Aftur

8 pláss eftir til handan túrin.

13 okt 2021
8 pláss eftir til handan túrin.

LIVERPOOL FC TÙRUR móti Brighton og Atletico Madrid
Hey Liverpool-Fjepparir
Nú er sindur síðani at vit eru slopnir heim á Anfield. Men hervið skipar Liverpool Føroyar aftur fyri túri. Tveir dystir vera á skránni og eru tað ávíkavist móti Brighton 30 okt og Atletico Madrid 3 nov. Flogið verður niður hósdagin 28 okt og heimaftur 4 nov. Flogið verður til Edinburgh har vit so taka ein góðan buss niður til Liverpool. Gist verður á Raddison Blu 4**** allar 7 næturnar.
Kostnaðurin er 12.999kr fyri limir í Liverpool Føroyar og 13.999kr fyri ikki limir. Við í prísinum er flogferð, VIP bussur, 4 stjørna hotell við morgunmati og sjálvandi atgongumerkir til báðar dystirnar, har tað er døgurði og drekka við til dystin móti Atletico (hospitality pakki)
Hettar er først til mølle og hava vit 30 pláss, og gist verður í dupult-kamari
Viðmerkjast kann so eisini at Liverpool er ein ótrúliga deiligur býur, ið hevur nógv at bjóða. Nógv góð matstøð, gott náttarlív, legendariskir BEATLES túrar, mentan, koncertir ( Richard Ashcroft 29okt JLS 2-3 nov)
Tilmelding á murarin1@gmail.com
2 vaccinuprik, coronupass og test áðrenn mann fer er krav, fyri at sleppa inn til Onglands
Skrivað:

Seinastu tíðindi

18. okt 2021

Atletico Madrid vs Liverpool FC

15. okt 2021

Dystarupptakt: Watford vs Liverpool

15. okt 2021

SEINASTI MØGULEIKI: Túrur til Liverpool

13. okt 2021

8 pláss eftir til handan túrin.