Aftur

Eiga vit næsta Lionel Messi?

14 jan 2021

Arat Hosseini er 7 ára gamal. Hann er tangdur at Liverpool Academy og framvísir seg longu nú, sum eina superstjørnu á altjóða miðlum. 

Við 4.6 milliónir fylgjarum á Instagram, eru tað nógv fólk kring heimin, sum fylgja tí bert 7 ára gamla, Arat. Millum hesar fylgjarar eru heimskendi boksarin, Anthony Joshua, fyrrverandi Manchester United legendan, Rio Ferdinand og Champions League vinnarin við Liverpool, Luis Garcia. 

Við at síggja eginleikarnir, sum Arat hevur, skilir man betur hví hann verður samanlíknaður við besta fótbóltsleikaran áður. Tað lága tyngdipunkti, tann tætti bóltførleikin og tey eksplosivu bóltskiftini eru eginleikar, sum vit eru von við at síggja frá Lionel Messi, men ikki frá einum 7 ára gomlum. 

Undan Covid-19, vandi Arat tvær ferðir um vikuna við akademinum og spældi dyst í vikuskiftinum, umfrant aðrar einstaklinga venjingar. 

Eftir at samfelagið er lukkað niður, venur Arat heima í teirra stovu, 3-4 tímar um dagin. 

Tað er enn torført at siga hvussu framtíðin hjá evnaríka Arat kemur at síggja út, men tað er ongin loyna at Liverpool viðhaldsfólk vóna at síggja hann spæla í kenda búnanum onkran dagin. 

Niðanfyri liggur eitt YouTube brot av Arat.



Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”