Aftur

Liverpool Føroyar stuðlar Frælsinum

11 feb 2019

Í gjár hevði føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool, Liverpool Føroyar, árligu ræstkjøtaveitsluna fyri sínum limum. Borðhaldið endaði við, at fjepparafelagið handaði viðgerðarheiminum “Frælsið” eina peningagávu á 25 túsund krónur. Martin Kúrberg, leiðari á Frælsinum, kom í Bowlinghøllina at taka ímóti kekkinum. Hetta eru alt pengar, sum Liverpool Føroyar hevur savnað inn við sínum virksemi. Eitt nú hevur felagið burturlutað ymiskar lutir, havt eitt stórt tiltak í samband við Champions League finaluna í fjør og havt uppisølu.

Millum annað bleiv ein troyggja við autografum frá Gerrard og Carragher seld, umframt millum annað ein har teir fyrstu 11 frá Champions League finaluni í 2005 høvdu sett sítt navn á. Áðrenn dystin vórðu lutaseðlar seldir og gav hendan sølan heili 10.000 kr. Bara í gjár komu annars nær um 40 túsund krónur inn í søluni, yvirskoti av søluni fer til vælgerandi endamál.

Liverpool Føroyar letur á hvørjum ári eina peningagávu til vælgerandi endamál. Sagt verður úr Liverpool Føroyum, at latið í gjár var avbera gott. Fyrr um dagin vann Liverpool 3-0 á AFC Bournemouth og liggur í løtuni á fyrsta plássi í Premier League.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”