Gerst limur

Nýggir limir & limagjald

Nýggja limaskipanin frá Elektron klár. Vælkomin kæri Liverpool fjeppari

Tú kann gerast limur í LIVERPOOL FØROYAR, við at gjalda 200 kr, um tú er vaksin og 50 kr, um tú er yngri enn 16 ár.

Er tú longu limur í Liverpool Føroyar og skal endurnýggja tín limaskap, skal tú brúka somu mið sum nýggjir limir.

Tað er sum nú er eingin teigur til at viðmerkja núverandi lima nummar, men tit kunnu seta tað inn aftan fyri fornavn, men vit finna tykkum í okkara skipan.

Niðanfyri trýsta tit á leinkið til antin vaksin ella ung, skriva kravdu upplýsingarnar og gjalda so upplýstu upphæddina.

Vit ynskja at limir í mest møguligan mun brúka limaskipanina, um so er at tú ikki ynskir tað so er møguligt at gjalda um EIK banka konta 9181-1598262