Aftur

Hvussu kann Mínrokning verða tín vegur til Anfield

05 sep 2016

Góðu Liverpool fjepparar

So eru vit endiliga klár við einari nýggjari limaskipan til tykkara.

Í samstarvið við Elektron, eru vit nú farin at brúka nýggju skipanina Fastgjald, limaskipanina, sum er partur av Mínrokning. Við hesi skipanini kann felagið nú bjóða limunum at gera fasta flyting og er hetta nakað sum nógvir av okkara limum hava ynskt.

Tilmeldingin er sera nem at brúka: Trýst á teigin nýggir limir og vel tann limaskap tú ynskur at tekna, her er bara at fylla út teir ymisku teigarnar og uppá fáa minuttir hevur tú endurnýggjað tín limaskap, ella tekna teg sum nýggja lim í Liverpool Føroyar.

Í samband við at vit hava fingið nýggja limaskipan fara vit at luta burtur nógvar góðar vinningar, har tann størsti er ein ferð til Anfield til ein heimadyst hjá Liverpool. Við í lutakastinum eru øll, sum hava teknað seg sum lim áðrenn 20 desember í 2016.

Limagjaldið verður trekt sjálvvirkandi 1 Januar 2017 og er galdandi fyri bæði 2016 og 2017.

Vit sita klárir, at prenta júst títt limakort, sí hví ikki geva tær sjálvum møguleikan at vinna ársins jólagávu, til tín sjálvs ella ein av tínum kæru.

YNWA

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki