Klokkan var júst farin av midnátt, tá Diogo saman við bróðrinum André yvirhálaði í Norðurspania. Ólukkutíð brast eitt dekk á Lamborghini Urus og bilurin koyrdi útav. Eldur kom í bilin og beiggjarnir báðir doyðu á staðnum. Diogo Jota var júst lýstur í hjúnaband saman við Rute Cardoso bert tíggju dagar undan vanlukkuni. Tey fingu trý børn saman.
Jota er ein siðbundin, spanskur dansur, sum eisini hevur røtur í øðrum londum og tað sá so leikandi lætt út, tá Diego Jota fekk bóltin, sneiddi nakrar leikarar av ella streyk fram við fleiri og hamraði bóltin í málið. Fótbólts-fagurfrøði ella fótbólts-estetikkur í reinum heimsklassa.
Jota er eisini 9. bókstavurin í grikska bókstavaraðnum og 9-talið er eisini snøgt sagt sambæriligt við ein sannan málrev, men Jota átti fyrst og fremst leiklutin sum avloysari fyri Mohamed Salah, Sadio Mané og Roberto Firmino. Framúr fótbóltsførleikin hjá Diogo Jota, har bóltførleikin og ovurstóri rennihugurin gjørdu, at Jota var sum skraddaraseymaður til spælistílin hjá Jürgen Klopp. Og tað lá eisini væl fyri at skalla, hóast hann ikki var høgur av vøkstri.
Diogo José Teixeira da Silva ella Diogo Jota (f. 4. desembur 1996 – d. 3. juli 2025) var føddur í Porto og byrjaði at spæla fótbólt við smærri feløgum í grannalagnum, áðrenn hann varð seldur til Atlético de Madrid og síðani leigaður aftur til FC Porto. Tað var meðan hann spældi fyri sítt egna býarlið, at hann veruliga gjørdi vart við seg og Nuno Espírito Santo keypti hann til Wolverhampton Wanderers. Jürgen Klopp dámdi tað, sum hann sá, tá Jota leikti fyri Wolves og skjótt hevði Klopp tryggjað sær ein nýggjan yndisleikara.
Diogo Jota fekk eina flúgvandi byrjan hjá Liverpool kappingarárið 2020-21, tá hann gjørdist fyrsti Liverpool-leikarin at skora 7 mál fyrstu 10 dystirnar fyri felagið og hann skoraði eisini mál nr. 10.000 fyri felagið ímóti FC Midtjylland. Harumframt skoraði hann fyrstu fýra heimadystirnar, sum hin fyrsti nakrantíð. Fjeppararnir tóku hann beinanvegin til sín og Jota varð kosin besti leikari longu í oktobur mánaða av fjepparunum, men beint undan jólum kom fyrsti skaðin.
Skaðar vóru helst eisini høvuðsorsøkin til, at Diogo Jota ongantíð vann sær fast pláss á Liverpool-liðnum, men kappingin var eisini beinhørð.
Hann átti eisini sítt fasta pláss í portugisiska landsliðshópinum og varð úttikin til EM 2020, HM 2022 og aftur EM 2024. Harumframt vann hann eisini UEFA Nations League í 2019 og 2025. Skoraði 14 mál í 49 landsdystum.
Heiðurslistin sum Liverpool-leikari:
· Spældi 182 dystir, skoraði 65 mál og legði upp til onnur 22 mál.
· Meistari í 2024-25
· Steypavinnari í 2021-22
· Vann League Cuppina í 2021-22 og 2023-24
Settur inn á vøllin, skoraði og sigraði, soleiðis vilja vit minnast Diogo Jota. YNWA!
Seinastu tíðindi

Diogo dansar ikki Jota longur

Tann besti handar tí besta steypið

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!
