Aftur

So fara vit aftur… HEIM Á ANFIELD

06 jul 2016

Fríggjamorgunin 9. september verður farið við Atlantsflog til Edinburgh (EDI).
Vit lenda í EDI umleið 11:30. Vit fara víðari við flogfari til Manchester (MAN) kl. 14:50.
Vit fara við bussi úr MAN beinleiðis til hotellið, the Feathers í Liverpool, har vit hava gist fleiri ferðir fyrr.
Leygardagin kl. 15 verður dysturin á Anfield móti meistarunum úr Leicester.
Sunnudagin verður væntandi ein stadion vitjan á Anfield, við onkrum til matna á the Bootroom. (Í løtuni vita vit ikki hvussu umbyggingin ávirkar hetta.)
Mánamorgunin fara vit við bussi út á flogvøllin, og á middegi flúgva vit úr Liverpool (LPL) til Edinburgh, lenda 13:35. Vit flúgva heim við Atlantic mánakvøldið kl.19:25.

Kostnaðurin er einans 7.750,- kr. (íroknað flogferðir, bussferðir, hotell við morgunmati (twin rooms, 2 fólk búgva saman), atgongumerkið til dysti, vitjan á Anfield+Bootroom)

TILMELDING Á: tur@liverpool.fo

FREISTIN AT TEKNA SEG ER SUNNUKVØLDIÐ 10. JULI.

Av tí at talan er um almenn atgongumerki frá LFC, so er neyðugt at verða limur bæði í Liverpool Føroyum og í almenna fjepparafelagnum hjá LFC.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”