Aftur

Sigursrúsurin og sorgarleikurin

23 feb 2020

Fram um nakran annan er tað Kenny Dalglish, sum er ímyndin av góðu úrslitunum hjá Liverpool Football Club.

Dalglish hevði eina sera torføra uppgávu framman fyri sær, tá ið hann kom til Anfield fyri at fylla tómrúmið aftan á stóru stjørnuna, Kevin Keegan, í 1977. Men hann loysti uppgávuna og nakað væl afturat; uttan Keegan, við Dalglish virkaði Liverpool uppaftur støðugari, uppaftur meira fullfíggjað – eitt uppaftur betri lið. Við Dalglish sum orkesturleiðara gøllhelt Liverpool um steyp á heimliga og altjóða pallinum og gjørdist ein ótakandi skansi í Onglandi og í europeiskum fótbólti.

Tá Heysel-sorgarleikurin rakti í 1985, tá Liverpool varð útihýst frá Europa, felagsstjórin takkaði fyri seg og korthúsið skinklaði, var tað Dalglish, sum mátti traðka til enn einaferð. Í einum nýggjum og víðkaðum leikluti. Leikandi felagsstjóri. Torførasta uppgávan, sum finst. Framvegis leiðari á vøllinum. Nú eisini stjóri uttan fyri vøllin.

Úrslitið gjørdist, at felagið vann greipuna fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Størsta framgongdin hjá Liverpool nakrantíð. Hvør skoraði sigursmálið í avgerandi dystinum ímóti Chelsea síðsta umfarið? Kenny Dalglish.

Tey komandi árini setti hann seg sjálvan til síðis, men Liverpool helt framvegis sama høga støðið. Nýtt meistaraheiti og nýggj FA Cup finala í 1988. Í 1989 drønaði Liverpool avstað ímóti einum nýggjum meistarheiti og einari aðrari FA Cup finalu, tá vanlukkan enn einaferð rakti Liverpool meint. 96 Liverpool-fjepparar lótu lív, tá alt ov fá portur vórðu latin upp undir FA Cup hálvfinaluni ímóti Nottingham Forest á Hillsbrough í Sheffield.

Víðari, víðari, Kenny, vit hava brúk fyri tær nú, søgdu tey við Kenny í Liverpool Football Club. Og Dalglish reisti seg aftur. Turkaði tárini, knýtti nevarnir, samlaði hópin. Liverpool tapti meistaraheitið tveir minuttir inn í yvirtíðina í allarsíðsta dystinum, men vann FA Cuppina. Eitt púra vitleyst avrik.

Ongin vandi við Liverpool, ongin vandi við Dalglish. Áhaldandi og óvikandi, Liverpool og Dalglish. Dalglish og Liverpool. Tvey ævinlig gonguverk.

Aftur eitt meistaraheiti í 1990, nýtt kappingarár í 1990-91. Nýggir sigrar, aftur fremst, í steypakappingini, í landskappingini. Ongin vandi við Liverpool, ongin vandi við…

Dalglish?

Tann 22. februar innkallar Liverpool til tíðindafund. Kenny Dalglish situr millum fyrrverandi formannin, Sir John Smith, og táverandi formannin, Noel White.

White førdi orðið: “Góðan morgun, mínir harrar. Tað harmar meg, at eg má kunngera, at Kenny Dalglish í gjár kunnaði nevndina um, at hann steðgar sum felagsstjóri hjá Liverpool FC. Trúgvið mær, mínir harrar, avgerðin er óreingilig. Í 24 tímar hevur nevndin roynt at yvirtala Dalglish til at halda fram. Vit hava givið upp. Fyri alt í verðini vildu vit ikki missa hann. Nú mugu vit bara góðtaka hansara avgerð."

Deyðatøgn.

Dalglish: ”Størsti trupulleiki hevur verið trýstið, sum eg havi lagt á meg sjálvan. Kravið um góð úrslit. Eg havi verið partur av toppfótbólti, síðani eg spældi fyrsta dystin fyri Celtic sum 17-ára gamal. Í 23-ár havi eg verið í fremstu røð. Nú orki eg ikki meira. Persónurin Kenny Dalglish hevur pressað seg sjálvan til hámarkið av sínari orku. Kreftirnar eru uppi. Fyri fyrstu ferð, síðani eg kom til hetta felagið, havi eg tikið eina avgerð, sum er til fyrimuns fyri meg sjálvan heldur enn fyri Liverpool FC."

”Men hví júst nú, Kenny, miðskeiðis í einum fjálturstungnum endaspurti?”

”Eg kenni á mær, at eg havi noytt meg sjálvan út um mark. Eg kundi ikki útseta tað longur. Eg hevði lumpað meg sjálvan og øll onnur, um eg royndi at láta sum um, at alt visti væl við hjá mær.”

Liverpool og Kenny Dalglish hoyra saman. Søgur teirra eru óreingjandi knýttar til hvørja aðra. Tey vunnu saman og tey píndust saman. Til Dalglish gav upp, segði upp og rýmdi stillisliga út gjøgnum bakdyrnar, mitt í einum kappingarári.

Liverpool og Kenny Dalglish, Kenny Dalglish og Liverpool. Sigursrúsurin og sorgarleikurin.

Úr bókini Triumf og tragedie

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”