Aftur

Cleanup time …

22 des 2015

Skinklutir í verjuni, ivasamir á miðjuni, tannleysir í álopinum … nakað soleiðis verður tikið samanum jánkasliga avrikið hjá Liverpool í Watford dystinum sunnudagin; og spurningurin verður reistur, hvat Klopp nú skal gera fyri at fáa skútuna aftur á beint.

Í januar letur flutningsvindeygað upp, og ávís nøvn verða nevnd, avtalur sigast vera gjørdar, og ein ávísur spenning er sjálvandi at hóma millum fjeppararnar …

Reyðu Stjørnu maðurin – Marko Grujic – skal sambært Liverpool Echo longu hava játtað at komið á liðið hjá Klopp, og munnu ikki fleiri verða ávegis?

Men skula menn inn, mugu menn út! Spurningurin er, hvør skal verða verandi, og hvør skal fara?
Í Daily Mail hava teir gjørt hesa metingina.

MÁLVERJAR:

Simon Mignolet
Klopp hevur upp í saman síðan hann kom á Anfield róst Mignolet, og tos hevur verið um at leingja sáttmálan, og tað hevur ørkymlað fjeppararnar.
Mignolet dugir væl at steðga skotum, men er ivasamur, tá hann fer av linjuni og hevur sjáldan ræðið í brotsteiginum. Tað er upplagt, at her má nýtt fólk til.

Dómur: SKAL FARA

Adam Bogdan
Mistak hansara móti Watford, ið førdi til fyrsta málið sunnudagin, fer ikki at verða roknað sum besta avrik hansara, men hann hevur sæð út sum ein rímiligur Nr 2, tá hann áður hevur roynt seg.

Dómur: SKAL VERA

VERJULEIKARAR:

Jose Enrique
Seinast spaniólin spældi á fyrsta liði var í 0-0 javnleikinum móti Bolton Wanderers í januar. Felagið hevur ikki brúk fyri manninum, og hann er heilt víst burtur í summar, um ikki fyrr.

Dómur: SKAL FARA

 

Kolo Toure
Kolo er vældámdur í Liverpool, og drúgvu royndir hansara geva honum ein týðandi leiklut í skiftirúminum. Men sáttmálin gongur út í summar, og tá man hansara tíð á Anfield eisini renna út.

Dómur: SKAL FARA

Martin Skrtel
Avrikið hjá slovakinum móti Watford var jánkasligt, áðrenn hann noyddist skaddur av vølli í 41. minutti; men hann hevur verið krumtappurin í verjuspælinum hjá Liverpool, so tað hevði undrað, var hann ikki á liðnum aftaná EM í summar.

Dómur: SKAL VERA

Dejan Lovren
Louvren er batnaður undir Klopp, men sær kortini altíð út til ikki at megna byrðuna av keypsprísinum upp á 25 mió. £. Hann hevur ikki livað upp til støði frá síni Southampton tíð, og frægast man vera fyri báðar partar, at samstarvið endar.

Dómur: SKAL FARA

Mamadu Sakho
Fransmaðurin er eisini ein, sum gjarna vil vaska av sær avrikið á Vicarage Road herfyri, men í baksýni kann tað kanska forklárast við, at maðurin kom aftur ov tíðliga eftir skaðan, sum helt hann úti í seks vikur. Sakho er banaður nógv undir Klopp, serliga sjónligt var tað í Tottenham dystinum.

Dómur: SKAL VERA

Nathaniel Clyne
Eitt frálíkt 12 mió. £ keyp frá Southampton í summar. Clyne er ivaleysur á plássi sínum á liðnum; kanska tað tó hevði verið eitt gott hjá Liverpool at tikið at keypt sær enn ein høgravong at givið honum kapping á plássinum.

Dómur: SKAL VERA

Joe Gomez
Var óførur, tá hann spældi á vinstra bakki í byrjanini av kappingini, men varð so raktur av einum ræðuligum knæskaða, sum setir hann uttanfyri restina av kappingarárinum. Hann kann koma langt undir Klopp.

Dómur: SKAL VERA

Alberto Moreno
Missir konsentratiónina viðhvørt, men tað kann heilt víst venjast burtur og hvørvir sum royndirnar koma. Hevur veitt frálíkt ískoyti úr vinstru síðu til álopi, síðan Klopp kom til Anfield.

Dómur: SKAL VERA

MIÐVALLARAR:

Jordan Henderson
Liðskiparin hevur greitt víst, at hann hoyrir til framtíðina á Anfield.

Dómur: SKAL VERA

 

Lucas Leiva
Verjudygdir hansara gera hann til ein týdningarmiklan leikara á Liverpool miðvøllinum.

Dómur: SKAL VERA

Emre Can
Klopp hevur fingið Can at uppføra seg meiri búgvið á vøllinum, og tað treingir til, men orkan hann veitir í spæli sínum, er longu vorðin avgerandi fyri Liverpool.

Dómur: SKAL VERA

Joe Allen
Walisiski landsliðsleikarin er ikki brúktur nógv, síðan Klopp kom. Tað er týðiligt at managarin heldur vil brúka aðrar á miðvøllinum. Líkt er til at Allen longu er á veg út.

Dómur: SKAL FARA

James Milner
Formurin hjá Milner er ikki komin á hædd við spælið hann sýndi í City, men hann hevur virði fyri Liverpool við sínum arbeiðssemi og royndum. Tað varð hildið vera eitt kupp at fáa hann á Anfield í summar.

Dómur: SKAL VERA

Adam Lallana
Lallana hevur havt ilt við at livað upp til keypsprísin upp á 25 mió. £ síðan hann kom til Liverpool. Hann spælir reint og fúsur at renna, men málini eru ov fá til at krevja pláss í byrjanar uppstillingini. Er Klopp náðileysur, fellir Lallana allarhelst fyri øksini í summar.

Dómur: SKAL FARA

Roberto Firmino
Tað var við spenningi, at tikið varð ímóti brasilianaranum í summar; men heldur ikki Firmino tykist vera førur fyri at liva upp til prísskeltið. Hann hevur glógvað í løtum, men fyri tað mesta sær tað út til, at hann bert stendur og hyggur at, meðan hinir spæla.

Dómur: SKAL FARA

Philippe Coutinho
Eingin ivi er um týdningin Coutinho hevur fyri Liverpool. Men heldur Liverpool fram at vera til rukku móti liðum sum Watford og enda við at missa Champions League komandi ár, kann væl henda, at boð verða eftir brasilianaranum á øðrum vallum enn Anfield. Men tað er upp til Liverpool. Coutinho skal ongan veg!

Dómur: SKAL VERA

Jordan Ibe
Klopp tykist meta tað høgt at arbeiða við spælarum við slíkum potentiali sum Ibe hevur. Klárar Ibe at liva upp til hetta, kann hann vera verandi á Anfield í mong á frameftir.

Dómur: SKAL VERA

ÁLEYPARAR:

Daniel Sturride
Summir Liverpool fjepparar eru um at missa tolið av støðugu skaðastøðuni hjá Sturridge; men tá hann er á vølli, skorar hann mál! Klopp og staffurin mugu finna ein máta at fáa Sturridge at spæla regluliga; men sum so er tað nokkso líkatil – ætlar Liverpool í verandi støðu at royna at røkka Champions League, má Sturridge vera verandi.

Dómur: SKAL VERA

Christian Benteke
Tá Skrtel fór út við skaða móti Watford, valdi Klopp at seta Origi heldur enn Benteke á vøllin fyri at styrkja álopspartin. Benteke noyðist at arbeiða harðari uttan bólt, skal hann gera sær vónir um at klára at liva upp til spælistílin hjá týskaranum. Men finnur belgikarin aftur á slóðina, sum lá eftir hann í Aston Villa, verður hann heilt sikkurt verandi.

Dómur: JURY’IN ER ÚTI ENN

Divock Origi
Áleyparin hevur arbeitt hart undir Klopp, og fekk eitt imponerandi hattrick móti Southampton herfyri. Hann javnaði eisini móti West Bromwich Albion í javnleikinum á Anfield. Sær út til at mennast undir Klopp.

Dómur: SKAL VERA

Danny Ings
Sum hjá Gomez byrjaði kappingarárið væl og endaði við einum ræðuligum knæskaða. Men hann góða arbeiðið hjá honum uttan bólt og góða eyga fyri, hvar málið stendur, ger, at hann kann blíva eitt hitt, tá hann kemur fyri seg og endiliga sleppur at spæla undir Klopp.

Altso – smb. Daily Mail er tað, vit treingja mest til, er at finna ein nýggjan málmann fyri Mignolet, finna styrk til verju og miðvøll fyri teir fimm Mignolet, Touré, Louvren, Allen og Lallana … kann væl vera tað er rætt; men tað kundi væl verið Klopp hevur heilt aðrar tankar. Tað er hann, sum situr við ábyrgdini, men soleiðis sum úrslitini hava verið í december er sannlíkt, at okkurt verður gjørt, nú flutningsvindeygað letur upp í januar 2016.

Gleðilig jól, øll somul
YNWA

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”