Vit endurgeva her sera góðu, greinina sum Rói Joensen hevur skrivað. Í dag er ein stórur dagur hjá okkum Liverpoolviðhaldsfólkum. Meistarasteypið kemur heim á sjálvum 20 ára degnum fyri Istanbul.
Vit, sum eru nóg gomul minnast elegansuna, tá ið Alan Hansen stýrdi verjuni hjá Liverpool í 1980’árunum. Í mong ár, varð hvør einasti evnaríki verjuleikari í Liverpool samanborin við skotska verjuleikaran við kelinavninum “Jockey”.
Gaman í vóru onkrir góðir verjuleikarar. Sami Hyppia var á hægsta altjóða stigi, og Daniel Agger hevði helst verið upp aftur betri, um hann ikki var so hart raktur av skaðum.
Men tað var ikki fyrr enn risin av Niðurlondum, Virgil Van Dijk, trein inn á vøllin ein januardag í 2018 og skallaði Liverpool til sigurs móti Everton í FA-cup, at øll vistu, at nú hevði Alan Hansen aftur sín líka í Liverpool.
Nú sjey ár seinni skal eingin minni enn Alan Hansen handa Virgil van Dijk meistarasteypið, sum fyri fyrstu ferð í 35 ár verður handað Liverpool framman fyri áskoðarum á Anfield. Í 2020 handaði Kenny Dalglish steypið til Jordan Henderson á einum tómum Anfield.
----------------------
Hetta kappingarárið gjørdist ikki heilt, sum væntað. Tá ið Klopp gavst, stúrdu vit fyri, at enda sum Manchester United og Arsenal, tá ið Ferguson og Wenger góvust. Realistiska vónin var at náa Champions League, men dreymurin var sjálvandi, at vinna meistaraheitið.
Eingin ella tey fæstu kendu nakað til hendan Arne Slot. Men hóast hesin sympatiski niðurlendingurin ikki er heilt so litríkur, sum Klopp, so varð skjótt greitt, at aftanfyri milda skálkasmílið, var ein ágrýtin og djarvur venjari.
Eingin var keyptur, uttan Chiesa, og Slot pilkaði bara eitt lítið sindur við mátan at spæla upp á.
Longu í fyrsta dystinum móti Ipswich skifti hann Jarell Quansah út í steðginum, og so var tónin settur.
Fyrsti niðurtúrurin kom heima móti Nottingham Forest, og nú fingu pessimistarnir veruliga flog undir veingirnar.
Síðan gekk mest sum bara ein veg, og tað var uppeftir. Spælið var ikki eins ágangandi og skjótt sum undir Klopp. Bólturin var spældur frá Allison til van Dijk. Hann stóð og bíðaði eina løtu, og tá ið onkur mótstøðuleikari, so dittaði sær at leggja trýst á van Dijk, spældi hann fram til Ryan Gravenberch, sum spildurnýggjur á seksaranum vendi sær sum á einum tallerki og setti ferð á fram eftir. Og heilt har frammi var egyptiski kongurin í betri lagi enn nakrantíð og skoraði og legði upp til mál eftir vild.
Ein einføld uppskrift, sum riggaði leingi, og longu í 6. umfarið vóru vit fremst. City fylgdi við eina løtu, men longu frá 10. umfari, vóru vit verandi fremst restina av kappingarárinum.
Stigarmunurin bara øktist, sum kappingarárið fór. City líktist ikki sær sjálvum, og eitt tíðarskeið var Chelsea okkara nærmasti forfylgjari.
Tað vísti seg tó, at vera Arsenal og Nottingham Forest, sum vóru drúgvast at fylgja okkum. Men stigamunurin var so stórur, at um hetta skuldi kiksa, so fór tað at vera stór skomm.
Út á várið kom tó ein ávísur troyttleiki á liðið. Okkara menn ruku úr FA-cup, tá ið B-ketan spældi móti Plymouth.
Vit vunnu nýggja stóra grundspælið í Champions League, men tað hjálpti ikki upp á lutakastið. PSG vísti seg at vera millum bestu liðini í Evropa, og hóast vit sluppu heim við einum hepnum sigri úr París, tí at Allisson stóð sín lívsdyst, so kláraðu vit ikki at avgera heima á Anfield, og ruku út eftir brotssparkskapping.
Tá ið Newcastle so spældi okkum av vøllinum í finaluni í Carabao Cup, tyktist botnurin náddur.
Fýra eittmáls stríðssigrar í Premier League fingu okkum tó aftur á rætta kós, og tá ið Arsenal vísti seg at vera ov óstøðugt, kundu vit við einum sigri heima móti Tottenham tryggja 20. meistaraheitið.
Sjálvur var eg so heppin, at sleppa við ferðalagnum hjá Liverpool Føroyum til hendan søguliga dystin upp á eitt avboð, og tað gjørdist størsta fótbóltsupplivilisi nakrantíð.
Veðrið var av tí besta hesar dagarnar í Liverpool, og 20. meistaraheitið varð tikið sum givið. Ein í ferðalagnum var enntá so djarvur, at fáa sær eina tatovering við 20. meistaraheitinum, áðrenn tað var veruleiki.
Góðveðurssunnudagin 27. apríl, var økið rundan um Anfield reytt allan dagin. Leikarabussurin sást ikki fyri reyðum royki, og ongantíð hevur Anfield ljóðað so hart.
Allur ivi varð skúgvaður til viks við einum knúsandi 5-1 sigri móti Tottenham, og eftir sigurin var ovfarakati á teimum kvart millión fólkunum uttanfyri Anfield.
-------------
Okkara tríggjar heimsstjørnur leveraðu allar hetta kappingarárið. Allison, van Dijk og Salah hava verið kremið á kakuni hesi árini undir Klopp, og vóru tað aftur í ár.
Verjan stóð sera væl fyrstu dystirnar, men var meira trilvandi, sum kappingarárið leið. Van Dijk var tó altíð tann tryggi skansin, og vit mugu heldur ikki gloyma, at Kelleher aftur vísti seg sum heimsins besta eykamálmann, tá ið hann fleiri dystir avloysti Allison.
Á vinstra bakki sást aldur á Robertson, meðan Trent framvegis var ein skapandi megin á liðnum, sum var saknaður, tá ið hann var skaddur í vár. Tíverri fer Trent til Real Madrid. Men sum Klopp segði, nú hann vitjar Liverpool fyri at hátíðarhalda meistaraheitið saman við fjepparum, so mugu vit bara takka Arnold fyri alt, hann hevur gjørt fyri okkum. At vera fornermaður førir ongan veg. Kostas Tsimikas vísti seg sum góðan avloysara á vinstra bakki, og vit mugu bara vóna, at Conor Bradley verður minni darvaður av skaðum framyvir, tí evnini eru eyðsýnd.
Miðvøllurin mentist gjøgnum árið. Gravenberch, Mac Allister og Sczoboslai allir keyptir í 2023 spældu fyri tað mesta, og hóast tað av og á var eitt sindur ivasamt, so ber samanumtikið til at siga, at hesir ikki standa aftan fyri Fabinho, Wynaldum og Henderson. Gravenberch var tann sjónligasti fyrsta partin av árinum, meðan Mac Allister var óvanliga drúgvur, tá ið á stóð. Og so er tað duracellmaskinan Szoboslai, sum við sínum ótroyttiligu renningum, órógvaði mótstøðuliðini alla tíðina. Elliott, Jones og Endo vístu seg at vera góðir innskiftarar.
Heilt frammi gandaði Salah. Hann skoraði og legði upp líka til at gavst at skora, í einum tíðarskeiði, sum rann saman við ramadan.
Gakpo hevði eisini eitt gott kappingarár, og Diaz spældi væl og var ein støðug hóttan, tá ið hann fekk møguleikan. Trupuleiknin er bara, at tá ið tað kemur til stykkis, kemur ov lítið burtur úr hjá kolumbiumanninum.
Jota og Nunez góvu hinvegin ikki nokk í ár. Jota sást í glottum, men skaðarnir tykjast at hava tikið tað bestu úr honum. Helst er tíð hjá Jota at fara víðari, og tað sama má sigast um Nunez, sum als ikki hevur fingið tað at rigga í Liverpool. Dýrasta keypið í søgu felagsins, sær út til at enda líka sum aðrir líkandi áleyparar, Carroll og Benteke. Teirra rørslur eru heilt einfalt ov stórar, tá ið liðið skal spæla seg gjøgnum tætt pakkaðar verjur.
------------------------
Við meistarheitinum vunnum fyri nøkrum vikum síðan, hevur Slot valt at spara nógvar leikarar fyri at løða battaríini til komandi kappingarár. Tað treingir til, og liðið treingir eisini heilt sikkurt til nýggja megi á fleiri plássum.
Ein høgri bakkur verður keyptur fyri Trent. Øll vænta, at ein vinstri bakkur verður helst eisini keyptur. Í skrivandi løtu er ógvuliga spennandi, um vit keypa Wirtz úr Leverkusen. Um so er, verður hann helst størsta stjørnan vit hava keypt, síðan Fernando Torres.
Helst koma fleiri leikarar inn, og vit mugu bara stóla upp á, at keypini verða eins góð og tey flestu seinastu mongu árini.
-----------------------
Fyri fyrst tekur Virgil van Dijk móti steypinum frá Alan Hansen, og í morgin ferð steypið busstúr.
Fleiri føroyingar eru í Liverpool at taka móti steypinum, og her heima fara vit eisini at fylgja við.
Seinastu tíðindi

Tann besti handar tí besta steypið

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!

Túrur til Liverpool
