Aftur

Ray Clemence farin

15 nov 2020

Síðst í 1960-árunum og í 1970-árunum var ikki vanligt, at ein leikari, fór frá Liverpool uttan so, at Liverpool hevði fingið sum mest burturúr. Ray Clemence var undantakið frá regluni, tá ið hann summarið 1981 brádliga ynskti aðrar avbjóðingar og flutti til Tottenham Hotspur. Hvørja ferð Clemence vitjaði aftur á Anfield, tá læt Anfield ongan iva vera um, at hann var vælkomin og fagnaðurin tók ongan enda. Eitt satt lammiterilsi. Clemence spældi fyri Tottenham til hann nærkaðist 40-árum og endaði við at spæla fleiri enn 1.000 dystir samanlagt á sínari framúrskarandi fótbóltslívsleið.

Ray Clemence varð føddur í Skegness í Lincolnshire og náddi sum 18-ára gamal at spæla 46 dystir fyri Scunthorpe United í 3. deild, tá ið Liverpool vísti áhuga. Søgnin sigur, at Shankly vendi tummilin niður, tá ið hann sá, at Clemence sparkaði út við vinstra beinið, men tá ið hann sá, at hann kastaði út við høgra armi, so varð hann góðtikin. Bill dámdi at keypa leikarar frá lægri deildum og venja teir til Liverpool leikarar. Hann var sannførdur um, at hann megnaði tað, tí hann hevði blindað trúgv uppá, at venjingarhátturin hjá Liverpool var tann besti í heiminum – einfaldur, men tann besti. 

So tað kom ikki óvart á hann, at leikarar sum Kevin Keegan, Ray Clemence, Larry Lloyd og aðrir stóðu seg væl. Tað kom bara dátt við, tá aðrir ikki megnaðu stigið. Hann fór ikki altíð sjálvur fyri at síggja leikararnir, áðrenn hann keypti teir. Hann var nøgdur við metingina, sum Bob Paisley, Joe Fagan ella Geoff Twentyman, høvuðstalentleitarin, komu við. Tað vóru Bob Paisley og Joe Fagan, sum viðmæltu felagnum til at keypa Kevin Keegan og Ray Clemence. 

Ray Clemence var 18-ára gamal, tá ið Liverpool keypti hann í juni 1967. Shankly hevði sagt við hann, at hann fór at vera fyrstimálmaður innan eitt ½-ár, men burtursæð frá einum steypadysti, so mátti Clemence bíða í 2½-ár, áðrenn hann slapp í blusu nr. 1, men tá hevði hann longu spælt á enska U23- landsliðnum og the Kop bíðaði í stórum spenningi eftir at síggja hann í fyrstaliðsdysti. Tolin noyddist tann fyrrverandi legustóls umsjónarmaðurin, Ray Clemence, at bíða. Fyrstu tríggir dystirnar vóru allir steypadystir og Liverpool vann teir lættliga 2-0, 10-0 og 4-0.

Undan Clemence hevði Liverpool vunnið seg úr 2. deild og hevði sett seg á eitt pláss millum tey allarbestu ensku liðini. Shankly hevði stórt álit á sínum úrvaldu, men hann hevði eisini fyrireikað Liverpool til framtíðina. Nú vóru fýra leikarar á Anfield, sum skuldu gerast sera týðandi partar í hansara næsta stórliði. Tann nýliga keypti Alec Lindsay, sum varð fluttur frá einum frálíkum wing-half til ein framúrskarandi vinstra bakk, málmaðurin Ray Clemence og miðvallarleikarin Brian Hall, sum bara bíðaðu eftir møguleikanum at sleppa at vísa seg. Miðverjin Larry Lloyd varð eisini keyptur frá Bristol Rovers fyri £50.000, og skuldi við tíðini taka plássið hjá Ron Yeats í miðdeplinum í Liverpool verjuni.

Shankly hevði rættiliga ilt við at broyta liðið, sum vann so nógv miðskeiðis í '60-unum, men eitt eyðmýkjandi tap fyri 2. deildarliðnum Watford í kvartfinaluni í FA Cup'ini í februar 1970 gjørdi enda á fleiri leikarum frá fyrsta stórliðnum. Tommy Lawrence, Ron Yeats, Ian St John og Geoff Strong spældu ikki nógvar dystar fyri Liverpool FC aftan á tiltikna tapið. Hjá Liverpool FC stóð Ray Clemence klárur til at taka yvir á málmansplássinum. Komandi 11-árini var Clemence bara burtur í 6 dystir. Hann gjørdist ein av teimum bestu – kanska, tá ið hann var í hæddini, tann allarbesti – í heiminum!

Ray Clemence setti seg á málmansplássið og átti allan brotsteigin. Hann kundi minna um ein ránsfugl við sínum longu limum, sínum breiða smíli og tunna, krongluta andliti, men hann var ein fimleikari á strikuni. Ein lívligur, rútmiskur málverji við tryggum uppíleggingum og einari útstráling, sum segði: “Skjót bara – eg bjargi”. Clemence stóð 665 dystir fyri Liverpool og vann 61 enskar landsdystir, og Bob Paisley metti hann seinni sum besta málmannin hjá felagnum nakrantíð. Harumframt var Clemence, nú tá keypsupphæddin lá omanfyri 200.000 pund, enn eitt dømi um eitt framúrskarandi Liverpool-ránsmannakeyp, sum felagið fann hjá einum lægri liði, keypti bíliga og evnaði til eina stjørnu.

Við Tommy Lawrence í mál hevði Liverpool sett met í 1968/69 við at lata bara 24 mál inn, men Liverpool endurtók metið í 1970/71, tá liðið bara lat 24 mál inn alt kappingarárið, men við Clemence sum aftasta skansa. Tommy Lawrence átti tó tvey av málunum, tí hann stóð í 2-2 javnleikinum ímóti Manchester City.

Tann 26. apríl 1971 fekk Liverpool eina bót á £7.500 fyri at møta við einum veikari liði í einum 1. deildardysti. Shankly hevði framt tíggju broytingar frá undanfarna dysti, har bara Ron Yeats var eftir. Grundgevingin hjá Bill Shankly fyri hansara liðsamanseting var, at dysturin á Maine Road kom bara tveir dagar aftan á dystin ímóti Nottingham Forest og bara tveir dagar áðrenn tann týðandi seinna dystin í Fairs Cup hálvfinaluni á Elland Road, ímóti Leeds. Dysturin endaði 2-2 við tveimum málum frá Bobby Graham, meðan Ian Ross var so óheppin at skora í egið mál. Tommy Lawrence spældi í staðin fyri Ray Clemence í málinum.

Árið eftir kundi Liverpool farið við meistaraheitinum, um teir vunnu á Arsenal. Tá Leeds tapti fyri Wolverhampton, so kundi Liverpool farið avstað við meistaraheitinum, um teir høvdu vunnið á Highbury sama kvøldið, tá nr. 4 og nr. 5 møttust á Highbury. Hóast áhaldandi trýst frá Liverpool, so megnaði Arsenal at standa ímóti og dysturin endaði við javnleiki 0-0. Liverpool hevði bóltin í netinum, tá John Toshack skoraði, men málið varð ikki viðurkent, tí Kevin Keegan hevði verið rangstaddur. Men annað kappingarárið á rað, so gjørdist 8. mai dagurin, tá the Gunners beindu fyri vónunum hjá Liverpool um at vinna gullheiðursmerki. Dysturin endaði við málleysum javnleiki, og Liverpool endaði á 3. plássi.

Grundin til góðu gongdina mundi vera, at liðið setti met við at halda málið reint í seks útidystum á rað.  Dystirnir vóru: 0-0 ímóti Wolves, 1-0 ímóti Huddersfield, 0-0 ímóti Chelsea, 1-0 ímóti Southampton, 3-0 ímóti Manchester United og 2-0 ímóti West Ham. Verjuketan, sum megnaði tað, sá soleiðis út: Ray Clemence – Chris Lawler, Tommy Smith, Larry Lloyd, Alec Lindsay. Phil Thompson og Emlyn Hughes vóru eisini í miðverjuni.

Síðsta meistaraheitið hjá Bill Shankly kom í kappingarárinum 1972-73. Tá hevði hann endurnýggjað Liverpool liðið og bara Chris Lawler, Tommy Smith og Ian Callaghan vóru eftir frá meistaraliðnum í 1966. Framúrskarandi, evnaríkir leikarar sum Ray Clemence, Emlyn Hughes og Kevin Keegan gingu nú á odda í jakstranini hjá Liverpool eftir fleiri steypum, og serliga Keegan hevði voksið seg til en nýggjan yndisleikara hjá the Kop. Áðrenn kappingarbyrjan tosaðu fólk um Leeds og Manchester City sum møgulig meistaralið, men tað vóru Arsenal og Liverpool, sum komu at kappast um meistaraheitið. Í roynd og veru líktist Arsenal eitt stutt tíðarskeið einum meistaraliði, tá teir vitjaðu Anfield í februar 1973 og útspældu Liverpool í einum 2-0 sigri. Men 1973 útgávan hjá Bill Shankly vísti seg líka haldføra sum frálíka ’60’ára liðið og stríddu seg fram til at vinna meistaraheitið við trimum stigum niður til kappingarneytan úr London.

Ray Clemence vann UEFA Cuppina í 1973 fyri Liverpool. Jupp Heynckes sendi eitt trygt spark av stað frá brotssparksblettinum, men Clemence tveitti seg við hvørjari spong, og í fullari longd bjargaði hann púra óvæntað – og Liverpool vann 3-0. Eftir dystin viðgekk málverjin, at hann hevði sæð Heynckes sparkað brotsspark í hálvfinaluni hjá týskarunum og valdi at fara til somu síðu. “Bjargingin var eitt úrslit av mínari fyrireiking,” segði ein fyndarglaður Clemence. 

Dysturin skuldi upprunaliga hava verið liðugtspældur tann 9. mai 1973, men varð avlýstur orsakað av keðiligum veðri, meðan støðan var 0-0. Vesturtýskararnir brúktu Gunther Netzer sum fríverji hendan dystin og tað førdi við sær, at flata avleveringsspælið hjá Liverpool ongantíð kom til sín rætt yvirfyri tí vælskipaðu týsku verjuni og nógva regnið var sjálvandi eisini ein stór forðing. Ray Clemence hevði ein góðan dag í málinum, og til alla eydnu fyri Liverpool, so varð dysturin avlýstur. Liverpool vann samanlagt 3-2 á Borussia Mönchengladbach.

Síðsti dystur hjá Bill Shankly var FA Cup finalan ímóti Newcastle United í 1974. Skjótt vísti tað seg, at Kevin Keegan stjól pallin frá “Super Mac” Malcolm MacDonald, sum ikki fekk eitt bein til jørðina ímóti sterku verjuni hjá Liverpool! Liverpool vann 3-0! Tað var gott, at Liverpool skuldi venja vikuna eftir; so slapp Ray Clemence eisini at nerta við bóltin.

Í 1978/79 brutu Liverpool og Clemence øll mørk, tá ið liðið bara lat 16 mál inn, men tað var ikki av tilvild, tí Liverpool hevði besta liðið og bestu verjuna: Ray Clemence – Phil Neal, Phil Thompson, Alan Hansen og Alan  Kennedy. Clemence helt málið reint í 18 dystum og lat bara 4 mál inn á Anfield í 21 dystum!

Styrkirnar vóru hansara plaseringsevnir, hann var ótrúliga fimur, hevði kvik kropsbrøgd, einastandandi handfaring av bóltinum og kom skjótt niður, tá ið hann kastaði seg. Dygdirnar góvu honum enskar landsdystir í hópatali og hansara endaliga tal hevði verið nógv hægri, um Peter Shilton ikki hevði verið í hæddini um somu tíð.

Avgerandi bjargingin frá Stielike, tá Rom finalan í 1977 javnvigaði á eini knívsegg, hjálpti Liverpool at náa kanska tí mest spennandi úrslitinum í longu og víðagitnu søgu felagsins. Líka so týðandi sum bjargingarnar í fjórðingsfinaluni á Anfield ímóti AS Saint-Étienne í sama kappingarárinum høvdu slóðað fyri fyrsta góða úrslitinum í fremstu europeisku kappingini og hansara brotssparksbjarging frá Jupp Heynckes forðaði fyri, at Liverpool tapti UEFA Cup finaluna í 1973 upp á útivallarmál. Ein onnur framúrskarandi bjarging frá brotsparksblettinum ímóti Dresden í UEFA Cup kappingini trý ár seinni forðaði eisini fyri, at Liverpool varð útsligið og teir reyðu endaðu við at vinna steypið tað árið eisini. Tað, sum fólk ikki altíð minnast so væl, men sum var minst líka týdningarmikið fyri øll tey góðu úrslini hjá felagnum í 1970-árunum var óvanliga úthaldni og fimi, sum vendi nógvum javnleikum til sigrar og nógvum møguligum tapum til javnleik ella sigrar.

Síðsti dysturin hjá Clemence fyri Liverpool var sera hóskandi á einum slíkum stórum palli, sum hann varð vorðin vanur við og hann helt eisini málið reint, tá Liverpool vann 1-0 á Real Madrid í París, tá Alan Kennedy skoraði seint í dystinum. Liverpool og Clemence lyftu 3. Europa Cup fyri meistaralið.

Tað kom sum ein risastórur hvøkkur fyri leiðsluna hjá Liverpool umframt fjepparar, tá Clemence, sum nærkaðist 33-ára føðingardegnum, kunngjørdi, at hann ynskti at fara úr felagnum, tá nýkomni Bruce Grobbelaar førdi fram krav um blusu nr. 1. Clemence flutti til Tottenham fyri £300.000 og hansara fyrsti kappingarføri dystur var á Wembley ímóti fyrrverandi liðfeløgunum, men hóast hansara hetjudáð, varðveitti Liverpool League Cuppina við trimum málum ímóti einum.

Clemence spældi fyri Tottenham til hann nærkaðist 40-árum og endaði við at spæla fleiri enn 1.000 dystir samanlagt á sínari framúrskarandi fótbóltslívsleið. Harumframt spældi hann 5 landsdystir afturat og endaði á 61 landsdystum og okkurt um 250 dystum fyri Tottenham.

Clemence spældi 336 dystir á rað uttan fráveru frá 9. september 1972 til 4. mars 1978. Bara tríggir leikarar hava spælt fleiri 1. liðsdystir fyri felagið; Ian Callaghan, Jamie Carragher og Steven Gerrard. Í sermerktu yrkistíðini hjá Clemence í Liverpool, helt hann málið reint í 323 dystum av 665.

Síðani hann gavst at spæla í 1988, hevur Clemence verið partur av venjaratoyminum hjá Tottenham, verið felagsstjóri hjá Barnet frá 1994 til 1996 og verið partur enska venjaratoyminum, har hann hevur havt umsjón av ungdómsmenningini. Hann gavst at arbeiða fyri fótbóltssambandið í 2013, men hevur framvegis verið frammi í fjølmiðlunum.

Heiðurslistin:

  • ·         Meistari í 1972/73, 1975/76, 1976/77, 1978/79 og 1979/80
  • ·         FA Cup vinnari í 1973/74 (og við Spurs í 1981/82)
  • ·         League Cup vinnari í 1980/81
  • ·         Europa Cup fyri meistaralið í 1976/77, 1977/78 og 1980/81
  • ·         UEFA Cup vinnari 1972/73 og 1975/76 (og við Spurs í 1983/84)
  • ·         61 landsdystir fyri Ongland (1972-83)

Nú hevur Ray Clemence lagt árarnar aftan á langa sjúkralegu. Hví í friði!

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki