Aftur

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!

10 mar 2025

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!! Hettar kann vera gull-vert. Vit hava eitt atgongumerki til seinasta heimadyst hjá Liverpool í ár. Vit fara at luta tað vekk, við lutaseðil. Lutaseðilin kostar 100kr stk og er har alt við, flogfar - bussur - hotell dystur. Ferðast verður saman við øðrum føroyingum og sita saman við øðrum føroyingum. Vit fara at selja í Glitnir til Carabao Cup finaluna móti Newcastle. Vit selja eisini via bankaflyting á 9181-1598262. Viðmerk navn á flyting, so leggja vit lutaseðlar av til nøvnini. Trekt verður sunnukvøldið/mánamorgun eftir Carabao Cup finaluna. Atgongumerki kann ikki seljast víðari, kann viðkomandi ikki brúka tað, so lutar Liverpool Føroyar, tað til tann næsta á listanum

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

15. apr 2026

37 ár síðani Hillsborough vanlukkuna.

11. apr 2026

Liverpool Merchandise

11. apr 2026

Eykaaðalfundur

07. apr 2026

Liverpool Føroyar skipar fyri veistu í nýggjum hølum.