Aftur

Stór dystur fyri framman

16 jan 2021

So er klárt til stórdyst á Anfield, Liverpool og Manchester United bresta saman fyri 205 í søguni hjá hesum báðum sigurs vandu feløgum, 19-20 er samanlagda støðan bein nú. Tað er dagsins nummar tvey, sum tekur ímóti nummar eitt.

Tað er helst ikki, at taka munnin ov fullan, tá ið vit siga at hetta er størsti fótbóltsdysturin á árinum. Liverpool hevur mangan haft tað trupult móti United. Vit hava leikt 28 heimadystir móti United i PL og tíverri hevur Utd vunnið heili 12 móti okkara 10 sigrum.

Síðani Ferguson fór av síðulinjuni, hevur tað tó ikki verði heilt so galið hjá okkara. Jurgen Klopp, sum stendur á odda fyri Liverpool, í sínum 200 PL dysti, hevur saman við okkara monnum, ikki tapt á Anfield móti United, síðani 17 Januar 2016, tá ið Wayne Rooney skorði til 0-1, 12 áðrenn seinasta bríksl.

Liðini eru sjálvandi nógv broytt síðani tá, tað eru bara Firmino, Henderson og Milner, sum eru eftir frá hópinum tann dagin. Síðani tá hava liðini leikt fýra dystir á Anfield, tvær ferðir er tað enda við javnleiki 0-0, meðan Liverpool hevur vunnið tveir teir seinastu 3-1 og 2-0.

Ein dystur móti Manchester, hevur ikki ofta haft størri týdning enn hesin, nú Liverpool kann taka fyrsta plássi í kappingini aftur. Tíverri er Liverpool, ikki eitt lið í form beint nú, einans 2 av 9 møguligum stigum, seinastu 3 dystirnar og bara skorða 1 mál. Mótstøðuliðið hinvegin er nær um í stór from og hevur ikki tapt á útivøll í eitt ár, hinvegin hava vit ikki tapt á heimavølli í seinastu 66 dystunum, vónandi kunnu vit halda tann góða stiman.

Flest øll hava seinastu tíðina tosað um, at vit mugu styrkja um verjupartin, eftir skaðarnar hjá Van Dijk og Gomes og aftrat hesum, at Matip er skaddur annan hvønn dyst styrkir ikki um støðuna. Nógv nøvn eru nevnd í hesum sambandið, men tað letur ikki til, at Liverpool ger nakað við hetta í januar. Grundan á úrsliti og spælið seinastu dystirnar, hava vit tó, líka stórar um ikki størri trupulleikar í álops partinum.

Salah sær út til at koyra í tóm gongd, hóast hann enn er topp skjútti í PL. Mané lukkast ikki í sínum 1v1 spælið og Firmino rakar ikki málið fyri eitt gott orð. Jota fekk eina framúr byrjan, men hann er sjálvandi eisini skaddur, nú vit tørva hann mest. Miðvøllurin er hart raktur av, at Fabinho má leika í miðverjuni. Thiago sum er tann leikarin, vit best kunnu samanlíkna við kreativu Fernandes og Bruyne, hevur eisini verði langtíðar skaddur. Í miðverjuni hevur Rhys Williams hóast sín unga aldur gjørt tað rímiliga væl, men manglandi ferðin, sum serliga sást móti Aston Villa í FA Cup, sigur mær, at hann ikki kann leika móti sera skjótu leikarunum hjá United.

Matip hevur verði at sæð til venjing upp til dystin, og vit gita tí hetta liðið,

LFC

tað kundi møguliga verði pláss til Shaqiri, sum var góður tá ið hann kom inn seinast, men tað er oftast frá bonkinum, at hann ger mun. Manchester er í góðum formi og læta ikki líka nógv mál inn longur, samstundis hava teir besta leikaran  í PL beint nú í Fernandes, hann skulu vit hava kontroll á og tað er ein uppgáva fyri Henderson og Wijnaldum.

Eg havi sjáldan verði meira spentur enn tað sama, við vón um at vinna.

Góða dyst

YNWA

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”