Aftur

Aðalfundur 27.12.2016 KL. 16.00 í Bowlinghøllini á Hálsi.

07 des 2016

Enn eitt ár hjá fjepparafelagnum er farið aftur um bak, og hetta hevur verið enn eitt innihaldsríkt ár hjá felagnum og nógv spennandi stendur aftur fyri framman í 2017. Aðalfundurin verður hildin eftir lógum felagsins (Liverpool Føroyar), á fundinum verða ársfrágreiðing og roknskapur lagdar fram, eisini er val av 3 nevndarlimum á skránni, bert limir sum hava goldið limagjald í Liverpool Føroyar fyri 2016-2017 kunnu stilla upp til nevndina.

Liverpool Felagið, var stovnað í november 2002, og hevur javnan øll árini skipað fyri ymiskum tiltøkum í sambandi við millum annað Liverpool dystir, og týsdagin 27 desembur er í so máta einki undantak. Aðalfundurin er fyri limir í Liverpool Føroyar, (sum hava goldið limagjald fyri 2017). Tað ber til at tekna seg sum lim á heimasíðuni her http://liverpool.fo/nyggir-limir/ í seinasta lagið dagin fyri aðalfundin.

Sum vanligt fara vit at hyggja eftir Liverpool dysti  hesiferð er tað Liverpool – Stoke á Anfield kl. 17.30. Tað vil eisini siga, at aðalfundurin verður á einum stað, sum hevur møguleika at vísa dystin. Okkurt serligt tilboð verður sjálvandi eisini hendan dagin.

Aðalfundurin er settur at verða í Bowlinghøllini í Tórshavn leygardagin 27.12.2016 kl. 16.00.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”