Aftur

Til komandi ættarlið av Liverpool fjepparum

25 okt 2021

Eg má fortelja tykkum um 24. oktober 2021. Hetta er ein mynd av Manchester United fjepparum, sum flýggja frá teirra egna leikvølli aftan á 64 minuttir. Vit brúktu allan okkara barndóm og ungdóm, har vit liðu undir háðan og spottan á skuggasíðuni hjá hesum felagnum og felagsstjóranum í samfull 30 ár. Tey vunnu alt...tey fingu allar dómaraavgerðir og skoraðu í síðstu løtu...tey tóku okkara førarasæti...okkara egnu eigarar rændu okkum fyri hvørt fimmoyra og máaðu grundarlagið undan okkum...tey speiróku okkum til tað óendaliga...Steven Gerrard ofraði alla fótbóltslívsleiðina fyri at halda okkum uppi yvir vatnskorpuni.

Men vit hildu fast í okkara mentan...vit hildu á at stuðla...vit bygdu uppaftur...vit bygdu uppaftur av nýggjum...og vit komu undan aftur...Klopp blásti nýtt lív í okkara sál...og so fóru vit áðurnevndu dagfesting til Old Trafford og skumpaðu teir av OKKARA rók, meðan teirra størstu risar, Cristiano Ronaldo og Sir Alex Ferguson, hugdu hjálparleysir at.

Hetta er dagurin hjá Steven Gerrard...hetta er dagurin fyri ættarliðið, sum Never Walked Alone, heldur ikki, tá tað sá svartast út...

Tit eru nú nýggja ættarliðið, sum eiga okkara felag og okkara lívsáskoðan í heimsins bestu fótbóltsdeild. Havið álit á mentanini, varðveitið trúnna...og røkkið nýggjum hæddum.

YOU’LL NEVER WALK ALONE!!!

 

Umsett úr enskum

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

03. jul 2025

Diogo dansar ikki Jota longur

25. mai 2025

Tann besti handar tí besta steypið

10. mar 2025

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!

03. mar 2025

Túrur til Liverpool