Meðan midnáttarsangurin førdi Ólavsøkuna inn í seinastu tímarnar, spældi Liverpool annan venjingardystin í summar móti Wrexham.
Rio Ngumoha skoraði einasta málið í seinna hálvleiki, tá ið skotið rakti ein verjuleikara, skifti ógvusliga kós og dalaði niður í málið.
Liverpool royndi at trýsta høgt, og fleiri ungir leikarar fingu møguleikan. Trýstspælið var til tíðir gott, hóast Wrexham ofta valdi at sparka langt, tá ið Liverpool legði trýst á.
Szoboszlai var liðskipari og spældi aftarliga á miðjuni. Hann stýrdi trýstinum og var ofta við frammi. Tá ið Elliott fór av vøllinum, fór Szoboszlai longri fram og legði upp til málið hjá Ngumoha.
Rio kom inn á høgru síðu í seinna hálvleiki. Hann setti lív í og var millum bestu leikararnar á vøllinum.
Liverpool spældi við sera ungum liði. Nyoni, Abe, Koumas og fleiri royndu at vísa seg fram.
Serliga Ndukwe í miðverjuni stóð væl í myndini. Men hann fær helst ikki arbeiðsloyvið í summar, og verður helst læntur út.
Iraola vann ein ein dyst, og heldur fram at royna at fáa Liverpool at spæla upp á sín máta.
Tey, sum eru limir í Liverpool FC, kunnu síggja allan dystin og hæddarpunkt her.
Seinastu tíðindi
Araujo: Sterkur miðverji ella nógv skaddur
Skjótt gloymdur venjingardystur - Nyoni var ljóspunktið
Venjingardystur: Liverpool - Wrexham 1-0 (0-0)