Aftur

Nakrar linjur um meistararnar dagen derpå

23 jul 2020

Tað var ein stórur dagur í gjár, tá 30-ára bíðitíðin eftir einum meistaraheiti var av. Ein undirhaldandi dystur at enda við og týdningarmikið at ikki tapa. Tað eru meir enn trý ár síðani, at liðið tapti ein landskappingardyst á heimavølli, fantastiskt. Hetta er klárt besta Liverpool liðið í mínari tíð (og kanska nakrantíð?) og ikki so løgið, at fleiri viðmerkjarar meta Liverpool sum heimsins besta lið, sum úrslitini síðstu tvey árini eisini kunnu undirbyggja. Yvir tvey kappingarár hevur sama lið næstan 200 stig og vunnið bæði Premier League og Champions League.

Kann ikki lata vera við at hugsa um hendingar, sum hava spælt við síðstu árini. Tá Coutinho bleiv seldur og eingin ‘’10’ari’’ kom ístaðin, tá stúrdu mong. Men hendan sølan bleiv sera avgerandi fyri, at Liverpool kundi fara frá einum nr. 3-4 liði og til at blíva eitt lið sum spældi um meistaraheitið til tað síðsta(2019) og vann(2020). Sølan gjørdi, at Virgil van Dijk kom inn. Og síðani fingu vit eina Champions League finalu, har alt gekk ímóti. Tá kundi korthúsið kanska rapla sum tað gjørdi hjá Tottenham, tá teir taptu finaluna í fjør. Men dysturin gjørdi, at Liverpool fór frá at hava ein miðal málverja til at fáa ein av heimsins bestu málverjum (fyri Coutinho pengarnar). Vildi Coutinho ikki avstað og spældi Karius ikki eina so vánaliga finalu, hevði Liverpool so verið har, sum liðið er í dag? Svarið fáa vit ongantíð, men eg ivist. Tilvildin spældi við í hesum stóru avgerðum.

Premier League steypið er komið í hús. Vit eru nokk mong, sum ofta hesi síðstu 20-30 árini hava hugsað, at Liverpool hevur verið nærum gandað og kanska ongantíð fór at vinna bestu deildina aftur innan nærmastu framtíð. Tí tað hevur verið so nær við tríggjar ferðir. Tá tað ikki gekk við ótrúliga Benitez-liðnum við Gerrard, Torres og Alonso í 2009, ei heldur við Suarez, Sturridge, Sterling og Gerrard í 2014, meðan tað í fjør ikki var nokk við 97 stigum, sum eingin 2’ari hevur verið í nærheitini av áður. Eg minnist, tá vit vóru nógv túsund fólk sum fylgdu flúgvaranum, tá Klopp í oktober 2015 var á veg til Liverpool at skriva undir sáttmála. Vónirnar vóru høgar og úrslitini hava eisini verið framúr góð. Eg hoyri til tey sum siga, at størsta stjørnan hjá Liverpool er Klopp.

Til endans eina stóra tøkk til fyriskipararnar av sera væleydnaða Liverpool-tiltakinum í Klaksvík í gjár. Heilt ótrúligur meistarastemningur, sum var hetta kvøldið. Ein legendarisk meistaraveitsla  :)

Takk fyri hetta kappingarárið og til lukku við meistaraheitinum til okkum øll ????????

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”