Ein ferðafrásøgn frá túri til Liverpool við Tróndur Arge Hósdagin 4. mei 2023 fóru 18 føroyingar ein túr til Liverpool við túri hjá Liverpool Føroyum. Tað bleiv ein góður og hendingaríkur túrur. Millum yvirskriftirnar eru ballingarsinnaðir lærarar, eitt vink frá Mo Salah, møttu Luis Garcia, sum helt fyri at ein í ferðalagnum líkist Harvey Elliot, ein sigur á Anfield og ein sigur hjá kvinnunum á Manchester City. Úrslitini kundu ikki verið betri!
Ease Template Warning: template variable "images_title" not found in "translate.newsarticle.images_title"
Dagur 1:
Gott lag í flogfarinum
Ein kundi mistonk onkran av teimum á túrinum, at verið orsøkin til fyrstu millum yvirskriftina, men so var ikki. Bæði bindiklubbar og lærarar høvdu leitað sær til Edinburgh at hugsa sær um vikuskiftið. Lagið var avbera gott við fráferð og sjáldan mann tað hava verið snakkað so nógv á einum so stuttum túri. Tað tók bara ein tíma og tjúgu minuttir at flúgva. Í Edinburgh skiltus vit frá hinum føroyingunum, sum óiva hava havt ein framúr stuttligan túr. Vit fóru í ein luksusbuss við borðum, vesi og lekkrum stólum. Vit koyrdu fyrst í tríggjar tímar og steðgaðu so á at fáa okkum ein burgara. Síðani koyrdu vit í ein tíma til Liverpool. Umborð á bussinum var prátið lívligt. Tað mesta var um Liverpool og hvat fyri spælarar skulu keypast. Eitt annað kjak, sum fekk meiningarnar í gongd, var kjakið um nalvablusubannið í Vestmanna skúla. Tað koma vit aftur til seinni.
Vit gistu í íbúðum á Cove, sum liggur á Paradise Street. Tað er mitt í hjartanum av Liverpool. Vit kundu ikki havt ynskt eitt betri stað. Íbúðurnar vóru stórar við tveimum kømrum, tveimum vesum og eini rúmligari stovu við køki. Ríkiligt til eina heila familju. Miðbýurin bjóðar upp á alskins nýmótans handlar, matstovur og undirhald. Tað besta við miðbýnum í Liverpool er, at tú kanst ganga til alt. Høvðuskeypsgøtan bindir The Docks saman við øllum tí kenda og søguliga, sum Liverpool hevur at bjóða uppá. Eitt annað, sum Liverpool hevur at bjóða upp á, er konufólk í nalvablusu! Eg vænti at leiðslan í Vestmanna skúla hevði fingið sjokk, um tey komu ein túr til Liverpool. Tað er gott nokk munur á klædnamentanini í Føroyum og Liverpool.
Dagur 2:
Hey Salah, Garcia og Alan Kennedy
Fríggjadagurin bjóðaði upp á “Balck Tie Dinner”, sum er fyri fjepparafeløgini kring heimin. Kravið er at tú ert fínt ílætin. Slips er ikki krav, men næstan. Vit fóru við taxa til Anfield, har tiltakið var. Tað kostar um 10 pound, sum svarar til einar 85 krónur. Tá vit komu til Anfield var eitt at gera. Taka mynd saman við Bill Shankly. Síðani fóru upp trappurnar til “Main Stand”. Tá sóu vit, at fleiri fólk stóðu við innkoyringina til Anfield. Vit hugsaðu um spælararnir mundu møta dagin fyri dyst. Meðan vit hyggja niður á innkoyringina koma fleiri spælarar koyrandi í sínum luksusbilum. Fólkini veitra og rópa til spælararnar, men kennist so tunt at teir bara vinka aftur. Er tað nú nakað serlig hugsaði eg? Tá kom Mohamed Salah koyrandi. Hann veitraði til fólkini og lenaði seg so fram í rútin og veitraði upp til okkum átta føroyingarnar. Tað gav eina heita kenslu nú vit skuldu inn til ein Liverpool tiltak. Eitt vink kann eisini verma hjartað. Komin inn á Anfield var ein lang kø. Við tíðini fáa at vita, at tað er tí vit skulu avmyndast saman við Luis Garcia og varaliðskiparanum hjá kvinnunum, Taylor Hinds. Á túrinum bleiv skemtað við, at Trygvi Absalonsen líkist Liverpool spælaranum Harvey Elliot. Komin fram til Luis Garcia sigur spaniólin við Trygva “I didn’t expect to see Harvey Elliot here”. Tað fingu vit mangan látur burturúr. Og Luis Garcia var ikki tann einasti at nevna tað.
Sjálvt tiltakið var sum so væl fyriskipað. Tað byrjaði við at borðstjórin nevndi øll fjepparafeløgini. Klárt størsta fagnaðin fekk eitt par, sum umboðaði Liverpool Kiev. Tá reistust øll og klappaðu. Liverpool hevur altíð verið felagið hjá arbeiðaranum og teimum, sum eru fyri órøttum. Tað koma vit aftur til seinni. Seinni á kvøldinum kom Luis Garcia á pallin. Hann tosaði um Istanbul og málini á veg til finaluna. Hann nevndi millum annað, at hann ætlaði sær brotssparkið, sum Xabi Alonso tók í finaluni, men Jamie Carragher var als ikki samdur og tók bóltin frá honum. Hann nevndi Steven Gerrard sum besta spælaran hann hevði spælt saman við í Liverpool, og hann hevði ynskt at sloppið at spælt saman við Roberto Firmino. Tað kom røringur í, tá hann nevndi John Terry sum torførasta mótstøðuspælaran, og José Mourinho sum ein fittan umhugsnan mann. Hetta seinna í samband við spøkislismálið móti Chelsea í hálvfinaluni í Champions League í 2005.
Mitt undir tiltakinum kom ein føroyavinur á vitjan. Tað var Alan Kennedy. Sjálvur arbeiddi eg saman við honum í eina viku í Gundadali í 2009, tá Liverpool Legends høvdu fótbóltsskúla. Eg havi eisini møtt honum eftirfylgjandi í Liverpool, men tað mintist hann ikki. “Tunnels, a lot of tunnels”, brast úr honum. Hann kláraði so dánt at minnast Føroyar. “Hvussu skal eg minnast tað. Eg minnist ikki dagin í gjár”, tók hann skemtiliga til. Og tað var sjón fyri søgn, at hann skal fyrihalda seg til nógv fólk, ið vilja tosa við hann. Alan Kennedy hevur skorað avgerandi málið í tveimum Europa Cup finalum. Tiltakið endaði á midnátt og tað var nokk best fyri allar partar, tí nú var lagið næstan ov gott!
Dagur 3
Ein tepur sigur og ein fingur til kongsvaldið
Leygardagin var gott veður og býurin ýddi av fólki. Nógv av teimum vóru í reyðum og Liverpool handlarnar vóru á tremur við fólki. Tey flestu fingu tó ikki tað, sum tey ætlaðu sær. Hendan dagin bleiv nýggja troyggjan hjá Liverpool fyri komandi kappingarár kunngjørd, og tann fyri í ár er so gott sum útseld. Nýggja troyggjan hann bíleggjast, men kemur ikki fram enn. Ferðalagið fór tíðliga á Anfield, tí vit skuldu taka mynd saman við standmyndini av Bill Shankly. Vit vóru ikki tey einastu við hugskotinum og fólk vóru hjálpsom at taka mynd fyri okkum. Eina løtu fór at regna, men tað gekk skjótt yvir. Ein tíma fyri dystarbyrjan fóru vit inn á Anfield. 14 av okkum sótu á The Kop, meðan familjan Langgaard tók av teimum fýra atgongumerkjunum á Anfield Road End. Tann paturin av leikvøllinum verður útbygdur og kemur at líkjast nýggja “Main Stand”. Fyri dystarbyrjan komu boð úr Føroyum. “Tú mást ikki lova beiggja mínum á Anfield. Liverpool hevur ongantíð vunnið, tá hann hevur hugt”. Tað var beiggi Ara av Rana. Ari kom inn og nú skuldi hetta so standa sína roynd. Tað fekk lív í áskoðararnar, at myndugleikarnir kravdu at tjóðsangurin skuldi spælast undan dystarbyrjan í samband við krúningina av Charles kongi. Kongadømið er ikki væl lýdd í Liverpool, har fólk føla seg forsømd. Heldur ikki sitandi samgongan fær nógvan stuðul úr Liverpool.
Løtan tá “God save the King” bleiv spældur er ein tann ógvusligasti gangurin eg havi hoyrt á einum leikvølli. Hetta setti eisini gongd á áskoðarafjøldina, sum eftirfylgjandi tók væl undir við “You’ll Never Walk Alone”. Liverpool byrjaði væl og kom eisini á odda við máli, sum Mohamed Salah skoraði móti Anfield Road End. Tað var ringt hjá okkum á The Kop at síggja nakað, men familjan Langgaard fekk málið ordiliga við. Sum dysturin gekk bleiv spælið hjá Liverpool bara verri og verri. Vit høvdu gott nokk tveir stórar málmøguleikar, men tað kundi eisini gingið galið í hinum endanum. Dómari var Anthony Taylor og hann kláraði at geva Brentford 19 fríspørk. Tað fekk øði í fjøldina, men tað var gott við trimum stigum. Tað kann ikki verða nakar ivi um, at Liverpool hevur brúk fyri fólkið til miðvøllin til komandi kappingarár. Tað var niðurstøðan hjá teimum flestu á túrinum. Og so kunnu vit staðfesta, at Ari av Rana ikki er jinxaður!
Dagur 4:
Kvinnurnar vunnu á City
Sunnudagin fór ferðalagið í fleiri partar. Seks av okkum fóru á Prenton Park í Wirral at hygga eftir Liverpool og Manchester City. Undan fráferðini fór eg ein gongutúr oman á The Docks. Alt er gjørt klárt til Eurovision 2023, har føroyski Rani Petersen skal syngja. Málið var síggja nýggja leikvøllin hjá Everton, sum er undir bygging. Tað ljóðar flott, at leikvøllurin liggur á The Docks, men túrurin bleiv so langur at eg vendi við aftur. So tað er ikki rætt, at nýggi leikvøllurin er í gongufrástøðu frá miðbýnum. Kvinnurnar hjá Liverpool fluttu upp aftur í bestu deildina til hetta kappingarár. Gestirnir úr Manchester City eru topplið og vóru favorittar. Tíbetur vóru kvinnurnar hjá Liverpool til reiðar og vunnu 2-1.
Ímyndin er liðskiparin Taylor Hinds, sum eisini var til tiltakið á Anfield tveir dagar frammanundan. Hon og verjan høvdu úr at gera seinastu løtu, tí Manchester City trýsti við øllum, sum tær høvdu. Tað endaði við sigri og tað var ikki beinleiðis óuppiborið, tí Liverpool kundi havt skorað minst tvey afturat. Tað var hugvekjandi at síggja hvussu nógvar ungar gentur vóru og hugdu. Tað var ein góður familjustemningur og tað minti meira um føroysk viðurskifti á Prent Park. Tó kom vakturin eftir ferðaleiðaranum, sum hevði tikið ein óskyldiga øl við út. Eftir dystin tóku vit bussin aftur til miðbýin og so fór alt ferðalagið út at eta á “Almost Famous”. Mánadagurin var frídagur í Bretlandi og tað setti sín dám á sunnukvøldið í Liverpool. Tað var veitslulag og nalvablusur um allan býin. Tað gjørdi ikki lagið verri, at bæði Newcastle og Manchester United taptu. Nú er spurningurin um trøðini veksa inn í Champions League ríkið aftur hesaferð. Tað fáa vit at síggja.
Vit kundu so ikki havt ynskt okkum ein betri túr!