klassleikarir eru : Mascherano - Reina - Agger
June 23, 2010
hmmm... : Ingolf
tað er einki galið við at spæla flottan fótbólt, men tað skal ikki spælast flottur fótbóltur uppá bekostning av stigum. So vil eg heldur spæla sum Stoke og vinna hvørjaferð, um tað riggar. Barcelona spælir flottan fótbólt, tí tað riggar fyri teir, tað riggar ikki fyri øll. Soleiðis er tað bara og tað mugu vit bara liva við.

Annars lurtaðu tit slett ikki eftir tí eg segði. Eg Segði ikki at Benitez ikki skuldi hava æruna av at teir vunnu tað teir vunnu, eg sigi at maðurin dugur ikki at keypa leikarir. Um tú klárar at nevna 5, sum eru top klassa keyp frá hansara síðu, so er tað flott. Eg kann nevna 2 fyri tykkum: Torres og Alonso (sum hann seldi aftur)... 3. eftir.

Annars v.v. evninum so áni eg ikki nakað sum helst longur, eg havi longu sagt hvønn eg kundi hugsa mær sum venjara og tað standi eg enn við, tó at eg vænti ikki at hann kemur. Annars tað nýggjasta nýggja, Jovanovic ætlar at bakka út úr sínari precontract, las tað akkra á sky sports áðrenn eg kom á her.
June 23, 2010
Souness og Boot Room : Jens Pauli Joensen
Souness reiv Boot Room niður fyri at gera pláss fyri einum Press Room, talk about ironi...
Annars skal man ikki líta blint uppá fortíðina bara fyri at gera tað, men brúka hana konstruktivt í nú og framtíðini, tað er tað eg vildi við hasum innlegginum. Og um nakar veit um fortíðina hjá Liverpool og hví teir vóru besta liðið í heiminum, hvat skuldi til í praksis, so er tað Dalglish.
June 22, 2010
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
Jú, vinurin. Tad veit hvørt mansbarn. Men tídin gongur og fer eisini frá summun tingum. Trúgvi ikki tad ber til í dag at skrúva tíduna aftur. Veit fullvæl at verdinskenda pass-and-move var grundarsteinurin hjá Liverpool byrjandi longu aftur í trýssunum. Teir spældu eisini pass-and-move í hálvfemsinum, men uttan at hava vápn til at bróta gjøgnum nógvar verjur. Leikarar sum Fowler vóru í heimsklassa sum álopsleikarar, men aloftast kom ov lítid burturúr. Fluttu bóltin skjótt á miduni, men uttan úrslit.
Rafa var ein av teimum fyrstu sum longu í Valladolid byrjadi vid 4-5-1, nakad sum nógv onnur sídani hava tikid til sín. Hann var kalladur Rafa the Rotator tí hann skuldi eitast at rotera ofta - til tad vísti seg at Ferguson gjørdi tad oftari. Alt nakad sum útvikling hevur haft vid sær. Uttan útvikling hevdi øll verdin enn leikt 4-4-2. Ella 2-3-5 sum var tad fyrsta verdin sá av liduppstilling. Og tí er tad at tídin er runnin frá The Boot Room mentalitetinum. Líkamikid hvussu gódur hann hevur verid fyri okkum. Tí at eitt og hvørt bláljós sleppur framat tá tad snídir seg um at nidurgera Rafa uttan at hava nakad at hava tad í ger tad ikki til tann hægsta sannleika. Og seinast, hvat hjálpti The Boot Room Souness???
June 22, 2010
Jón og perspektiv : Jens Pauli Joensen
Sindur pínligt hjá tær Jón, men tað gerst ikki við. Men hoyr nú her, álvaratos.
Tá Liverpool var besta lið í heiminum í 70 og 80´unum spældi liðið fantastiskan fótbólt og vann alt, ofta fylgjast tey at bæði, akkurát sum hjá Barcelona í dag. Og Boot Room var grundarlagið undir øllum hjá Liverpool. Tað trúi eg tú visti Jón. Men man kann ikki vita alt


June 22, 2010
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
Tú vil also heldur undirhaldast enn at vinna nakad? Dámar tær betur at fara í sirkus? Ella tú er eisini ein av teimum sum heldur at Harlem Globetrotters eru besta basketball lid nakrantíd? Tú byggir kanska ein hús vid at bygga takid fyrst? Undirhald fyrst? Og so - kanska - eitt meistaraheit. Newcastle og Liverpool kempadu um Premier League mitt í hálvfemsinum og lógu gott fyri, bert fyri at síggja Utd. renna vid tí. Júst sum seinasta ár. Men tá skuldi Rafa med djævlens vold og magt uppsigast. Haldi heldur ikki at Utd. fjepparir leggja so nógv í spælid hjá Utd. tá teir kannad sær meistaraheit nummar 20. Tad eru tey nøknu tøl sum hava alt at siga. Fótboltur er ikki kunstskoyting har tú fær stig fyri hvussu tú framførur. Og skjótari ein venjari sær tad, skjótari samlar hann sær stig saman. Tad er einki at dróyma um at Liverpool skal kunna sammetast vid Real Madrid bert í tí at uppsiga venjarar tú teir ikki undirhalda fólkinum, rætt sum gamlir keisarar í Rom.
June 22, 2010
Jón : Cpt Fantastic
Nei havi ikki hoyrt um boot room fyrr, tíanverri. Men takk fyri linkið:)
June 21, 2010
Jón, Roy Evans : Jens Pauli Joensen
Um tú hevur tað sum eitur minni, so ger brúk av tí.
Liverpool spældi fantastiskan fótbólt undir Evans, tíverri vunnu vit onki meistaraheitið tá, men spælinum feilti bestemt onki. James var okkum ein ógvuliga dýrur drongur ta tíðina, og kostaði okkum tittulin.
Roy og Dalglish kendu the Boot Room og traditiónirnar sum framaldu verðins besta lið, so kom ikki her tú hann sjálvir....
June 21, 2010
Cpt. Fantastic : Jón R - Mortensen
http://en.wikipedia.org/wiki/The_Boot_Room
June 21, 2010
Cpt. Fantastic : Jón R - Mortensen
Nú jokar tú vónandi????
June 21, 2010
Boot room? : Cpt Fantastic
Hvat meina tit við, tá tit siga liverpool's boot room?
June 21, 2010
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
Sovorit helvitis tvass. Tann seinasti vid "Boot Room" mentalitetinum var Roy Evans. Var tad super duper????
June 21, 2010
The Boot Room mentality back to Anfield : Jens Pauli Joensen
Hann hevur so eviga rætt, hann veit hvat hann tosar um...

Bruce Grobbelaar mener Rafael Benítez burde vært avskjediget da det ble klart at Liverpool ikke ville kvalifisere seg for Champions League 2010/11.
- Liverpool-skipet har grunnstøtt fordi personen som har dratt har brukt £248M, og se på spillerne vi har, uttaler Bruce Grobbelaar ifølge Daily Star.

- Som Liverpool-fan blir jeg dårlig av hva som har skjedd. Han har kastet bort penger, og så sier han at de må betale enda £20M for å bli kvitt ham? Det er latterlig.

- Hvorfor? Fordi han ønsker å ta med seg støtteapparatet. Jeg er veldig sint på det han har gjort med klubben.

- Jeg blir også sint når han står frem og sier at han ikke kan ta fjerdeplassen. De burde han sparket ham da det ble matematisk umulig. Han hadde så tro på det og var så kontant på hva han kunne klare. Når han ikke klarer det, er det et slag i ansiktet.

- Det er et stort hull i skipet. Vi må tette igjen det hullet.

Grobbelaar mener det er kun én mann som bør ta over Liverpool.
- Vi trenger noen som har vært i Liverpool hver eneste dag. Den mannen er Kenny Dalglish. Han ville ikke ha kommet og spurt om mye penger. Andre managere vil kreve millioner og en langtidskontrakt. Kenny elsker spillet. Han elsker folkene i Liverpool og han har vært i klubben hele tiden.

- De burde gi ham sjansen, hvis bare får ett år. Hvis de kommer tilbake i Champions League, kan de finne en manager som var karismatisk nok til å ta over. Jeg synes at boot room-mentaliteten bør komme tilbake i klubben. Det er der alt bør begynne igjen – i Liverpools boot room.
June 21, 2010
Hehe... : Jón R - Mortensen
So skal Shankley krediterast fyri nógvu av sigrunum sum Baisley vann. Og Paisley hjá Fagan. Fagan hjá Dalglish. Og hvør skal hava æruna fyri UEFA cup sigurin hjá Liverpool? Evans? Houllier? Souness sum gav debut til Fowler sum skeyt eitt av málunum? Ella hann sum fekk Fowler til Liverpool á ungum árum? Og hvat vid honum sum fekk Carra ella Gerrard til Liverpool? Er tad teirra UEFA cup? FA Cup ella Champions League? Er tad ikki vid at vera ov langt úti? :)
June 20, 2010
Ingolf : Cpt Fantastic
Ja, eg eri púra samdur í hinum, at tað er langt úti at ikki at unna Rafa sigurin í 2005. Eg veit ikki, hvussu tú fært hatta liðið ikki at vera Rafa'sa. Hatta var Rafa'sa lið 100%! Hann setti uppstillingina.
Tú sigur, at hatta var Houllier'sa lið. Er so t.d. Messi ikki Guardiola'sa spælari, men Rijkaard'sa, tí hann gav honum debut á liðinum? Vil tað so siga, at Messi hoyrir til Rijkaard, og at Rijkaard eigur heiðurin fyri, at Messi er heimsins besti spælari 2010? Ella kanska, at Moyes eigur skyldina í, at Rooney er úttikin til landsliðið, tí hann gav honum debut sum 16 ára gamlan og lat hann spæla regluliga og til síðst lat hann fara til Man Utd?

Dugir tú, Ingolf, at síggja, hvussu langt úti tað er at pástanda, at hatta ikki var Rafa'sa lið?!?

P.S. Gott dømi Dávid!
June 20, 2010
hvør hevur heiðurin ? : Dávid
Hansara lið ella ikki kjakið gevur sum so onga meining :D

Ingolf: Rafa vann Chl og tað gjørdi Houllier ikki! tað er eisini eitt FAKTA :D
Havi mangan hoyrt hatta frá øðrum venjarum :D

Claudio Ranieri hevur heili 2 ferðir "tikið" heiðurin fyri sovorði :D hann var á fyrsta sinni venjari hjá Valencia frá 1997-1999. Aftaná hann var farin, komu teir í 2 Chl finalir ! tað var mítt lið, segði hann !

Beint undan Mourinho kom til Chelsea, var Ranieri eisini venjari har! gita hvør segði, hatta var mítt lið sum vann enska meistaraheitið ? :D

Mourinho svaraði honum aftur: tú vart hjá Valencia og vann einki ! tú vart hjá Chelsea og vann einki ! fyrst AFTANÁ tú vart farin, vunnu liðinni nakað ella luttøku í nakrari finalu !!!! hvat hevur tú heiðurin av ? :D :D

sama søga við Inter Milan og Chl sigri teirra! Mancini segði at hatta var næstan "hansara" lið sum vann Chl! men uttan Jose Mourinho høvdu teir ONGANTÍÐ vunnið Chl :D

Men FAKTA er tað, at hvørki Houllier, Mancini ella Ranieri vunnu Chl!!!! hví eiga teir nakað av heiðrinum av tí ????

annars flutti Rafa ikki Carragher inn í miðverjuna eftir hann kom til valdið ? hann var sum oftast høgri bakkur, og heldur óstøðugur. Minnist ikki heilt, men haldi tað :D (nakar sum minnist)

Rafa'sa navn fer fyri alla tíð at standa, sum navnið á venjaranum sum vann Chl við Liverpool 2004-2005, óansæð um tað vóru fleiri av Houllier'sa "leikarum", sum spældu :D :D
June 20, 2010
BS : Ingolf
hatta er ikki baby tvætl, hatta er fakta. Tú skalt ikki rósa Rafa fyri nakað hann ikki hevur uppiborið. Ja, hann leiddi liði til sigurs, fínt nokk, men tað var ikki tað sum tað handlar um. Vit tosaðu um spælara keyp, onkur nevndi at hann vann CL og eg vildi vísa á at hann átti so at siga einki í liðinum hann vann við (hevði haft lítla og onga ávirkan á). Tað var aftaná hetta at broytingar hendu og alt fór til hundanar (08/09 undantiki), tað var alt hann og bara hann. Men ja, sum eg segði, eigarnir eiga 95% skyld í at tað er so.
June 20, 2010
hvat skal eg siga? : Ingolf
Rafa var betur enn Houllier, men tað skuldi heldur ikki so nógv til. Men tað er fakta at bara 2. av 14 spælarum, sum spældu finaluna hevði Benitez sjálvur keypt. Tað er møguligt at tað er onkur einkultur av hinum, sum hann eisini keypti. Hann er jú kendur fyri at keypa flopp fyri overstóra nøgd, men eg meini so bestemt at tað bara vóru hasir báðir. Um hann bara gjørdi 1 ella 2 keyp eins góð sum Torres og Alonso afturat ístaðin fyri øll hini 10, so vóru vit ikki í hesari støðuni. MEN til 7. og síðst eru tað eigarnir sum hava 95% av skyldini her. Teir skuldu haft pakka saman aftaná seinastu sesong, so høvdu teir klára at selt felagaði nógv skjótari enn nú, simpulthen tí tað gekk so væl.
June 20, 2010
CL 04/05 : BS
Nú er tíð uppá at gevast við hesum tvætlinum hvør átti liðið sum vann CL 05!! Eg verði svakur at sovornum baby tvætlum!

Vit vunnu CL tað árið. Og tað var við leikarum sum Rafa keypi og leikarir sum Houllier keyptið!

Garcia og Hyypia vóru teir sum skoraðu ímóti Juventus, tá vit vunnu 2-1 og komu víðari. Ein spælari sum Houllier keyptið og ein sum Rafa keyptið!

Garcia var tann sum skoraði einasta málið ímóti Chelsea. og tað var ein spælari sum Rafa keyptið.

Niðurstøðan!!!!!!!!

Tað var ein samanblandin frá báðum sum vann! Við Rafa sum venjara, sum settið liðið! Og Gerrard, Carra og Dudek, sum spældu ein branddyst!
June 19, 2010
Gud forbarmi seg, enn ein latino loser... : Jens Pauli Joensen
Vónandi verður hetta ikki veruleiki, hjálp okkum King Kenny...

Pellegrinis agent bekrefter samtaler

Ifølge det chilenske nettstedet prensafutbol.cl skal Manuel Pellegrini være nær ved å bli Liverpools nye manager. Hans agent uttaler at partene skal møtes igjen for å diskutere detaljer i kontrakten.

Av Frank H. Larsen / Einar Kvande

Det chilenske nettstedet prensafutbol.cl skriver at Manuell Pellegrini er i ferd med å bli enig med Liverpool FC om å ta over managerjobben på Anfield. Den 56-årige chileneren fikk avskjed i Real Madrid så sent som i mai, etter kun én sesong ved roret. The Guardian rapporterte i går at Kenny Dalglish møtte Manuel Pellegrinis representant på Heathrow torsdag, og chilenerens representant bekrefter at partene er i samtaler.

- Vi kommer snart til å ha et nytt møte der vi forhåpentligvis kan løse de siste detaljene i kontrakten, uttaler Marco Piccioli til Prensafutbol.cl.

June 19, 2010
Hví... : Jón R - Mortensen
... vand Houllier aldrin Champions League vid "sínum" lidi???? Hendingarluttøku í Champions League var tad hann kundi vísa á.
June 19, 2010
Cpt Fantastic, eg fann tað : Ingolf
Liverpool: Dudek, Finnan (Hamann 46), Traore, Hyypia, Carragher, Riise, Gerrard, Luis Garcia, Alonso, Kewell (Smicer 23), Baros (Cisse 85).

av hasum 14 nøvnunum eru 2. sum Rafa sjálvur keypti, 2... tað kann man ikki kalla "hansara lið".
June 19, 2010
Cpt Fantastic : Ingolf
kanska tú kanst forklára mær hvussu nógvir av teimum 14, sum spældu dystin hevði Rafa keypt? Alonso var 1... nakar annar? Luis Garcia.... nú eru 2... eg minnist ikki so langt aftur.. hjálp mær eitt sindur her :)
June 19, 2010
dalglish : niles
Eg eri tað sum nógvir herinni vildu kallað Rafa´sa maður, men tá hann nú er farin, soleiðis er tað nú bara, haldi eg at Dalglish hevði verið rætti maðurin og ann einasti sum eg eri vísur í er førur fyri at pumpa spælararnar uppaftur. Til deils tí vit ikki fáa 1. val sum hevði verið Hiddink, og til deils tí tað hevði sikra framtíðina hjá Gerrard og Torres í LFC. Okkurt skal henda skjótt nú tí spælarar skulla eisini keypast inn fyri teir sum fara, og Benayoun verður ikki tann síðsti sum verður seldur út av einum truppi sum longu er for smalur til PL.

Eri annars spentur hvønn ManU, Chelsea og City fara at keypa. Ferguson sigur hann ikki fer at brúka nógvar pengar, Chelsea missa spælarar sum Cole og Ballack og keypa spælara á støðinum hjá Benayoun sum ikki er helvtina av teimum sum fara, hmmmmmm áhugavert.

City fara nokk at keypa alt tað teir mangla, og alt tað sum teir ikki vilja hava hinir skulu fáa.


YNWA
June 16, 2010
Jón R - Mortensen : BS
Viðv. Wiki, tað er vekk nú, síggi eg :) men tað stóð har í morgun. Eg veit, at man skal ikki trúgva øllum á har, men helt at eg skuldi vísa tað alíkavæl:)

Eg rokni heldur ikki at vit fáa so nógv fyri hann, men man kann altíð hopa.
Eg vil bara hava onkran spælarar við í keypinum(also um Inter keypur Mascherano), tí eg rokni ikki við, at nýggi venjarin sleppur at brúka allar pengarnar av søluni.
June 16, 2010
BS : Jón R - Mortensen
Stendur einki um Mascherano har. Annars skal tú nokk ikki leggja so nógv í wikipedia, tí ein og hvør kann fara inn og skriva tad honum lystir.
Tó, tín hugsan um at lata Masch. fara um hann vil vekk takid eg undir vid. Eingin sum ikki vil vera skal vera har. Tó haldi eg ikki vit fáa 300 mill. fyri hann. Eiheldur 200 mill. plus Cambiasso - hann er nokk verdur meir enn tad.
June 16, 2010
BS : Jón R - Mortensen
Stendur einki um Mascherano har. Annars skal tú nokk ikki leggja so nógv í wikipedia, tí ein og hvør kann fara inn og skriva tad honum lystir.
Tó, tín hugsan um at lata Masch. fara um hann vil vekk takid eg undir vid. Eingin sum ikki vil vera skal vera har. Tó haldi eg ikki vit fáa 300 mill. fyri hann. Eiheldur 200 mill. plus Cambiasso - hann er nokk verdur meir enn tad.
June 16, 2010
... : BS
Havi akk hugt eftir Inter á Wiki. Og har stendur at Javier Mascherano spælur við teimum...

http://en.wikipedia.org/wiki/F.C._Internazionale_Milano#Current_squad

Hann hevur ikki sagt tað enn, men um hann sigur, at hann vil vekk, so lat hann vil fara!
Ongin grund at hava ein leikara, sum vil ikki spæla við Liverpool.

Um vit skulu selja Mascherano, so krevja £30 mió. fyri hann.
Men eg hevði góðtikið £20 mió og Esteban Cambiasso (rokni ikki við at vit fáa Sneijder, tí Cambiasso).

June 16, 2010
Ak ja.... : Jón R - Mortensen
Torres, Masch. Gerrard. Og nú Benayoun - og kanska Johnson eisini. Ja, gribbarnir flúgva yvir Anfield Road fyri tídina :(
June 15, 2010
Benayoun : Liverpooláskoðarin
Benayoun er ikki seldur enn.
June 15, 2010
Idiotar : Pætur E. Rasmussen
Hví selja teir hann so bíliga? hann er minst tað 3 falda verdur
June 15, 2010
Benayoun : The red machine
ja so er Benayoun seldur til chelsea fyri 4mil... pund
June 14, 2010
Teir verða! : Jens Pauli Joensen
Soleiðis!

Við Dalglish við róðri og Gerrard og Torres og øllum hinum, so vaknar Liverpool risin og fer at gera um seg aftur, vita bara....

Vi ønsket ikke gi supporterne en sesong som denne

Fernando Torres er lei seg for at sesongen ble som den ble. Få fotballspillere er mer begeistret for hverandre enn han og Stevie G - og nå hyller han sin klubbkaptein nok en gang.

Av Arild Skjæveland

Fernando Torres og hans Spania starter ikke VM før på onsdag, når de møter Sveits i Durban. Som alle andre røde i VM har Fernando Torres fått mange spørsmål og henvendelser angående kaoset i Liverpool, og selv om de fleste sier de ikke vil kommentere noe rundt klubben under mesterskapet, har Daily Star klart å lure noen ord ut av Liverpools toppscorer.

- Mye har blitt sagt og skrevet om årets Liverpool-sesong, men folk glemmer at sesongen såret både spillerne og manageren. Klubben betyr mye for oss, og supporterne betyr mye for oss. Vi ønsket ikke å gi dem en sesong som dette, og tro meg når jeg sier at ingen hadde det vondere enn Stevie.

- Han er Mr Liverpool, og han ser på Liverpool-supporterne som familie. Forrige sesong såret han virkelig. Han er desperat etter å vinne Premier League med Liverpool, og for hver sesong som går uten at det skjer så gjør det enda vondere.

Torres mener også at Steven er det perfekte valg som England-kaptein.

- Stevie er det riktige valget som kaptein. Med all respekt, så synes jeg han burde blitt gjort til kaptein også før Rio Ferdinand. Han er den beste kapteinen jeg noen gang har spilt under, og dersom vi ikke møtes tidligere kan jeg se for meg England mot Spania i finalen. De har fantastiske spillere over hele banen, og jeg har fortalte mine spanske lagkamerater alt om dem. Jeg ser på Gerrard og Rooney som spillere på samme nivå som Messi, Xavi, Kaka, Ronaldo og alle de andre toppspillerne.

- Det ville vært en drøm å møtt England i en finale, og England mot Spania i finalen ville blitt en kamp mellom to av de beste fotballnasjonene i verden, avsluttet Torres.
June 13, 2010
Rói : Cpt Fantastic
Kanska tí at lønin er ov høg fyri onnur feløg?:)
June 13, 2010
Ynskidreymur - Benitez keypir Lucas :-) : Rói Joensen
Hevði Benitez keypt ein av sínum favoritspælarum í Liverpool, Lucas. Tað hevði verið super :-)

Men mær vitandi, hevur einki felag, hvørki lítið ella stórt, verið sett í samband við Lucas. Løgið, tá ið hugsað verður um, hvussu góður Benitez og summi onnur halda hann er og tá ið so at siga allir leikarar í betra endanum hjá Liverpool eru settir í samband við okkurt felag.
June 12, 2010
Rodriguez og Benayoun : Liverpooláskoðarin
Rodriguez og Benayoun eru har og onkran kan man væl fáa hendur á eisini.
June 12, 2010
Tja... : Jón R - Mortensen
Og hvør skal koma í stadin?
June 12, 2010
Kuyt til Benitez : Liverpooláskoðarin
Um Benitez keypir Kyut so veri eg glæður, tí tað plássi kunu nógvir fylla út um man skal sama bera tað við Kyut, Liverpool hevur Rodriguez ella Benayoun osv, eisini er tað spælarar man kan keypa til tað plássi, eg hopaði um Benitez fer so fer Kuyt helst eisini, og um Benitez bleiv verandi so bleiv Kuyt eisini verandi, Benitez trýr so nógv uppá Kuyt at hann spældi so at siga hvøn dyst, eisini venjingardystir, og er tað fyri mær heilt ótrúligt, eingin slapp framat plássinum hjá Kuyt, tí Benitez so gott sum bert brúkti Kuyt á hasum plássinum, Kuyt er sikkur góður nokk, men Kuyt og Benitez í Liverpool hongur ikki saman, so fyri meg sera góð tíðindir um hann fer til Inter, og so er at fáa nakað av pengum fyri Kuyt.
June 12, 2010
Ja... : Jón R - Mortensen
... so er Kyut eisini "linkadur" til Inter rætt sum Mascherano. Og vid Gerrard sum ikki vil tosa um framtídina sær svart út. Allarhelst eisini tí at lítid og einki er at hoyra um spælarir sum eru linkadir til Liverpool. Sjálvandi skal venjarin uppá pláss ádrenn, men tídin gongur og alsamt fleiri av teimum bestu leikarunum gera nýggjar sáttmálar so at teir vera enn dýrari.
Jú, tad gamla ordafelli um at mann skal vera varin vid hvat man ynskir sær kann tíverri fara at passa í hesum døgum.
Nå, livst, so spyrst. Eg komi so altíd at studla Liverpool og tí venjara sum situr.
YNWA.
June 11, 2010
Well done Rafa! : Jens Pauli Joensen
Man kann ikki taka tað frá honum, at tað var flott gjørt at donera so nógvar pengar til Hillsborough fondin, hattin av fyri tí. Og at hann altíð fer at hava Liverpool í hjartanum. Kann hann annað? Hann er fyri altíð smittaður við Liverpool virusinum, akkurát sum vit onnur Reds fólk. Einaferð Liverpool altíð Liverpool!!


June 11, 2010
RB : Birgir
Takk fyri leinkjuna, Jón. Hatta er so maðurin, ið fleiri her inni halda ikki vildi Liverpool FC og áskoðarum teirra alt tað besta...! Í Inter fer hann helst at fáa fullan stuðul, og tað skal vera løgið um ikki úrslitini fara at verða kanón góð har. 'Rafa, top man', sum onglendingar taka til!

June 11, 2010
Rafa. : Liverpooláskoðarin
Gangi út frá at tað er ikki kasta hatur eftur Rafa, men hann fekk ikki tey úrslit man hevði vanta av honum, tí er tað hann bleiv skiftur út, eg eri ein av teimum sum ikki er keddur av at hann nú fór til Inter, og spennandi verur eisini at fylgja honum honum og Inter. Hullier fungeraði væl hjá Lyon, minnist eg rætt. Haldi at Rafa vildi alt gott fyri Liverpool, og hann var sikkurt large eisini, lítið av pengum, men royndi sum fragast.
June 11, 2010
Birgir : Jón R - Mortensen
Alt ok :)
Her er ein lítil grein um hvør madurin er og hvat format hann hevur, sum nú tíverri er søga í Liverpool FC.
http://www.clickliverpool.com/sport/liverpool-fc/129444-former-liverpool-fc-manager-rafael-benitez-donates-�96,000-to-hillsborough-group.html
June 10, 2010
Ups : Birgir
Sá tað ikki fyrru ferð, Jón - sorry! Tað gevur eisini betri meining, at tað varð skrivað við ironi aftanfyri. Haldi at vit eru rættiliga samdir um, at tað var eitt mistak at koyra Rafa, tað gerst so ikki við at aðrir eru púra ósamdir um hetta. Tað skal verða pláss fyri øllum meiningum inni á hesi heimasíðuni, bæði hjá Rafa monnum og Rafa hatarum - vit vilja allir Liverpool tað besta, tað eru vit uttan iva 100 prosent samdir um.
June 10, 2010
Birgir : Jón R - Mortensen
Tad eg skrivadi um at Rafa smildradi Valencia var í ironi. Harav ordini aftaná "ironi kann fyrikoma"
June 10, 2010
Birgir : BS
Birgir. Tað var ikki Rafa sum fekk Valencia í Ch.Leauge finaluna.
Tað var Héctor Cúper. Hann fekk Valencia 2 ár á rað í finaluna í CL, men tapti báðu fer. Tað var í 2000 og 2001
Men Rafa vann Uefa cup við Valencia.
June 10, 2010
. : Jenis
bara sven g erikson ikki verur venjari so er í ordan.
June 10, 2010
Birgir : Jens Pauli Joensen
So so, seriøst innlegg.... Eg og aðrir hava skrivað um Rafa túsund ferðir og grundgivið fyri, hví skræpan mátti fara, og nú fór hann endiliga. Tit Rafa menn, sum tilbóðu klikkheysin, dugdu ikki at síggja, at hann oyðileygi Liverpool. Fast taki tykkum! Nú hyggja vit frameftir og ynskja King Kenny vælkomnum aftur.

YNWA
June 10, 2010
Rafa til Inter : TorreSS
Í dag er so Rafa alment útnevndur sum nýggjur venjari hjá Inter, og longu nú ganga søgur um 4 ymiskar Liverpool spælarar, sum hann vil hava til Italiu.

Men Lucas er ikki ein av teimum...!!!
June 10, 2010
K : Birgir
Hví 'copy and paste' hatta sum onkur May sigur? Hatta hevur yvirhøvur onki at siga, kundi akkurát tað sama citerað Jóannes Jakobsen ella onkran annan sokallaðan fótbólts serfrøðing. Lat okkum heldur fáa okkurt citat frá onkrum av verandi spælarum okkara - alt hetta sentimentala tvætlið um King Kenny er bara for langt úti! Vit eru í 2010, og hóast Kenny var okkum ein heilt fantastiksur maður í síni tíð, so er hann søga fyri okkara viðkomandi. Og so at lesa hatta tvætlið um at Rafa fer at 'smildra' Inter, eins og hann 'smildraði' Valencia??? Eg meini at tað var Rafa sum fekk Valencia í Ch.Leauge finaluna, eins og hann fekk Liverpool FC í tvær Ch.Leauge finalur, harav onnur varð vunnin - Istanbul 2005! Nei, komi heldur við seriøsum innleggum, hitt er óáhugavert.
June 10, 2010
King Kenny : Jens Pauli Joensen
May played under Dalglish in the early 1990s after the Scot left Liverpool for Blackburn and is confident the Merseyside outfit would be given a much-needed lift by the return of one of its most revered heroes to the helm.

"He will come in and liven things up," said May. "I remember him coming to Blackburn and the training sessions were bright. They were short and sharp and he got the lads buzzing again.

"I think that is what needs to happen at Liverpool. Under Benitez they have been playing very boring football, but with Kenny I think they will give the fans something they deserve, which is attacking football."

Liverpool finished a disappointing seventh in the Premier League last season and have not won the English top flight since Dalglish delivered the title in 1990.

If he takes charge again it will inevitably rekindle memories of former glories amongst the Anfield faithful, but May feels Dalglish's affinity with the club will be most vital in helping to find a more permanent manager who can take Liverpool forward in the years to come.

Asked if he thought Dalglish was the man to revive the club's fortunes, May said: "I think he could be short-term, but then I think Kenny will look more long-term.

"He is more of an ambassador now for Liverpool and he is going to make the right decision in terms of who actually comes in and takes over.

"With his knowledge of the game and knowledge of Liverpool - what Liverpool is all about and what they need - I'm sure he will make the right decision."
June 10, 2010
ok brúktir pengar : niles
Rafa brúkti í miðal £20m um árið í LFC og vann allíkavæl 1 CL, 1 FA cup, og so luttøku í eini CL finalu afturat eitt 2. pláss. tað er ikki heilt galið tá man hyggur at hvat teir klubbarnir sum brúktu somu pengarnar somu á r hava fingið burturúr.

so er tað sagt

King Kenny til venjara, jú kanska...

bara tað ikki endar sum hjá Kevin Keegan sum skuldi verða frelsarin hjá Newcastle. Trúgvi ikki budgetti hjá Dalglish verður størri enn hjá Rafa og so er tað spennandi hvat hann kann... hopi at eg taki feil.

YNWA
June 09, 2010
Pætur E. Rasmussen : Jón R - Mortensen
Do your homework. Redknapp hevur 4. størsta budget í EPL. Bert yvirtriumfa av Chelsea, City og prtvís Utd.
June 09, 2010
Pengar, pengar, pengar : Pætur E. Rasmussen
Tit tosa um at hann ikki hevur nokk av pengum? Roy Hodgson hevði t.d. eiheldur nakrar pengar, eiheldur Harry Redknapp.. Tað er uttan pengar at ein góður venjari eigur at vísa seg, við nógvum pengum verður alt nógv lættari:)
June 09, 2010
Jens Pauli : Jón R - Mortensen
Ja, uppá sama máta sum hann smildraði Valencia. Ironi kann fyrikoma.
June 09, 2010
BS : Jón R - Mortensen
80 mill. kr er ikki tað stóra...
June 09, 2010
Rafa og pengar : Jens Pauli Joensen
Inter er eitt fínt lið sum er, vunnið alt í ár.
Spurningurin setast skal er, fer Rafa eisini at smildra Inter?

June 09, 2010
Rafa : BS
Rafa ferð til Inter nú og fær 80 mió. at brúka.

So verður spennandi at vita, um Rafa dugur at brúka pengar..

Øll hava altíð tosa um, at hann hevur ongar pengar at brúka, men tað fær hann nú, men við einum øðrum felag..

So tað verður spennandi um leikarnir sum Rafa keypur verða flopp ella ikki..
June 09, 2010
King Kenny Ynskir venjara starvi : Liverpooláskoðarin
Kenny Daglish hevði fingið Liverpool spælarnar upp við høvdinum tað er heilt sikkurt. Benitez ynskir sær Johnson og Mascherano til Inter har eru pengar at heinta og keypa góðar spælarar fyri, spennandi verur hvør verur settur sum venjari hjá Liverpool, mítt ynski er Martin ONeal ella Kenny Daglish. Men so er tað tað um King Kenny verur tann sami kongurin sum hann nú er.
June 09, 2010
xxx : xxx
hví halda tit at øll stórfeløg vilja hava Rafa til venjari?
- hann hevði akkurat ongar pengar at keypa nakrar spælarar fyri.
Hatta vísir eisini hvussu góður hann er við Liverpool, hann átti at fingið nógv meira pengar tá ið hann fór úr, men hann elskar felagið, hann vil tí alt tað besta!
koyr hasir eigararnir vekk... fyri at fáa pengar, mugu vit vinna ..

June 08, 2010
Rafa King????? : Jens Pauli Joensen
Eg meini tað. Nei, King Kenny var, er og verður altíð Kongurin av Anfield.
June 08, 2010
... : :(:(
líti hugsa, rafa er ein góður venjari um vit hava pengar!
farvæl og góða eydnu framyvir! RAFA IS THE KING!
YNWA
June 07, 2010
Svenskan venjara. : Liverpooláskoðarin
Sven J Eriksson sum venjara ??? hvat so, Carragher hevur ikki nógv rósandi orð at bera honum sum enskur landsliðvenjari, men kanska hann er eitt gott boð, hann sigur seg vera og altíð hava veri Liverpoolfjeppari líka sum pápi sín, jú kanska hann er eitt gott boð. Nú verur spennandi at sýggja hvussi fer at gangast Inter nú Rafa helst verur venjari har, eitt keðiligt sum eisini var við Rafa, hann virkaði einki glæður tá Liverpool skoraði, nei hugdi mest niður í sín blokk og skrivaði niður. ja hvør verur komandi venjari, nú bleiv eg spentur um tað kanska verur svenskarin.
June 07, 2010
.. : ...
Eg giti at ein leikara hjá Liverpool, er ikki glaður fyri at Rafa er farin frá..

Tað er Lucas..



June 07, 2010
... : xxx
vit skulu hava 2 áloyparar
June 07, 2010
hmm... : ???
Við tí sterkastu uppstillinguni hava vit eitt gott lið. Vit mangla betri útskiftarar.

11 teir bestu:

Johnson-Carragher-Skrtel-Agger

Mascherano-Aquilani

Kuyt/Rodriguez-Gerrard-Riera/benayoun

Torres






June 07, 2010
Rói : Jón R - Mortensen
Tad gongur nokk, eg havi verid úti fyri tí fyrr so eg burdi hava lært at taka trygdar eintøk :)
Annars takk fyri eina heilt fína Liverpool sídu, veit ikki um eg havi sagt tad fyrr.
June 06, 2010
Ingolf : Cpt Fantastic
Jamen kanst tú so siga mær, hví Houllier ikki vann ChL í 03/04, tá tað var hansara lið, sum vann í 04/05?
Eg fái bara ikki alt at passa saman, tí Liverpool í 03/04 varð sligin út longu í 4. umfari í UEFA cup - teir vóru slett ikki við í Champions League yvirhøvur, meðan Rafa vann Champions League í 04/05 - VIÐ SOMU LEIKARUM?!?? Fái tað ikki ordiliga at passa saman. Kanska tú kundi greitt mær betur frá, at Istanbul liðið var Houllier'sa lið og ikki Rafa'sa, tá hann ikki megnaði at føra teir longur enn 4. umfar í UEFA cup...
June 05, 2010
farvæl og takk : Ingolf
eg eri samdur, tað var tíð til skifti. Eg segði tað at hetta fór at vera endin á Rafa tá salgi av Alonso bleiv kunngjørt og tað bleiv tað. Maðurin hevur gjørt undirverk, tað stórsta var jú Istanbul og alt gott við tí. Hevur nakar hugsa um at liði sum Rafa vann CL við átti hann einki í? Allir sum spældu við har hevði Houllier keypt/vant frammanundan. So byrjaðu broytingarnar á liðinum og tað fór í hundanar (2008/2009 undantiki). Benitez gjørdi Liverpool til "tað spanska liði" í Premier League og eg veit, at tað er nakað menn ikki vóru alt for glaðir fyri. Sigast skal at keypini hjá Rafa ikki altíð hava verið góð, flopp keyp sum Dossena, Vorunin og aðrir hava eyðkent tað. Tað byrjaði so at síggja gott út tá man so fekk ein mann sum Torres, men aftaná hann hendi einki frammeftir, har var ikki ein frammeftir rættaður spælari, sum kundi fylla skógvarnir hjá honum tá hann ikki var har og útsagni um, at vit vóru eitt 2 man team bleiv sannheit og tað er synd. Summir blomstraðu ófórt undir Rafa, menn sum Gerrard, Alonso, Kuyt vóru til tíðir super at hyggja at, og alt koyrdi bara upp í eina hægri eind og 2008/09 var bara super uppá allar mátar, undantiki 3. teir seinastu dystirnir áðrenn jól, sum kostaðu okkum meistaraheiti. Men so Sleit Rafa ketuna við at royna at selja Alonso tí at hann var sikkur uppá at fáa Barry, sum eftir mínari meting ikki kemur uppá ½ skógvin á Alonso, og so fekk Alonso nokk og so var hann vekk og tað var so endin á Rafalution og Rafa Benitez! Tí menn, sum komu aftaná hetta eru ikki verdir at nevna, Johnson var tó eitt gott keyp, men í so dýrur. Vónandi dugur tann næsti betur. MUFC fjepparir hopa at tað verður S.G. Eriksson, lol, við vón fáa vit Hiddink (tó at Mouriniho var mítt ynski), men eg vænti ikki. Redknapp, ja, ikki so heilt galin, men eg eri ikki yvirbevístur, lad os nu se.
June 05, 2010
Glæður : Liverpooláskoðarin
Rafa Benitez vann Champion Leuage fyrsta ári og FA Cup næsta ári, síðani hevur hann selt meginpartin ella skift meginpartin av spælarunum út, einki hjálpti, uttan í 2008/2009 var eitt gott Liverpool ár men ikki gott nokk, ellars so var Benitez ein undarligur venjari, eg haldi at tað er ein lætti at hann fór, hopi hann keypru Kuyt fyri nógvan pening ella at ein annar venjari dugur at brúka Kuyt, kanska komandi venjari fer at spæla 4 4 2 og Kuyt annar áloyparin,Tað er eingin katastrofa um Gerrard ella onkur annar góður Liverpool spælari verur seldur fyri nógvan nógvan pening til Real Madrid, Barcelona ella Chelsea, kanska er tíð uppá at byrja av nýggjum. Hopi ikki at Torres verur seldur tí hann skorar nógv flest mál. Eg hopi at tað verur Martin O'Neil ella Kenny Daglish sum koma at venja Liverpool, nei eg eri faktist glæður fyri at Rafa fór, og eri sera sera spentur uppá komandi kappingar ár
June 05, 2010
Jón R - Mortensen : Rói Joensen
Eg skrivaði einaferð ein langa viðmerking og misti hana. Hóast eg havi rættindi at skriva á síðuni, so finni eg ikki horvnu viðmerkingarnar aftur nakrastaðni.

YNWA
June 05, 2010
Mr.T : Jón R - Mortensen
Havi onkuntíd skriva ov long innlegg. Men har fekk eg bert at vita, at innleggid var ov langt. Einki vid at tad bleyv vekk.
June 05, 2010
King kenny fram til jólar : LFCFAN81
Eg haldi King kenny skuldi fyngi kjansin fram til jólar bara fyri at vísa hvat hann dugur í dag, eg trúgvi hann er er rætti maðurin at setta, hann hevur ikki trena í 10 ár, eg haldi ikki man kann siga fótbolturin er broyttur, tað er meir tað sum er aftan fyri fótbolt sum er broytt.
King Kenny will build us again YNWA
June 04, 2010
Jón R - Mortensen : mr T
Hatta hendir um innleggið er ov langt
June 04, 2010
Soleiðis!!! : Jens Pauli Joensen
Dalglish blir midlertidig manager

Ifølge kilder innad i Liverpool FC som Sky Sports News har vært i kontakt med vil Kenny Dalglish fungere som midlertidig manager.

Av Frank H. Larsen

Sky Sports News rapporterer fra Anfield at Kenny Dalglish vil fungere som midlertidig manager. Skotten skal nå være i samtaler med managing director Christian Purslow.
June 04, 2010
WTF???? : Jón R - Mortensen
Skrivadi eitt longri innlegg her. Tá et trýsti á "goym vidmerking" komu eini bod um at innleggid var goymt til moderator at gjøgnumlesa. Er hettar nýggja gongdin hjá teimum sum ikki hava somu meining sum greinaskrivarirnir???
June 04, 2010
King Kenny : ...
Er tað bara eg, at kanska tað er ikki so gott, at fáa King Kenny, sum venjara??
Eg veit, at hann er tann størsta stjørna, sum hevur spælt við Liverpool, og at hann kennur "the liverpool way"

MEN.. hann hevur ikki verði venjari í 10 ár(gavst 2000 við Celtic)
Fótbóltur er nógv forandraður síðani tá. Tí ivist eg stórliga, um hann skal verað venjari.

Um hann verður settur sum venjari, so skal eg nokk stuðla honum, men ivist bara um hann hevur verði ov longi vekk frá venjarastarvið..
June 04, 2010
Rói : Jón R - Mortensen
Arbeloa VILDI aftur til Spania. Og tá bert eitt ár er eftir av einum sáttmála sleppir leikarin fyri sera lítid.
Aquilani var av 4(fýra!!) ymiskum fysioterapeutum kannadur og vurderadur til at vera klárur uml. august. Tá Rafa nú einaferd var venjari og ikki lækni mátti hann gera tad einasta hann kundi og trúgva hesum serfrødingum innan økid - rætt sum tú vantandi ger tá tú fer til lækna, tannlækna etc etc. At skadin so vísti seg at siga so dygt at hann ikki bleyv klárur fyrr enn seint á árinum kann Rafa neyvan lastast fyri. Tó skal Rafa hava tann rós uppiborid at har nógvir adrir venjarir, millum annad Spaletti, høvdu tveitt Aquilani á vøllin sum skjótast fyri at verja sítt egna skinn so ymiskir fjepparir, millum annad úr FO, ikki aftaná kundi fara út og siga: "Hví fanin brúkar hann ikki Aquilani tá hann nú var so dýrur" so vardi Rafa hann og gav honum fri at venja seg vid England og spælistílin og hardskapin sum valdar. OG hart er tad. Minst til ein málrevur sum Morientes, sum skoladi málini inn bædi ádrenn og aftaná sítt Liverpool uppihald, úttaladi seg um at tad var alt ov hart fyri hann at spæla í Englandi - nakad sum Torres eisini hevur gjørt sær erfaringar av. Annars er Aquilani ikki direkta avloysari hjá Alonso qua at teir ikki spæla á sama plássid. Rætt sum tad má sigast at vera rættiliga órættvíst at lasta Lucas fyri ikki at vera Alonso. Minnir meg eitt sindum um Homer Simpson tá hann slóg á sjónvarpid og bad tad vera stuttligari ;)
Tad er rætt at Lucas ofta sær út til at vera meira verjukendir á miduni, men hann er decideradur mitt á miduni. At hann kemur at liggja nógv afturi er ikki einstýdandi vid at hann er defensivur midvallaleikari - rætt sum Torres nokk ikki kann kallast midvallaleikari hóast hann ofta er afturi á miduni.
Vidvíkjandi rotatíonsprinsippinum hjá honum var Rafa oftani róptur Rafa the Rotator. Men tá dovnu bladmenninir aftaná laaanga tíd brádliga funnu út av at sjálvasti Ol' Red Nose roteradi enn meira enn Rafa var ikki eitt pip at hoyra. Tad er rætt at hann er kritiseradur fyri at seta sterk lid á vøllin internationalt og veikari lid í heimligu kappingini. Men tá tú hevur 15-20 dystir mótsat einum vinn-ella-forsvinn dysti er meira "rád" til at seta eitt heldur veikari lid til ein av teimum 15-20 dystunum heldur enn til tann eina. Og minst til, eisini Wenger, Ferguson, Mourinho etc. gera tad sama. Men sjálvandi, har galda heilt adrar reglar.
June 04, 2010
Rafa farin.... : Ian
Eg eri ein av teimum sum er glaður fyri at hann er farin. Tann síðsta tíðin hjá honum var forferdelig at sita og hyggja eftir. Tað var sum at síggja eitt ferðsluóhapp, man vildi ikki hyggja, men allíkavæl sat man og stardi eftir tí.
So góða eyðnu Rafa og takk fyri tíðina (uttan 2009 - 2010).
June 04, 2010
Syrgiligt og lítið umhugsað : Birgir
Eg haldi at vit hava gjørt eitt klokkuklárt sjálvmál við at koyra Rafa - livst so spyrst! Vónandi kemur at gangast væl hjá nýggja venjaranum, hvør ið tað so einaferð verður, men eg eins og fleiri onnur eri í sera, sera, sera stórum iva um framtíðina hjá felagnum. Tá ið man velur at koyra ein framúrskarandi taktiskan venjara, so má eg bara spyrja, hvønn í víðu verð roknar man við at fáa í staðin, serliga við einum tómum pengakassa í felagnum???? Vóni bara tað besta fyri felagið - hóast vit at síggja til eru á katastrofukós! YNWA!
June 04, 2010
Góð grein sum altíð Rói : Jens Pauli Joensen
So ER Rafa farin, takk og lov fyri tað!
Nú fór Mourinho til Real Madrid, so man fær ikki hann HESUFERÐ. Men hann kemur innan 3 ár, um vit fáa skil á eigaraviðurskiftunum aftur. Sjálvandi ger hann tað, tí Liverpool er eitt lið fyri The Special One, søguríkasta liðið í Onglandi.
Beint nú vóni eg, at King Kenny tekur róðrið og fær skil á álopsspælið aftur. The Liverpool Way skal rula Anfield aftur!
June 04, 2010
Skriva viðmerking

busy
 
< Prev   Next >
Kissa2

Echo
 
í samstarvi við Proxo