Aftur

Bob Paisley ber framtíðina á bakinum

17 mar 2020

Herfyri reisti Liverpool Football Club eina standmynd úr bronsu, sum høvuðsstuðulin, Standard Chartered, hevur ognað felagunum. Myndahøggarin í grannalagnum, Andy Edwards, hevur evnað til og er hon 2,5 m høg.

Vit eru á Anfield tann 29. apríl 1968 og Tottenham Hotspur er gestur. Myndin er søgulig, men myndin er eisini sterk. Yngsti Liverpool leikarin á degnum, Emlyn Hughes, roynir at bíta pínuna í seg, meðan blóðið streymar niður eftir beinunum. Hughes verður borin halakukk av einum manni, sum er meira enn tvífalt so gamal.

Sum heilt ungur vísti Bob Paisley ávíst hegni til at spæla, og hann hevði eitt brennandi ynski um at spæla fyri felagið í grannalagnum, Sunderland, men støddin var ímóti honum. Sama skil, tá ið hann royndi seg hjá Wolves og Tottenham. Bjargingin kom, tá ið áhugafelagið Bishop Auckland gav honum møguleikan. Bishop Auckland stóð seg sera í væl kappingarárinum 1938/39 og vunnu trífalt av steypum m.a 10. meistaraheitið fyri áhugafeløg, sum eisini var met fyri uttan-deildar feløg. Brátt kyknaði áhugin hjá Sunderland, men tá hevði Bob Paisley longu lovað felagsstjóranum hjá Liverpool, George Kay, at hann skuldi koma til Anfield at spæla.

Seinni heimsbardagi brast á, fótbóltsspælið lá lamið, men Liverpool byrjaði við at vinna meistaraheitið í 1946/47, tá ið aftur var farið at kappast. Liverpool spældi seg eisini í FA Cup finaluna í 1950 ímoti Arsenal, men hóast Bob Paisley skoraði í 2-0 sigrinum ímóti Everton í hálvfinaluni, so valdi táverandi úttøkunevnd at lata Bill Jones spæla (abbi Rob Jones). Fýra stýrislimir atkvøddu fyri Paisley, meðan fimm valdu Bill Jones. Størsta vónbrotið hjá Paisley í Liverpool tíðini var veruleiki.

Vónbrotið hæsaði kortini av, so tá Paisley gavst at spæla í 1954, varð hann yvitalaður av Liverpool formanninum, T. V. Williams, til at koma uppí venjaratoymið. Paisley kundi tó eisini venda aftur til múrsteinsarbeiðið, sum hann tókst við sum heilt ungur.

Meðan hann spældi, hevði hann nomið sær útbúgving sum vøddamýkjari og hann fór frá venjara hjá eykaliðnum, venjara hjá fyrstaliðnum, hjálparmanni hjá felagsstjóranum og til felagsstjóra.

“Felagið hevur verið mítt lív; eg skuldi so væl farið út at sópað gøturnar og verið stoltur av tí vegna Liverpool FC, um teir ynsktu tað.”

Bill Shankly hevði eygleitt Blackpool tannáringin Emlyn Hughes í fleiri mánaðir, eftir at hava sæð fyrsta dystin hjá Hughes fyri Lancashire felagið, og var heilt avgjørdur í at keypa hann. Hann hevði enntá ringt til Hughes ein sunnumorgun fyri at fortelja honum, at hann fór at gerast ein Liverpool spælari skjótt: ”Eg var í holt við at skunda mær við at gera ein borðisk við eggum, royktum fleski og blóðpylsu, tá telefonin ringdi. Shankly var í hinum endanum: ”Hey, Emlyn lítli mín, lat vera við at eta hatta, sum tú hevur á talerkinum har. Eg fari skjótt at keypa teg. Eg vil hava teg skarpan og svangan, lítli mín. Skarpan og svangan!” Í dag, tretivu ár seinni, seti eg framvegis luktin av steiktum, royktum fleski í samband við, at telefonin ringir stundisliga kl. 8.30 ein sunnumorgun,” segði Hughes. 

Klubbmetið á 65.000 pund var at rokna sum ein spottprísur fyri Bill Shankly, sum var sannførdur um, at tannáringurin Huges var ein komandi stórleikari. Sum tá teir koyrdu í bilinum hjá Shankly til Liverpool fyri at skriva undir sáttmálan, og ein løgreglumaður steðgaði teimum, tá mælti felagsstjórin reystliga: ”Veitst tú, hvør er við mær í bilinum? Her situr komandi liðskiparin hjá Onglandi!” 

Ummælið kom púra óvart á tann unga Hughes, men spádómurin gekk út nøkur ár seinni. Hughes spældi sín fyrsta dyst fyri Liverpool sum 19-ára gamal og tryggjaði sær skjótt fast pláss, fyrst sum ein ágrýtin bóltvinnari, seinni sum ein stinnur miðverji við skili fyri spælinum, og hann átók sær av álvara ein týdningarmiklan leiklut í endurbyggingini frá 1970. 

Tá Liverpool tapti í 6. umfari í FA Cuppini tann 21. februar 1970, ásannaði Bill Shankly, at tíðin var komin til at loysa fyrsta stórliðið sundur. Burtur ruku yndisleikarar sum eitt nú Ron Yeats, Ian St John, Tommy Lawrence og Peter Thompson. Í vanligu byrjanaruppstillingini vóru hinvegin bara fýra yvirlivarar frá Watford-dystinum: Æviga ungi Ian Callaghan, Chris Lawler, Tommy Smith – og so verjuskansin Emlyn Hughes.

Emlyn Hughes var júst sum Kevin Keegan: Allir hataðu at verða settir til at spæla ímóti hesum báðum í venjingini, tí teirra ídni og stríðsvilji á Melwood var líka eirindaleysur sum var tað dystardagur og allir rundan um teir vóru smittaðir av teirra sigursvilja.

Bob Paisley hevði ein sætta sans, dugdi at síggja júst hvat fyri skaða, ein leikari hevði, tá ið hann sá hann ganga ella halta. Sum spælari hevði Paisley nomið sær útbúgving og vitan um ítróttaskaðar, langt áðrenn hann átók sær leiklutin sum felagsstjóri hjá felagnum í 1974. Hann visti heilt neyvt, hvussu leingi ein leikari mátti sita uttanfyri, og hansara ómetaliga stóra vitan var dýrabar í taktiska prátinum í Gaggurúminum, eitt illafarið goymslurúm, har leikararnir goymdu sínar gaggur.

Tíbetur sá skaðin hjá Hughes verri út, enn hann var. Hann kom fyri seg aftur og gjørdist liðskipari á liðnum og níggju ár seinni lyfti hann fyrsta europeiska steypinum í Rom. Hann doyði í 2004. Paisley legði frá sær í 1983 og doyði 13 ár seinni, 77-ára gamal. Tá hevði hann tænt Liverpool Football Club í samfull 44-ár og gjørt felagið til ein ótakandi skansa í bæði enskum og europeiskum fótbólti.

Emlyn Hughes gjørdist ein av allarbestu leikarunum í søguni hjá Liverpool Football Club, meðan Bob Paisley gjørdist ein av mest vinnandi felagsstjórum yvirhøvur. Vit kunnu tí síggja standmyndina sum dømi um samstarv, um at hjálpa hvør øðrum, You'll never walk alone og Bob Paisley sum mentanarbera, tá ið hann bar eitt av allarbestu spælarakeypunum hjá Bill Shankly og framtíðina hjá felagnum á sínum baki.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”