|
Torres bjargaði okkum enn einaferð |
Skrivað hevur Rói Joensen, Sunday, 29 August 2010 (356 hits)
Liverpool -West Bromwich 1-0 (0-0)
Enn einaferð bjargaði Fernando Torres okkum, tá ið hann um miðjan seinna hálvleik buldraði bóltin í málið. Annars var Liverpool so avgjørt ikki sannførandi móti uppflytarunum úr West Bromwich. Tað tað eru stigini, sum telja, og vit fingu trý í dag.
Sigið tykkara meining og gerið viðmerkingar
|
|
|
Europa League og Meireles |
Skrivað hevur Rói Joensen, Sunday, 29 August 2010 (136 hits)
Vit eru víðari í Europa League. Mascherano er um at fara til
Barcelona, og Meireles úr Porto er keyptur sum avloysari. Aðrir á veg inn, er
møguliga vinstri bakkurin Paul Konchesky úr Fulham, og svensk áloyparin, Ole
Toivonen, úr PSV.
Her er ein góða mynda av Meireles í nærdysti við Giggs :-)
Hvat halda tit um
Meireles? Gerið viðmerkingar inni í greinini.
|
|
Skrivað hevur Rói Joensen, Sunday, 22 August 2010 (480 hits)
(PL) Manchester -
City - Liverpool 3-0 (1-0)
Liverpool fekk nærum ikki eitt bein til jørðina móti
Manchester City í kvøld. Tað var tí einki at siga til at milliardaliðið úr
Manchester vann heili 3-0. Okkara lið hekk als ikki saman og serliga
verjuparturin haltaði alvorliga.
Gerið viðmerkingar
inni í dystarfrásøgnini
|
|
Skrivað hevur Rói Joensen, Thursday, 19 August 2010 (226 hits)
(EL)Liverpool - Trabzonspor 1-0 (1-0)
Liverpool hevur eitt rímiligt útgangsstøði undan seinna
dystinum á útivølli, eftir 1-0 sigurin móti Trabzonspor á Anfield í kvøld.
Málið skoraði Babel beint fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki brendi Cole eitt
brotsspark, og Christian Poulsen fekk eitt mál kolldømt.
Gerið
viðmerkingar inni í greinini
|
|
Skrivað hevur Rói Joensen, Monday, 16 August 2010 (292 hits)
(PL) Liverpool - Arsenal 1-1 (0-0)
Tað sá einki út hjá okkara monnum, tá
ið Joe Cole beint fyri hálvleik varð vístur av vøllinum. Men N'Gog legði
Liverpool fram um beint eftir steðgin, og hóast 10 mans, so eydnaðist at halda
Arsenal frá teimum nógvu veruligu møguleikunum heilt fram til vanliga leiktíðin
var farin. Tá ið endaði ein frísparksstøða hjá Arsenal við, at Reina kom at
beina bóltin í egið mál, og so kom bara eitt stig til høldar í dag.
Gerið viðmerkingar inni í dystarfrásøgnini
|
|
|
Eftirmæli Rafa, og hvat nú |
Skrivað hevur Rói Joensen, Friday, 04 June 2010 (2296 hits)
Sum øllum kunnugt, varð Rafael Benitez í gjár koyrdur frá
sum venjari hjá okkara kæra felagi Liverpool. Eg fari her, at gera eitt
lítið
eftirmæli, um hansara tíð í Liverpool, og eisini at koma við einum
boðið, hvat
skal henda nú?
Gerið viðmerkingar til støðuna í Liverpool inni í greinini.
|
|
Skrivað hevur Rói Joensen, Thursday, 03 June 2010 (383 hits)
So er tað greitt, at Rafael Benitez ikki er venjari í
Liverpool longur. Eftir seks ár í venjarasessinum, komu, hevði hann ikki longur
stuðul frá felagnum, og seinnapartin skrivaði almenna síðan hjá Liverpool, at
Liverpool og Rafa vóru komin ásamt um ein fráfaringaravtalu.
Tann størsti varðin eftir Rafa er Champions League sigurin í
Istanbul í 2005. Árið eftir kom FA-Cup í hús. Síðan hevur Liverpool ikki vunnið
nakað. Kappingarárið 2008/2009 var nær við, at Liverpool gjørdist enskur
meistari, men farna kappingarár 2009/2010 gjørdist tað vánaligasta í longri
tíð.
Meira seinni í kvøld.
|
|
|