Aftur

Fjeppara túrur til Liverpool vs Tottenham

28 des 2015

1 apríl 2016 ger Liverpool Føroyar enn eina ferð niður til Liverpool at hyggja eftir dysti og uppliva Beatles-býin.

Dysturin hesaferð er heimadysturin móti Tottenham 2 ella 3 apríl 2016.

Farið verður úr Føroyum fíggjadagin 1 apríl og komið verður heimaftur mánadagin 4 apríl.

Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Edinburgh, haðani koyrt verður til Liverpool í bussi (2 x 2  tímar), á vegnum steðga vit á einum Whiskey bryggjarí har vit fáa eina rundvísing.

Vit koma at búgva á hotelli í miðbýnum Premier Inn*** sum liggur á 48 Hanover Street, mitt í býnum kringsett av shopping møguleikum.

Á túrinum (leygar ella sunnudag verður møguleiki at fara á kenda Beatles-túrin, har øll tey kendu og minni kendu støðini verða vitjaði. Liverpool er eisini ein spennandi shopping-býur, og góð tilboð eru fyri børnini, so hví ikki gera Liverpool til eitt felags upplivilsi fyri alla familjuna!

Kostnaðurin fyri limir í Liverpool Føroyar  kr. 7.499,- fyri hvønn (7.999,- fyri ikki limir). (700 kr. eyka pr. nátt fyri eina kamar)

Við í prísinum er:

Atgongumerki til dystin
3 nætur á Premier Inn *** í Liverpool við morgunmati
Flogferðin aftur og fram.
Bussur Edinburgh – Liverpool aftur og fram
 

Sera avmarkað nøgd, pláss er einans fyri 17 fólkum hesaferð. So tað er “først til mølle”.

Higartil hava fleiri enn túsund føroyingar verið á hesum ferðunum hjá Liverpool Føroyar, og nú hevur eisini tú møguleika at koma upp í tann útvalda skara, ið hevur verið “heima” á Anfield og sæð teir reyðu spæla.

Tó at vit ikki kunnu tryggja úrslitið frammanundan, kunnu vit lova tykkum eina ógloymandi ferð …

Freistin at melda til er úti Mikudagin 13. Januar kl. 24:00 ( tá skal túrurin eisini gjaldast ).

Bindandi tilmelding

Spurningar skulu sendast til teldupost til tur@liverpool.fo 

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”