Aftur

Champions League vinnarar

01 jun 2019

Liverpool hevur vunnið Champions League, við 2-0 á Tottenham finaluni, sum var í Madrid. Mohamed Salah og nýggjast legendan hjá felagnum Divock Origi, skoraðu málini fyri Liverpool.

Liverpool hevur haft eitt framúrskarandi kappingarár og var sera nær við at vinna Premier League fyri fyrstu ferð, men tað bleiv við nær við og næstan.

Í Champions League fekk Liverpool eina vánaliga byrja uppá kappingina, har liðið tapti allir úti dystirnar í bólkaspælinum. Í knock out dystunum hevur Liverpool verði sera góðir og stabilir.  

Liverpool kom á odda longu í øðrum minutti, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Liverpool eftir bara 22 sekund. Dómarin og VAR metti, at bólturin kom á armin hjá Sissoko. Mohamed Salah umsetti eitt ikki alt for brotsspark brotssparkið til mál. Tottenham hevði annars bóltin nógv, meðan Liverpool stóð væl sum vit plaga at taka til. Finalan var avgjørt tann vánaligasta finalan Liverpool hevur luttikið í, men hvør minnist til tað í komandi viku.

Tað má hava smakka serliga væl hjá ikki altíð væl umtøkta liðskiparinum Jordan Henderson, at taka móti Champions League steypinum.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

01. jun 2019

Champions League vinnarar

10. mai 2019

Finalu tiltak í Dansifrøi 1 juni

11. feb 2019

Liverpool Føroyar stuðlar Frælsinum

01. feb 2017

Uppboðssøla – til ein vælgerandi endanmál