Aftur

Liverpool manglaði bert tað allar síðsta

14 apr 2021

Undan uppgerðini í kvøld móti Real Madrid, var uppgávan hjá Klopp sera einkul. Liverpool, fekk seinast eitt útivallar mál og tí var bert neyðugt at vinna 2-0, á favorittunum úr Madrid. Tað sá einki serligt út seinast og Liverpool leikti ein væl betri dyst í kvøld. Leikaranir sóu svangir út frá byrjan og longu eftir at tveir minuttir vóru leiktir, áttu teir reyðu at verið á odda. Mane verður spældur fríður og leggur uppá tvørs til Salah, ið ótarnaður sparkar bóltin beint í føturnar, á Courtois.

Liverpool átti aðrar møguleikar í fyrra hálvleiki. Fyrst hevur Milner eitt gott langskot, ið fær Courtois í fulla longd og tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, fær Salah bóltin frá Mane inni í bortssparksfeltinum, men er ikki nóg neyvur og bólturin endar ein hálvan metur yvir vinstra horni. 

Í seinna hálvleiki kemur Liverpool aftur væl frá byrjan og hava aftur fleiri góðar møguleikar, men tað manglar aftur neyvleiki, áðrenn bólturin endar í netinum. Eftir at ein tími var leiktur, vórður bæði Jota og Thiago skiftir inn samstundi, hesir evnaríku leikaranar megnaðu ikki heilt at gera tað stóru broytingina, ið var neyðug fyri at skora mál. Jota var partur av onkrum  farligum álopi og hevði ein góðan møguleika, eftir at hann sjálvur ger seg frían, inni brotssteiginum hjá Madrid. Milner, ið var skiftur út fyri Thiago, leikti ein góðan dyst og tað sást at ferðin fór úr spælinum, eftir at Thiago varð innskiftur. Thiago hevur annars verið góður teir seinastu dystirnir og Klopp hevur helst mett, at hann fór at gera mun. Hann hevði onkra góða avlevering, men Klopp hugsar heilt sikkurt eftir dystin at hendan innskiftingin, ikki var tann rætta.

Seinni komu Oxlade-Chamberlain og Shaqiri inn, men tá var dysturin mest sum avgjørdur. Chamberlain hevði ein góðan bóltumgang til seinast og líktist eitt sindur tí eksplosiva miðvallaranum, ið Klopp nýtti í 17/18 kappingarárinum. 

Eitt sera harmuligt úrslit, har Liverpool áttu møguleikarnir til at skora fleiri mál. Teir vóru væl omaná tann fyrsta tíman og vónandi kemur hesin dysturin, at hava ein ávirkan á innsatsin í Premier League, tey seinastu sjey umførini.

Sum úrslitið vísir, so Liverpool er nú úti av Champions League og skulu tí bert hugsa um eina kapping, har tað ræður um at røkkja einum fjórða plássi. Klopp og lið hansara liggur í løtuni tvey stig aftanfyri Chelsea, ið enn hevur Champions League finaluna í huganum. Tað eru bert sjey umfør eftir av kappingini og Liverpool kann ikki missa stig um dreymurin at spæla ímóti teimum bestu fra hinum kappingunum, skal gerast veruleiki.

 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”