Aftur

Góðu liverpool fjepparar og limir í Liverpool Føroyar

24 aug 2021

Góðu liverpool fjepparar og limir í Liverpool Føroyar

Vit fara at royna fystu felags samlingina, hettar kappingarárið. Vit byrja í Bowlinghøllini í Tórshavn, seinni er ætlanin, at hava líknandi tiltøk í suðuroy, vágum, eysturoy og norðoyggjum.

Leygardagin bjóða vit tykkum í Bowlinghøllina, til stórdystin millum Liverpool og Chelsea. Bowling er útleigað til Liverpool Føroyar.

Vit bjóða tykkum ókeypis búff/burgarar og 3x av øl ella sodavatn.

Skipað verður fyri lutaseðla sølu, har vinningurin er ein Liverpool troyggja, ið Daniel Agger hevur skrivað autograf á.

Treytin fyri at luttaka er, at tú ert limur í Liverpool Føroyar og hevur goldið limagjald fyri 2021. At tú sendir ein teldupost til liverpool@liverpool.fo har tú boðar frá luttøku. (upplýs fult navn og gjarna limanummar)

Tað er einans pláss fyri 60 fólkum í Bowlinghøllini og tí er tiltakið avmarkað til 60 fólk hesuferð. tað verða einans tey fyrstu 60, ið tekna seg, ið sleppa við.

Hurðar lata upp kl.16.30 og tiltakið endar kl.20.00.

Seinasta møguleiki at melda til er kl. 13.00 Fríggjadagin

Skrivað:

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”