Aftur

Dystarupptakt: Watford vs Liverpool

15 okt 2021

Watford vs Liverpool, 12:30
Premier League, 8. Umfar
Dómari: Jonathan Moss
Leikvøllur: Vicarage Road

Okkara reyðkløddu skulu aftur í eldin í morgin. Tað verður ein torfør uppgáva uppflytarunum úr Watford, ið júst hevur sett Claudio Ranieri sum høvuðsvenjara. Uppgávan verður serliga torfør, tí Klopp ikki hevur nakað serligt at fyrihalda seg til. Watford nýtir vanliga eina 4-3-3 skipan, meðan Ranieri søguliga er kendur fyri at nýta eina 4-4-2 skipan. Klopp veit eisini, at Ranieri er væl fyri taktiskt og at hann hevur ein tendens til at spæla nokkso verjukendan fótbólt. 

Um hendan torføra uppgávan ikki var nokk, so verða Liverpool eisini fyriuttan ein stóran part av vanligu byrjannaruppstillingini. Bæði Fabinho og Alisson, ið hava leikt landsdystir vid brasil, verða ikki tøkir vegna covid-19 umstøðurnar.

Klopp metir eisini, at teir ikki kunnu fáa nokk hvíld og tí flúgva brasiliensku profilarnir beinleiðis til Madrid, fyri at unnganga karatenu til Champions League uppgerðina móti Atletico í komandi viku. 

Afturat teimum verjukendu profilunum, so er úrvalið á miðjuni eisini vorðið tunt. Hvørgan Thiago ella Curtis Jones eru tøkir til í morgin. Jones var afturkallaður til onglands, eftir at hava fingið ein skaða í lærkrikinum, í samband vid eina venjing á U-21 landslidnum. Thiago er framvegis ikki komin fyri seg, eftir at hann fekk ein skaða í leggin.

Klopp tykist serliga at verda frustreraður um støduna hjá Jones, ið júst hevði bitið seg fastan á liðið hjá Liverpool. Hann er eisini ónøgdur vid samstarvið frá onglendsku síðuni og metir ikki at teir samskifta nóg væl vid feløgini. 

Skaðarnir og karatenu viðurskiftini gera tó, at bæði Keita og Chamberlain hava møguleikan fyri at manna miðvøllin í morgin og ein kann vænta sær, at minst ein teirra er við frá byrjan.

Tað er nú eisini staðfest at bæði Alexander-Arnold og Jota verða tøkir til uppgerðina í morgin og hetta eru gleðisbod hjá Klopp. 

Hóast Keita og Chamberlain báðir eru habilir midvallarar, ið fella væl inn í skipanna hjá Klopp, so er tað ikki óhugsandi, at týski venjarin velur at nýta eina 4-2-3-1 skipan í morgin, har bædi Firmino og Jota eru inni samstundis. Klopp nýtti m.a hesa skipan í 1-1 javnleikinum ímóti City í meistara-árinum. 

Um hugd verður eftir mótstødulidnum, so hevur Watford megna at fingið 1 stig í miðal pr. dyst hetta kappingarárið. Samstundis hava teir skotið í miðal 1 mál pr. dyst. Watford hevur fyrr órógvað Liverpool, men hetta er ein dystur, ið undir allar umstøður skal vinnast. Vid nýggjum venjara, er Watford nú aftur í einari uppbyggingarfasu og hetta má Liverpool útnytta mest sum til ber. 

Liverpool mugu halda fast í ta góðu gongdina og teir verða uttan iva vandamiklir frameftir, nú Arnold er við aftur frá byrjan. Serliga er tad okkara brennandi heiti Mo Salah, ið má raka dagin í morgin. Egyptarin er møguliga í sínum besta formi áður og hagtølini siga, at hann skorar flest mál ímóti Watford. 

Ein av leikarunum, ið Liverpool mugu ansa eftir, er Ismaila Sarr. Hann hevur verið nógv umtóktur bædi her og á altjóða miðlum og verdur í løtuni aftur settur í samband við Liverpool, sum avloysarin hjá Sadio Mane. Seinast Sarr leikti móti Liverpool, skeyt hann tvey mál og átti eitt upplegg í 3-0 ósigrinum á Vicarage Road. Hetta var eisini dysturin, ið knústi allar vónir hjá fjepparum og felagnum um at vinna sær eitt 'Invicible' heiti í Premier League. 

Liverpool Føroyar væntar ein tættan dyst, ið endar vid sigri til Liverpool. Samstundis gita vit hesa byrjannaruppstillingina:



Góðan dyst í morgin, YNWA!

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”