Aftur

Liverpool hyggur eftir miðverja úr RB Leibzig

18 jan 2021

Liverpool leita enn eftir nýggjum møguleikum í verjupartinum og potentiellium framtíðar loysnum.

Liverpool eru áhugaðir í einum miðverja hjá RB Leibzig. Hesuferð er talan ikki um Upamecano, men heldur síðumakkaran hansara, Ibrahima Konaté.

Ífylgi transfermarkt er Konaté í løtuni mettur at kosta áleið 40 milliónir £ og hann er enn bert 21 ár, so man kann ímynda sær at hesin ásetti prísurin kemur at vaksa við árunum. 

Fráveran hjá Matip er ein stúran og Fabinho, hóast hann hevur havt eitt góðkent kappingarár higartil, er betur tá ið hann spælir á miðjuni.

Konaté er nakað av einari fysiskari tilveran, við sínum 194 cm. Hann passar væl inn í tað, sum man í Liverpool leitar eftir í einum miðverja. Hann er skjótur, sterkur og dugir væl at fordeila spælið. Afturat hesum, hevur hann góðar dygdir við bóltinum og dámar væl at bróta keturnar við at trekkja niðan í banan.

Konaté er ungur og talentfullur og fylgir øll kriteriuni, ið skulu til fyri at verða ein heimsklassa miðverji. Kostnaðurin, ið væntandi kemur at vaksa árið út, verður eftir núverandi støðu at døma ein trupulleiki fyri felagið. Um vit megna at vinna okkurt í ár, fáa vit møgulga vent hesari økonomisku gongdini.

Niðanfyri er eitt YouTube brot at Ibrahima Konaté.

 

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”