Aftur

Nýggj nevnd skipað

28 des 2016

Týsdagin 27 desember hevði Liverpool Føroyar sín árliga aðalfund í Bowlinghøllini á hálsi í samband við dystin millum Liverpool og Stoke.

Til sjálvan aðalfundin var ikki nógv fólk møtt sum vanligt. Vit fingu tó skipan eina nýggja nevnd við 4 nevndarlimum. Tórfinn Simonsen sum hevur verði partur av nevndini í fleiri ár tó ikki við afturvali. Vit í nevndini er sera harmir um at Tórfinn ikki er við meira, men takka honum fyri drúgva tænastu í felagnum og vóna at síggja hann skjótt aftur. Barry sum hevur verði tiltakslimur í fleiri ár og eisini var við til at stovna felagið, stillaði heldur ikki upp aftur, vit senda eina stóra tøkk til Barry eisini. Hetta hevur við sær at nevndin nú er skipað við 4 nevndarlimum, Áki Johansen er framhaldandi formaður, John Dam er næst formaður, Petur (Piddi) Olsen er kassameistari, Janus úr Dímun er seinasti nevndarlimur. Petur Frank Joensen er eykalimur.

Nevndi er farin til verka og longu nú eru tvey tiltøk á skrá.

Um nóg nógv tekna seg verður ræstkjøtaveitsla fyri limir felagsins leygardagin 11 februar í samband við dystin millum Liverpool og Tottenham á Anfield.

Í døgunum 4 til 9 mai skipar felagi fyri einum serligum túri til Liverpool, tá ið Liverpool leikar móti Southampton, túrurin verður skipaður eitt sindur serligt í 3 pørtum. Tað vil siga sjálvur túrurin við ferðing og hotell og so við 3 pakkum sum til væl: pakki 1 atgongumerkið til dystin á Anfield, pakki 2 Serligur Beatles rund túrur í Liverpool, pakki 3 konsert við Iron Maiden. Tað verður eisini møguligt at keypa allan pakkan.

Meir um alt hetta fyrst í komandi árinum.

Gott nýggjár

YNWA

Nevndin      

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”