Reglugerð
Reglugerð fyri felagið
Reglugerð fyri Liverpool FC Supporters Club Faroe Islands - Official Branch
Reglugerðin var einmælt samtykt á eykaaðalfundi tann 28. november 2004. (upprunalig reglugerð er frá stovandi aðalfundi 11.10.2003 ) Broyting viðvíkjandi tal av nevndarlimum á aðalfundi 24. September 2011. Broyting um hvussu nógvir nevndarlimir verða valdir hvørt árið samtykt á aðalfundi 24 november 2012. Broytingar á aðalfundi 29 desember 2013, viðvíkjandi aldur á teimum sum hava rætt at atkvøða á aðalfundi, nær aðalfundurin skal verða hildin, hvussu leingi ein skal hava verði limur fyri at stilla upp til nevnd og luttøka hjá nevndini á annual dinner hjá Liverpool FC.
Aðalfundurin 2014 hevur samtykt at flyta roknskapar ár til at verða 1 Januar – 31 Desember, limagjald er fyri sama tíðarskeið.
Aðalfundurin 2023 hevur samtykt, at tali av limum í nevndin kann verða frá 5 til 6. Í nevndini skal tað verða ein formaður, næstformaður, kassameistari, og í minsta lagi tveir nevndarlimir.
Formæli til reglugerðina
Felagið arbeiðir fyri at var veita og bøta um góða umdømið, sum Liverpool F.C. og stuðlar teirra hava. Í hesum sambandi skal felagið skapa vinarbond við onnur stuðulsfeløg hjá Liverpool FC kring heimin, og eisini við stuðlar hjá øðrum fótbóltsfeløgum.
§ 1 Navnið á felagnum er OFFICIAL LIVERPOOL FC SUPPORTERS CLUB – FAROE ISLANDS. Felagið brúkar eisini føroyska navnið Liverpool Føroyar. Liverpool Føroyar skal til eina og hvørja tíð uppfylla tær treytir og krøv, sum verða settar av Liverpool FC í samband við at verða ein partur av OFFICIAL LIVERPOOL FC SUPPORTERS CLUB.
§ 2 Endamálið hjá felagnum er at skapa samanhald millum Liverpool F.C. viðhaldsfólk, at upplýsa um Liverpool F.C., at fremja áhuga fyri Liverpool F.C. í Føroyum, at skipa fyri tiltøkum, at stuðla Liverpool F.C. og at savna pening til ymisk góðgerandi endamál í Føroyum og Liverpool.
§ 3 Felagið hevur ikki nakran fastan bústað. Sitandi nevnd avgerð, hvar virksemi felagsins er.
§ 4 Øll kunnu gerast limir í felagnum. Aðalfundurin ásetur limagjaldið, eftir uppskoti frá nevndini. Limagjaldið fyri vaksin er 200 kr. um árið ( 1 Januar til 31 Desember ). Øll børn yngri enn 16 ár kunnu gerast limir saman við einum vaksnum. kostnaður fyri børn undir 16 ár er settur at vera 50 kr. Limir kunnu vera við í øllum felagstiltøkum. Kunning til limir fer einamest fram á heimasíðu felagsins og á facebook. Gestir, ið ikki eru limir, kunnu verða við til dystir/virksemi við loyvi frá nevndini. Eitt hóskandi gjald, ið er ásett av nevndini skal gjaldast.
§ 5 Hevur ein limur ikki goldið limagjald, verður limurin vanliga strikaður sum limur. Allir limir, ið umboða felagið, skulu altíð uppføra seg ábyrgdarfult. Um ikki kunnu teir verða innkallaðir til fund við nevndina. Um ein limur ikki fylgir reglugerð felagsins, skikkar seg ósømiliga ella á nakran hátt skemmar Liverpool F.C. hevur hetta við sær, at limaskapurin verður settur úr gildi til nevndin hevur tikið avgerð um, hvat skal gerast við málið. Ein limur kann altíð melda seg úr felagnum, hetta skal gerast skriftliga til kassameistaran í felagnum. Limur, ið meldar seg úr felagnum, fær ikki endurgoldið limagjald.
§ 6 Bert limir sum hava goldið limagjald í inniverandi árið, hava verði limir í felagnum í minsta lagi 1 ár og eru 18 ár, kunnu verða uppstillaðir til nevndina. Í nevndini skulu tað verða minst 4 limir, umframt møguliga 1 tiltakslimir. 2 nevndarlimir verða valdir ólíka ár og 2 nevndarlimir verða valdir líka ár. Tiltakslimurin skal veljast hvørt ár. Uppskot til nevndarlimir og tiltakslimir koma á sjálvum aðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni/kvinnu, varaformanni/kvinnu, kassameistara, skrivara og tveimum nevndarlimum. Nevndarlimir og tiltakslimir verða valdir fyri 2 ár. Nevndarlimir hava rætt til at stilla uppaftur á aðalfundi. Nevndin kann seta eina undirnevnd til at taka sær av ymiskum málum. Nevndin hevur vald at velja limir eftir sínum tykki, at vera í undirnevndum. Um møguligt og um tað er fíggjarliga forsvarligt, skulu upp til tvey umboð fyri nevndina møta til Annual Dinner hjá Liverpool FC, sum verður hildin á Anfield á hvørjum árið, felagið stendur fyri útreiðslum til hetta endamál, ferðing og uppihald. Formaðurin boðar til nevndarfund. Eisini kunnu minst 2 nevndarlimir krevja nevndarfund. Fyri at kunna taka avgerðir, skulu allir nevndarlimirnir verða til staðar, og fleiri enn 50% av teimum, ið eru staðar, skulu vera fyri uppskotinum. Nevndin avger sjálv, um eitt mál er av sovorðnum týdningi, at aðalfundurin eigur at taka støðu til tað.
§ 7 Nevndin hevur ábyrgd av, at roknskapur verður førdur við teimum miðlum, sum felagið brúkar.
§ 8 Vanligur aðalfundur verður hildin hvørt ár fyrst í árinum. Limirnir skulu hava boð um aðalfundin 14 dagar undan fundinum, aðalfundurin skal verða lýstur á heimasíðu felagsins og kann eisini lýsast á øðrum miðlum. Fundarskráin skal verða við í aðalfundar boðunum. Á aðalfundinum skulu hesi mál viðgerast:
- Ársfrágreiðing og viðger av hesari.
- Roknskapurin verður lagdur fram.
- Grannskoðari skal veljast.
- Aðalfundurin skal áseta limagjaldið. Nevndin kemur við einum uppskoti.
- At viðgera ymisk mál, sum eru nevnd í fundarboðunum.
- Nevndarlimir og tiltakslimir verða valdir.
§ 9 Samtyktir á aðalfundinum verða samtyktar við vanligum meiriluta. Á aðalfundinum hevur hvør limur eina atkvøðu. Bara limurin sjálvur kann atkvøða
§ 10 Nevndin kann boða til eykaaðalfund. Eisini kunnu í minsta lagið 25 limir, sum hava verið limir í minsta lagi 6 mánaðir krevja eykaaðalfund. Hetta skal gerast við skriftligum kravi til nevndina. Boð um eykaaðalfund verða givin eins og tað var vanligur aðalfundur. Eykaaðalfundurin viðgerð bara mál, sum verða nevnd í fundarboðunum.
§ 11 Broytingar í reglugerð felagsins skulu samtykkjast av í minsta lagi 2/3 av atkvøðunum á aðalfundinum. Limirnir skulu hava uppskot um broytingar í reglugerðini við í aðal fundarboðunum.
§ 12 Felagið kann avtakast á aðalfundinum ella á eykaaðalfundi. Hetta krevur at 2/3 av limunum er fyri at avtaka felagið.